Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 189 - 5. oktober 2005 Føroya størsti burgari Í gjár var almenn móttøka í nýggju ítróttarkaféini, Cippo, sum millum annað fer at bjóða viðskiftafólk- um sínum Føroya størsta burgara. Tað er Rúni Djurhuus, ið eigur og rekur nýggju ítróttarkaféina í hølunum undir Rio Bravo í Tórsgøtu í Havn. Umframt Rùna fer Ingolf Olsen at kokkast í nýggju kaféini. Rúni og Ingolf eru báðir útlærdir kokkar á Hotel Hafnia, og teir siga seg vóna, at hetta skuldi borga fyri eini ávísari góðsku. Á matarlepanum í nýggju kaféini verður eitt nú ymisk sløg av sandwichs, Føroya størsti burgari við búffi, sum er gjørdur av 300 gram av feskum oksakjøti, og bolla, sum bakaríið hjá Frants Restorff hevur bakað. Eftir móttøkuna í gjár lat nýggja kaféin alment upp, og opið verður hvønn dag frá klokkan hálvgum tólv um dagin til á midnátt. tn Hundurin, kettan og músin seld til Fraklands BØKUR Tað er ikki á hvørjum degi, at ein upprunafør- oysk barnabók kemur út á øðrum máli. Men nú letur til, at bókin Ein hundur, ein ketta og ein mús eisini kemur út í Fraklandi. Tað er Bárður Oskarsson, ið hevur skrivað og teknað søguna um teir tríggjar or- iginalarnar: hundin, kett- una og músina, sum keða seg so illa. Alt var nógv stuttligari fyrr, men tá ið músin slær hundin á halan við hamara, verður lív aft- ur í. Bókin, sum Bóka- deild Føroya Lærarafelags gav út í fjør, var við á stóru barnabókamessuni í Bol- ogna í vár. Fleiri forleggj- arar vístu bókini stóran ans, og í farnu viku skriv- aðu Bárður Oskarsson og franska forlagið undir sátt- mála um útgávu. Ungi evnaríki teknarin og rithøvundurin Bárður Oskarsson hevur rættiliga fingið vind í seglini. Í februar í ár fekk hann gávugóðs frá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Bárður hevur áður teknað til fleiri barnabøkur, seinast til bøkurnar um Guðruna, ið Guðrun Gaard hevur skrivað. Triðja bókin um Guðruna kemur út til jóla. Rúni Djurhuus, ið eigur og rekur nýggju ítróttarkaféina, Cippo, við Føroya størsta burgara. Mynd: Álvur Haraldsen Í september mánaði hava tilsamans 14.868 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 13,7% fleiri enn september í fjør, tá talið var 13.074. Framgongdin hevur verið á øllum far- leiðunum Samlaða ferðafólkatalið higartil í ár er 145.397 móti 132.599 sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 9,7% higartil í ár. Í hesum tíðarskeiðnum hevur vøksturin eisini verið á øllum farleiðunum. - Operatiónirnar, tvs. frá- ferðir og komur, í septem- ber í ár hava verið 474 móti 435 í september í fjør. Hetta svarar til 9,0% fleiri operatiónir enn sama tíðar- skeið í fjør. Higartil í ár hava operatiónirnar verið 4.330 móti 3.836 í fjør, ella ein øking svarandi til 12,9%, sigur sigur Statens Luftfartsvæsen á heimasíðuni. Samlaði startmassin, ið er samlaða vektin á flogfør- unum, er nærum tann sami higartil í ár: 57.832 tons móti 57.512 í fjør, ella ein øking uppá 0,6%. Útgreinaði hagtøl finnast annars á heimasíðuni hjá Vága Floghavn www.slv.dk/vagar. 14% fleiri ferðafólk í september Royndarstøðin hevur keypt ein skannara at skanna kjøtmongd á seyði við.Hetta er gjørt,so tað skal verða møguleiki fyri at fáa staðfest,hvussu munurin millum kjøt og fitina er á livandi seyði LANDBÚNAÐUR - Vit hoyra daglig, at mat- urin, sum vit eta, er alt ov feitur. Hetta hevur havt við sær, at fólk ikki ynskja at keypa ov feit krov og tí ynskja sær eitt kjøtut krov. Prísurin á seyðakjøti er í dag uml. kr 60 fyri kg, og skiljandi er at fólk ynskja, at á krovinum er sum mest av kjøti. Hetta verður gjørt við at skannað verður niður á ryggin á seyðinum, og tá sæst munurin millum fit- ina og kjøtið. Á tann hátt ber til at taka tey lombini burtur úr, sum hava mesta kjøtið, sigur Eyðstein Jen- sen á Royndarstøðini í Kollafirði. Í Íslandi hava teir skann- að seyðin í fleiri ár fyri at staðfesta, hvussu munurin millum kjøtið og fitina á seyðinum er. Á tann hátt ber til at syrgja fyri, at teir brundseyðir og tey slepp- ingarlomb, sum skulu set- ast við, eru tey, ið eisini hava ta størstu kjøtfylluna. Úrslitini hava verið so góð, at norðmenn nú eru byrjaðir at keypa sáð til ísáðingar í Norra. - Teir bóndir ella seyða- ánarar, ið hava áhuga í at fáa brundseyðin ella sleppingarlombini skann- að kunnu seta seg í sam- band við Eyðstein Jensen á telefon 510195 Skanning av livandi seyði fyri kjøt og fiti