Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2005 5 Eftirlitið við bilunum hjá Klaksvíkar sløkkiliði verður nú tikið upp av brunanevndini hjá Klaksvíkar býráð SLØKKILIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað er brunanevndin, sum varðar av sløkkiliðnum, og í fyrstu atløgu var málið um bilarnar, sum ikki startaðu næstseinasta sunnukvøld, fyri á fundi í nevndini mánadagin. Steinbjørn Jacobsen, formaður í brunanevndini, sigur, at á fundinum varð bert kunnað um málið, tí mett varð ikki, at nóg nógvir upplýsingar vóru, til at málið kundi viðgerast gjølla. Formaðurin hevur tí biðið um frágreiðingar frá øllum pørtum í málinum og fer nú at kalla inn til eyka fund í brunanevndini seinni í vikuni. Ymsar frágreiðingar Ein av teimum, sum for- maðurin hevur biðið um frágreiðing frá, er vara- sløkkiliðsleiðarin. Í grein í blaðnum í farnu viku kom fram, at frágreiðingarnar hjá sløkkiliðsleiðaranum og varaleiðaranum um til- burðin næstseinasta sunnu- kvøld eru sera ymiskar. Sambært sløkkiliðsleiðar- anum var tað bert tann eini manningarbilurin, sum sjáldan verður brúktur, ið ikki startaði. Leiðarin vísti samstundis á, at eftirlitið við bilunum hjá Klaksvíkar sløkkiliði er sera gott. Men sambært varaleiðar- anum vóru tað bæði mann- ingarbilurin og ein av stóru sløkkiliðsbilunum, sum ikki startaðu. Hetta váttaði ein annar av sløkkiliðs- monnunum eisini. Vara- leiðarin vísti eisini á, at froskmenn vanliga brúka manningarbilin, og legði afturat, at onki skipað eftir- lit er við bilum og útgerð hjá Klaksvíkar sløkkiliði. Blaðið hevur nú biðið um innlit í frágreiðingina, sum sløkkiliðsleiðarin hevur givið brunanevndini um til- burðin næstseinasta sunnu- kvøld. Eykafundur um sløkkiliðsmálið Danir vilja hjálpa londum í miðeystri til frælsi og fólkaræði, men ikki føroyingum, sigur Høgni Hoydal. Fogh sigur, at Høgni tosar í teori og ikki um praksis CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Í salinum sá Høgni Hoydal út sum hann hevði ringt við at halda sær ikki at flenna, tá Anders Fogh nevndi positivu gongdina í ríkis- felagsskapinum í røðu síni, tá fólkatingið kom saman fyrstu ferð eftir summar- steðgin. »Rigsfælleskabet er inde i et særdeles positivt forløb. En proces, hvor det færøske og det grønlandske folk i stadig højere grad får ansvaret for at udvikle deres samfund.« Fogh sigur ósatt – Anders Fogh sigur bein- leiðis ósatt, tá hann sigur, at føroyingar hava fingið størri sjálvræði, og í heila tikið pyntar hann uppá veruleikan, sigur hann og leggur aftrat, at røðan hjá Anders Fogh Rasmussen var vánalig, ómetaliga keðilig, ósonn og eitt typ- iskt dømi um, at danska stjórnin førir viskileður- politikk har alt, sum ikki sær so pent út, bara verður viskað burtur. – Eg haldi, at tað er áhugavert, at Fogh í røðu síni sigur, at Danmark skal tryggja fólkaræði í heimin- um, tá føroyingar ikki kunnu fáa tað, sigur Høgni Hoydal á peikar á sína út- skrift av røðuni, har hann hevur strikað undir setning- in: »Mennesker i alle lande har krav på frihed og demokrati«. Hava føroyingar ikki fólkaræði? Nei – vit hava ikki fult fólkaræði. Tá ið vit kunnu uppliva at løgtingið sam- tykkir mál í løgtinginum og danska stjórnin lóggevir ímóti tí, kanst tú ikki siga, at vit hava fult fólkaræði sigur Høgni Hoydal og sipar til at hernaðarlóggáv- an varð sett í gildi í Føroy- um, hóast løgtingið var ímóti tí. Løgmaður vælnøgdur Løgmaður var hinvegin vælnøgdur við røðuna. – Júst sum forsætismála- ráðharrin segði í røðuni, hava vit júst roynt heimild- arlógina í sambandi við av- talu við Ísland, har eg undirskrivaði ein part tann 2. september, sum eg ikki hevði kunnað gjørt áðrenn uttan at drigi donsku myndugleikarnir inn, sigur Jóannes Ejdesgaard. Hann heldur, at trupulleikin hjá Høgna er, at hann er í móti heimildarlógini av prinsipi- ellum orsøkum, og at hann tískil ikki vil góðtaka, at hon er hent. – Alt er sum tað skal vera leggur hann aftrat at enda. Fogh: Høgni er sera teoretiskur Hatta er ein teoretisk diskusión, sum Høgni Hoy- dal førir fram, sigur Anders Fogh Rasmussen. Í veru- leikanum – í praksis gevur heimildarlógin føroyingum størri sjálvræði. – Eg kenni jú Høgna Hoydal og eg veit, at hann førir eina sera teoretisk diskussión á hesum um- ráðnum, sigur Anders Fogh Rasmussen, tá hann varð spurdur um eina viðmerk- ing. Eg vil gjarna leggja aftrat, at tað er mín sann- føring og hendan stjórnin arbeiðir eftir, at tað er heilt og fult upp til føroyingar sjálvar um teir vilja hava fult ræði á landinum. Í sambandi við um føroying- ar hava fólaræði, vil eg siga, at eg veit, at Høgni Hoydal førir eitt krígg móti ríkisfelagsskapinum og ikki sær Føroyar sum frælst, meg eg haldi at føroyingar hava fólkaræði og eg trúgvi at flestu føroyingar eru samdir við mær. Børnini upp á gólv Aftur í vetur verð- ur skipað fyri før- oyskum barna- dansi í Norður- landahúsinum FØROYSKUR DANSUR Í vetur verður aftur skipað fyri føroyskum barnadansi í Norður- landahúsinum. Hetta er tveyogtjúgunda árið á rað, og harvið er hetta tiltak eitt tað drúgvasta tiltakið í søgu húsins. Byrjað verður fríggja- kvøldið 7. oktober 2005 kl. 20.00 – Endamálið við hes- um tiltaki er at læra børnini kvæðaskap okkara og harvið kveikja teirra áhuga og varðveita kvæðini sum ein livandi part av mentan okkara, sigur verður sagt úr Norður- landahúsinum. Tað er Dansifelagið í Havn og Norðurlanda- húsið, sum øll tjúgu árini hava skipað fyri barnadansinum í dansi- stovuni í Norðurlanda- húsinum. Dansað verður friggjakvøld kl. 20.00- 21.00, og vóna fyrireik- ararnir, at nógv børn og foreldur møta fjølment. Fogh: Høgni førir eina teoretiska diskussión