Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 188 - 4. oktober 2005 VB megnaði ikki at standa ímóti, tá NSÍ eftir steðgin fekk vindin í ryggin, og nú mugu vágbingarnir smyrja seg við heitin- um sum botnproppur FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tá vágbingar tíðliga í ár fóru undir at fyrireika stóra 100 ára veitslu, var tað nokk ikki í tonkunum, at hendan samstundis væl kann markera eitt fyribils farvæl til fótbólt í fremstu røð. Tapið fyri NSÍ sunnudag- in saman við TB-sigrinum á Skála staðfesti nevnliga, at VB er niðasta liðið í For- mula-deildini, nú bara tvey umfør eru eftir at spæla, og í løtuni tykist tað heldur ikki, sum eru vágbingarnir betri enn tað sama. Dreymabyrjan Sunnudagin var annars leingi orsøk til at halda, at VB kanska fór at smoyggja sær út botninum. Nakað av vindi var vesturi á Eiðinum, og fyri steðgin vóru tað vágbingarnir, sum høvdu hendan undan. Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Dan Djurhuus við sínum 10. máli í ár hevði gjørt sær dælt av hesum. Eftir hetta vóru tað kanska gestirnir, sum høvdu bóltin meira, men tað vóru enn einaferð vág- bingar, sum skoraðu, tá bólturin aftur fann vegin til meskarnar. Og hesa ferð var tað Palli Augustinussen, sum skoraði. Palli hevur annars verið burturstaddur seinastu tíðina, men í trongdu støðuni hjá VB, nú hvørki Milan Kulic ella Edvard Ble vóru tøkir, játt- aði hann at taka eina hond við hjá barndómsfelagnum. Alt fall saman Hóast aftanfyri, so vóru runavíkingar ikki heilt fyri ongum, tá teir fóru inn at hvíla seg. Spælið hevði fyri tað nógva verið á góðari leið, og kundu teir skora hampuliga skjótt, so var dysturin aftur víðopin. Og tað var eisini júst tað, sum hendi. Seinna umfarið var ikki meira enn góðar fimm minuttir gamalt, tá Andy Olsen var rætti mað- urin á rætta staðnum, og so trýsti NSÍ av álvara. VB stríddist av øllum alvi, og teir hildu eisini móti trýstinum eina góða løtu. Men at enda fall múr- urin. Við bara einum minutti millum málini skoraðu fyrst Jústinus R. Hansen og síðani Christian Høgni Jacobsen, soleiðis at lagnan hjá VB - fyribils í øllum førum - varð stað- fest. Og í roynd og veru var hetta ikki stórt meira, enn serliga Christian Høgni Jacobsen hevði uppiborið. Landsliðsframherjin hevði fram til tá havt fleiri roynd- ir í góðum skotstøðum, men hvørja ferð hevði tó eydnast Bjarna Johansen í málinum at vart fyri. Eru heilt nær Europa Soleiðis er nú av sonnum lagt upp til lagnudyst á Sevmýri um tvær vikur, og her er kravið til VB púrasta einfalt. Ein sigur skal til, um liði aftur skal klintra upp um keðiligu strikuna, og tó at alt ikki stendur og fellur við hesum dystinum, so er eingin orsøk at taka nakað annað fyri givið. Í øllum førum er hetta sein- asti møguelikin hjá liðnum, um teir einsamallir skulu avgera sína lagnu. Hjá NSÍ er talan hinvegin aftur um eina støðu, har liðið hevur møguleika at vinna sær heiðursmerki. Tað er ein støða, sum runa- víkingarnir fleiri ferðir áður hava verið í hetta kappingarárið, men tað er tó sjáldan, at møguleikin hevur verið so eyðsýndur, sum hann er tað nú. Við heimadysti móti ÍF og úti- dysti móti KÍ eftir á skránni, munnu teir í NSÍ í øllum førum medda eftir seks stigum í teimum báð- um seinastu dystunum, og kiksar Skála so bara eina- ferð, so verður talan aftur í ár um altjóða fótbólt við Løkin. Góð byrjan hjá útiset- unum Tað var ikki eiti á byrj- an, sum teir báðir før- oysku útisetarnir í BK Tromsø fingu, tá felagið leygardagin spældu móti meistarunum úr Nyborg BK. Bárður Bendix Mikk- elsen og Rúni Weihe teljast báðir millum lyklaspælararnar hjá Tromsø, sum ætlar sær at endurvinna gullmerk- ini í norskum flogbólti í ár, og við einum 3-0 sigri á verandi meistar- unum settu teir eina tjúkka striku undir, at teir eisini ætla sær fram í oddin í ár. Sum skilst, so verður talan kanska eisini um enn meira føroyskt íslett í felagnum í vetur. Før- oyski landsliðsvenjarin, Magnus Aðalsteinsson, er upp á tal sum nýggjur høvuðsvenjari hjá Tromsø, og hann var millum áskoðararnar, sum vóru til dystin í dag. -mørk Nýggjur svimjivenjari Jón Bjarnason úr Vági verður nýggjur svimji- venjari hjá svimjilands- liðnum, eftir at Petur Heðin á Fløtti hevur røkt hendan sessin sein- astu átta árini. Jón Bjarnason er 35 ára gamal og ættaður úr Vági, men hevur í sein- astuni virkað sum venj- ari hjá Tvøroyrar Svimjifelag. Hann hevur nomið sær útbúgving innan venjing í Aalborg, og eisini hevur hann starvast sum svimjivenj- ari í Danmark, áðrenn hann setti kósina heima aftur móti Føroyum. Nýggi venjarin tók við starvinum 1. oktob- er. -mørk VB-NSÍ 2-3 (2-0): Stigini fóru við vindinum VB-NSÍ 2-3 (2-0) 1-0: Dan Djurhuus, 3. 2-0: Palli Augustinussen, 32. 2-1: Andy Olsen, 51. 2-2: Jústnes R. Hansen, 72. 2-3: Christian Høgni Jacbsen, 73. Dómari: Georg N. Rasmussen VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup F. Olsen - Birni Kjærbæk (Kári í Lágabø, 69.), Poul N. Poulsen, Dánjal J. Joensen (Jakob Skaaning, 72.) - Palli Augustinussen, Nenad Zivanovic, Dan Djurhuus GK: Palli Augustinussen, 37., Jákup Olsen, 51., Birni Kjærbeck, 63. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjólvur Nielsen (Einar Hansen, 7.), Óli Hansen, Viggo Johannesen, Sjúrður Jacobsen (Hjalmar Dalbúð, 72.) - Andy Olsen, Dánial Hansen,Jústinus R.Hansen,Jónstein Petersen - Páll Mohr Joensen (Bogi Løkin, 90.), Christian Høgni Jacobsen GK: Dánial Hansen, 33., Christian Høgni Jacobsen, 85. Fakta um dystin Palli Augustinussen var komin heim at hjálpa VB, og við málinum til 2-0 gjørdi hann eisini sína skyldu í so máta. Men tað var kortini ikki nóg mikið hjá VB, sum nú er aftasta liðið á stigatalvuni Mynd: Áki Bertholdsen