Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 189 - 5. oktober 2005 Vit kunnu, sum áður nevnt, gleðast um, at eldrarøkt, út- búgving og heilsa eru raðfest øki á fíggjarlógini. Tó eiga vit at minnast til, at vit í komandi árum fáa størri árgangir av pensionistum, og tí vil sama tænastustøði kosta meir pengar, hvussu so víkir og vendir, og tí merkir ein hægri upphædd og fleiri pláss ikki neyðvendigis eina hægri raðfesting, men bert ein staðfesting av tí sjálvfylgiliga. Í hesum sambandi er umráðandi, at politikararnir halda fast um verandi tænastustøði í teimum tingum, sum hava riggað væl nú í nógv ár, og kanska verða eitt sindur varnir við at seta nýggj heilsutiltøk í verk í tíðum sum hesum, har trýstið á fíggjarlógina er so stórt. Ein uppraðfesting av ávísum økjum merkir eisini auto- matiskt eina niðurraðfesting av øðrum økjum. Tað er í hesum sambandi umráðandi, at politikararnir hava rygg til at halda fast um raðfestingina, og vísa til hana, um okkurt krav kemur úr øðrum herðashorni. Um politik- ararnir støkka undan, sum man oftani hevur sæð fyrr, so enda vit við tí víðagitna pleniklipparanum, har alt verður skorið, uttan nakra raðfesting. Hesin mátin er lættasti mátin hjá politikarunum at sleppa sær undan eini raðfesting, tí teimum verður við ein slíkum máta givið høvi til bert at yppa øksl, og siga, at øll mugu taka sín part av sparingini. Við raðfestingsyvirskriftini, so hevur samgongan givið eitt signal um, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa ikki skulu svíða undir trengri fíggjarkarmunum. Spuringur- in er so, hvørjir sektorar skulu so spara. Tað varð sagt alment, at Landsstýrið hevði skarvað á leið 200 milli- ónir av útreiðslusíðuni á fíggjarlógarynskjunum hjá umsitingini. Hetta merkir eina niðurraðfesting av nógvum økjum, og her verður áhugavert at síggja, hvat hetta er, um tað ikki er eldrarøkt, útbúgving og heilsa. Skatta-og avgjaldstrýstið økist. Nógv umtalaði skattalættin, ið annars ikki fer til tey hægstløntu, hóast andstøðan framhaldandi førir hesi ósannindi fram, verður etin upp í hækkandi vegskatti og avgjøldum á søtum vørum og tubbakki. So kann man spyrja, um ikki frægari var at lata skattin verða sum er, og heldur sloyfa avgjaldshækkingarnar, men eftirsum hetta er ein samgonguavtala, so er helst ringt at broyta, hóast tað tykist sum um, at man letur við høgru hond og tekur inn aftur við vinstru. Tann størsti grundleggjandi trupulleikin er blokknið- urskurðurin, sum hendi í bestu tíðum. Undanfarna samgonga hevði ikki rygg til at fortelja Føroya fólki, hvar hesin peningur, á leið ein millión um dagin, skuldi sparast, tá konkjukturgongdin broyttist. Nú situr so hendan samgongan við keðiligu uppgávuni at skula skera útreiðslusíðina og hækka inntøkur landskassans í eini tíð, har generella gongdin í samfelagnum er ring. Vit mugu minnast til, at blokkniðurskurðurin var so- mikið populerur, at meira enn triði hvør veljari í Suð- urstreymi, har nógv flest almenn starvsfólk eru, tók undir við hesum niðurskurði. Tá úrslitið av hesum niðurskurði nú er vorðin tað, sum væntandi var, so er tað í grundini løgið, at eingin tykist vilja taka ein nið- urskurð á almenna økinum, har júst tey starvast. DAGSINS MEINING Sosialurin Fíggjarlógarraðfestingin og blokkurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Eitt symfoniorkestur í støðugari menning Ólavur Hátún So upplivdu vit tað aftur: Føroya Symfoniorkestur í stórum fetum á leiðini upp- eftir. Soleiðis kundi eisini verið lagt fyri við seinasta høvið, konsertina í sam- bandi við Listastevnuna í august. Høvuðsnøvnini tá vóru hjúnini Susanne og Rúni Brattaberg. Vit kunnu ikki nóg mikið undrast og frøast um, hvussu væl Rúni hevur megnað at taka seg upp á altjóða støði sum op- erusangari. Sín drúgva og krevjandi sololut í nýggja verkinum, skrivað til hans- ara rødd, megnaði hann eisini til fulnar. Hjá okkum mongu, sum hava klassiska tónleikaarvin sum ótøm- andi keldu til lívsvirði, gav tað ikki minni skjálvta í sál- ina at uppliva Susanne í teirri glæsiligu røð av gitn- um arium, sum hon saman við okkara symfoniorkestri lat floyma yvir okkum. Men maðurin sum sjóð- aði allan tann undurfagra tónleikin saman í eina so ljómandi heild var Berharð- ur Wilkinson, og ikki minni endurtók løtan seg, tá hann í gjár hevði tann fjølmenta tónleikaraskaran soleiðis á lofti, at tú satst undrandi og fegin yvir, at okkara seriøsa tónleikalív er komið upp á slíkt støði. Kann ikki nóg mikið end- urtaka mítt "praeter cen- seo", at hesin tónlistamaður eigur at fáa bestu arbeiðs- umstøður til framhaldandi at vera við í menningini av okkara tónleikalívi, og at stig nú veruliga eiga at verða tikin til, at okkara framkomnu tónleikarar inn- an musikkskúlaskipanina í ynskiligan mun fáa høvi til at virka eisini sum professi- onellir musikarar. Tú sært teir fyri tær, har teir í inni- ligum spælarakæti sótu á palli saman við sínum fram- komnu næmingum - ein sjón og ein uppliving, tú vildi ynskt eisini at kunna fallið fólki úti um landið regluliga í lut. Tað var ikki mín ætlan og er neyvan heldur mín før- leiki at koma nærri inn á tónlistarligu dygdina í slík- um symfoniskum framførsl- um. Men skráin var væl vald, har lagt varð fyri við tónleikamyndini "En Fant- asirejse til Færøerne" eftir Carl Nielsen, komponerað í sambandi við dansivitjan hiðani til Keypmannahavn- ar, har føroyingar m.a. tráddu dansin á Det kgl. Teater, meðan ballettdans- arar og annað gott fólk eis- ini sluppu við upp í ringin. Í ymsum líki skygdu føroysk kvæða- og vísuløg ígjøgn- um í hesum orkestursatsi, og sama var við russiskum fólkaløgum í máttmiklu symfoniini eftir Pætur Tjai- kovski í seinna partinum av konsertini. Men so mikið tú enn kundi fáa skjálvta í holdið av ógvisligum hædd- arløtum í hesum megnar verki, so mundi tað kortini vera dýrdmettaði Wiener- dámurin í Sinfonia Concer- tante eftir Wolfgang Ama- deus Mozart, sum gekk tær djúpast inn í sál og sinni. Frá okkara íslendsku gest- um, sum mannaðu konsert- erandi kvartettina, hoyrdu tú træblásarasamanspæl sum neyvan áður í Norðurlanda- húsinum. Teir fýra Daði Kolbeinsson, obo, Einar Johannesen, klarinett, Haf- stein Guðjónsson, fagott, og Josef Ognibene, horn, mynda saman við Berharði Wilkinson, floytu, gitnu Blásarakvintett Reykjavík- ur. Vit kunnu gleða okkum til at hoyra hesar mætu mus- ikarar á egnari konsert í Norðurlandahúsinum í ann- að kvøld (týskvøldið) kl. 19.30, og aftur saman við nýggju føroysku blásikvin- tettini Kinki í Listaskál- anum hóskvøldið kl. 19.30. Eiler Fagraklett, Kollafjørður Læs í bløðinum herfyri, at tað hevði verið tíðinda- fundur um, at øll Tórs- havnar kommuna hevur fingið breiðband. Men so er als IKKI. Norðuri í Sundinum í Kollafirið hava vit enn einki breiðband fingið, og tað er stakk keði- ligt hjá nógvum á staðnum, sum vilja hava ordiligt samband við útheimin. Vónandi verður hesin trupulleiki loystur skjótt!! Breiðband vantar Norðuri í Sundum Lesið Sosialin