Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 188 - 4. oktober 2005 Illa mannaða EB/ Streymur vann ein knúsandi tryggan sig- ur, tá teir so ruddiliga staðfestu kreppuna, sum GÍ er í FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Lógin hjá Murphy stað- festir, at tað, sum kann ganga galið, gongur galið. Og soleiðis mundu gøtu- menn eisini kenna tað, tá teir sunnudagin høvdu vitj- an av EB/Streymi. Talan var annars um ein dyst, sum var ætlaður sum fyrsta stigið í trítrins- rakettini hjá Peturi Mohr og GÍ, nú skútan aftur skuldi fáast á beint. Men longu áðrenn minutt-vísarin í Sarpisgerði var farin um trý, vórðu vónirnar skotnar í senk, at kalla. Ein aftur- leggin varð fangað í vind- inum, sum GÍ hevði undan, og slíkar møguleikar skalt tú ikki geva Sorin Anghel fyri tíðina. Rumenski áleyparin streyk avstað, rundaði málverjan og legði EB/Streym á odda. Mistu mótið Og í veruleikanum megn- aði heimaliðið ongan tíð at reisa seg eftir hetta. Hóast EB/Streymur var væl og virðiliga umskipað til dyst- in, nú hvørki Fróði Cle- mentsen ella Andrzej Pacek vóru tøkir til sessirnar í miðverjuni, so kom nýggja samansetingin við Egili á Bø og Marna Djurhuus ongan tíð undir trýst. Heldur ikki, hóast eisini sentrali miðvøllurin var mest sum nýggjur við Gert Hansen og Bárði Olsen. Hinvegin megnaðu gest- irnir fleiri ferðir at spæla seg niðaneftir, og tó at tað skuldi enn eitt verjumistak til, áðrenn tað stóð 0-2 á talvuni, so var tað ikki meira, enn gestirnir áttu uppiborið. Eftir steðgin tóktist tað fyri tað mesta snúgva seg um, at GÍ vildi avmarka tapið. Sigurin trúðu teir í øllum førum ikki uppá, og tað verður so fremsta upp- gávan hjá Peturi Mohr at syrgja fyri, at tann trúgvin aftur fær gróðrarlíkindi á liðnum. Eisini hóast næsta uppgávan er móti oddalið- num úr B36. Tí fær GÍ ikki stig í tí dystinum, so detta teir við vissu niður á níggj- unda plássið, har avleiðing- in er, at sessurin í bestu deildini verður settur upp á spæl yvir tveir dystir móti antin B71 ella B68. Tað er ikki ein støða, sum gøtu- fólk hava verið von við, síðani liðið í 1979 vann seg upp í fremstu føroysku deildina, men verður ikki annað skinn tikið um bak, so kann tað væl gerast kaldi veruleikin. Ikki minst tá hugt verður at seinasta dystinum, sum er á útivølli móti Skála! Heitur málskjútti Vanliga verður tikið til, at tað er kalt á toppinum. Men á føroyska máltindinum er Sorin Anghel glóðheitur í løtuni MÁLSKJÚTTI Jákup Mørk Hóast tað neyvan heldur verður til heiðurs- merki í ár, so stendur EB/Streymur aftur í ár við møguleikanum at eiga besta málskjúttan í landinum. Í fjør var tað Sonni L. Petersen, sum fekk gylta skógvin frá Adidas, og í ár er tað so Sorin Anghel, sum stendur við møguleikanum. Og skal metast eftir, hvussu formurin hjá ymsu álopsspælarunum er, so er einki at ivast í, at Sorin er tann, sum stendur við besta møguleikanum. Við ellivu málum í seinastu seks dystunum er hann í løtuni gløðandi heitur, og tað er einki undur í, at áskoðararnir á Mølini eru farin at geva honum eyknevnið »Skorin«. Her er aktuella røðin hjá Sorin: 21. august Sorin eigur tvey av málunum, tá EB/Streymur enn einaferð tekur alt í Klaksvík. Hesa ferð við einum 4- 2 sigri. 27. august Mest sum einsamallur er Sorin maður fyri at geva Heine Fernandez sekkin, tá hann skjýtur reint hat- trick í heimadystinum móti HB. Ein dystur, sum EB/Streymur vinnur 4-0. 11. september Sjálvandi er Sorin at finna millum málskjúttarnar, tá EB/Streymur í einum merkisverdum dysti vendir 0-2 til 5-2 í útidystinum móti NSÍ. 21. september Sorin Anghel skjýtur fyrsta málið, tá TB verður sent suður við einum 0-3 tapi í útsetta dystinum á Mølini. 25. september EB/Streymur tapir 1-2 á heimavølli móti B36, men málinum stendur Sorin Anghel kortini fyri, tá hann javnar til 1-1. 2. oktober Sorin Anghel ger reint hat-trick, tá EB/Streymur vinnur 5-1 í Gøtu. Málini í Gøtu 0-1: Sorin Anghel GÍ verjan er óskettin, tá lagt verður aftur, og so kann Sorin draga fram við sakarsleysa mál- verjanum og leggja bóltin í netið. 0-2: Sorin Anghel Hesa ferð fær Sorin bóltin við sær inn um verjuspælara, og tá eingin bakkar upp í at síggja til vandaleysu støðuni, kann rumenin enn einaferð rundað Pól, áðrenn bólturin verður sendir í meskar- nar. 0-3: Sorin Anghel Sonni L. Petersen og Sorin spæla seg ígjøg- num verjuna, og tá Sonni so leggur innfyri, kann Sorin staðfesta sína støðu sum fremsti málskjúttin í landinum. 0-4: Bárður Olsen EB/Streymur hevur frí- spark miðskeiðis á GÍ- hálvuni, og tá bólturin verður rullaður til Bárð, smekkar hann til. Skot- ið er hart, men málverjin átti kanska at vart fyri. 1-4: Sámal Joensen Gestirnir fremja kanska nakað óneyðugt brots- spark í horninum av brotsteiginum, og Sám- al Joensen er sum vant tryggur úr ellivu metr- um. 1-5: Leif Niclassen Aftur er Sorin upp á spæl. Hesa ferð rekur hann seg leysan í vinstra borði, og inni undir málinum skal Leif bara seta innaru síðuna á. GÍ-EB/Streymur 1-5 (0-2) 0-1: Sorin Anghel, 3. 0-2: Sorin Anghel, 36. 0-3: Sorin Anghel, 61. 0-4: Bárður Olsen, 64. 1-4: Sámal Joensen (br.), 83. 1-5: Leif Niclassen, 85. Dómari: Petur Reinert GÍ: Pól Næss Joensen - Hans Pauli Petersen, Robert Rzeczycki, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus Jacobsen - Áslakur R. Petersen, Símun Louis Jacobsen, Sámal Joensen, Hanus Jacobsen - Magni Jarnskor - Krzyztof Popczynski EB/Streymur: Rene Tórgarð - Esmar Eiðisgarð, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhan á Stongum (Ólavur Poulsen, 65.) - Teitur Joensen (Brian Olsen, 10.), Gert Hansen, Bárður Olsen, Jákup Martin Joensen (Leif Niclassen, 65.) - Sonni L. Petersen, Sorin Anghel GK: Marni Djurhuus, 25. Fakta um dystin Mál nummar 400 Tað mundi ikki vera nakað, sum hann hugsaði stórvegis um, men við málinum til 5-1, skeyt Leif Niclasen mál nummar 400 í Formula-deildini í ár. Tað er samstundis nógv hægsta máltalið, sum vit hava havt í fremstu føroysku fótbóltsrøðini, men tað kemst sjálvandi av, at dystartalið í ár er væl hægri, enn tað vanliga er. -mørk Ein heitur áleypari. Seinastu seks dystirnar hevur Sorin Anghel skotið ikki færri enn ellivu mál GÍ-EB/Streymur 1-5 (0-2): Stendur einki til í Gøtu Marni Djurhuus hevði óvandan leiklut í verjuni, men hetta tóktist ikki nerva stórvegis móti GÍ, sum fekk av at vita Mynd: Sofus D. Johannesen