Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 • mikudagur • 5. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tíðliga týsmorgunin gekk leiðin til Vágar, og ikki fyrr enn klokkan 3 hósnáttina er føroyska fótbólts- landsliðið komið á hotellið í Tel-Aviv LANDSLIÐSFERÐ Jákup Mørk Kastrup, Danmark: Tað er ein av heldur drúgvaru landsliðsferðunum, sum er á skránni, nú seinasti dyst- urin í inniverandi HM-und- ankappingini er á skránni. Ísrael liggur sum vera man nógvar kilometrar frá Føroyum, men eitt eru kilo- metrar. Annað er, hvussu flogruturnar skulu setast saman, tá vinnast skal á mongu kilometrunum. Og hesa ferð gongur ferðin yvir trý ymisk flog- feløg, og ætlandi skuldu 18 tímar fáast frá hondini, áðrenn spælararnir kundu leggja seg í hotel-sengur sínar í Tel-Aviv. Longu kl. 8.15 fór flogfarið hjá Atlantsflog úr Vágum, og tað vil siga, at flestu spælararnir máttu heiman ífrá í seinasta lagi um sjey-tíðina týsmorgun- in. Í danska høvuðsstaðn- um var bíðitíðin tó hampu- liga long, og ikki fyrr enn 19.45 skuldi ferðin ganga víðari. Hesa ferð til Zürich í Sveis. Her verður bíðitíðin tó ætlandi ikki eins long. Eftir steðg upp á knappan tíma fer næsta flogfarið hjá Swiss-Air til Tel-Aviv, og ikki fyrr enn um trý-tíðina lokala tíð roknar føroyska ferðalagið við at vera kom- ið upp á pláss. Tá stendur hvíldin so ovast á skránni, og miku- morgunin verður so av álvara farið undir fyrireik- ingarnar til seinastu altjóða uppgávuna á árinum. Tað er ikki bara á spælarasíðuni, at út- skiftingar í landsliðs- hópinum henda LEIÐARAR Jákup Mørk Kastrup, Danmark: Um- framt Berg Midjord, sum er spildurnýggjur spælari í landslilðshópinum, so telur føroyska ferðalagið eisini aðrar nýggjar mans á leið- arasíðuni. Aloftast hava tað verið tveir av temum fýra, Birgir Hansen, Sigurd Hansen, Kára Nielsen og Heðin Askham, sum hava verið ferðaleiðarar hjá landsliðn- um, men til ferðina hesa ferð lá hetat tó ikki so væl fyri. Kári er saman við Birgiri venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, og tí bar illa til, um báðir teirra vóru við á ferðini. Heðin er í løtuni staddur í Svøríki við yngri landsliði, og tá tað eisini barst Sigurd frá at koma við á ferðini, stóð greitt, at nýggjar kreftir skuldu til. Feðgar á ferð Her fall valið so á feðgar- nar báðar, Per og Bárður Olsen. Per hevur seinnu árini havt fastan kjans í køkinum hjá FSF, og skuldi nýggjur maður við, so var tað tí ikki ónáttúrligt at spyrja hann eftir. Og sum spildurnýggjur er jú eisini hent, at ein triði leiðari er við á ferðini, og hesum játt- aði Bárður so eisini alt fyri eitt. Dagliga starvast Per annars sum fangavørður, og tað er sama starv, sum bæði Heðin Askham og Birgir Hansen hava. Av teimum 12 fangavørðunum, sum eru í starvi í Føroyum, er ein fjórðingur soleiðis burt- urstaddur í fótbóltsørindum í løtuni, men teir báðir roknaðu kortini við, at hetta mundi fara at ganga. Til stuttleikar hildu leið- ararnir eisini, at nú Per er somikið vanur at matgerða fyri FSF, so kann hann eisini vera hentur av hava, um tað skuldi víst seg, at ísraelittar fara at halda so- mikið fast um Sabbathina, at einki etandi fæst á hotell- inum dystardagin. Men so galið man tað tó neyvan fara at ganga. Mortan gloymdi passið Ein av heldur stutt- ligu trupulleikunum kom í ljósmála, tá flogfarið hjá At- lantsflogið hevði sett seg í Keyp- mannahavn um hálvgumtólvtíðina týsdagin LANDSLIÐSFERÐ Jákup Mørk Kastrup, Danmark: Tá spælararnir skuldu kekka út av flogvøllinum varð nevnliga funnið fram til, at Mortan úr Hørg ikki hevði passið uppi á sær. Tá viðførið varð pakkað, hevði sumbingurin á landsliðnum av misgáv- um lagt passið saman við klæðum og øðrum av tí, sum var í viðførinum, og tí bara illa til at fáa fatur á hesum, fyrr enn komið var ígjøgnum passeftir- litið. Men enn einaferð var sjón fyri søgn, at í Føroy- um »kenna øll øll«. Stjórin hjá Atlantic var eisini við í flogfarinum, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn samband varð fingið við føroysku skrivstovuna í Kastrup, sum so kundi syrgja fyri, at passið kom aftur til rætta eigaran. Og ikki minst at Mortan fram- haldandi var partur av hópinum, tá kósin varð sett móti Zürich. -mørk Góð ráð vóru dýr, tá Mortan úr Hørg kom eftir, at passið lá saman við restina av viðførinum í kuffertinum. Men lukkutíð varð trupulleikin skjótt loystur Nýggir menn í hópinum At ansa eftir fangum á politi- støðini og at ansa eftir før- oyskum fótbóltsspælarunum man ikki vera heilt ólíkt. Í hvussu so er tykist starvið sum fangavørður at vera gott viðmæli, tá ferðaleiðarar hjá fótbóltslandsliðnum skulu finnast Drúgv landsliðsferð Spælarar og leiðarar á flogvøllinum í Kastrup. Spurningurin er helst, hvussu næstu seks tímarnir skulu dvøljast, áðrenn ferðalagið aftur savnast