mikudagur 5. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 189 - 5. oktober 2005
Umboð fyri Chevron hava
annars áður sagt við Sosi-
alin, at tað er ikki óhugs-
andi, at tey fara at bora við
Føroyar í 2007.
Seamus Reilly heldur
fram: - Vit síggja hetta økið
tvs. loyvini á bretska og
føroyska landgrunninum
sum eitt og sama jarðfrøði-
liga øki. Landamørk og
undirgrundarmørk eru sett
av fólki. Men hesi mørk eru
als ikki jarðfrøðilig. Chev-
ron er eisini partur av ein-
um øðrum fundi við mark-
ið, sum liggur nakað syðri
enn Rosebank. Talan er um
Cambo, sum enn hevur
loynistatus. Men keldur í
oljuverðini vilja vera við, at
talan er um eina lønandi
oljukeldu. Seamus við-
gongur, at tey hava brúkt
upplýsingar frá Cambo til
kanningarnar á Rosebank-
fundinum.
Ein orsøkin til at Chev-
ron søkti um lovyi beint
hinumegin markið á før-
oyskum øki var tann, at teir
halda seg síggja strukturar í
undirgrundini, sum líkjast
tí teir hava sæð og funnið
olju í á bretskum øki (Rose-
bank, blaðm.). – Loyvið vit
hava fingið tillutað frá før-
oyskum myndugleikum og
sum liggur stutt frá okkara
fundi í bretskum øki, sær
sera áhugavert út og minnir
ikki sørt um Rosebank. Tí
eru vit sera spentir at fara í
gongd við at tulka seis-
mikkin, ið vit hava skotið í
summar. Hetta hevur verið
ein sera kostnaðarmikil
kanning. Hon hevur kostað
16 mill. dollarar ella góðar
100 mill. kr. og hetta verður
mett at vera sera nógv fyri
eina seismiska kanning av
hesum slag. Tað at man
hevur gjørt eitt fund í øki-
num, Rosebank, ger tað
nógv lættari at sannføra
leiðsluna í felagnum at
brúka so nógvar pengar
uppá seismikk í einum øki,
sum liggur nærhendis legg-
ur hann aftrat.
Frá Foinaven til
Rosebank
Boraðir eru kanska 170
brunnar á Atlantsmótinum
seinastu 30 árini. Tá so BP
fyrsti í 90-unum fann olju-
keldurnar
Foinaven
og
Schiehallion broytti tað alt.
Tá kom fokus á, og fleiri
feløg fóru at vísa økinum
ans. Somu effekt ella ávirk-
an kann Rosebankfundið
nú fáa. Hetta fund kann
vera júst tað, sum skuldi til
fyri at fáa oljufeløg at vísa
Atlantsmótinum ans aftur
og her eisini einum nýggj-
um parti av hesum risastóra
økinum, tí partinum, sum
liggur longur norðari.
- Tess meira vitan vit fáa
tess minni verður váðin, og
tí vóna vit við avmarking-
arbrunnunum rundan um
Rosebank at verða nógv
betri brynjað til framtíðar
uppgávur og leiting í øki-
num og teimum loyvum vit
eru í. Og tey eru ikki fá
sigur Seamus Reilly og
heldur fram:
- Vit
síggja
nógvar
áhugaverdar strukturar í
fleiri av loyvinum vit hava
framvið markið, men hetta
eru framvegis øki við sera
stórum váða. Tess longur
norður vit koma tess meira
ókend eru hesi øki , tí her
eru fáir ella eingir brunnar
boraðir. Sum heild er At-
lantsmótið eitt nýtt og
ókent umráði, hóast nógv
ir brunnar eru boraðir ser-
stakliga har suðuri. Men
skulu vit finna nakað, so
má onkur ganga undan. Tað
hevur Chevron so sett sær
fyri, og tí er tað partur av
okkara strategi at brúka
nógvar pengar til at kanna
hesi øki í framtíðini.
- Vit eru sera sera posi-
tivir um Rosebankfundið.
Og tað at vit bora heilar
tríggjar
avmarkingar-
brunnar í einum merkir, at
vit eru bjartskygnir um
hetta fundið og vilja sleppa
at byggja tað út sum skjót-
ast. Atlantsmótið er eitt av
teimum
leitiøkjunum
í
øllum
heiminum,
sum
Chevron leggur størst dent
á. Tað er eitt av lyklaøkj-
unum, sum serfrøðingar og
oddafólk okkara á skriv-
stovunum í California og
Houston hyggja neyvt eftir.
Írland og Føroyar
Eftir at hava verið í altjóða oljuvinnu í 20 ár veit
Seamus Reilly, at tú brúkar royndir og úrslit frá einum
leitiøki til kanningar í einum øðrum. So er eisini við
Føroyum. Sjálvur arbeiddi hann í New Oreleans í seks
ár og veit at siga, at Chevron hevur brúkt vitan og
tøkni frá sínum seismiskum kanningum gjøgnum
saltløg í Meksikanska Flógvanum í sínum arbeiði við
Føroyar eisini. Seamus , sum sjálvur er úr Dublin, veit
eisini alt um, hvat tað hevur at siga at hava tol í
oljuleiting. Írland hevur í mong ár bíðað eftir sínum
oljuævintýri men enn er tað bert blivið til gass í
avmarkaðum nøgdum. Eitt gassfund varð gjørt seint í
60-unum og herfyri gjørdi Enterprise, sum nú er
uppkeypt av Shell, eitt oljufund. Ein oljuleiðing verður
nú løgd til lands úr írska havinum. Seamus heldur tað
er ikki heilt burturvið at samanbera gongdina í Irlandi
við hana í Føroyum. Í báðum førum er talan um øki, har
veðrið hevur stóra ávirkan á kanningarnar. Haraftrat er
jarðfrøðin er lítið kend í báðum økjum. Nógvir brunnar
skulu tí borast, áðrenn fund verða gjørd. Í
Norðsjónukm hevur tað verið neyðugt at bora 12
brunnar fyri hvørt fund. So tað tekur tíð at finna olju –
eins væl í Írlandi sum í Føroyum.
Á kortinum síggja vit loyvi
hjá Chevron báðumegin
markið. Tað er á gulu
økjunum, at Chevron hevur
skotið seismikk í summar
Kort Chevron
Framhald av síðu 15