týsdagur 4. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 188 - 4. oktober 2005
Fái ikki
lastað
nøkrum
- Vit gjørdu alt tað, sum
vit skuldu gera. Trýstu
teir nógv, fingu nógv
innlegg
og
skaptu
nógvar møguleikar. Vit
manglaðu bara at gera
arbeiðið liðugt við ein-
um ella fleiri málum,
men sum heild skal eg
ikki lasta einum tí ein-
asta av okkara spælar-
unum.
Somikið greiður var
venjarin hjá B36, Sig-
fríður Clementsen, tá
vit eftir dystin sunnu-
dagin spurdu han, hvørt
hann var nøgdur um
avrikið
hjá
sínum
monnum.
Hetta var sjeynda
ferðin, at B36 ikki fekk
fulla úrtøku á heima-
vølli, og fleiri ferðir
hevur tað verið nevnt,
at liðið hevur tað trup-
ult móti liðum, sum
liggja djúpt í verjupart-
inum.
Tað hevur ofta við-
ført, at liðið ikki skapar
sær nóg mikið av
møguleikum, men tann
trupulleikan áttu teir tó
ikki sunnudagin. Ikki
minst tí talan hesa ferð
var um tríggjar mans á
toppinum.
- Tað er annars nak-
að, sum vit hava roynt
fleiri ferðir í ár, men í
dag lógu teir kanska
longur uppi, enn teir so
ofta hava gjørt. Serliga
fyri steðgin eydnast
okkum eisini at fáa
Allan til nógv innlegg,
men sum heild haldi eg,
at vit stýra dystinum frá
fyrsta
til
seinasta
bríksl. Teir hava eitt
skot upp á mál í 90
minuttir, og tað haldi eg
sigur nokk so nógv, helt
Sigfríður.
- Tí vil eg ikki lasta
nøkrum spælara fyri
nakað. Men hinvegin
haldi eg, at hasin dóm-
arin væl kundi fingið
dystin at ganga skjótari,
men ferð eftir ferð letur
hann KÍ taka ferðina úr
dystinum við at dríggja
tíðina. Hetta var so
fyrsta ferðin, at vit hava
spælt við útlendskum
dómara í hesi nýggju
skipanini, men tað vísir
kanska eisini, at okkara
dómarar slettis ikki eru
so galnir, hóast alt.
-mørk
B36 hevði bæði spæl
og møguleikar. Men
teir megnaðu ikki at
fáa úrtøku úr hesum,
tá KÍ fekk tað, sum
teir komu eftir
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum úrslitini kring landið
lagaðu seg sunnudagin, so
bilti tað ikki stórvegis hjá
B36, at teir ikki vunnu
heimadystin móti KÍ. Men
tað skerst tó ikki burtur, at
teir
í
árstalsfelagnum
mundu iðra seg um, at tað
enn einaferð kiksaði hjá
teimum á heimavølli.
Tað hevur verið ein sann-
roynd í ár, at B36 oftani
hevur havt stórar trupul-
leikar á heimavøllinum, um
vitjandi liðini velja at spæla
verjufótbólt. Liðið hevur tá
snøgt sagt ikki megnað at
opna mótstøðuverjurnar, og
tí hevur úrtøkan í Gunda-
dali als ikki boðað frá ein-
um oddaliði.
Høvdu møguleikarnar
Úrslitið av dystinum móti
KÍ endurspeglar kanska
eisini henda veruleika, men
tað gjørdi spælið í dystin-
um ikki.
Tí hesa ferð skapti B36
møguleikar - nógvar møgu-
leikar.
Við eini framrættaðari 4-
3-3, har álopskantarnir lógu
ógvuliga
frammarliga,
royndu teir alt fyri eitt at
trýsta gestirnar norður um
HB-húsið,
og
partvíst
eydnaðist
hetta
eisini.
Klaksvíkingarnir megnaðu
sjáldan at spæla bóltin
niðan á vøllin, har Hjalgrím
Elttør var ógvuliga einsa-
mallur á toppinum, og tað
betraði ikki um rútmuna í
spælinum, at Eyðun Klak-
stein longu tíðliga mátti av
vøllinum við skaða.
Soleiðis var fyrsti hálvi
tímin eitt langt B36-álop,
og møguleikarnir trutu ikki.
Serstakliga
var
Allan
Mørkøre væl upplagdur í
høgra álopsborði, og ferð
eftir ferð vóru klaksvíking-
ar sum heild - og serliga
Harley Bertholdsen - um
ein háls, tá hann bæði bjóð-
aði av og fann viðspælarar í
góðum skotstøðum.
Men hvussu teir so
royndu, so fekst ikki úrtøka
burur úr møguleikunum.
Við til hetta hoyrir sjálv-
andi, at KÍ í Meinhard
Joensen hevur ein fínan
málverja, sum í einum
tveimum førum fyri steðgin
hevði framúr bjargingar.
Men í aðrar mátar tóktist
tað bara vera svartasta
óhepni, sum forðaði bóltin-
um at finna vegin fram.
Einar tríggjar ella fýra
ferðir smoygdi hesin sær
júst út um stólpan, tá flestu
fólkini kring vøllin mundu
halda, at skotið hevði beina
kós móti málinum. Og í so
máta mundu viðhaldsfólk-
ini sakna ein áleypara av tí
slagnum, sum liðið so ofta
hevur havt. Ikki minst í nú-
verandi venjaranum.
Hildu trýstinum
Seinasta korterið undan
steðginum var KÍ tó betri
við. B36 hevði brúkt nógva
orku, og teir megnaðu ikki
eins væl at halda trýstinum,
og so líðandi otaðu gestir-
nir seg niðaneftir. Veruliga
møguleikar gjørdist talan tó
ikki um, men við einum
drønskoti frá Símuni Joen-
sen, góvu teir tó B36 ein
ordans hvøkk, men tíbetur
fyri Jákup Mikkelsen, so
brast vakri fluktarin í
stólparótina.
Og so kundi tú næstan
sagt, at tað var tað hjá KÍ.
Eftir steðgin var í øllum
førum sera langt ímillum,
at teir so mikið sum hóttu
B36-málið.
B36 hinvegin helt á við at
søkja móti KÍ-málinum.
Teir skaptu kanska ikki
heilt so nógv, sum teir
høvdu gjørt fyrra umfarið,
men javnt og samt gjørdist
talan tó um vandamiklar
støður framman fyri KÍ-
málið.
Og í evstu løtu hildu vert-
irnir seg eisini hava avgjørt
alt til egnan fyrimun. Pól
Thorsteinsson sendi frá
brotsteigarmarkinum eitt
skot/innlegg móti KÍ-mál-
inum, og har toygdi Allan
Mørkøre seg fram. Tað
eydnaðist honum eisini at
prika í málið, men linju-
verjin hevði flaggið uppi,
og so taldi tann royndin
altso heldur ikki á stigatalv-
uni.
Bíðar til tað seinasta
At úrslitini aðra staðni
kring landið høvdu við sær,
at javnleikurin var nóg mik-
ið hjá B36 til at halda fast
um oddasessin, er eitt. Men
tað skerst ikki burtur, at
bæði spælarar og viðhalds-
fólk munnu iðra seg um
laku úrtøkuna á heimavølli.
Bara seinastu tveir heima-
dystirnar hevur liðið mist
fýra stig, og vórðu hesi
fingin til høldar, var meist-
araheitið mest sum avgjørt.
Hinvegin er tað gleðiligt
fyri kappingina, at spenn-
ingurin framvegis er intakt-
ur, og tað er nú lítið, sum
bendir á, at hann ikki eisini
verður tað fram til seinasta
leikdag. Tá eigur B36
heimadyst móti HB, og ikki
minst man tað gleða kassa-
meistaran í felagnum, at tey
kunnu rokna við eini stórari
áskoðarafjøld til tann dyst-
in.
KÍ kann sum so ikki
røkka tí stóra sjálvt, men
við javnleikinum greiddu
teir setningin, sum teir
góvu sær sjálvum eftir
Skála-dystin. Tá vóru boð-
ini, at um stig vórðu tikin
frá Skála, so skuldu teir
gera tað sama í Havn móti
bæði B36 og HB. Fyrsti
parturin av hesum setning-
inum varð rokkin sunnu-
dagin, og so er spurningur-
in, um næsti parturin eisini
verður tað, tá teir um tvær
vikur aftur vitja í Gunda-
dali.
B36-KÍ 0-0
Dómari: Zarko Kavacevic (SVØ): Sýndi alla tíðina stóran
myndugleika, men tóktist til tíðir ikki hava røttu
»følingina« við dystinum.
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Pól
Thorsteinsson, Klæmint Matras, Alex dos Santos - Ingi
Højsted, Mikkjal Thomassen (Johan Ellingsgaard, 82.),
Fróði Benjaminsen - Allan Mørkøre, Okeke Obele
Onyebuchi (Levi Hanssen, 82.), Bergur Midjord
GK: Ingi Højsted, 77.
KÍ: Meinhard Joensen - Eyðun Klakstein (Kristoffur
Jacobsen, 16.), Jan Andreasen, Ovi Nysted, Harley
Bertholdsen - Arnold Joensen, Høgni Madsen, Marek
Wierzbicki, Símun Joensen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím
Elttør
GK: Ovi Nysted, 57., Marek Wierzbicki, 68.
Fakta um dystin
B36-KÍ 0-0:
Oddalið uttan málrevar
Mikkjal Thomassen og Marek Wierzbicki vóru
í nógvum nærdystum, og tó at Mikkjal og B36
aloftast vóru omaná, so endaði alt, júst sum
tað byrjaði
Mynd: Álvur Haraldsen