hósdagur 6. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 2005
5
Føroyski skatt-
gjaldarin skal betala
yvir 100 milliónir
aftur fyri tær 60
milliónirnar, sum
samgongan ætlar at
lata í skattalætta
FÍGGJARLÓGIN
FYRI 2006
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skattalættin, sum sam-
gongan ætlar at lata næsta
ár, verður dýrur hjá før-
oyska skattgjaldaranum.
Tað staðfestir Páll á
Reynatúgvu, sum er fram-
søgumaður hjá tjóðveldis-
flokkinum, nú uppskotið til
fíggjarlóg fyri næsta ár
kemur til viðgerðar í løg-
tinginum í dag.
Hann er samdur við
onkrum av tí, sum sam-
gongan ætlar at gera næsta
ár, men hann er ósamdur í tí
mesta.
– Í uppskotinum til fíggj-
arlóg fyri næsta ár, er ringt
at fáa eyga á, at tey stóru
nýbrotini eru í væntu í før-
oyskum politikki. Og verð-
ur visjón 2015 ætlanin hjá
landsstýrinum havd í hug-
anum, er slett ongin glotti
at hóma, sigur framsøgu-
maður tjóðveldisfloksins.
– Verður hugsað um tær
stóru ætlanir viðvíkjandi
útbúgving og gransking,
sum eru settar fram í Visión
2015, er tað ringt at síggja
nakað samband ímillum
hesa fíggjarlógina og fram-
tíðarætlanina hjá landsstýr-
inum, leggur hann afturat.
Kundu átt hundrað-
tals milliónir meir
Hann heldur, at tað, sum
samgongan ger, er ikki
annað enn at eta burturav tí,
sum
tjóðveldisflokkurin
hevur spart upp tey, árini
hann umsat fíggjarmál.
– Uppskotið til fíggjarlóg
fyri næsta ár, er ikki annað
enn framskrivingar og bók-
hald.
Hann er annars ikki
ósamdur í, at avgjøldini á
sigarettum verða hækkað.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur annars ikki tikið enda-
liga støðu til ætlanina at
hækka vektgjaldið á akfør-
um, men hann væntar eis-
ini, at flokkurin fer at taka
undir við tí.
Samstundis tekur flokk-
urin undir við at barnsburð-
arskipanin
verður
løgd
undir partarnar á arbeiðs-
marknaðinum at umsita, tí
hildið verður, at tað er har,
hon hoyrir heima, tí talan er
um eitt arbeiðsmarknað-
armál burturav.
At leggja barnsburðar-
skipanina undir arbeiðs-
marknaðinum og at hækka
avgjøld fyri at breiðkað
inntøkugrundarlagið
hjá
landskassanum, hevur tjóð-
veldisflokkurin mælt til í
tvey ár.
Tí harmast flokkurin um,
at samgongan ikki fylgir
ráðunum fyrrenn nú.
– Hevði samgongan fylgt
okkara ráðum beinanvegin,
hevði landskassin verið
fleiri hundrað milliónir
betri fyri, enn hann er í dag,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Dýrur skattalætti
Hinvegin er tjóðveldis-
flokkurin grundleggjandi
ósamdur í skattapolitikk-
inum hjá landsstýrinum og
at skatturin verður lækkað-
ur.
Men flokkurin heldur
eisini, at skattalættin er ikki
so ljósareyður sum sam-
gongan vil gera hann til.
– Veruleikin er, at skatt-
gjaldarar ov vinnulív koma
at betala yvir 100 milliónir
í meirútreiðslum afturfyri
at fáa tær 60 milliónirnar í
skattalætta, sum samgong-
an ætlar at lata næsta ár.
– Tískil er tað ikki rætt, tá
ið samgongan førir fram, at
skattalættin svarar til tær
eykabyrður, sum verða
lagdar
á
skattgjaldarar
afturfyri at barnsburðar-
skipanin verður løgd undir
arbeiðsmarknaðin, so at
løntakarar og arbeiðsgevar-
ar skulu betala hann sjálvi.
– Vit halda at tað er rætt
at
lata
kommununum
endurgjald fyri at yvirtaka
barnaverndarøkið.
Men Páll á Reynatúgvu
sigur, at roknistykkið hjá
samgonguni í sambandi við
skattalættan er púra skeivt.
– Landsstýrið sigur, at
tað fer at kosta skattagjald-
arum og kommunum 60
milliónir at yvirtaka barna-
verndina og barnsburðar-
skipanina og at hetta so
uppvigar skattalættan, sum
eisini er 60 milliónir.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at hetta er heilt skeivt!
– Fyri tað fyrsta rakar
skattalættin soleiðis, at 12
milliónir koma at raka
botnfrádráttin í kommunu-
skattinum. Barnaverndar-
økið kostar 38 milliónir.
Harafturat er ætlanin at
leggja
stuðulsfólkaøkið
undir kommunurnar at um-
sita og tað kostar aðrar 14
milliónir. Sostatt skulu
kommunurnar yvirtaka til-
samans 64 milliónir frá
landskassanum. Harafturat
fer tann parturin av barsils-
skipanini, sum almennir
arbeiðsgevarar ikki skulu
gjalda, at kosa góðar 42
milliónir.
– Sostatt skulu skatt-
gjaldarar
og
privatir
arbeiðsgevarar betala 106
milliónir í meirútreiðslum
og afturfuri fáa tey so 60
milliónir í skattalætta frá
landinum, sigur Páll á
Reynatúgvu.
– Harafturat er tað mest
tær høgu lønirnar, sum fáa
skattalætta,
samstundis
sum tað eru allir lønarbólk-
ar, sum skulu betala meiri
avgjøld og í barnsburðar-
skipanina, eisini tey lág-
løntu.
– Sostatt er samgongan
við til at gera býtið ímillum
samfelagsbólkarnar, altso
stættarmunin, enn størri
enn hann er og tað tekur
tjóðveldisflokkurin
ikki
undir við.
Gera sína egnu
fíggjarlóg
Annars fer Tjóðveldis-
flokkurin at gera sítt egna
uppskot til fíggjarlóg. Eftir
ætlan skal tað leggjast fram
í dag og tí fer Páll á Reyna-
túgvu ikki í smálutir við tí.
Men hann sigur, at hallið á
teirri fíggjarlógini er lægri
enn í uppskotinum hjá sam-
gonguni.
Hinvegin
er
skattalættin strikaður og
talan er ikki um stórt fleiri
avgjøld, enn samgongan
hevur skotið upp.
Annars fer tjóðveldis-
flokkurin at broyta fleiri av
teimum raðfestingum, sum
landsstýrið hevur gjørt,
eins og allur stuðul til
vinnuna er strikaður.
Vit kundu átt fleiri
hundrað milliónir meir
– Samgongan ger ikki annað enn at eta burturav tí, sum vit hava spart upp, sigur Páll á Reynatúgvu í tjóðveldisflokkinum