Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2005 7 Málið um lítla Petur í fólkatingið Eftir avdúkingarnar í Dags Dato sendingini hjá TV2 sunnukvøld- ið hava fleiri danskir politikarar gjørt vart við seg, og teir vilja hava málið lítla Petur reist í fólkatinginum LÍTLI PETUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í sendingini hjá TV2 kom fram, at tað eru greiðar ábendingar um, at pápi Petur hevur gjørt seg inn á børnini, og at ein sálarfrøð- ingur í Føroyum hevur nevnt hetta í frágreiðing sínari eftir eina kanning av Peturi. Hóast hetta eigur at hava við sær, at ein kanning verður sett í gongd, sum kann gera av, um børnini eru misbrúkt, so lótu hvørki Tórshavnar Kommuna ella Karup kommuna, har pápi Petur býr, við seg koma. At hvørki Tórshavnar kommuna ella Karup kommuna góvu tí ans, at sálarfrøðingurin hevði ill- gruna um misnýtslu av børnunum, kann fáa avleið- ingar fyri umsitingina hjá teimum báðum kommunum. Vilja hava ráðharran at taka málið upp Í tíðindasendingini hjá TV2 mánakvøldið søgdu tveir fólkatingslimir seg vilja hava danska almannamála- ráðharran, Evu Kjer Han- sen, at taka málið upp av nýggjum. Fólkatingslimir nir, Christian H. Hansen úr Dansk Folkeparti og Line Barfod úr Enhedslisten, vóru á einum máli um, at tað kann ikki verða rætt, at ein drongur verður fluttur slakar 2.000 kilometrar á ein stovn, burtur frá báðum systrunum, ommu og abba og øðrum skyldfólki. Christian H. Hansen er sjálvur úr Karup kommunu, og hann ivaðist ikki í, at tað nú var onkur í heimkomm- ununi hjá sær, ið sat við ógvuliga reyðum oyrum, sum hann málbar seg. Eisini Line Barfod segði seg verða skakkan av av- dúkingunum í sendingini hjá TV2 sunnukvøldið, og hon helt, at danski al- mannaráðharrin sum skjót- ast eigur at taka málið upp av nýggjum Line Barfod segði, at hon fór at heita á Evu Kjer Hansen, so skjótt høvi býðst, at syrgja fyri, at málið um lítla Petur verður endurskoðað. Sjálv segði Eva Kjer Hansen í beinleiðis sam- røðu við Dags Dato sunnu- kvøldið eftir at hava sæð innslagið um lítla Petur, at hon helt talan verða um nýggjar upplýsingar, ið vóru komnar fram, og hon fór tí sum skjótast at heita á embætisfólk um at kanna málið av nýggjum og stað- festa, um alt er farið rætt fram í málsviðgerðini. Vit royndu allan týsdagin fyri evstamark hjá blaðnum at fáa fatur bæði Christian H. Hansen, Line Barfod og Evu Kjer Hansen, men til fánýtis. Seinnapartin í dag kemur málið um frá- dømingina av koyri- kortinum hjá Tor- bjørn Jacobsen, løg- tingsmanni, fyri í Føroya Rætti RÆTTARMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Klokkan 13.15 í dag skal Føroya Rættur at taka støðu til, um tað var í lagi, at koyrikortið hjá Torbjørn Jacobsen, løtingsmanni, bleiv tikið frá honum, eftir at tingmaðurin var tikin fyri rúsdrekkakoyring. Tingmenn eru sum kunn- ugt vardir av politiskum órini, og tí halda Torbjørn Jacobsen og sakførari hans- ara, Bjørn á Heygum, at fútin ikki hevði heimild til at taka koyrikortið hjá løgtingsmanninum. Torbjørn Jacobsen og sakførari hansara gjørdu tí av at leggja sak móti fútan- um, og tað er hetta mál, ið kemur fyri í rættinum í dag. Sambært Bjørn á Heyg- um er talan um eitt prinsipi- elt mál, ið ongantíð fyrr er roynt í donsku rættarskip- anini, og tí er rættuliga stór- ur áhugi millum løgfrøð- ingar, hvat úrslitið verður. Ein av royndastu sakfør- arunum her á landi, Jógvan Páll Lassen, segði í viðtalu við Sosialin í farnu viku, at hann ivaðist í, um fútin hevði heimild at taka koyri- kortið frá Tobba. Tobbi í rættinum í dag Í dag kemur málið um koyrikortið hjá Torbjørn Jacobsen, løtingsmanni, fyri í Føroya Rætti. Fútin tók koyrikortið frá løgtingsmanninum, hóast Tobbi er vardur av politiskum órini. savnsmynd Danski almannaráðharrin, Eva Kjer Hansen, segði við TV2 sunnukvøldið, at hon fer at fáa málið um lítla Petur kannað av nýggjum fyri at staðfesta, um alt er farið rætt fram Mynd: Jens Honoré Tað var trupult hjá teimum avvarðandi at siga lítla Peturi farvæl, tá ið hann bleiv sendur til Danmarkar. Nú verður málið tikið upp av nýggjum, og familjan hjá Peturi vónar, at tað kann hava við sær, at Petur kemur heim aftur. Mynd: Edvard Joensen