Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 • mikudagur • 5. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Chevron satsar uppá Føroyaøkið: 100 mió. til seismiskar kanningar So mikið stórar vónir hevur oljufelagið Chevron til Atlants- móti og harvið eisini Føroyaøkið, at tað í summar setti í gongd eina ta mest kostnað- armiklu og fram- komnu seismisku kanning nakran tíð á landgrunninum. Hon er mett at kosta einar 100 mio. kr. og skal fevna um øll sjey loyvini, sum felagið hevur á Atlantsmót- inum, harav eitt loyvi er við Føroyar OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Ein av heimsins oljurisum, amerikanska oljufelagið ChevronTexaco er nú av álvara farið at fyrireika seg til at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum nakrantíð. Í summar hevur felagið skipað fyri seismiskum kanningum á sínum loyvum í føroyska økinum, um somu tíð sum seismiskar kanningar eru gjørdar á loyvunum hinu- megin markið, eitt nú á Rosebankfundinum. Nú um dagarnar vitjaðu tvey um- boð fyri Chevron Oljufyri- sitingina, har tey greiddu frá fyribils úrslitinum av seinastu kanningunum og gjørdu status yvir teirra virksemi á landgrunninum. Eisini vóru stig tikin til at lata upp skrivstovu í Havn. Seamus Reilly stendur á odda fyri arbeiðinum hjá Chevron á Atlantsmótinum tvs. bæði føroyska land- grunninum og øllum tí stóra økinum vestan fyri Hetland. Hann er íri og hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 20 árini, megin- partin av tíðini fyri Chev- ron. Aftrat honum var eisini Martin Kirkham við í Føroyum. Hann er skatta- ráðgevi hjá felagnum. – Vit hava gjørt okkum stóran ómak við at fáa til vega og brúka ta mest nú- tímans og mest fram- komnu tøknina innan 2 D seismikk og hava skotið seismikk á føroyska og hetlendska landgrunnunum á tilsamans sjey loyvum hjá felagnum, seks á bretskum øki og so tað eina á føroya- leiðini vísir Seamus Reilly á. Her arbeiðir Chevron saman við nógvum øðrum feløgum, eitt nú OMV, DONG, Mærsk, Statoil, Føroya Kolvetni og Talis- man. Tað er Western Geco, sum hevur staðið fyri seismisku kanningunum. Chevron hevur so brúkt tænastur frá Atlantsflog, meðan teir hava arbeitt í føroyskum øki í summar. – Vit eru sera væl nøgdir við tað arbeiði, sum fólkini hjá Atlantsflogi hava gjørt fyri okkum. Hetta hevur verið professionelt og hava okk- ara fólk kent seg sera væl og trygg í hondunum hjá føroyska flogfelagnum sig- ur Seamus Reilly og sipar her til teir mongu túrarnar, sum tyrlurnar hjá Atlants- flogi hava gjørt millum seismikkskipini og flog- vøllin í Vágum. Chevron fer at leggja seg eftir at brúka føroyskar vørur og tænastur í framtíðini . Írski Chevronstjórin er eisini sera væl nøgdur við fund teirra við leiðaran á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu. – Eg haldi eis- ini, at hann var nøgdur við fundin, nú vit hava livað upp til okkara forpliktilsi á landgrunninum, har vit longu eftir góðum sjey mánaðum hava gjørt tær kanningar, sum vórðu av- talaðar at gera innan fyri eitt tvey ára tíðarskeið. Uppá fyrispurning hví teir hava skundað sær við hesum kanningum sigur Seamus Reilly, at tað hevur týdning fyri teir at fáa sum mest av upplýsingum um alt økið (báðumegin mark- ið, blaðm.), nú teir hava gjørt eitt fund á Rosebank- leiðini í bretskum øki og skulu til at bora avmarking- arbrunnar næsta summar. Boripallurin Transocean Rather skal bora hesar brunnar í næsta ársfjórðingi í 2006. Bora í Føroyum í 2007! Vit spurdu Seamus Reilly, nær teir fara at bora á før- oyskum øki. Hann sigur, at tað er torført at siga nakað um føroysku undirgrundina nú. Fyrst mugu teir tulka allan seismikkin lidnan. Tað arbeiði er í gongd. Teir verða so eisini nógv upp- tiknir av at bora teri tríggjar brunnarnar á Rosebank feltinum hinumegin markið næsta summar. Vitanin teir fáa frá teimum brunnunum kann so eisini verða hent, tá farið verður undir miðvísar boriætlanir á Føroyaøki- num. – Vit hava stórar vón- ir til okkara loyvi á før- oyska landgrunninunum, men vit mugu tulka seis- mikkin og eisini síggja úr- slitið av brunnunum hinu- megin markið, áðrenn vit kunnu siga nakað um, nær vit bora okkara fyrsta brunn við Føroyar. At vit hava brúkt so nógva orku og gjørt arbeiði so skjótt bæði hvat seismikkinum á Føroyaøkinum og stóru boriætlanini á Rosebank- fundinum er so ein ábend- ing um, hvat vit hugsa. Seamus Reilly, leiðari fyri leiting hjá Chevron á Atlantsmótinum (uttast til høgru) saman við Masrtin Kirkham, skattaráðgeva hjá felagnum og føroyska umboðsmanninum, Halgir W. Poulsen Mynd Jan Müller Framhald á næstu síðu