Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Superveteranur legði HB á sigurskós, og fremmandi álopsfugl- urin hjá ÍF krúllaði nógv í 2.hálvleiki, tá ið Hanus Eliasen við fínum lobbara syrgdi fyri, at ÍF kom afturí- aftur ÍF-HB Jóannes Hansen Spenningurin var heilt stór- ur, inntil dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Úrslitið var eitt stig í part, og tað sóu báðir partar út til at kunna liva við. HB syrgdi við eina stignum fyri, at FM møguleikin er í teirra hondum, og nú skal tað vilja meiri enn illa til, um ÍF skal enda niðanfyri strikuna. Var spenningurin stórur í Fuglafirði, so var fótbólts- spælið einki at rópa hurrá fyri. Serliga í 1. hálvleiki var ferðin lítil, og persón- ligu mistøkini vóru nógv og neyvleikin ikki stórur. Málmøguleikarnir undan steðginum vóru fáir og smáir. Eftir trilvandi byrjan fótaði HB sær fyrst, og seinna partin av 1. hálvleiki lá tað líka sum í luftini, at um eitt mál fór at koma, so fóru gestirnir úr høvuðs- staðnum at fáa tað. Tann fyrsta møguleikan fekk HB í 27. minutti. Eftir fríspark úr høgru og diago- nala sending var Uni Arge hægstur. Hann legði við høvdinum upp á tvørs, men Bárður Mortansson var akkurát ov seinur at stýra bóltinum í tóma málið. Tveir minuttir seinni var Bárður Mortansson um reppið at gerast leysur, men ÍF málverjin, Jacob Kaas, var skjótur á brotsteigar- markinum, og so var tann møguleikin burtur. Og tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki, var Uni Arge framvið, tá ið hann við handara stólpan stútaði dygst við síðuna av, eftir at innlegg var komið úr vinstru. ÍF var í 1. hálvleiki rárur gestur í HB brotsteiginum. Ta einu ferðina var HB málverjin um at missa út frá aftur eftir frísparks- roynd, og tá ið tað restaðu tríggir minuttir, hevði Sylla Ahmed, sum undan steðg- inum ikki var serliga sjónskur, fínt gjøgnumbrot í vinstru. Eftir at hann fullkomuliga hevði snýtt verjuna, legði evnaríki maðurin upp á tvørs, men tveir av hansara monnum vóru akkurát ov seinir at stýra bóltinum í málið. Meiri broddur í Eftir steðgin kom meiri lív í. Tað komst av, at HB legði seg framum í 49. minutti. Rókur Jespersen, sum var miðvallari í høgru, royndi seg úr 22 metrum og mitt fyri. Málverjin hálvbjarg- aði til horna úr vinstru. Rasmus Nolsøe, sum ikki hevði serliga eydnu við tveimum frísparksroyndum úr hampuliga góðum støð- um, sendi tvørtur um, og aftan fyri handara stólpan stóð Hallur Danielsen og legði innfyri aftur. Í besta miðframherja stíli hevði Uni Arge funnið røttu støðuna mitt fyri málinum, og úr 3-4 metrum stýrdi hann bóltinum í málið. So tóktist tað sum um, at HB enn eina ferð skuldi fáa fult móti ÍF, men tað eydn- aðist ikki. Sentrali ÍF mið- vøllurin, sum var mannaður við trimum spælarum, stríddist væl, og nógv tann vandamiklasti spælarin í 2. hálvleiki var Sylla Ahmed, sum rættuliga blomstraði. HB var støðugt um ein háls av honum, og fleiri av gulu kortunum, sum havnar- menninir tiltuskaðu sær eftir steðgin, komu, tá ið teir royndu at steðga framúr bóltsnillinginum, sum tó tykist resta neyðugu tyngd- ina og broddin fyri at gerast heilt vandamikil. Fleiri ferðir var um reppið, at tað eydnaðist Sylla at sleppa í brotsteigin, og tað eina ferðina peikaði dómarin á ellivu metra blettin, eftir at Sylla var farin um koll uttarlaga í høgru í brotsteiginum. Tí- betur røkti linjuverjin sína uppgávu til fulnar, tá ið hann markeraði og upplýsti dómaran um, at talan í staðin fyri um brotsspark var um film og harvið gult kort til álopsspælaran! HB hevði hug at toga eitt sindur í bremsuna í staðin fyri at spenna á fyri at økja um leiðsluna, og krúllingin hjá Sylla og einstøk væl uppbygd álop hildu mótin- um uppi hjá heimaliðnum. Tá ið eitt stórt korter var eftir, varð skilagóði Jonn Thomsen skiftur inn í mið- verjuna hjá ÍF. Bartal Elia- sen varð fluttur fram í álopið. Tað bar eyka tyngd við sær, og tá ið tað restaðu níggju minuttir, eydnaðist tað ÍF at javna. Sylla og Bartal vóru við í uppspælinum. Bólturin varð stungin út á høgra vong til Hanus Eliasen, sum tóktist rættuliga leysur, tá ið hann tamdi bóltin í brotsteigin og sendi í mál- ið. Hanus legði ikki alla orku til. Í staðin hevði hann sæð, at Bárður Johannsen hevði tikið tvey ella trý fet fram fyri at gera málið minni, og so lyfti reyð- klæddi vongspælarin bóltin upp um málverjan. Síðstu løtuna løgdu báðir partar nógv fyri í álops- royndunum, men tað kom einki mál afturat. Jacob Kaas bjargaði meistarliga, tá ið Uni Arge eftir innlegg úr høgru legði til úr stuttari fjarstøðu og eitt vet úr vinstru, og í hinum endan- um varð skotroynd hjá Høgna Zachariassen eftir horna og úr stuttari fjar- støðu blokerað. Nr. 188 - 4. oktober 2005 25 Mazda-open á Kambsdali Eins og undanfarin ár skipar ÍF-Badminton fyri badmintonkapping í ítróttarhøllini á Kambs- dali. Kappingin verður leygardagin 8.oktober, og verður kappast í bólkum hjá gentum og dreingjum í øllum yngru deildum. Ætlanin er at legja kappingina soleðis til rættis, at allir luttakarar spæla nógvar dystir. Vinnarin, umframt nr. 2 og 3 í øllum aldursbólk- um fáa steyp til ognar. Freistin at tekna seg til kappinginaa er miku- dagin 5. oktober 2005, og fer tilmeldingin fram hjá feløgunum kring landið. -mørk Vunnu sein- asta dystin Eftir stórtap fyri ávíka- vist Onglandi og Skot- landi í teimum báðum fyrstu dystunum, fekk føroyska U-19 lands- liðið hjá kvinnum eitt sindur av uppreisn í seinasta dystinum í EM- undankappingini. Hesin varð spældur móti Kroatia, og her eydnaðist føroyska lið- num at vinna 2-0. Før- oyar komu á odda beint fyri hálvleik, tá Rudi Zachariasen gjørdist púra leys og skoraði, og so royndu tær føroysku at halda fast um leiðsl- una. Og stutt fyri dystarlok kundi Heidi Sevdal staðfesta sigurin, tá hon fyrst dró seg leysa í høgru, áðrenn hon lang- aði bóltin í kassan. So- leiðis endaðu Føroyar á triðja plássinum í kapp- ingini. Ongland vann annars bólkin við fullum stiga- tali. -mørk ÍF-HB 1-1 (0-0) 0-1: Uni Arge 49. 1-1: Hanus Eliasen 81. Dómari: Eiler Rasmussen ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Símun Eliasen, Fritleif í Lambanum - Emil Nolsøe Leifsson (Dánial Pauli Højgaard, 89.), Eyðun Ryggshamar (Jonn Thomsen, 76.), Høgni Zachariassen - Hanus Eliasen, Sylla Ahmed, Bárður á Lakjuni (Rúni Elttør, 56.) Gult kort: Eyðun Ryggshamar, Sylla Ahmed, Høgni Zachariassen HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen,Vagnur Mohr Mortensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen (Hendrik Rubeksen, 66.) - Rókur Jespersen (Rani D.Christiansen, 76.), Rúni Nolsøe, Kári Nielsen,Tór-Ingar Akselsen - Bárður Mortansson (Hans á Lag, 87.), Uni Arge Gult kort: Janus M. Joensen, Rúni Nolsøe, Bárður Mortansson,Tór-Ingar Akselsen, Rani D. Christiansen Fakta um dystin ÍF-HB 1-1 (0-0): Sylla skaraði framúr Hóast HB hálvgum snávaði, so hava teir framvegis sjálvir møguleikan at gera av, um teir skulu verða Føroyameistarar Savnsmynd