mikudagur 5. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 5. oktober 2005
9
VIÐMERKINGAR
Finnur Helmsdal
Danmarkar drotning er fyri
nógvar føroyingar ímyndin
av tí góða og fólkaliga idyll-
inum. Nú er eingin kongur,
men hava kongur og drotn-
ing annars staðið sum lands-
faðir og -móður. Eingin ivi
skal valda um, at sølan av
donskum vikuskiftisbløðum
upprunaliga er komin av, at
kongafamiljan hevur verið
so stórur partur av tilfarin-
um. Nú eru bert ávís av hes-
um vikubløðunum, sum
dyrka tey kongaligu.
Lesa vit í Danmarks
Riges grundlov, síggja vit,
at kongur ella drotningin,
um eingin kongur er, hevur
sín avgjørda status í donsk-
um stjørnarviðurskiftum.
Grein 3 sigur, at kongur
(drotningin) og fólkating
hava lóggevandi valdið í
felag. Kongur hevur útinn-
andi valdið. Í grein 13
stendur, at kongur hevur
ikki ábyrgd av gerðum sín-
um, og at hann er friðhalg-
aður. Grein 14 sigur, at
kongur tilnevnir og sigur úr
starvi statsministaran og
ministararnar. Lógir hava
ikki gildi uttan undirskrift
kongsins.
Vit vita tó, at alt hetta, sum
grundlógin sigur um vald og
møguleikar kongs, bert er
proforma í veruleikanum.
Grein 2 sigur, at stýrisháttur
Danmarkar er avmarkað
kongsvald. Í veruleikanum
er kongsvaldið bert ein instit-
utión, sum púrt einki veruligt
vald hevur, men sum hevur
ein ella annan savnandi og
umboðandi týdning fyri
Danmark. At kongshúsið
hevur sína ávirkan á Føroyar
og føroyingar síggja vit ikki
bara gjøgnum søluna av
donskum vikuskiftisbløðum,
vit síggja tað kanska allar-
best, tá tey vitja land okkara.
Tað er ílagi, at føroyingar
ganga runt og hava limir í
danska kongshúsinum sum
okkurt slag av fyrimyndum.
Um tey spegla sær í Mary
ella Britney kann vera tað
sama.
Men kongshúsið hevur
sum sagt púrt einki stjórn-
arligt ella politiskt vald. Í
veruleikanum halda skift-
andi danskar stjórnir høvd-
ið á kongshúsinum undir
vatninum við makt. Sam-
bært donskum politikarum
skulu tey kongaligu ikki
ikki siga ella gera nakað
sum helst, ið ber minsta brá
av politiskari tilgongd ella
hugsan.
Tey
kongaligu
verða sligin hart á fingrar-
nar, um nakar teirra bert
ger eitt lítið "politiskt"
vims við halapartinum. Og
um drotningin skuldi funn-
ið upp á at lagt seg út í
handfaringina hjá stjórnini
av heilsuøkinum ella út-
lendingaøkinum, ja, so
hevði kongshúsið beinan
vegin verið á markinum til
at verða avtikið.
Politiska valdið hevur hin
vegin tiskilað sær rætt til at
nýta kongshúsið "politiskt".
Feskasta dømi um hetta er
røðan, sum drotningin helt í
Norðurlandahúsinum
í
summar. Politiska valdið í
Danmark tilskilar sær rætt til
at nýta kongshúsið til at
fremja politisk áhugamál hjá
ávísum, og til at leggja fót-
onglar fyri politiskum mót-
støðumonnum. Og kongs-
húsið kann í hesum sam-
bandi ikki gera annað, enn
stjórnin áleggur teimum.
Kongshús uttan
meining
Vit hava tí í dag eina drotn-
ing, sum á ongan hátt livir
upp til heitið. Ein drotning
er sambært orðabókum og
øðrum ein regentur. Ein
regentur er ríkisstjórnarin,
sum er ovasti stjórnarligi og
politiski
myndugleikin.
Orðini kongur og drotning
eru eisini nýtt í nógvum
øðrum samanhangum. T.d.
í talvi í vakurleikakapping-
um og sum hugtøk. Altíð
hugsað sum tann ella tey,
sum eru ovast, sum hava
valdið o.s.fr.
Vit standa í dag við eini
drotning, sum hvørki hevur
stjórnarligt ella politiskt
vald. Vit hava eina drotning,
sum liggur í lógvanum á
stjórnini, og kann stjórnin,
nær tað skal vera, gloppa
lógvarnar, og kongshúsið er
farið í søguna.
Avtaka kongshúsið
Tankin um at avtaka kongs-
húsið er ikki nýggjur, og eru
tað alt fleiri, sum taka undir
við honum. Nú hevur hetta
mál ikki fingið almenna
umrøðu í Føroyum, m.a tí so
nógvir føroyingar hava verið
treyta leys í síni kongstrúgv.
Og kanska eisini tí, at eing-
in rættiliga hevur hugsað
um kongshúsið sum annað
enn ein óskyldug glæstri-
mynd.
Frederik
var
populerur, síðan bleiv Mar-
gretha tann fyrikomandi,
fólksliga og kreativa drotn-
ingin. Vakra Anna Maria við
sínum grisku tragediu. Og
so fríska og aktiva eystur-
lendska nosið Alexandra,
sum tó vísti seg at vera so
hyperaktiv, at prinsurin ikki
rættiliga kláraði at fylgja
við. Men so trein Mary á
pall, og hon er jú ímyndin,
sum megnar at metta allar
tørvir, sum trúføstu lesarar-
nir av vikuskiftisbløðunum
hava. Hon er flott og vøkur,
sjarmerandi, fyrikomandi,
skilagóð og so hómast bein-
ið í nøsini. Glæsiliga geisl-
ing hennara kávar út yvir
fríggjaríið hjá Alex, pínliga
Andrikkin, stórroykjandi og
alt meira diffusu drotning-
ina og so ein nokk so óbún-
að og ikki sørt fjákuta krún-
prins. Mary er sostatt
respiratorin
hjá
danska
kongshúsinum, spurningu-
rin er bara, hvussu leingi
hon megnar og orkar tann
leiklutin. Danska kongs-
húsið er farið at líkjast øðr-
um slíkum. Myndin av
teimum kongaligu gerst alt
meira átøk upppumpaðu og
ólekru reality sendingunum,
sum eitt ótal av sjónvarps-
røðum senda dagliga.
Vit kunnu tí staðfesta, at
danska kongshúsið er vorið
ein institutión, sum bert er
til fyri sína egnu skyld.
Kongshúsið hevur onga
meining longur. Monarkur-
in hevur púrt einki vald og
virkar nú mest sum búktal-
ari fyri stjórnina. Leiklutin
sum savnandi og moralsk
fyrimynd megna tey konga-
ligu á ongan hátt longur.
Og tí er spurningurin, um
vit yvir høvur skulu hava
nakað kongshús, meira
aktuellur enn nakrantíð.
Sjálvur haldi eg, at vit
eiga at avtaka kongshúsið
sum skjótast. Ikki bara tí
Fogh nýtir drotningina sum
politiskt sendiboð, men tí
eg ikki dugi at síggja nakra
meining í at hava ein mon-
ark, sum ikki hevur ein ein-
asta myndugleika, sum ein
monarkur eigur at hava.
Hugtakið kongur og konga-
familja er einki veruligt
hugtak longur, at meta sum
fossilt bringuprýði. Eg havi
als ongan hug at vera í
kongsfelagsskapi við Dan-
mark, og slettis ikki, tá
kongurin bara er ein kran-
sakakufigurur. Nú fara
danir neyvan at lurta eftir
okkum í spurninginum um
fram tíðina hjá kongshúsin-
um. Men vit kunnu so
sjálvi taka stig til, at vit ikki
ynskja at vera partur av
proforma fyritøkuni Det
Kongelige Danmarks Rige.
Løgið við drotningini
Dánjal Jákup
Meinertsson
The continuing story of
Bungalow Bill
(Lennon/McCartney út-
setingin av glæntrileikinum
um ósetta sløkkiliðsleiðar-
in)
Í Sosialinum, vikuskiftið
1 - 2 okt., er ein grein um
brandbilar hjá Klaksvíkar
Sløkkiliði, sum lógu í
streymloysi. Fyri nøkur er
hetta áhugaverdur lesnaður,
og fyri onnur er hetta skelk-
andi. Fyri mær er hetta, tí-
verri, hvørki skelkandi ella
áhugavert. Tað er heldur
ikki serliga skelkandi ella
áhugavert, at leiðarin á
sløkkiliðsstøðini, sum hó-
ast alt er tann sum fær løn
fyri viðlíkahaldið, roynir at
turka sína ábyrgd uppá teir
sløkkiliðsmenn, sum gera
tað veruliga arbeiði á støð-
ini. Tað er bara hansara
vælkendi
arbeiðsháttur.
Hinvegin er tað rættuliga
láturligt
at
síggja,
at
borgarstjórin skal "kanna
málið til botns". Tað kundi,
í hesum samanhangi, verið
áhugavert at spurt um hann
eisini skuldi kanna málið til
botns, tá lensipumpan hjá
Klaksvíkar Sløkkiliði fór í
hundarnar av órøkt, og ein
bátur sakk í Hvannasundi
av somu orsøk. Eg havi
javnan samskifti við fleiri
av sløkkiliðsmonnunum og,
havandi í huga hvussu álv-
arsliga teir taka sína upp-
gávu, má tað vera ómeta-
liga frustrerandi fyri teir at
borgarstjórin soleiðis held-
ur teir fyri gjøldur. Tí søgan
um brandstøðina er bæði
long og ótýdlig. Spurning-
arnir vit eiga at seta okkum
eru: Hvussu ber tað til at
sløkkiliðsleiðarin, sum átti
at verið útskiftur tá hann
var 60, framvegis er leiðari
nú 6 ár seinni? Hvussu ber
tað til at býráðið, eftir fleiri
royndum, enn ikki hevur
sett ein nýggjan sløkkiliðs-
leiðara? Hvussu ber tað til
at býráðið, nú undirsjóvar-
tunnilin skjótt letur upp,
framvegis letur fráfarandi
sløkkiliðsleiðara luttaka í
fyrireikandi arbeiðinum til
tilbúgvingina har, og so-
leiðis frátekur einum kom-
andi leiðara møguleikan
fyri at kunnað og fyrireika
seg til tær uppgávur, sum
undirsjóvartunnilin hevur
við sær?
Um vit samanbera grein-
ina í Sosialinum 1-2 okto-
ber, har varaleiðarin á
brandstøðini hevur úttala
seg til blaðið, við greinina
hósdagin 29 september, har
leiðarin úttalar seg, síggja
vit at stórt ósamsvar er
millum útsøgnirnar.
1. Leiðarin: Gott eftirlit
er við útgerðini á støðini
Varaleiðarin: Onki skipa
eftirlit er
2. Leiðarin: Ein bilur
startaði ikki
Varaleiðarin: Tveir bilar
startaðu ikki
3.
Leiðarin:
Bert ein
manningarbilur
uttan
sløkkiútgerð
Varaleiðarin: Ein stórur
sløkkibilur
við
allari
sløkkiútgerð, roykkavara-
útgerð, tveimum tonsum
av vatni og klippiútgerð,
og ein manningarbilur við
kavaraútgerð
Annar av hesum báðum
monnunum sigur ósatt fyri
okkum. Hvat er satt og hvat
er ósatt skal helst "kannast
til botns". Seinna greinin
leggur upp til, at leiðarin á
brandstøðini í Klaksvík
ikki er eftirfarandi, og at
hann bagatelliserar trygd-
ina og tilbúgvingina.
Og júst bagatellisering av
trygd og tilbúgving er eitt
av fremstu eyðkennunum
hjá sløkkiliðsleiðaranum, í
hinum starvinum hann hev-
ur hjá Klaksvíkar Komm-
unu. Hann er nevniliga eis-
ini leiðari í Klaksvíkar
Svimjihøll, sum Klaksvíkar
Kommuna eigur. Í hesum
starvi hevur hann, til fulnar,
brúkt møguleikan til at seta
skyldfólk í starv, heldur enn
fólk við lívbjargaraførleika.
Eisini er varaleiðari við
framíhjárætti til leiðara-
starvið settur eftir góðu
gomlu familjukriteriunum.
Og hóast fólk eru sett í
starv við kravi um, at tey
hava lívbjargaraførleika, er
onki gjørt fyri at halda
henda førleika viðlíka.
Starvsfólk, sum av sínum
eintingum hava roynt at
uppihalda
førleikanum,
hava fingið skamm og last
afturfyri. Og onki er gjørt
fyri, at frítíðaravloysarar
taka lívbjargaraprógv, hóast
lívbjargararoyndin
kann
takast uppá 1_ tíma. Hetta
er hugburðurin til trygd og
tilbúgving hjá verandi leið-
ara í Klaksvíkar Svimjihøll
og so sanniliga eisini hjá
Klaksvíkar Sløkkiliði. Tað
syrgiliga er bara, at hetta er
ikki neyðugt hjá borgar-
stjóranum, Steinbjørn O.
Jacobsen, at "kanna til
botns". Hann er væl kunn-
aður um viðuskiftini. Eisini
skrivliga. Men hann hevur
valt, sera aktivt, at verja
starvsháttin og laka hug-
burðin hjá sløkkiliðs- og
svimjihallarleiðaranum.
Klaksvíkingar fara helst at
gera sær sínar tankar um
hví.
Skipað órøkt