hósdagur 6. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 190 - 6. oktober 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Sjáldsom sjúka í Kanada
Teir seinastu dagarnar eru fýra fólk í kanadiska býnum
Toronto deyð av einari sjáldsamari sjúku, sum nú hevur
kravt tíggju mannalív teir seinastu átta dagarnar. .
Kanadisku heilsumyndugleikarnir viðganga, at teir
vita ikki, hví fólkini eru deyð, og teir ásanna, at tað
kann gerast sera trupult at fáa staðfest, hvat tað er fyri
virus ella bakteria, sum hevur kostað teimum tíggju
lívið. Kanningar hava víst, at talan er ikki um fugla-
krím, SARS ella legionella. Fleiri av líkunum eru vorð-
in kannað, men higartil uttan úrslit.
Sjúkan tók seg upp á einum røktarheimi í síðstu viku,
og kanningar hava staðfest, at 84 fólk eru smittað. Tey
flestu vóru røktarsjúklingar, men fleiri starvsfólk og
fólk, um vóru komin at vitja avvarðandi, eru eisini
smittað. 40 av teimum smittaðu liggja á sjúkrahúsi, sig-
ur heilsustjórin í Toronto, Davin McKeown, við tíð-
indastovuna AP.
Fleiri hermenn til
Afghanistan
NATO ætlar at senda 6.000 hermenn afturat til
Afghanistan eftir ársskiftið, tí tá skal samgongan eisini
hava eftirlit við tí syðra partinum av landinum. Framm-
anundan eru 9.000 NATO-hermenn í Afghanistan.
Sum er hava teir útlendsku hermenninir eftirlit við
høvuðsstaðnum Kabul og teimum norðaru landspørt-
unum. Men eftir nýggjár skulu teir eisini hava eftirlit
við teimum syðru landspørtunum, har bólkar hjá Tali-
ban framvegis gera um seg, og tað verða yvirhøvur her-
menn úr Bretlandi, Kanada og Niðurlondum, sum
skulu hava støð har, skrivar AP.
Fleiri av teimum evropeisku NATO-londunum sýta
fyri at lata hermenn sínar taka lut í bardøgunum ímill-
um teir 20.000 amerikonsku hermenninar og uppreistr-
armenninar, men sambært Jaap de Hoop Scheffer,
NATO-aðalskrivara arbeiðir samgongan við at finna
eina loysn á hesum trupulleikanum.
Sum skilst hava summi lond hug at slaka og at lata
sínar hermenn verða við í eftirlitinum í teimum ófriðar-
ligu landspørtunum har suðuri í landinum.
Amerikanarar viga ov nógv
Amerikanskir granskarar siga, at 90 prosent av teimum
amerikonsku monnunum viga ov nógv.
Tey seinastu 30 árini hava granskarar í Boston hildið
eygað við 4.000 fólkum í statinum Massachusetts, og
tey hava javnan verið til kanningar. Úrslitið vísir, at
sjálvt um tey flestu viga á leið tað, tey skulu, tá tey
koma upp í árini, so tyngjast tey kortini seinni og viga
tá ov nógv.
Tann vanliga uppfatanin hevur verið, at tveir
triðingar av øllum amerikanarunum viga ov nógv, men
kannigin í Massachusetts bendir á, at støðan er mun-
andi verri enn so. Sambært teimum viga 90 prosent av
teimum amerikonsku monnunum ov nógv, meðan 70
prosent av kvinnunum eru í tyngra lagi.
Onga útbúgving
Í setanarrøðuni í Fólkatinginum fyrradagin segði And-
ers Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, at allir ungir
danir skulu fáa sær eina útbúgving, tá teir eru lidnir við
fólkaskúlan.
Men sambært blaðnum metroXpress er langt á mál,
tí hagtølini vísa, at sjálvt um 95 prosent av teimum
ungu fara undir onkra útbúgving aftan á fólkaskúlan,
so eru tað minni enn so øll, sum fullføra útbúgvingina.
Nýggj tøl vísa, at sætti hvør dani fær onga útbúgving.
-Helmingurin gevst, tí tey verða happað, ella tí tey
tíma ikki at ganga í skúla, og altsamt fleiri og fleiri tíma
hvørki í studentaskúla ella at fáa sær eina vinnuliga
útbúgving, sigur Ulla Højmark Jensen, sum hewvur
verið við til at kanna, hví so mong ung í Danmark ikki
fáa eina útbúgving.
Men afturfyri skulu
russar fáa lættari
atgongd til Evropa
RUSSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Russland hevur so nógva
olju, at landið kann nøkta
ein triðing av nýtsluni í øll-
um Evropa, og russar eru
eisini sinnaðir at lata evrop-
earunum oljuna.
- Vit økja framleiðsluna
alla tíðina og hjálpa sostatt
heimsbúskapinum. Uttan ta
russisku oljuna hevði prís-
urin verið munandi hægri,
enn har er, segði Vladimir
Putin, forseti, á tíðinda-
fundi í London fyrradagin.
Hann legði afturat, at tann
russiska oljan kann tryggja
evropearunum meiri støð-
ugan oljuprís, men at russar
mugu fáa okkurt afturfyri.
Á fundionum kom fram,
at Russland er sinnað at
taka ímóti teimum russar-
unum, sum hava sníkt seg
ólógliga inn í ES. Afturfyri
hevur ES lovað at gera tað
lættari hjá russum at ferðast
til ellivu ávís ES-lond. Tal-
an er serliga um russisk les-
andi, diplomatar og vinnu-
lívsfólk.
Reyði Krossur heldur, at
vantandi kunning var ein
stór orsøk til, at flóðaldan í
Suðurasia
og
ódnin
"Katrina" kravdu so mong
mannalív.
NÁTTÚRUVANLUKKU
R
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nógvar náttúruvanlukkur
høvdu kravt munandi færri
mannalív, um kunningin og
samskiftið høvdu verið
betur skipað. Tað sigur al-
tjóða Reyði Krossur í einari
frágreiðing, sum bleiv al-
mannakunngjørd í gjár.
Frágreiðingin snýr seg um
flóðalduna í Suðurasia í
fjør, hungursneyðina í Nig-
er og ódnina "Katrinu" í
USA, og niðurstøðan er, at
kunningin sveik í øllum
trimum førunum.
Reyði Krossur sigur, at
hvørki serfrøðin, myndug-
leikar ella fjølmiðlar gjørdu
nóg mikið fyri at kunna fólk
um vandan. Eitt nú vistu
serfrøðingar, at ein flóðalda
var á veg ímóti landi, men
teir vistu ikki, hvussu teir
skuldu kunna fólk um tað.
Amerikanskir myndugleikar
vistu, at "Katrina" fór at
elva til stóra vatnflóð í New
Orleans, men tað vistu tey
fátæku í økinum ikki, sigur
Reyði Krossur.
Felagsskapurin vísir eis-
ini á, at aftan á sjálva van-
lukkuna var samskiftið
ímillum
myndugleikar,
hjálparfólk og tey raktu alt
ov illa skipað. Eitt nú verð-
ur víst á, at í Aceh-lands-
partinum í Indonesia vóru
hjálparfelagsskapir
ikki
serliga sinnaðir til at geva
hvør øðrum og ST upplýs-
ingar um støðuna. Tað
hevði millum annað við
sær, at fleiri vistu ikki, hvør
hjálp var neyðug.
Kunning og samskifti
kunnu vera avgerandi fyri,
um ella hvussu mong
mannalív ein náttúruvan-
lukka krevur. Tað er ov
seint, tá myndatólini hava
fingið tær fyrstu myndirnar
av vanlukkuni.
Í summum londum, sum
javnan verða rakt av nátt-
úruvanlukkum, hava mynd-
ugleikarnir gjørt skipanir,
sum skulu kunna fólk um
vandan. Hetta er millum
annað galdandi í Kuba og í
Jamaica, har tilbúgvingin
er ein partur av læruni í
barnaskúlanum.
-Royndirnar í hesum
londunum vísa, at tær nýtist
ikki at vera væl fyri fíggjar-
liga fyri at vera fyrireikað-
ur, men at tað er umráð-
andi, at tú hevur fingið tann
neyðuga kunnleikan, siogur
Gahr Støre, sum er aðal-
skrivari í norska Reyða
Krossi, við Aftenposten.
Putin bjóðar Evropa
russiska olju
Kunnleiki kann avmarka
náttúruvanlukkur
Tropiska ódnin "Stan" hevur karvt umleið 70 mannalív í teimum miðamerikonsku londunum teir seinastu dagarnar, og í
Fjarsystri hevur ein melduródn kravt uppaftur fleiri mannalív