mikudagur 5. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 189 - 5. oktober 2005
3 kilo av føroyskum
línufiski pakkaður í
500 gr. pakkar. Hetta
er luksuspakkin, ið
danir og føroyskir
útisetar kunnu keypa
á heimasíðuni
www.easyfisk.dk.
Vikuna eftir liggur
pakkin á gáttini
ÚTFLUTNINGUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyritøkan Easyfisk við
brøðrunum Sammi og Stig
Isaksen fóru um miðan
september undir at selja
føroyskan fisk beinleiðis til
danir. Í telefonsølu og á
heimasíðuni www.easyfisk.dk,
verður føroyskur kalvi,
toskur, hummari, reyð-
sprøka og annað selt til
matstovur,
kantinir
og
privatpersónar. Frysti fisk-
urin verður koyrdur til
dyrnar um alt Danmark.
Teldumaðurin og
reiðarin
Sammi Isaksen er teldu-
maður, hevur lisið HA og
var eitt skiftið grannskoðari
í Føroyum. Hann sat eitt
tíðarskeið
sum
yngsti
maður í nevndini á Kjølbro.
Hann var somuleiðis við til
at endurstovna papcon,
men seinastu tólv árini hev-
ur hann búð í Keypmanna-
havn, har hann hevur skip-
að fyri frálæru í telduskip-
anum. Nógv av árunum
hevur hann virkað sum
sjálvstøðugur. Í dag eigur
hann virkið C-Bits, ið hev-
ur umleið 200 miðalstór og
smærri virkir sum kundar.
Hann hevur stovnað Easy-
fisk saman við beiggja sín-
um Stig. Stig siglur í løtuni,
men hevur fyrr verið reiðari
á Núpi. Stig hevur verið
sjómaður í 30 ár og hevur
nógvar royndir við at fiska
við línu.
Gamal dreymur
Sammy sigur, at orsøkirnar
til at teir hava stovnað fyri-
tøkuna eru fleiri. Fyrst og
fremst er Stig fluttur til
Danmarkar,
hetta
er
skumpið ið hevur sett verk-
ætlanina í gongd. Men
dreymurin er gamal sigur
Sammi. Tá hann flutti niður
fyrst í 90’árunum, hevði
hann ein SVF film við um
reina føroyska umhvørvið.
Hann hugsaði longu tá, um
at gangnýta hetta á onkran
hátt.
Hesið tólv árini hevur
hann ferð eftir ferð upp-
livað, at danir, ið smakka
føroyska fiskin, spyrja um
hvar teir kunnu keypa hann,
tí hann er so framúr góður.
Tá tað so bar til hjá Easy-
fisk at fáa samstarv í lag
við Norðfra í Norðdepli, ið
hevur vælkenda fiskabilin í
Føroyum, varð verkætlanin
sett í gongd.
Eingin gamal deymur
Áðrenn teir fóru undir søl-
una, settu teir seg í sam-
band við kendu donsku
sjónvarpskokkarnar Claus
Meier og Nikolaj Kirk,
báðir søgdu seg vera ov-
farnar av høgu góðskuni.
Nikolaj Kirk segði seg ong-
antíð hava upplivað fisk, ið
ikki hevði ein fiskadeym, tá
hann varð tinaður. Sammi
sigur, at hetta er, tí at fisk-
urin verður frystur skjótt og
beinanvegin, her er talan
um nýggjan fisk, ið tiðnar
og ikki um feskan fisk, sum
er fleiri dagar gamal, tá
hann kemur til brúkaran.
Madkanalen.dk
Ætlanin var av fyrstan tíð at
fáa ein av kokkunum at
verða talsmann fyri før-
oyska fiskin, men Sammi
sigur, at tað gjørdist skjótt
greitt, at hetta hevði trupul-
leikar við sær. Báðir sjón-
varpskokkarnir eru kend
nøvn, og eru í Danmark eitt
"brand". Hetta og tað at t.d.
Nikolaj Kirk hevur sátt-
mála við eina sjónvarpsstøð
hevði nógvar klausular við
sær. Um teir skuldu um-
boða felagið, so skuldi
Easyfisk binda seg til nógv
ymiskt, sum kundi gerast
eitt haft um beinið. Tað
gjørdist samstundis møgu-
ligt at fáa samstarv í lag við
donsku
heimasíðuna
madkanalen.dk, har heima-
síðan m.a. veitir teimum
ókeypis lýsingarpláss í eitt
hálvt ár, og ger eitt fiska-
tema, ið tekur støðið í
luksusfiskapakkanum hjá
Easyfisk. Tí valdu teir
heldur hetta samstarvið.
2000 luksuspakkar
um mánaðin
Sammi sigur, at hetta er ein
roynd at selja fisk til mo-
dernaða danska brúkaran.
Lýsingar um, sum tær við
"Det ta’r kun 15 minutter"
eru ov gamaldags. Kritiski
brúkarin, vil hava góðsku
og sunnan mat, heldur enn
okkurt skjótt. Fiskurin hjá
Norðfra kann liva upp til
hetta. Her er talan um
línufisk av høgari góðsku.
Donsk húski brúka í miðal
289 kr. um árið til fisk, og
hetta er jú einki, so møgu-
leikin fyri vøkstri er ófati-
ligur. Fyri at fyritøkan skal
bera seg, við einum manni í
fulltíðarstarvi, og einum í
hálvtíðarstarvi skulu teir
selja umleið 500 pakkar um
mánaðin. Men málið er at
røkka 2000 pakkar. Í einum
landi við 5 milliónum
íbúgvum átti hetta at verið
møguligt, heldur Sammi.
Men hann ræðist heldur
ikki um fyritøkan skuldi
gjørst nógv størri. Vit veksa
bara við uppgávuni, sigur
hann.
Longu tær báðar fyrstu
vikurnar hava 100-150 fólk
vitjað heimsíðuna um vik-
una, og hetta er áðrenn nøk-
ur verulig marknaðarføring
er gjørd. Tað einasta er eitt
link av heimasíðuni hjá
Føroya Húsinum í Keyp-
mannahavn.
Vilja stýra góðskuni
Í løtuni er Easyfisk við at
keypa sær ein frystibil, ið
minnur um tann hjá Norð-
fra, og hesa vikuna fara teir
fyrstu ferð at koyra fisk út.
Í fyrsta umfari er mest talan
um virkir, ið Sammi longu
samstarvar við. Av teimum
50 virkjunum, ið hann
bjóðaði fisk keyptu 40
luksuspakkar. Men onkur
hevur eisini keypt á heima-
síðuni.
Norðfra sendur fiskin
niður við skipi, og hann
verður síðan koyrdur á
frystigoymsluna hjá Frigo
Scandia. Í løtuni er bert
goymsla í Keypmannahavn.
Men ætlanin er at hava
goymslu í Horsens eisini.
Teir hava kannað møgu-
leikan fyri at brúka flutn-
ingsfeløg til at koyra fiskin
út, men eru farnir burtur frá
hesum tankunum, tí tað tá
gerst ov trupult at stýra
góðskuni.
Sammi sigur, at enn er alt
nýtt, men teir hava eisini
spælt við tankan um, at
man kundi havt fiskabil, ið
koyrdi runt og seldi fisk á
sama hátt sum ísbilarnir, ið
koyra runt og selja ís. Eitt
slag av Hjem-Fisk ella
kanska Easyfisk.
Ikki ræstan fisk
og tvøst
Sammi sigur, at fyribils er
ætlanin at halda fæst við at
selja tær vørurnar, ið eru á
heimasíðuni í løtuni, og
ikki víðka um søluskránna.
Hetta hóast fleiri hava ringt
og spurt um eitt nú ræstan
fisk og tvøst. Tær vørurnar,
ið teir selja, eru gjørdar ser-
liga til danska marknaðin.
Havast skal í huga, at flestu
donsku húskini ikki hava
stórvegis frystipláss, tí eru
luksuspakkarnir hjá Easy-
fisk einans 3 kilo. Harum-
framt er fiskurin pakkaður í
portiónspakkar á 500 gr. So
er altíð lætt at tiðna til eina
máltíð.
Hóast føroyskar servørur,
sum ræstur fiskur ikki er á
skránni enn, so er rættuliga
fitt av røstum fiski við í
sendingini frá Norðfra hesa
vikuna. Hetta er, tí at Easy-
fisk hevur fingið uppgáv-
una at borðreiða í Føroya
Húsinum í sambandi við
mentanarnáttina í Keyp-
mannahavn, og har verður
m.a.
ræstur
fiskur
á
skránni.
Føroyskur fiskur til danskar gómar
Sammi Isaksen og beiggin Stig trola á danska marknaðinum eftir kundum til føroyskan línufisk