Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2005 17 Chevron dregur onnur við sær Tað er annars áhugavert at bíta merki í, at rættiliga ókend feløg um okkara leiðir, royna at knýta seg í loyvini, sum Chevron er fyristøðufelag fyri. Tað er líkasum, at tey hava álit á tað arbeiði, sum Chevron hevur gjørt og tí eru tey ikki bangin fyri at "farma" inn tvs. keypa seg inn í loyvi hjá Chevron. Eitt tí- líkt felag er danska Mærsk Olie og Gas. Hetta er ein gamal kenningur á Føroya- økinum men tó bert í byrj- anini av leitiævintýrinum. Mærsk tók seg eftir eina tíð heilt úr øllum hesum øki- num fyri so at vísa seg aftur við fullari styrki nógv ár seinni. Fyrr í ár gjørdi felagið av at keypa seg inn í eitt loyvi hjá Chevron beint við markið, og í seinastu útbjóðingini í bretskum øki hevur Mærsk fingið tillutað fleiri áhugaverd loyvi eisini beint við føroyska markið. So okkurt er, sum bendir á, at hetta annars varna danska oljufelagið, nú av álvara er farið at vísa At- lantsmótinum ans. Og neyvan er tað skeivt at gita, at ein orsøkin til hetta eru stóru fyrireikingarnar og kanningarnar hjá Chevron. Á ein hátt kann man tí siga, at Chevron við at trúgva uppá og halda seg fast um sína strategi á Atlants- mótinum er við til at hála fleiri onnur oljufeløg við sær. Og hetta er sjálvandi nakað, sum kann gagna leitingini við Føroyar og longu hevur gjørt tað. Samstarv millum Chev- ron og Statoil í bretskum øki hevur eisini borið frukt, soleiðis at hesi bæði feløgini nú eru drívmegin á okkara landgrunni. Eisini hevur hetta samstarv drigið við stóra eysturtýska olju- felagið OMV. Og spurning- urin er bara, hvørji feløg aftrat, sum Chevron og Statoil fara at draga inn á føroyaøkið. Kanska tað næsta verður Mærsk. Sea- mus Reilly vil helst ikki gera viðmerkingar um onn- ur oljufeløg, men hann er fegin um, at eitt felag sum Mærsk eisini vísir Atlants- mótinum ans. Tað kann bara vera ein styrki fyri gongdina. Statoil og Chevron Nú Satoil varð so heppið ella so mikið framsíggið at keypa seg inn í loyvið hjá Chevron, beint áðrenn Rosebankfundurin varð gjørdur spurdu vit Seamus, hvat hann heldur um hetta stigið hjá Statoil? - Eg gangi út frá, at teir hava gjørt sítt heimaarbeiði og kunnað seg væl um økið, áðrenn teir farmaðu inn. Í dag kunnu vit siga, at hetta var eitt skilagott stig teir tóku. Vit eru sera fegnir um at hava Statoil sum partnarar. ChevronTexaco var ann- ars tað fyrsta felagið, sum í heila takið boraði á bretsk- um øki og felagið er eisini sera virkið í danska partin- um av Norðsjónum. So søguliga sæð hevur felagið djúpar røtur í hesum partin- um av verðini, og tí er ikki rætt heldur at tosa um Che- vron sum eitt amerikanskt felag. – Vit eru eitt europe- iskt skrásett felag, og nógv- ir av okkara serfrøðingum eru úr europeiskum londum sigur ein avgjørdur Sea- mus Reilly. Chevron er sera væl nøgt við arbeiðið hjá Atlantsflogi. Her tyrlan eftir manning á seismikkskipi Mynd Chevron Western Geco hevur staðið fyri einum stórum seismiskum arbeiði fyri Chevron á Føroyaleiðini í summar. Her verður brúkt mest framkoman útgerðin, sum finst Mynd Chevron Transocean Rather skal bora tríggjar avmarkingarbrunnar fyri Chevron samtak næsta ár