Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2005 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Felagsskúlin á Oyrar- bakka skal útbyggjast. Spurningurin er bara nær. Men fyri skúla- stjóra, lærarar og næmingarnar er eingin ivi um, at hetta málið hevur skund SKÚLI Oyrarbakki: Felagsskúlin á Oyrarbakka er veruliga ein felagsskúli! Hetta er skúlin, har omanfyri 100 næmingar møtast til skúlagongd hvønn einasta dag, tey árini sum næmingarnir ganga í framhaldsdeildini. Tey koma koyrandi úr ymsum ættum, men við einum fyri eyga: At hitta floksfelagar sínar í skúl- anum á Oyrarbakka og búgva seg út bókliga, til at fara víðari út í samfelagið. Hinvegin so er júst hetta, at hava næmingar úr so mongum ymiskum støðum, ein avbjóðing hjá lærarun- um: Hetta at duga og megna at samansjóða allan henda ungdómin, soleiðis at tey kunnu fáa nakað gott burturúr í skúlatíðini. Fyrimunurin er kortini tann, at næmingarnir kenna nógvar av hinum næming- unum frammanundan, tí fleiri teirra eru virkin innan ymiskar ítróttargreinir – so sum fótbólt, hondbólt og kappróður. Samansjóðing Hvussu týdningarmikið tað er at samansjóða allar hesar næmingarnar, tað veit eisini skúlastjórin, Jón Ingi Ejdesgaard. Hann er nú farin undir sítt fyrsta skúlaár sum skúlastjóri á hesum skúlan- um. Og hetta vita hinir 10 lærararnir eisini. – So tá vit byrjaðu skúla- gongdina í ár, so tóku vit tað fakliga meiri róliga at byrja við. – Vit pressaðu ikki á uppá nakran máta. Men vit royndu at geva næmingun- um eina bleyta innføring í skúlagongdina, sigur Jón Ingi Ejdesgaard. Sum skúlastjóri hevur Jón Ingi avmarkað tímatal sum lærari. Hann hevur í 9. flokk í rokning, eins og hann er skúlavegleiðari. Annars fer restin av tíðini til starvið sum skúlastjóri. Hann tók við starvinum sum skúlastjóri á Oyrar- bakka, eftir at hava verið lærari í Oyndarfirði í sam- full 20 ár. 101 næmingar Í Felagsskúlanum á Oyrar- bakka ganga dagliga 101 næmingar. Teir koma úr øllum bygdunum í økinum við skúlan – úr Gjógv, Tjørnuvík og aðrastaðni. Næmingatalið hevur áður verið størri, og hevur onku- tíð verið heilt uppi á 160 næmingum – hetta var skúlaárið 1990/91. Men síðani Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu, hava kollfjarð- arbørn gingið í framhalds- deild í høvuðsstaðnum. Ætlanin er at fara undir eina størri útbygging av felagsskúlanum, soleiðis at hann til fulnar kann svara til krøvini í nýggju fólka- skúlalógini. Enn er hetta arbeiðið ikki byrjað, men fyri skúlastjóran hevur hetta málið skund. Jón Ingi sigur, at henda útbyggingin er ein fyritreyt fyri at lærarnir kunnu hava eitt gott arbeiðspláss og at næmingarnir kunnu fáa ein góðan skúla. – Vit vóna, at tað verður skjótt. Men tað er ein polit- isk avgerð, nær arbeiðið við útbyggingini kann byrja, sigur skúlastjórin. sb. Konfirmantarnir 30. sept. 1917. Myndin vísir 16 konfirmantar, 7 gentur og 9 dreingir. Sambært kirkjubók- ina vórðu 31 persónar konfirmeraðir tann 30. sep- tember 1917. Tá tað bert eru 16 á myndini, ganga vit út frá, at tey á myndini eru havnar- børnini. Tær 7 havnargenturnar sum blivu fermdar vóru: Oluffa Jacobina Frida Simonsen, Elsa av Skarði, Elsebeth Malene Dorthea Simonsen, Andrea Elisabeth Mouritsen, Marie Sofie Samuelsen, Augusta Louise Davidsen, og Anna Lillienthal Hansen. Teir 10 havnardreingirnir sum blivu fermdir vóru: Ernst Jensen, Jens Peter Egholm, Johan Carl Hansen, Poul Otto Sigurd Henning Hansen, Alfred Sonne Egholm, Jacob av Skarði, Jens Christian Ingvar Højgaard, Carl Joen- sen, Magnus Samuelsen og Hans Johan Clementsen. Hinir konfirmantarnir tann 30. september 1917 vóru: Peter Karl Fredinand Sommer Thomsen (Nólsoy), Thomas Christian Frederik Reinert (Kaldbak), Elieser Joensen (Hvítanes), Joen Pauli Joensen (Hvítanes), Oluf Juul Olsen (Borðan), Thomas Peter Olaf Reinert (Kaldbak), Hans Ferdinand Rikard Jacobsen (Nólsoy), Ole Thomas Hansen (Mykines), Niclas Michael Joen Mikkelsen (Mykines), Joen Jacob Sofus Elias Martin Jacobsen (Mykines) og Helene Petra Elfride Olsen (Velbastaður). Á myndini kenna vit bert Andreu Elisabeth Mouritsen (hon situr millum genturnar sum nr. 5 frá vinstru), og Magnus Samuelsen (aftast vinstrumegin). Vit fara so inniliga at heita á lesararnar um hjálp, so vit kunnu fáa tey røttu nøvnini til teir røttu persónarnar. Ringið til Birgar Johannessen á tlf. 214647 ella 314647. Tórshavnar alfrøði: Konfirmantarnir í Havn september 1917 Felagsskúlin treingir til eina útbygging Jón Ingi Ejdesgaard hevur verið skúlastjóri á Oyrarbakka í nakrar fáar vikur. Hann hevur áður virkað sum lærari í Oyndarfirði í 20 ár, men ynskti nú eina aðra avbjóðing Mynd: Jens Kr. Vang Sum skúlastjóri hevur Jón Ingi ikki nógvar tímar. Hann hevur tó kortini henda 9. flokkin í rokning Mynd: Jens Kr. Vang