hósdagur 6. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 190 - 6. oktober 2005
Carpark North
skulu hita upp
fyri Moby
Amerikanski tónleika úr-
mælingurin Moby, hevur
biðið Carpark North um
at hita upp fyri seg á
tveimum konsertum í
Dresden og Berlin í no-
vember.
Beint áðrenn Carpark
North vóru í Føroyum
spældu teir á týsku tón-
leikamessuni Popkomm í
Berlin, aftan á konsertina
hittu teir umboðsmannin
hjá Moby, ið dámdi
danska bólkin sera væl. Í
samrøðu við Sosialin
áðrenn
konsertinar
í
Fuglafirði segði sangarin
í bólkinum Lau, at okk-
urt fór at spyrjast buturúr
fundinum við umboðs-
mannin, men at hann ikki
kundi siga nakað enn,
fyribils sær tað út til, at
hesin møguleiki er kom-
in í lag á fundinum.
Nýggjasta fløgan hjá
Carpark North verður í
næstum útgivin í Týsk-
landi, og bólkurin arbeið-
ir í løtuni við at vinna inn
á henda markna. Tí er
hetta ein stórur møgu-
leiki.
nud
Petur hevur
fingið nýtt
spælipláss
Heimasíðan hjá Peturi
Pólson hevur fingið nýtt
andlit, hon er nú vorðin
enn
ein
áhugaverdur
miðil har fjøllbroytti
listarmaðurin sleppur at
spæla sær. Tað er ein av
vinnarunum av AME
virðislønini fyri besta
fløguhúsa Uni Árting,
sum hevur gjørt síðuna.
Innihaldið eigur Petur
sjálvur, nógv av tilfarin-
um snýr seg um komandi
fløguna
hjá
Peturi
"Koma"
Á síðuni ber til undir
hugarensl at lesa um
Petur sum liggur og
frætar í baðikarinum. Í tí
meira upplýsandi partin-
um ber til at lesa um
Petur hinar, ið spæla á
fløguni, eisini kann man
lesa um løgini, og allir
tekstir eru somuleiðis á
heimasíðuni. Av øðrum
kann nevnast myndasøvn
og tíðindi. Samanumtikið
eitt stuttligt spælipláss há
einum fjøllbroyttum list-
armanni.
nud
Andreas í Glitnir
Aftur hetta hóskvøldið
verður livandi tónleikur í
Glitni. Eins og seinasta
hóskvøld
verður
tað
Andreas Arge, ið spælir
Unplugged.
Andreas
spælir eisini sunnukvøld-
ið á nýggjasta pallinum
fyri livandi tónleik í
Havn.
Glitnir hevur síðan tað
lat upp, havt livandi tón-
leik í vikuskiftunum,
men seinastu vikurnar
eru hóskvøldini eisini
vorðin kvøld við livandi
tónleiki, har unplugged
konsertir eru á skránni.
nud
Eivør blívur
smápartafelag
Í síðstu viku varð Sp/F
Eivør Pálsdóttir stovnað
hjá Skráseting Føroya.
Stjóri í felagnum hjá
føroysku songkvinnuni
er Sigvør Laksá, sum
eisini er umboðskvinna
hjá Eivør.
Smápartafelagið Eivør
Pálsdóttir er heimahoyr-
andi í Gøtu. Í nevndini
eru pápi Eivør, Páll Ja-
cobsen, sum er nevndar-
formaður, Oddvá Natte-
stad í Havn og Óli
Høgnesen í Leirvík.
ek
Pipar & Salt reyk
upp í topp
Sangurin Høm Høm hjá
tí legendariska og eggj-
andi Melvis Stardust
kom beinleiðis inn sum
nummar 1 á 15 teimum
bestu
Seinastu vikuna hevur
sangurin Høm Høm hjá
Pipari & Salti verið eyka-
lag á 15 teimum bestu,
og tey, sum atkvøða á
listanum, hava rættiliga
tikið sangin til sín, tí
hann kom beinliðis inn
sum nummar 1 á listan-
um.
Harvið skumpaði Mel-
vis Stardus poppidolið
James Blunt av tí fremsta
plássinum, sum bretin
hevur ligið á seinastu
vikurnar.
Leygarkvøldið hevði
Pipar & Salt framførslu í
Klaksvík, og har undir-
hildu teir fyri eini 1200
fólkum í KÍ-høllini. Mel-
vis var sjálvandi á pallin-
um og sang best umtókta
sangin á 15 teimum
bestu.
ek
Væl dámdi tónleika-
bólkurin Páll Finnur
Páll fer í næstum á
eina lítla konsertferð í
Føroyum. Tríggjar
konsertir eru á
skránni hesaferð, og
fyrsta konsetin verð-
ur longu komandi
leygarkvøldið í
Hvalba
KONSERTFERÐ
Hinar báðar konsertirnar
verða ávikavist í høllini á
Kambsdali leygarkvøldið
15.oktober og í Ítróttarhøll-
ini á Hálsi tann 22 oktober.
Páll finnur Páll spælir
góðan og íoyrafallandi pop-
rocktónleik, og tað, sum
kanska ger júst hendan
bólkin áhugaverdan, er
teirra serstøku, óinnball-
aðu, náðileysu, ósensurer-
aðu, men tó skemtingar-
somu tekstir. Onkur hevur
tikið soleiðis til og sagt, at
»teir eru bara so flovis-
ligir«, men kortini so tykist
tað avlíkavæl, sum hvør og
ein syngur við, tá ið t.d.
»Blottarin« ella »Pedofil-
urin« er á skránni. Alt ann-
að líka kann eingin pá-
standa at Páll Finnur Páll er
ein keðiligur tónleikabólk-
ur og tað er eisini altíð sera
góður stemningur og lív í,
tá ið teir eru á palli.
Sjálvt um sera nógvar
áheitanir hava verið, so er
tað kortini fyrsti ferð at Páll
Finnur Páll spæla í Suður-
oynni, nú teir spæla í
Roynhøllini leygarkvøldið.
Eisini verður diskotek
við »nýtt og gott gamalt«.
Bussar koyra.
Ein nýggj fløga er
komin í handlarnar,
ið stutt og greitt ber
heitið »Omma«. Talan
er um eina endur-
savnsfløgu við 10 løg-
um á. Tað er Símun
úr Konoy, ið hevur
savnað saman nakrar
sangir, sum hann
hevur heintað úr
nøkrum av mongu
kassettubondunum,
hann gav út í
áttatiárunum
FLØGUÚTGÁVA
Innihaldið er sera fjøl-
broytt. Umframt kenda
sangin um ommuna kunnu
nevnast sangirnir »Juhuu«,
ið er um ein barnaføðingar-
dag, og óvanliga syrgiligi
sangurin »Spruttkoyrarin«,
ið er um ein drong, sum í
fyllskapi saman við gentu
síni setir seg í skjóttkoyr-
andi bilin og á henda hátt
við einum braki kemur at
taka lívið av henni.
Símun úr Konoy hevur
sjálvur gjørt bæði orð og
lag til tveir av sangunum á
fløguni. Hini løgini eru
lænt og umsett til føroyskt
av ávikavist Símuni, Gunn-
leivi Thomsen og Helga
Abrahamsen.
Tónleikarar á ommu-
fløguni eru: Jóhannus á
Rógvu Joensen, Ólavur
Øster, Ronnie Nielsen, Kári
Poulsen
og
Símun
úr
Konoy.
Páll Finnur Páll á konsertferð
Omman hjá
Símuni á fløgu
Leygardagin verður
ráðstevna í dansistov-
uni í Norðurlanda-
húsinum um at yrkja
sálmar. Byrjað verður
klokkan 10:00 og
hildið verður á fram
til klokkan 17:30.
Rithøvundafelagið og
Urguleikarafelagið
skipa fyri
SÁLMAYRKING
Við á ráðstevnuni eru ís-
lendingurin Hjørtur Pálson,
sum hevur verið við til at
valt út sálmar til íslendsku
sálmabókina og danin Hans
Anker Jørgensen, ið hevur
skrivað sálmar, sum eru á
markinum til at vera annað
enn bara sálmar.
Nevnast kann, at ein eitur
»Vi tror ikke på løgn og
reklamer«.
Eisini vera prestarnir
Jákup Reinert Hansen, sum
helst er tann, ið veit mest
um sálmar í Føroyum, og
Meinhard Bjartalíð, sum
hevur granskað í sálmum
og sálmasangi, við á ráð-
stevnuni.
- Vit í Føroyum hava eina
sera sterka sálmasiðvenju,
og á bygd er kanska ikki so
langt frá innihaldinum í
góðu gomlu sálmunum og
til nútíðina. Har er enn
fiskiskapur, og bóndasam-
felagið er ikki heilt burtur
sjálvt um hentleikarnir eru
vorðnir munandi betri. Í
býunum, har talið á íbúgv-
arum er støðugt vaksandi,
er øðrvísi. Har eru sálm-
arnir heldur ein flýggjan til
tað gamla og siðbundna, og
onki ringt um tað, men
kanska hevði verið gott, um
vit fingu sálmar, ið bóru
fram evni, sum passaðu inn
í
nútíðarsamfelagið
og
góvu eina lýsing av dagsins
trúðarlívi, siga Rithøvunda-
felagið og Urguleikarafe-
lagið.
Ráðstevna um at yrkja sálmar