hósdagur 6. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 2005
7
Eivør Pálsdóttir er í
løtuni á konsertferð
saman við Danmarks
Radio Big Band.
Konsertferðin fevnir
um konsertir í Før-
oyum og Danmark.
Nú er greitt, at tann
eina konsertin verður
í Havn
KONSERTFERÐ
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir er í løtuni á
konsertferð
saman
við
Danmarks Radio Big Band
í Danmark og í Føroyum.
Konsertirnar í Føroyum
verða hóskvøldið 13. ok-
tober í Læraraskúlahøllini í
Havn og fríggjakvøldið 14.
oktober í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði.
Tað hevur verið rættuliga
ógreitt hvar tann eina av
konsertunum varð hildin,
fyrst var ætlanin av Norð-
urlandahúsið skuldi verða
karmur, men húsið verður
umvælt hesar dagar. Síðan
varð tosað um tvær kon-
sertir í Fuglafirði, men
sambært fyrireikarunum G!
Music og umboðunum hjá
Eivør, verður konsertin nú
Læraraskúlanum.
Fyrstu ferð í Føroyum
Hetta er fyrstu ferð at Dan-
marks Radio Big Band
vitjar í Føroyum og talan
verður um eitt fult mannað
bigband, ið er av mest virdu
Big Bandum.
Henda konsertferð endar
í operahúsinum í Keyp-
mannahavn mánadagin 17.
oktober, har Eivør og Etta
Cameron vera solistar hjá
Big Bandinum.
DR Big Band kundi í
summar hátíðarhalda sín 40
ára føðingardag og hevur
hesi árini spælt seg upp í
svervektaraflokkin innan
danskan, eins væl og al-
tjóða jazz. Orksetrið hevur
spælt saman við fleiri av
mætastu tónleikanøvnum í
heiminum sum eitt nú
Miles Davis, Van Morrison,
David Sanborn, Stan Getz,
Dizzy Gillesbie, The Man-
hattan Transfer, John Scho-
field, Toots Thieleman,
Benny Golson og nú eisini
Eivør Pálsdóttir.
Vælumtókt fløga
Eivør og Big Bandið góvu
fyrr í ár fløgu út saman,
sum varð sera væl móttikin
og seldi heili 5000 eintøk
áðrenn hon kom út! Fløgan
fekk einastandandi ummæli
og fyri kortum varð hon
kosin "mánaðarinnar fløga"
í hátt virda týska tíðarritin-
um Audio. Konsertirnar
saman við Big Bandinum
taka støði í hesi fløguút-
gávuni.
Atgongumerki til kon-
sertirnar fáast í Norður-
landahúsinum og Kunning-
arstovunum í Havn og
Runavík.
– Hví keða seg í
heystfrítíðini, tá ið
Svimjihøllin í Havn er
opin allan dagin?
SVIMJING
– At svimja er ein sonn
fólkaítrótt fyri bæði smá og
stór. Nógv fólk koma í
svimjihøllina í Gundadali,
og síðani hon læt upp í
1982, er áhugin at svimja
blivin
munandi
størri.
Umleið 150.000 fólk koma
í høllina árliga, og hetta
svarar til, at hvør borgari í
kommununi svimur í miðal
10 ferðir um árið.
Soleiðis siga tey av Tórs-
havnar Býráð, nú avgjørt er
at leingja um svimjitíðina í
heystfrítíðini.
Leiðslan í Svimjihøllini
hevur gjørt av sum nakað
nýtt, at Svimjihøllin í
heystfrítíðini, eins og í
summarfrítíðini,
verður
opin fyri almennari svimj-
ing mánadag, týsdag, hós-
dag og fríggjadag út í eitt
frá kl. 6.45 til kl. 20.00 á
kvøldi.
Hinar upplatingartíðirnar
verða tó óbroyttar:
mikudag er opið
frá kl. 6.45 til kl. 9.00
leygardag frá kl. 9.00
til kl. 17.00
sunnudag frá kl. 8.00
til kl. 10.00 og frá kl.
14.00 til kl. 17.00
Í heystfrítíðini er altso
møguleiki at svimja allan
dagin, og soleiðis fáa nakr-
ar góðar og hugnaligar
løtur í Svimjihøllini.
TANNARØKT
Skúlarenningardagurin
í
skúlunum í Havnar komm-
unu, sum verður fríggja-
dagin 7. oktober, verður í ár
eitt sindur øðrvísi enn und-
anfarin ár.
Fyri at seta fokus á tenn,
sunnan mat og drekkivanar
hevur Barnatannarøktin í
Tórshavnar
kommunu
bjóðað sær til at koma út í
skúlarnar við frískari frukt,
vatnfløskum og tannkremi.
Øll starvsfólkini í Barna-
tannarøktini eru við í til-
takinum, og tí er Tann-
læknastovan stongd henda
dagin.
Eivør í Mentanarhúsinum
og Læraraskúlahøllini
Eivør og trumman, ella Eivør í Vatninum myndirnar hjá Bárður á fløguhúsanum til Trølla-
bundin
Skúlabarnatenn í fokus
Svimjihøllin opin allan dagin
Dvørgarnir og
Snjóhvíta á
Læraraskúlanum
SJÓNLEIKUR
Leikurin Dvørgarnir og
Snjóhvíta hjá 3.p á Før-
oya Læraraskúla verður
sýndur á læraraskúlanum
hóskvøldið kl 19.
– Her verður høvi til at
fáa eina góða uppliving
saman við børnum tykk-
ara, siga næmingarnir í 3.
p.
Atgongumerki til leik-
in fáast til keyps á Føroya
Læraraskúla tveir tímar
undan sýning.
Kularrøtur eiga
toppin á
hittlistanum
Mest selda fløga á sølu-
listanum
hjá
Føroya
størsta
tónleikahandli
3’aranum er hesa vikuna
nýggja savnsfløgan hjá
Kularrótum. Tví-fløgan
við ikki færri enn 29
barnasangum, m.a. hitt-
um sum "Hon er omma
mín", "Grønir menn frá
Pluto",
"Kalla
meg
Babe", "Bilurin hjá okk-
um" og Trøllapætur løg-
um, syftir øllum hesa
vikuna.
"Now that’s what I call
music 13" sum tók
ovastu rók seinastu viku,
er kroyst niður á annað
pláss hesa vikuna. Kim
Hansen er trúgvur í topp-
inum, og liggur hesa vik-
una nummar trý. Førist
við Páll Finnur Páll á 6.
plássi og andaligir sangir
hjá Árna og Marner á 8.
plássi eru hini bæði
føroysku innsløgini á
listanum. "Lívsins Land"
hjá Ólavi á Váli, ið lá
ovast á listanum í tríggj-
ar vikur, áðrenn Now 13 í
seinastu viku tók ovastu
rók, er dottin heilt av
listanum hesa vikuna.
nud
Take off í REX
Leygarkvøldið fara Take
Off á pallin í REX. Bólk-
urin, ið hevur sínar røtur
í útiseta umhvørvinum í
Århus, er spjaddur um
danska kongaríkið, við
limum í Århus, Keyp-
mannahavn og Tórshavn,
men nú verður altso høvi
at hoyra teir aftur.
Bólkurin liggur tón-
listarliga eitt stað ímill-
um Taxi og Føstufressar
og fløgan blanda bomm,
er eitt nú spæld nógv í
Útvarpi Føroya.
nud
Føroyskur tón-
leikur sýnast
fram í Runavík
FaroExpo vísir eisini før-
oyskan tónleik fram,
nakrir av fremstu bólkum
í landinum fara á pallin á
messuni í Runavík. Lena
við sínum vakra poppi,
200 við sínum ráða
punkrokki og Týr við
sínum víkingamálmi vísa
eitt breitt úrval úr før-
oyskum tónleiki.
FaroExpo verður hildið
í Ítróttarhøllini í Runavík
25.-27. oktober. Høvuðs-
endamálið er at varpa
ljós á førleikan hjá før-
oyskum útflutningsfyri-
tøkum
mótvegis
út-
lendskum samstarvsfe-
løgum. Við tónleiki og
undirhaldi, sum verðandi
ein alt størri partur av
heimsbúskapinum, er tað
ivaleyst eitt sera náttúr-
ligt stig, at sýna henda
partin av okkara tilfeingi
fram.
Tað verður spennandi
at vita hvussu hetta spæl-
ir av. Á North Atlantic
Fishfair, varð ein roynd
gjørd við livandi tónleiki,
men tá klagaðu so nógvir
av messuluttakarunum,
at konsertin við Fólka-
yvirlitinum varð stytt.
nud
Suð í Suður-
oynni
Kórið Suð hevur kon-
sert í Suðuroynni
leygarkvøldið
TÓNLEIKUR
dagfinn@sosialurin.fo
Vælumtókti kórbólkurin
Suð hevur havt konsertir
kring landið og eru kon-
sertirnar sera væl fagn-
aðar.
Leygarkvøldið
sleppa suðuroyingar at
hoyra Suð.
Tá verður Suð at hoyra
í høllini í Trongisvági.
Tað er TB sum skipar fyri
tiltakinum og fyrireikar-
arnir vænta sær nógv av
konsertini og at nógv
fólk leita sær í høllina at
hoyra Suð, sum er eitt av
mest fagnaðu nøvnunum
á føroyska pallinum júst
nú.