týsdagur 4. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
23
Bjargingarroyndin,
sum TB flotaði fyri
viku síðani, tykist
eydnast væl, meðan
søgan um laka enda-
spurtin tykist endur-
taka seg hjá Skála
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað gongur skjótt fyri seg í
fótbólti. Fyri bara átta døg-
um síðani mundu nógvir
fótbóltsfjepparar
kring
landið vera sannførdir um,
at TB eftir bara eitt ár við
Formula-fótbólti
aftur
skuldi vera at finna í aðru
deild komandi kappingarár.
Gaman í hevði TB dystir
eftir eins og hini liðini, men
við fimm stigum upp til
næst aftasta liðið, tóktist
støðan ikki sørt vónleys.
Álop frá fyrsta bríksli
Fortreytirnar broyttust tó
nakað við sigrinum á GÍ,
og sunnudagin tók TB enn
eitt fet á leiðini, tá teir at
kalla framdu ein »Skála«
móti Skála.
Við einum Skála verður
sjálvandi sipað til bjarg-
ingarroyndirnar, sum Skála
framdi tey bæði fyrstu
árini, sum teir vóru í bestu
deildini. Í báðum førum á
tann hátt, at liðið við trim-
um sigrum í seinastu trim-
um dystunum akkurát fekk
tunga likamspartin upp úr
vatnskorpuni.
Sigurin móti GÍ varð
kanska fyrst og fremst eitt
úrslit av, at TB spældi nógv
meira framrættað, enn teir
hava gjørt fyrr í ár, og tí
mundi tað vera eitt gott
hugskot, um sama upp-
skriftin varð nýtt móti
Skála.
Og tað var við hepnari
hond, skuldi tað vísa seg.
Longu eftir níggju minutt-
um gjørdist Dejan Tomic
einsamallur
við
Eugen
Voda, og so kundi fram-
herjin, sum hevur víst seg
sum góður fongur hjá TB,
enn einaferð smekka í
kassan.
Og hetta vísti seg eisini at
vera avgerandi málið í
dystinum. TB kundi sjálv-
andi dúva meira upp á
kontraspælið, nú teir høvdu
lagt seg á odda, men hin-
vegin merkti tað ikki, at
liðið gróv seg fullkomuliga
niður. Serliga fyri steðgin,
tá teir høvdu vindin undan,
søktu teir nógv á Skála-
málið, og tó at gestirnir
kanska høvdu bóltin meira
eftir steðgin, so var TB
framvegis
vandamiklara
liðið. Fleiri mál fingu teir
tó ikki, men tað eina av
slagnum var kortini nokk.
Tí tað var einki at fara
skeivur av, at fagnaðurin
kring Sevmýri var stórur
eftir dystin.
Farvæl til botnin
Og tað er eisini skilligt. Við
sigrinum slapp TB sær av
botnsessinum, sum teir
hava røkt seinastu góðu
tríggjar mánaðirnar, og
heldur verandi støðan sær,
so skal liðið í mesta lagi
spæla um rættin til For-
mula-bólt komandi kapp-
ingarár.
Og tað kann enntá gerast
enn betri. Verður talan um
triða sigurin í slag, tá VB
kemur á vitjan um tvær
vikur, so verður sagt enda-
liga farvæl við botnsessin,
eins og tað væl kann hugs-
ast, at strikan millum átt-
anda og níggjunda plássið
eisini verður niðanfyri TB.
Slitið kostar
Hjá Skála man tað hinvegin
vera heldur hugtungt at
staðfesta, at úrtøkan sein-
astu nógvu umførini ikki
hevur verið tann, sum
roknast kann við av einum
oddaliði.
Troystin er sjálvandi, at
tað hevur hon heldur ikki
verið hjá kappingarneyt-
unum í oddastríðnum, men
tapið hesa ferð gjørdi í
øllum førum, at tað nú er
enn truplari enn áður hjá
Skála at gera seg galdandi
heilt frammi á talvuni.
Og við komandi truplu
uppgávuni á Eiði, kann
eisini væl vera, at Skála
skal ansa sær fyri NSÍ, sum
tykist koma við fullari ferð
aftan ífrá. Tað vildi í øllum
førum verið ein niðurtúrur
av teimum stóru, um liðið,
sum í so nógvum umførum
hevur verið heilt frammi í
oddinum, brádliga skal
finna seg sjálvt uttan fyri
heiðursmerkjarøðina. Men
tað er kanska á sín hátt eis-
ini prísurin, sum eitt langt
kappingarár við nógvari
slitagu
á
lyklaspælarar
hevur við sær. Tað kundi tó
eisini hent seg, at tann
prísurin í enn størri mun er
galdandi fyri sambiðlarnar
í oddastríðnum, men tað
fara tey bæði seinastu um-
førini at vísa.
Leygardagin skipaði
Tórshavnar Súkklu-
felag fyri FM í
einkultstarti fyri
børn. Kappast bleiv í
bólkunum 1, 2 og 3
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Leygardagin skipaði TSF
fyri ársins seinastu súkklu-
kapping. Kappast varð í
FM í einkultstarti fyri børn
og kappingin gekk fyri seg
á vegnum millum Kald-
baksbotn og Kaldbak.
Luttøkan var góð, tí ikki
færri enn 22 børn bjóðaðu
hvør øðrum av.
Fýra
føroyameistarar
vórðu funnir, og millum
hesar var Finnur Mellemg-
aard, ið hevur súkklað kapp
í nøkur ár nú. Hann er
stinnur í súkkling, og verð-
ur hugt eftir meðalferðini
hjá Finni, sæst at hann
súkklaði teir 4 km við
einari
rættiliga
góðari
meðalferð, nevniliga 37
km/t, sum er ein rættiliga
góð meðalferð fyri ein
súkklara í bólki 3.
Eins og tað sømir seg í
stórum einkultstartkapp-
ingum, sluppu børnini á
fyrsta sinni at starta av ein-
um sokallaðum startrampa.
Hetta var sjálvandi spenn-
andi, hildu børnini.
Í bólki 2 var spenningur
í, tí stutt var millum numm-
ar eitt og trý, men munin
átti Benjamin Thomassen,
ið vann við ávikavist 22 og
24 sekundum á Hóra Bryn-
hildarson og Janus í Bø-
garði.
Ein góð og spennandi
kapping við góðari undir-
tøku. Hetta fer tí vónandi at
hava við sær, at TSF fer at
skipa fyri enn fleiri súkklu-
kappingum fyri børn. Livst
so spyrst.
Úrslit av FM í
einkultstarti
fyri børn:
Gentur, bólkur 1, 2 km:
1 Beinta á Bøgarði
2 Birita Dam
3 Eyð Jacobsen
Dreingir, bólkur 1, 2 km:
1 Rasmus Mohr Nielsen
2 Bogi á Vollanum
3 Ragnar Kruse
4 Martin Olsen
5 Mortan á Bøgarði
6 Andrias Dam
7 Rói Johannesen
Dreingir, bólkur 2, 3 km:
1 Benjamin Thomassen
2 Hóri Brynhildarson
3 Janus á Bøgarði
4 Bartal Veyhe)
5 Fríði av Vollanum
Dreingir, bólkur 3, 4 km:
1 Finnur Mellemgaard
2 Harald Joensen
3 Terji Jacobsen
4 Rógvi Reinert
5 Jens Pauli Johansen
6 Martin Kragesteen
7 Tóti Kristjansson
Hava givið
liðnum frið
Oddur Dimon er for-
maður í fótbóltsdeildini
hjá TB, og hóast hann
ásannar, at árið í ár ikki
alla tíðina hevur verið
eins stuttligt, so heldur
hann ikki, at nevndin
ella fótbóltsdeildini hev-
ur roynt at blanda seg í
tað, sum venjarin og
spælararnir hava gjørt.
- Vit hava sum so
eingi stig tikið til at
broyta um gongdina.
Trupulleikin hevur held-
ur ikki verið, at liðið
hevur spælt illa, og tí
hava vit ikki vilja farið
at blandað okkum alt ov
nógv. Ein áleypari er
sjálvandi komin, men
tað er so tað, sigur hann.
Og í veruleikanum hev-
ur liðð verið verri mann-
að í seinastuni, nú fleiri
spælarar
hava
verið
burtur frá av ymsum
ávum.
Hinvegin leggur hann
dent á, at tað kanska
hevur hjálpt, at liðið
seinastu dystirnar hevur
verið meira ágangandi,
enn teir annars hava
verið í ár.
- Kanska hevur upp-
leggið verið ov verju-
kent í fleiri førum, og í
øllum førum skapa vit
fleiri møguleikar, nú tað
verður
spælt
meira
álopsspæl. Tað er so
kanska eisini tí, at liðið
nú noyddist at leypa á, tí
munurin upp til næstu
sessirnar var vorðin ov
stórur.
Men hóast hann so-
leiðis viðgongur, at tað í
dag er nakað nógv
stuttligari at vera TB'ari,
enn tað annars hevur
verið í fleiri mánaðir, so
noktar formaðurin í
fótbóltsdeildini at selja
skinnið. Ikki enn í øllum
førum.
- Avgerandi dysturin
verður móti VB um tvær
vikur, og fyrr enn tá er
einki avgjørt. Og her
hava sigrarnir á GÍ og
Skála so havt við sær, at
vit hava ráð til javn-
leikin í tí dystinum.
Hinvegin trúgvi eg, at
um vit vinna tann dyst-
in, so verða tað heldur
ikki vit, sum skulu
spæla um sessin móti
næst besta aðrudeildar-
liðnum. Men at hetta tá
verður ein spurningur,
sum VB og GÍ mugu
greiða sínamillum, sigur
hann at enda.
-mørk
TB-Skála 1-0 (1-0)
1-0 Dejan Tomic, 9.
Dómari: Lassin Isaksen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca Petrovic,
Óli Johannesen, Jón Tórður Holm - Allan Smedemark
(Mortan Enni, 57.), Einar Petersen, Aleksandar Jovevic,
Allan Poulsen - Hallur Christiansen (86.: Birgir
Rasmussen), Dejan Tomic (Búi Mortensen, 90.)
GK: Hallur Christiansen, 17.
Skála: Eugen Voda - Rói Jacobsen, Rúni Rasmussen,
Pætur Dam Jacobsen, Iulian Florescu - Bjarni Jørgensen
(Alexandur Johansen, 26. (Arnhold Berg, 87.)), Nenad
Stankovic, Pauli G. Hansen, Hanus Thorleifsson (Volmar
Poulsen, 46.) - Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg.
GK: Iulian Florescu, 43.
Fakta um dystin
Børnini kappaðust um FM
TB-Skála 1-0 (1-0):
Ein Skála
móti Skála
Annan heimadystin á rað megnaði TB at fáa fulla úrtøku, og við hesum hava teir fyribils lopið
bukk um VB, sum nú er niðasta liðið
Mynd: Áki Bertholdsen