Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2005 13 Bumbumaðurin skal mennast Gamli málrevurin hjá HB, sum nú aftur er upp á spæl, heldur, at størri dentur eigur at verða lagdur í at venja serligu uppgávurnar, og í tí sambandinum er boksspælarin ikki minst týdningarmikil MÁLSKJÚTTIN Jóannes Hansen Hóast hann er 34 ára gam- alur, og hóast hann ikki seinastu árini hevur tikið fótbóltin í tí álvara, sum hann gjørdi í mong ár, tá ið hann vandi so at siga hvønn dag, so vísti Uni Arge sunnudagin, at hann fram- vegis hevur tev fyri at gera mál. Hann legði HB á odda í Fuglafirði, tá ið hann við typiskum miðframherja- máli úr trimum metrum skoraði, og í síðstu løtu var um reppið, at hann - eisini úr stuttari fjarstøðu - við fluktara syrgdi fyri sigurs- málinum, men ÍF málverjin bjargaði meistarliga væl. - At eg so at siga eri griv- in fram aftur og havið fing- ið loyvi at hjálpa til onkra løtuna kemst ivaleyst av, at eg havi skorað mál í 2. deild, og at tað kanska ikki hevur gingið heilt eftir ánni á besta liðnum at fáa úrtøku burturúr møguleikunum. Eitt nú tí spælarar hava verið skaddir. Eg haldi, at bæði Allan Mørkøre í B36 og Hans á Lag í HB hava megnað uppgávurnar sera væl, sum teir hava átikið sær. Tú skalt jú minnast til, at hetta eru ikki uppgávur, sum teir higartil hava tikið sær av, heldur Uni Arge. Í 1997 skoraði hann 24 mál í 16 landskapp- ingardystum. Hetta er met í føroysku lands- kappingini. Metið eigur hann saman við Súna Fríða Barbá, sum í 1995 skoraði 24 mál í átjan landskappingardystum. Uni Arge heldur tað vera tvær meginorsøkir til, at HB í løtuni ikki eigur eyðsýndar álopsspæl-arar, sum røttu løtuna eru á rætta staðnum í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum. - Um alt hevði verið, sum tað var inntil fyri nøkrum árum síðani, so hevði HB havt í hvussu so er tveir álops- spælarar, sum eru s k ú l - aðir í fel- agnum. Eg hugsi um Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Nú eru teir báðir í næstbestu donsku deildini. Jón Rói var sera skjótur álopsspælari, men hann er umskúlaður til verjuspælara, og Andrew av Fløtum vísir í Fremad Amager, at máltevið hjá honum framvegis er, sum tað var, tá ið hann spældi í HB. Uni Arge heldur tó, at felags fyri hesar báðar er, at teir vóru meiri næstfremsti enn fremsti álopsspælarin: - Tann besta miðframherjin í Føroyum í løtuni er Sorin Anghel. Hann er skjótur, hann hevur góðan bóltfør- leika, hann søkir beint á mótstøðumálið, undanvind- urin ger, at hann sjálvsálitið hjá honum bara økist, og viðspælararnir vita akkurát, hvussu hann skal spælast. Hjá øllum miðframherjum er tað týdningarmikið at hava gott fólk rundanum seg. Á Skála hava Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen verið serliga vandamiklir, tí teir spæla so væl saman. Hvat skal til fyri at menna nýggjar bumbu- menn ella skarprættarar? - Fyrst og fremst venjing og servenj- ing. Sjálvandi skulu spælararnir vera í góðari venjing. Men eg kvígi eitt sindur fyri, at servenjingin ikki fær so nógv pláss, sum hon eigur at fáa. Venj- ingartíðirnar hjá einstøku liðunum eru avmarkaðar, tí so nógv eru um vøllin. Tað ber við sær, at venjararnir ikki hava so góðar møguleikar at taka sær av t. d. verjuni fyri seg, málverjunum fyri seg, mið- vallarunum fyri seg og álopsspælarunum fyri seg. Teir, sum duga væl at skjóta fríspark, síggjast ofta venja fyri seg sjálvar. Tað eiga aðrir eisini at vera tilvitaðir um. Kann tað hugsast, at tað hevur nakað við prinsippini í venjingini at gera, tá ið servenjingin ikki er so stór? - Kanska er tað so. Venjingin loyvir ikki, at einstaklingar stinga seg framúr. Allir spælararnir venja tað sama grundleggj- andi. Harvið er vandi fyri, at fótbólturin verður stand- ardiseraður, og sum spælar- arnir vaksa, so minka ser- evnini. Tað er neyðugt at seta prís upp á egoismuna í positivum týdningi og so at siga at framala hana. Men kann tað ikki eisini hava við tað at gera, at spælararnir ikki eru serliga áhugaðir fyri leiklutinum? - Tað er sjálvandi spenn- andi at vera málskjútti, men tað er eisini ein ábyrgd og uppgáva, sum ber trýst við sær. Tað kann hugs at spæl- ararnir ikki eru so hugaðir fyri at hava hetta trýstið á sær, og so vilja teir heldur vera mið- vallarar, síðu- spælarar ella longri aft- uri á v ø l l - inum. Hvat skulu oddaliðini gera fyri at ala nýggjar álopsspælarar? - Servenjingin sum er nevnd. Um tú skalt skjóta nógv mál, so er fyritreytin fyrst og fremst at spæla á góðum liði, og eftir føroyskum mátistokki gera spælararnir í HB og B36 tað. Men tað er rætt, at í løtuni tykist tað sum um, at tað er torført at finna hetta slagið av spælarum í Gundadali. Máltindurin boðar frá, at tey bæði fremstu í bestu deild- ini ikki hava eyðsýnd- an málskjútta av tí slagnum, sum hvørja viku ger mál MÁLTINDURIN Jóannes Hansen Málskjúttar av tí slagnum, sum hvørja viku skora í minsta lagi eitt mál, hanga ikki á trøunum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað boðar máltindurin frá. 25 umfør eru løgd afturum bak, og toppskjúttin hevur skorað sekstan mál. B36 og HB eru oddalið í FORMULADEILDINI. Besti málskjúttin hjá HB er Hans á Lag, og besti mál- skjúttin hjá B36 er Allan Mørkøre. Talan er um rættuliga tilkomnar veter- anar, og felags fyri teir báð- ar er eisini, at teir áður hava røkt uppgávur aftari á vøll- inum. Hans á Lag hevur verið miðverji í HB í mong ár, og Allan Mørkøre hevur verið vongverji og miðvallari tey flestu árini. Báðir hava áður skorað fleiri mál - eitt nú í sambandi við deyðbólts- støður- og í báðum førum er talan um so at siga neyð- loysnir, tí tað hevur víst seg at vera torført at finna aðrar álopsspælarar. Merkisvert er tað, at hóast HB ikki hevur ser- ligan málskjútta, so hevur tað eydnast teimum at skjóta 63 mál. Tað eru ell- ivu fleiri enn Skála, sum hevur skorað næstflestar ferðir. HB málini eru býtt út á trettan spælarar. Hans á Lag hevur skorað ellivu av teimum 63 HB málunum. Næstbesti mál- skjúttin hjá HB er Tór-Ing- ar Akselsen, sum hevur skorað átta mál. Allan Mørkøre hevur skorað tíggju av teimum 34 B36 málunum, og næstbesti málskjúttin hjá B36 er Oby, sum hevur skorað sjey mál. Undan næstsíðsta umfar- inum stríðast EB/Streymur og NSÍ saman við Skála og havnarfeløgunum um at vinna heiðursmerkjapláss. Sorin Anghel hevur skorað sekstan av teimum 47 málunum, sum EB/Streym- ur hevur fingið, Christian Høgni Jacobsen hevur skorað fimtan av teimum 48 málunum, sum NSÍ hevur fingið, og Jónhard Frederiksberg hevur skorað trettan av teimum 52 mál- unum, sum Skála hevur fingið. Álopsmakkarin hjá Jónhardi á Skála, Bogi Gregersen, hevur skorað tólv mál. Tølini vísa altso, at með- an fremstu bygdarfeløgini eiga álopsspælarar, ið hava eyðsýndar dygdir at gera mál, so eru toppliðini ikki so væl fyri, hvat hesum viðvíkur. Málið er at fáa stig, sigur venjarin, Bill Jacobsen, sum sam- an við ungu monn- unum er í Svøríki, har mótstøðan verður ógvuliga stór U 19 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Í hesi vikuni er U 19 landsliðið í fótbólti í Svøríki. Fyrsti dysturin í EM undankappingini er á skránni seinnapartin. Tá skulu Føroyar spæla móti Belgia. Hósdagin og leyg- ardagin eru ávikavíst Un- garn og Svøríki mót- støðuliðini. - Mótstøðan verður iva- leysa stór. Belgia spælir tekniskan og skjótan fót- bólt. Tað plagar at vera torført hjá okkum at spæla móti sovornum lið- um, men vit fara at royna at gera okkara besta, sigur venjarin, Bill Jacobsen, úr Svøríki. Liðið er fyri tað mesta mannað við somu spælar- um sum fyri tveimum ár- um síðani í U 17 undan- kapping vóru í Rumenia. Tá taptu teir 8-0 móti Ru- menia, 6-0 móti Eysturríki og 2-0 móti Makedonia. - Flestu dreingirnir hoyra til yngra árgangin. Kanska er hetta eisini ein íløga til næsta ár, men dreingirnir hava lutfalsliga nógvar altjóða royndir. Teir vita, hvat tað snýr seg um, og vit hava fleiri á liðnum, sum eiga at vera væl fyri, sigur Bill Jacob- sen og sipar eitt nú til Johan Troest Davidsen, sum spælir í Everton, og Christian R. Mouritsen, sum spælir í Manchester City. Pætur Jørgensen spælir í OB, og harvið er eisini hann á grasi hvønn dag. Fleiri spælarar luttaka í bestu og næstbestu deild- ini, so teir áttu at verið hampuliga væl fyri. - Um vit sleppa at hava bóltin, so kann tað gang- ast væl. Um vit alla tíðina fara at renna aftaná teim- um, so verður tað ikki so gott, tí okkara eru ikki so skjótir og kropsliga sterk- ir, sum hinir eru tað, stað- festir Bill Jacobsen. Spælararnir, sum eru við í Svøríki, eru Trúgvi Askham og Ólavur í Ólav- stovu, FS Vágar, Einar Hansen og Bogi Løkin, NSÍ, Andreas Lava Olsen og Rógvi Ryggshamar, LÍF, Jóhan V. Gunnarsson og Levi Hanssen, B36, Kristoffur Jakobsen, KÍ, Poul T. Dam og Niclas Eysturoy, HB, Gunnar H Haraldsen, Fram, Sam Jacobsen GÍ, Frank Poul- sen ÍF, Per Heinasson SÍ, Jóhan Trost Davidsen Ev- erton, Pætur T. Jørgensen OB og Christian R. Mo- uritsen Manchester City. U 19 skal í eldin í dag Høvuðsstaðurin eigur ongan bumbumann