mikudagur 5. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 189 - 5. oktober 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Óttast yvirgang í føstuni
Muslimski føstumánaðurin, ramadan, byrjaði í gjár, og
í fleiri londum stúra myndugleikarnir fyri, at yvir-
gangsbólkar fara at misbrúka føstuna til atsóknir.
Í Egyptalandi hevur løgreglan fingið boð um at standa
tilbúgvin, sjálvt um myndugleikarnir royna at vissa
útlendsk ferðafólk um, at teir hava ikki fingið nakra
ábending um komandi atsóknir. Ísraelsku myndug-
leikarnir hava kortini mælt sínum ríkisborgarum frá at
fara til tey væl umtóktu frítíðarstøðini í Sinai, skrivar AP.
Tey bæði seinastu árini hevur muslimski føstumánað-
urin verið blóðugur. Ein orsøk er, at summir víðgongdir
muslimar halda seg fáa eitt serliga gott umdømi, um teir
lata lív í einari halgari søk í føstumánaðinum. Søgnin
sigur eisini, at Muhammed og hansara menn vunnu fleiri
sigrar á teimum vantrúgvandi í føstumánaðinum, sum er
tann seinasti og tann mest halgi av teimum níggju
mánaðunum í tí islamska árinum.
Leita eftir burturfluttari
kvinnu
Skyldfólk hjá einari burturfluttari kvinnu í Kolombia
gera nú eina roynd at fáa at vita, um hon framvegis er á
lívi.
Aida Botero de Duvaltier varð rænd og burturflutt í
mars í 2001, og síðani hevur eingin hoyrt nakað frá
henni. Tað var Fólksins Frælsisherur, sum burturflutti
hana, og skyldfólkini hava seinni goldið burturflytarun-
um loysigjald, men Aida er ongantíð komin afturíaftur.
Nú um dagarnar slepti eitt flogfar 50.000 flogseðlum
niður yvir økið, har kvinnan varð burturflutt. Á flog-
seðlunum verða fólk biðin um at seta seg í samband við
skyldfólkini ella myndugleikarnar, um tey vita nakað um
ta burturfluttu kvinnuna. Tey avvarðandi viðganga kort-
ini, at tey hava smáar vónir um, at Aida er á lívi longur.
Brúka eiturevni til
bananir
Kanningar hjá einum svenskum umhvørvisfelagsskapi
hava avdúkað, at bananir av kendum sløgum so sum
Chiquita, Dole og Del Monte verða javnan sprændar
við evnafrøðiligum evnum.
Kanningin avdúkar, at teir, sum dyrka bananirnar,
brúka umleið tíggju ferðir so nógv eiturevni sum teir, ið
dyrka eplir. Tað hevur eisini víst seg, at í Honduras og
Costa Rica er krabbamein nógv vanligari ímillum fólk,
sum arbeiða í bananplantasjunum enn ímillum teirra,
sum arbeiða í aðrari vinnu.
Svenski umhvørvisfelagsskapurin staðfesti longu í
1996, at bananplantasjurnar brúktu alt ov nógv eitur-
evni, og ein nýggj kanning vísir, at skilið er tað sama í
dag, skrivar Aftenposten.
Tann nýggja kanningin vísir, at lantssjurnar eru
givnar at brúka summi evni, sum eru serliga vanda-
mikil, men tað er ikki nóg mikið, sigur tann svenski fel-
agsskapurin. Í einum opnum brævi heitir hann á Chi-
quita, Dole og Del Monte um at gevast við at brúka
eiturevni yvirhøvur í plantasjunum.
Russararnir koma
Fyri fyrstu ferð skulu russiskir hermenn taka lut í einari
hernaðarvenjing í Svøríki, skrivar Aftonbladet.
Mánadagin var svenski verjumálaráðharrin, Leni
Björklund, í Moskva og tingaðist við russiska verju-
málaráðharran, Sergej Imanov, og úrslitið av tingingun-
um var, at ein russisk herdeild verður við í einari al-
tjóða venjing, sum verður í Norðursvøríki í januar, og
sum hevur fingið heitið "Kavaflykrur".
Á fundinum samdust ráðharrarnir eisini um at skipa
fyri einari felags herflotavenjing í Eystrasalti, men tað er
ikki avgjørt, nær hon verður. Svenski verjumálaráðharr-
in segði aftan á fundin, at endamálið við herflota-
venjingini er at fáa staðfest, hvussu ein best kann bjarga
manningini á einum kavbáti, sum søkkur niður á botn.
Um 20 ár verður tørv-
ur á næstan 1.500
læknum í Danmark
LÆKNATROT
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tey seinastu árini hava teir
lærdu háskúlarnir í Dan-
mark tikið ímóti nógvum
norðmonnum og svium,
sum vilja sleppa at læra til
lækna, og tað hevur havt við
sær, at í dag eru 20 prosent
av teimum læknalesandi í
Danmark norðmenn og
sviar.
Ein orsøk er, at tað er
tørvur á læknum í Dan-
mark, og tí hava myndug-
leikarnir vónað, at fleiri av
teimum norsku og svensku
læknalesandi velja at verða
verandi í Danmark eftir
lokna útbúgving.
Danska heilsustýrið hev-
ur mett, at 80 prosent av
teimum norsku og svensku
læknunum velja at arbeiða í
Danmark, men nú vísa tøl
hjá svenska heilsustýrinum,
at myndin er beint tann øv-
ugta. 80 prosent av teimum
svensku læknalesandi í
Danmark ætla sær til Svø-
ríkis, tá teir eru lidnir við
útbúgvingina.
Ugebrev A4, ið er eitt
blað, sum fakligi landsfel-
agsskapurin í Danmark
gevur út, skrivaði í gjár, at
eru tey svensku tølini røtt,
verður tørvur á 1.462 lækn-
um í Danmark um tjúgu ár.
Tað hevur vakt ans ímillum
politikararnar.
Birthe
Skaarup, sum er formaður í
heilsunevndini hjá Fólka-
tinginum, sigur, at talan er
um eina vanlukku. Tað
sama sigur Bent Hansen,
sum er formaður í heilsu-
nevndini
hjá
teimum
donsku amtunum.
- Tað er vandi fyri, at
læknatrotið verður ein var-
andi trupulleiki, sigur hann
við Ugebrevet A4.
Samstundis sum
bjargingarliðini eru
givin at leita eftir
fólki í New Orleans,
boða veðurmenninir
frá, at roknast kann
við tveimum ringum
ódnum afturat í ár
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Myndugleikarnir í Louisi-
ana kunngjørdu í gjár, at
bjargingarliðini eru givin at
leita eftir fólki í New Orle-
ans. Higartil er staðfest, at
ódnin "Katrina" kravdi 964
mannalív í Louisiana, og í
grannastatinum Mississippi
hava bjargingarliðini funnið
221 deyð. Sostatt kravdi
"Katrina" 1.185 mannalív í
teimum báðum statunum.
Býarmyndugleikarnir í
New Orleans siga, at bjarg-
ingarliðini hava kannað
23.000 hús í býnum, og at
fleiri av teimum deyðu lógu
uppi á loftinum ella uppi á
hanaloftinum, har tey iva-
leyst høvdu leitað sær skjól
undan tí nógva vatninum.
Amerikanskir veðurmenn
ávara nú um, at amerikanar-
ar kunnu vænta í hvussu er
tvær ringar ódnir afturat í ár.
William Gray, sum arbeiðir
á lærda háskúlanum í Colo-
rado, og sum hevur drúgvar
royndir innan veðurfrøði,
sigur við Reuters, at roknast
kann við trimum tropiskum
stormum afturat í ár, og at
tveir teirra fara at menna seg
til ódn. Heldur meting hans-
ara, verða teir tropisku stor-
marnir 21 í tali í ár, og tað er
tað mesta síðani 1933.
William Gray sigur, at
onnur ódnin verður rættiliga
ring við vindmegi upp í
einar 180 kilometrar um
tíman.
Higartil
hava
fimm
serliga ringar ódnir herjað
økini við Karibiska Havið
og Meksikanska Flógvan,
og tað er tvær ferðir meiri
enn vanligt, skrivar Reut-
ers. Vanliga koma umleið
tíggju tropiskir stormar utt-
an úr Atlantshavinum, seks
plaga at menna seg til ódn,
og av teimum plaga tvær at
vera serliga ringar.
Tropiski
stormurin
"Stan" hevur júst gjørt um
seg
í
miðamerikonsku
londunum El Salvador,
Guatemala og Honduras.
Myndugleikarnir
í
El
Salvador kunngjørdu í gjár,
at har hevur illveðrið kost-
að 31 mannalív, í Guate-
mala eru fýra deyð, og ill-
veðrið kravdi eisini fýra
mannalív í Honduras.
Mitt undir illveðrinum fór
gosfjallið Santa Ana í El
Slavador at goysa. Tvey fólk
doyðu, og umleið 2.000
máttu flytast burtur frá
gosfjallinum, sum er einar
70 kilometrar vestan fyri
høvuðsstaðin San Salvador.
Stórt læknatrot í Danmark
Tað fer at taka mánaðir at rudda New Orleans. Hendan myndin varð tikin mánadagin
USA kann vænta fleiri
ódnir afturat í ár