Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 189 - 5. oktober 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara kæra móðir, vermóðir, omma og langomma Anna Stenberg Sandvík andaðist á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi mánadagin 3. oktober, 99 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Børnini Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, omma, langomma og vermóðir okkara Anna Sofía Daniella Eikhólm Hvalvík andaðist á Ellisheiminum í Miðvági 3. oktober, 93 ára gomul. Kistan fer frá Ellisheiminum í Miðvági mikudagin 5. oktober kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju hósdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Børnini Dagurin 5. oktober. Placidus, deyður í umleið 550. Tá ið Bænadikt úr Nurcia bygdi kleystrið Monte Cassino, fekk hann jørð at byggja á frá ríkum rómverja, Tertullus at navni. Placidus var sonur henda rómverja og gekk Bænadikti til handa. Kom sjálvur upp í munkaskipanina og eftir boðum Bænadikts bygdi hann eitt kleystur á Sikiloy. Kleystrið varð rænt og lagt í oyði av sjórænarum og Placidus dripin. Rasmus Rasmussen deyður hendan dagin í 1962. Á samkomu 24. september 1980 í nýggju hølunum hjá Landsbókasavninum varð savnið alment latið Sverra Egholm landsbókavørði at umsita. Nógvir gestir uttanífrá vóru komnir til hátíðar- haldið. Teirra millum var íslendski lansskjalavørð- urin Bjarni Vilhjálmsson, sum handaði savninum nøkur skjøl frá 18. øld um ymisk føroysk evni, ið funnin vóru á íslendska skjalasavninum. Nýggi bókasavnsbygn- ingurin varð mettur at verða nóg rúmligur eini 25 ár fram í tíðina, men fyri at nøkta hølistørvin, um tað skuldi verið neyðugt, varð eitt øki sett av til tað sunnan fyri bygningin. Tað var Landsbyggifel- agið sum saman við arkitektinum J. P. Gregori- ussen arkitekti, sum stóð fyri byggingini av bóka- savninum, sum er 1.800 fermetrar til støddar og kostaði 8,6 milliónir krónur at byggja. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1. oktober hevði Jónbjørg Josephsen 40 ára starvsdag við Klaksvíkar Sjúkrahús. Jónbjørg er útbúgvin sum narkosusjúkrasystir í Sønderborg. Hon hevur í samfull 40 ár starvast á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Við stuttum millumbilum hevur hon eisini arbeitt í Noregi, Svøríki og Dan- mark. Jónbjørg er sera dugnalig og nærløgd. Hon er løtt av lyndi, dugur væl at práta við fólk, og hevur gott fólkatekki. Samstundis er hon sera málsøkin í sínum arbeiði. Tá ið hart leikar á, sum tað oftani ger í hennara starvi, missur hon ikki stev- ið, men fylgir sínum setn- ingi. Jónbjørg er av sonnum ein av »teimum røttu góðu gomlu sjúkarsystrunum« við øllum teimum dygdum slíkar hava. Hon er ein góður eygleiðari, er mál- søkin, tekur skjótar avgerð- ir og fylgir sínum máli til fullnar. Hon er ábyrgdarfull og trúføst og dugur væl er mynda sær eitt greitt yvirlit av eini fløktari støðu. Læknar og sjúkrasystrar, sum hava arbeitt saman við henni, hava virðing fyri henni og spyrja hana til ráðs, eins og var hon ein annar norkosuyvirlækni. Jónbjørg eru ættað úr Kunoy, og er gift við Karl Josephsen. Tey eiga fýra deingir. Heimið er altíð fjálgt at koma til, og har er altíð nógv lív í. Ja, tað kann tykjast sum ein onnur mat- stova, at koma inn til Jón- bjørg, tí nógv fólk koma á gátt hjá teimum, og altíð stendur okkurt á borðinum. Jónbjørg er ein friðar- kvinna, sum søkir og vinn- ur frið um seg. Tó, við sín- um lítillætna lyndi, skapar hon virðing um seg. Ynskt verður hesi megn- ar kvinnu hjartaliga til- lukku við 40 ára starvs- degnum. Saman eru hon og Karl eitt fyrimyndarligt par. Tað er kanska eisini Jón- bjørg fyri at takka, at Karl hevur kunna gingið runt við sínum góðu gerningum í mong Harrans ár, ið veittu honum ársins rósu í fjør – So væl uppiborna! Rósa hansara eitur Jónbjørg. NA Jónbjørg Josephsen: 40 ára starvsdag við Klaksvíkar Sjúkrahús Fyri 25 árum síðan: Nýggja Landsbókasavnið tikið í brúk Arndahl Mouritsen, úr Sørvági, fer til gravar úr Kedron mikudagin klokkan 13. Tey, sum vilja minn- ast Arndahl kunnu lata Samkomuni Kedron eina gávu. Anna Stenberg, Sand- vík, andaðist á Suður- oyar Ellis- og Røkt-ar- heimi mándagin 3. oktober, 99 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Anni-Fía Eikholm, Hvalvík, andaðist á Ellisheiminum í Mið- vági 3. oktober, 93 ára gomul. Kistan fer frá Ellisheiminum í Mið- vági mikudagin klokk- an 18. Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju hósdagin klokk- an 14. Andlát og jarðarferðir Prógv 1. oktober fekk Guðrun Øster, Tórshavn, prógv sum cand. ling.merc í kommunikatión og formidling í enskum máli frá Copenhagen Business School. 80 ár Ónsdagin 5. oktober verður Vilborg Michelsen, Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Øravík leygardagin tann 15. oktober kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða Vilborg við at koma í føðingardag, verða biðin um at siga frá á tlf. 224623, 371254 ella 372351 innan tórsdagin tann 13. oktober.