hósdagur 6. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 190 - 6. oktober 2005
Sendingin í SVF týskvøldið var ein av teimum bestu. Átti at
verið endursend. Til "skræk og advarsel". Hon bar heitið
"Strange Fruit" - løgin frukt - um eina ta mest skammiligu
og óhugnaligu tíðina í amerikanskari søgu – lynskingina av
ósekum svørtum í suðurstatunum miðskeiðis í farnu øld.
Sangurin um, hvussu hvítir amerikanarar uttan lóg og rætt
hongdu ósek svørt í trøini, er nakað, sum vit øll eiga at geva
gætur til áminning og ávaring.
Hóast farin tíð og nógv er broytt, síðani Ku Klux Klan og
aðrir hvítir rasistar í Gods Own Country tóku lógina í egnar
hendur og í hóphysterí myrdu svørt frá hond, so spøkir
sama rasisman – um enn í øðrum búna - framvegis í USA
og í øðrum framkomnum londum, har upplýsing, útbúgv-
ing og rættartrygd annars áttu at verið borganin fyri júst tí
øvugta.Vit eru vitni til rasismu, sum kemur til sjóndar á so
ymsan hátt. T.d. tá man vil nokta einum framtíðar demo-
kratiskum Turkalandi atgongd til EU, um somu tíð sum
hesi rættvísu og kristnu siga seg vilja byggja brýr millum
lond, fólkasløg og heimspartar – vilja demokratisera um-
heimin – men samtíðis ikki vilja hava hesi við til borðs.
Sangurin "Strange Fruit", skrivaður av hvítum jøda í kjal-
arvørrinum á teimum ræðuligu lynskingunum, gevur okk-
um gásarhold og fær fram sterkar kenslur og tankar í okk-
um. Og tað eigur hann. Tí nútíðin eigur at læra av hesi for-
tíð. Á sama hátt sum tey littu í tátíðar USA royndu at forða
fyri tí harðrendu og deyðsgevandi rasismuni, eiga vit í dag
at forða teimum víðgongdu/ekstremu eitt nú ultrahøgra-
vendu í USA einsvæl og fanatisku muslimunum í at brenna
brýr millum menniskju, fólkasløg, religiónir, rasur og tjóðir.
Strange Fruit var protestsangur móti tátíðarinnar lynsjan.
Orðini – myndamálið - og tónleikurin eru so kensluborin
og rámandi, at tey áttu at verið borin fram aftur og aftur.
Sama rasisma, tó í øðrum búna, livur framvegis í somu
suðurstatum. Nú er myndin bara ein onnur. Kristna
fundamentalistiska høgra, sum er so gróðurfest her,er
rørslan, haðani Bush forseti fær sín stuðul. Her ræður
eyga fyri eyga dømingin úr Gamla Testamenti. Eingin
statur hevur tikið so mong av døgum sum føðistatur Bush.
Eingin statur hevur so mong fongsul heldur. Her er tað in
at døma út frá sokallaðum kristnum virðum. Tað er ser-
stakliga umrødda rørsla, ið heldur lív í Bush og øllum
hansara viðspælarum. Sum við lygnum megnaðu at sann-
føra sjálvt heiðurligar politikarar at fara í kríggj í Irak.
Deyðarevsingin er nútíðarinnar Strange Fruit. Rættartrygdin
hjá fátækum og littum er lítil og eingin. Mong ósek enda í
"stólinum". Ikki nóg mikið við tí. Nú royna somu kristnu
fundamentalistar við Bush á odda at manna Hægstarætt -
seinasta staðið, har fátøkk, litt og óvard, kunnu fáa sínar søk-
ir lýstar - við sínum fólkum. Hesi, ið frammundan eru "lost"
í amerikanska rættarsamfelagnum, skulu nú liva við óvissuni
næstu 30 árini um, at Bush fólkini gjøgnum Hægstarætt
koma at avgera rættindini hjá teirra børnum og abbabørnum.
Hægstirættur, ið skal kunna verja ikki minst tey, sum í ger-
andisdegnum eru offur fyri rasmismu og órættvísi, verður nú
mannaður við fólki, ið høgravendi Bush persónliga hevur
valt út. Strange Fruit eigur at minna okkum á, hvussu týð-
andi tað er at verja sanna demokratiið, har øll uttan mun til
húðalit,trúgv, sosialt støði ella politiska áskoðan, hava somu
rættindi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Strange Fruit
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Nú vaska tey sínar hendur
Frank Davidsen
Meðan menn og kvinnur
hava svøvnleysar nætur og
stoltleiki
sørvinga
um
nakrar dagar fer at sigla
heim á sínum »síðsta« túri,
vaska tey hendur.
Hesi fólk, sum siga seg
hava sitið í nevnd felagsins
í 20 ár, uttan at kunna havt
nakra sum helst ávirkan á
felagið, kunna hinvegin
uppá nakrar dagar bjóða
Kaupthing 60% av tí felag-
ið, sum tey als onga
ávirkan hava havt á í 20 ár.
Sjálvsagt eigur ein og
hvør at hava loyvið til at
selja síni partabrøv til hvønn
hann vil, men bara at finna
saman við eittans endamál-
ið, at eingin bygdamaður
skuldi fáa møguleikan tað er
langt úti.
Hvat við teimum monn-
um sum hava mannað Vest-
urvón og minnilutan av
partaeigarum. Eg ivist onga
løtu í, at allir fíggingar-
stovnar høvu latið teimum
monnum fígging, um tit
bara høvdu selt tykkara
partabrøv í bátinum, og so
vóru vit ikki vitni til tann
sorgarleik ið bygdin kemur
at kenna sviðan av langt
fram í tíðina.
Og so at siga, at ein av
stovnarunum sum ikki er
millum okkum longur, hevði
tikið undir við at selja
Vesturvón við kvotu inn á
Skálafjørðin og til Ísland at
fiska útfrá, tað sigur bara alt.
Sørvágs kommuna var
við til at bjarga Vesturvón
tá høvuðsmotorurin brotn-
aði í hálvfjersunum.
Við 27% nærum 1/3 av
partapeninginum treytaði
Sørvágs Kommuna sær við
undirskirft av táverandi eig-
arum í gerðabók kommun-
unar at Sørvágur heimstaður
Vesturvóns ongantíð skuldi
eiga minni enn 50% av
partabrøvunum.
Tíverri
kom henda samtykt ongan-
tíð í viðtøkur felagsins, helst
av teirri orsøk, at eingin
hevði fantasi at ímynda sær,
at Vesturvón í óðum verki
var seldur í tí dulda, og ikki
í fríari sølu.
Alt týður uppá, at sjálvt
um hesir partabrævaeigarar
nú siga seg vera ónøgdir við
tann mátan, reiðarin hevði
rikið felagið, so høvdu teir
ikki mansmót til at seta
hann frá, tíansheldur teir
høvdu so frægt av virðing
fyri hinum partaeigarunum,
at kalla til eykaaðalfund.
Orsøkin til, at eg loyvi
mær at skriva hesa grein, er
fyrst og fremst at mótmæla
tí viðferð í nú fráfarandi
reiðari fær frá teimum sum
nú royna at vaska sínar
hendur.
Hesin maður hevur sein-
astu 15-20 árini havt leiðsl-
una av eini fyritøku, sum
hvat virðisøking viðvíkur
er óhoyrt. Eitt partabræv
uppá kr. 6.000,- gevur eiga-
runum 1.240.000,-.
Eg haldi hesin maður
hevur annað uppiborið enn
at vera brúktur sum alibi hjá
tykkum, sum ikki bert vóru
nøgd við virðisøkingina í
partabrøvum tykkara, men
eisini seldu til tað kvotu ið
átti at vera heimahoyrandi í
heimbygd tykkara.
Um bara tit høvdu átt eitt
gram
av
medvitið
og
ábyrgdarkenslu fyri tykkara
bygdafólki, hevði stoltleiki
sørvinga Vesturvón ikki í
dag siglt heim á sínum
»síðsta« túri.
Eg meti meg eisini sum
skattaborgara og sum part-
ur av teimum 27% ið settar
vóru í felagið, at hava rætt
til at bera míni sjónarmið
fram, sjónarmið sum flestu
bygdafólk eisini taka udnir
við.
– í sambandi við
almenna orðaskiftið
um rúsdrekkapolitikk
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Miðflokkurin fegnast um, at
ljós verður varpað á trupul-
leikarnar, sum standast av
ólógligari útskeinking av
rúsdrekka. Hesin trupulleik-
in er afturvendandi, og hev-
ur Miðflokkurin javnan reist
málið á Løgtingi fyri polit-
iskt at gera vart við støðuna.
Tað er ein royndur lutur, at
løgreglan hevur ein sera
týdningarmiklan leiklut í
rúsdrekkamálinum - bæði
fyribyrgjandi og at tryggja
lóg og landaskil, og tí eigur
løgreglan at fáa neyðugar ar-
beiðsumstøður fyri at kunna
røkja sína uppgávu til fulnar.
Tó undrast undirritaðu
tingmenn Miðfloksins á al-
mennu útsøgnir fútans, har
hann beinleiðis leggur seg
út í politiska orðaskiftið. At
fútin, sum umsitur útinn-
andi valdið, úttalar seg um,
hvussu føroyskir politikkar-
ar eiga at lóggeva, tænir ikki
hansara starvi og er við til at
máa støðið undan politiska
fyribyrgingararbeiðnum.
Vónandi hevur fútin mis-
tikið seg, tá hann alment
hevur sagt sína politisku
meining, og vónandi hevur
hansara politiska uppfatan
onga ávirkan á, hvussu hann
røkir sítt starv sum ovasti
leiðari løgreglunnar.
Miðflokkurin heitir á
løgregluna um at geva fyri-
byrgjandi arbeiðnum mill-
um
føroyskan
ungdóm
hægstu raðfesting, so ung-
dómur okkara kann liva
ungdómsárini uttan rúsfylt
umhvørvi.
Miðflokkurin
3. oktobur 2005
Yvirlýsing frá Miðflokkinum á Løgtingi