Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 190 - 6. oktober 2005 Umboðsmenn fyri Spot Festivalin leita støðugt eftir dygdarbólkum, sum veruliga hava nakað at bjóða. Óvist er, um teir funnu nakran í Kagganum týskvøld- ið, men teir halda, at allir bólkarnir hava støði til at spæla á Spot SHOWCASE Rókur Jákupsson Jakobsen Týskvøldið var ein sonevnd Showcase í Kagganum. Umboðsmenn fyri navn- frama Spot Festivalin vóru staddir í landinum fyri at hyggja nærri upp á nakrar útvaldar føroyskar tónleika- bólkar. Gunnar Madsen, sum er høvuðsfyriskipari av Spot festivalinum og Jan Sneum, sum er produsari hjá DR, eru áhugaðir í føroyskum tónleiki. M. a. kann sigast at í 1999 trein ein ókendur Teitur Lassen á pall á Spot festivalinum, og hetta skuldi vísa seg at verða byrjunarskotið til nakað heilt stórt, sum vit øll kenna til í dag. Sostatt er Spot Festivalurin ein røð av konsertum, sum vísa fram stór talent, og millum áhoyrararnar eru aloftast týdningarmikil fólk frá tónlekavinnuni. Hetta ger tað serliga spennandi at luttaka á Spot Festivalinum hjá ókendum bólkum. Elin Hentze stóð fyri til- takinum í Kagganum týs- kvøldið, og hon greiðir frá, at umboðsmenninir hava sæð brot úr semifinaluni í Prix Føroyum og Atlantic Music Event, og út frá hesum hava teir valt nakrar bólkar, sum teir kundu hugsað sær at hoyrt meiri av. Tá ið avtornaði vóru heili 11 bólkar og einstakl- ingar bodnir at spæla fyri umboðsmonnunum. Eingin garantur Hóast umboðsmenninir hava ferðast langa leið fyri at hoyra meir til bólkarnar, so er ongin garantur fyri, at eitt føroyskt íkast verður at hoyra og síggja á Spot Festivalinum næsta juni. Umboðsmenninir vilja sum sagt hoyra meiri til bólk- arnar, og ikki vita teir enn, um teir fara at bjóða nøkrum bólki at spæla á Spot Festivalinum. Teir leita alla tíð eftir dygdarbólkum, sum veru- liga hava nakað at bjóða, og tað er óvist, um teir hava funnið tað í Kagganum. Tó siga teir báðir í samrøðu við Útvarp Føroya, at allir bólkarnir hava støðið til at spæla á Spot, so vit mugu bara bíða spent. Tó lata umboðsmenninir sera væl at øllum tiltakin- um. Teir eru væl nøgdir við tónleikin, og so eru teir eis- ini bilsnir av, hvussu lætt- liga tiltakið spældi av. Teir vilja ikki nevna nakran bólk framum aðrar, men vísa á at støðið var »over- raskende højt«. Í summar vóru trý før- oysk umboð á Spot festival- inum. Teitur spældi enn einaferð, og afturat honum spældu Lena og Eivør. Fyriskipararnir greiða frá, at tað helst ikki slepst undan einum (ella fleiri) føroyskum íkasti á Spot á festivalinum komandi summar. Vit mugu bara bíða í spenningi. Bólkar, sum spældu í Kagganum: Lama Sea Týr GoGo Blues Paradox Marius The Dreams 200 Kári Sverrisson Deja Vu All That Rain Sic Spot Festivalurin eygleiðir føroyskar bólkar