hósdagur 6. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 2005
9
Almannaráðharrin skal
svara í næstu viku
Fólkatingslimurin hjá
Eindarlistanum, Line
Barfod, hevur sett
Evu Kjer Hansen, al-
mannaráðharra, fyri-
spurning, har ráð-
harrin verður biðin
um at greiða frá mál-
inum um lítla Petur,
og hvat hon kann
gera í málinum
LÍTLI PETUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Line Barfod, sum umframt
at verða limur í almanna-
nevndini hjá Fòlkatinginum
eisini situr í sonevndu Før-
oyanevndini, sigur, at so-
leiðis sum málið um lítla
Petur er lýst í donskum fjøl-
miðlum, tykist tað verða
fullkomiliga burturvið, at
drongurin er fluttur á stovn
í Danmark.
Loysa trupulleikarnar
í Føroyum
- Tá ið man velur at gera
eina so umfatandi broyting
í lívinum hjá einum lítlum
drongi, má tað verða ein or-
søk til tess, men sum málið
er lýst í miðlunum, er tað
eisini nógv, ið bendir á, at
Petur skuldi verið verandi í
Føroyum. Eitt er, at hann
verður fluttur so langt
heimanífrá,
men
hann
verður enntá skildur frá tví-
burðasystur síni, sigur Line
Barfod í telefonini úr
Danmark.
Fólkatingslimurin
hjá
Eindarlistanum heldur tó
eisini, at málið setur nakrar
meiri generellar spurning-
ar, ið eiga at takast upp til
viðgerð.
- Hetta mál vísir, at Før-
oyar í løtuni ikki hava
møguleika fyri at taka sær
av børnum við slíkum trup-
ulleikum, og so verða tey
send av landinum. Spurn-
ingurin er, hvat vit kunnu
gera fyri at hjálpa Føroy-
um, soleiðis at føroyingar
sjálvir verða førir fyri at
taka sær av hesum børnum,
sigur Line Barfod.
Line Barfod hevur sett
spurningin í vikuni, og hon
sigur seg vænta, at al-
mannaráðharrin
fer
at
koma við einum skrivligum
svari í komandi viku.
Line Barfod hevur biðið Evu
Kjer Hansen, almannaráð-
harra, at greiða frá málinum
um lítla Petur, og hvat hon
kann gera við málið
Borgarstjórin í Gøtu
kommunu, Páll Is-
holm, sigur tað verða
harmiligt, um Alu-
plast flytir úr komm-
ununi, tí fyrst í kom-
andi ári verður farið
undir at gera vinnu-
øki í Gøtudali, og har
kann Aluplast fáa øki
til nýggjan bygning
VINNULÍV
Terji Nielsen
Aðrastaðnis á síðuni førir
stjórin í Aluplast í Gøtu,
Magnus Gregersen, fram, at
fyritøkan, sum júst hevur
selt bygningin hjá sær í
Gøtudali, eins væl kann
halda fram við virksemi
sínum í til dømis Havnini í
staðin fyri í Gøtu, sum nú
er. Hetta harmar Páll Is-
holm, borgarstjóra í Gøtu, tí
Aluplast er eitt rímuliga
stórt arbeiðspláss, og tað
hevði verið harmiligt, um
hesi fluttu úr kommununi,
heldur Páll Isholm.
Stórur áhugi fyri
vinnuøki
- Gøtu kommuna hevur í ár
sett 450.000 krónur av til
projektering
av
einum
nýggjum vinnuøki í Gøtu-
dali, og fyrst í komandi ári
verður farið undir arbeiði
við at gera vegir og tílíkt,
sigur Páll Isholm.
Borgarstjórin í Gøtu sig-
ur, at tað er stórur áhugi
fyri
vinnuøkinum,
og
kommunan ætlar at fáa tær
fyritøkur, sum eru áhugað-
ar, at gera avtalu við
kommununa sum skjótast,
so at tey einstøku grundøk-
ini kunnu planerast beinan-
vegin.
Ætlanir eru eisini um at
gera eina rundkoyring í
Gøtudali við tunnilsvegin
til Leirvíkar, og Páll Isholm
sigur seg vóna, at hetta
verður gjørt sum skjótast.
- Vit hava eitt samstarv
við Landsverk um eina
rundkoyring, og eg vóni, at
hon verður klár, tá ið
norðoyatunnilin letur upp,
tí tá fer ferðslan ivaleyst at
vaksa nógv, og tí verður
stórur tørvur á eini slíkari,
sigur Páll Isholm.
Ludvík keypt
bygningin hjá
Aluplast
Nú er bygningurin
hjá Aluplast í Gøtu-
dali endaliga seldur.
Tað er Ludvík Peter-
sen í Havn, sum hev-
ur keypt bygningin
VINNULÍV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyrr í ár skrivaðu vit her í
blaðnum,
at
Aluplast
hevði selt bygningin hjá
sær, men tað var ikki heilt
rætt. Samráðingar vóru
um sølu av bygninginum,
men einki var komið upp
á pláss tá. Nú er sølan so
veruleiki, og keypari er
Ludvík Petersen í Havn,
sum hevur Bilfríðkan, og
tí kann væntast, at tað í
næstum verður møguligt
at keypa bilar í Gøtudali.
Leita eftir øki til
nýggjan bygning
Magnus Gregersen, stjóri
í Aluplast, vil ikki uppl-
ýsa prísin á bygninginum,
men hann sigur tó, at teir
eru vælnøgdir við søluna.
- Eg haldi, at eg kann
siga, at vit hava fingið ein
góðan prís, og nú skulu
vit so út at leita eftir ein-
um øki, har vit kunnu
byggja ein nýggjan bygn-
ing. Vit skulu brúka eitt
grundøki, sum er okkurt
um 2.000 fermetrar til
støddar, og á økinum fara
vit at hava ein bygning,
sum skal verða góðar
1.000 fermetrar stórur,
sigur Magnus Gregersen.
Hann sigur, at hjá Alu-
plast er tað ikki altavger-
andi, at nýggi bygningurin
kemur at verða í Gøtu, tí
hann kann eins væl standa
í til dømis Havnini.
Spurdur hví teir hava
selt gamla bygningin, sig-
ur Magnus Gregersen, at
gamli bygningurin var
ógvuliga ótíðarhóskandi,
og tí er neyðugt við
nýggjum hølum.
Í løtuni starvast eini 25-
30 fólk hjá Aluplast, men
Magnus Gregersen vænt-
ar, at í framtíðini kunnu
eini 40 fólk starvast hjá
fyritøkuni
í
nýggjum
hølum.
Ludvík Petersen í Havn, sum hevur Bilfríðkan, hevur keypt
bygningin hjá Aluplast í Norðagøtu
Gera vinnuøki í Gøtudali
Borgarstjórin í Gøtu kommunu, Páll Isholm, sigur, at kommunan fyrst í komandi ári fer undir at gera eitt vinnuøki í Gøtudali,
og har kann Aluplast fáa øki, um tað er áhugi fyri tí.