Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Heima situr svøltandi kráka Kjartan Kristiansen Í Starvsblaðnum nr. 9 í ár er rættiliga hvass-orðað ábreiðsla í móti Menn- ingar-stovuni. Inni-haldið er viðkomandi, tí ábreiðsl- an nemur við nakrar av teimum avbjóðingum, sum vit í Føroyum mugu taka upp í enn størri mun enn higartil, nevniliga • nýskapan og íverksetan • alheimsgerð • váðafúsan kapital. Tíverri taka atfinningarnar í Starvs-blaðnum ikki nevndu avbjóðingar upp í tí álvara, sum er neyðugur, men leggja Menningarstov- una undir ómoralskar ætl- anir. Tí má ábreiðslan svarast gjølligari, enn tað gerst í einum minutti í útvarpinum. Menningarstovan bjóðaði føroyskum fyri-tøkum á kunnandi fund um stovnan av vinnuligum virksemi í Baltalondum. Tey, sum lósu innbjóðingina, løgdu til merkis, at fundurin var ætl- aður virkjum, ið arbeiða við ætlanum um at víðka sítt virksemi til tey Balt- isku londini ella Eystur- evropa. Tað er ikki nakað nýtt, at føroysk virki royna at víðka sítt virksemi uttanlands. Fiskasølan í síni tíð, Vónin, AWI Boats og onnur hava gjørt tað, uttan at hetta hevur gingið út yvir før- oysku arbeiðsplássini - heldur tvørtur í móti eru hesi styrkt. Í flestu førum er tað betri marknaðar-atgongd, sum ger tað lønandi at víðka heimligt virksemi út um Føroyar. Forðingar í keyp- aralondum ella høgir flutn- ings-kostnaðir kunnu gera ein annars ólønsaman marknað lønsaman, og tað kann eisini verða lættari at veita viðlíka-halds- og um- vælingar-tænastur, um virksemi verður sett á stovn nærri ella á marknaðinum. Í øllum førum styrkir virk- semið uttanlands heimligu fyri-tøkuna. Í øðrum førum kann betri og bíligari innkeyp vera áhugamálið. Nógv mill- umlið frá rávørumarknaðin- um til føroyska marknaðin eru ikki altíð trygd fyri, at føroyski keyparin fær bestu vøru til sámuligastu prísir- nar. Tá kann virksemi nærri framleiðslulandinum geva fyritøku heima ein fyrimun á føroyska marknaðinum. Tað gerst sterkari í kapping- ini heima, og tað er ikki ókent, at okkara fyritøkur hava brúkt síni styrktu inn- keyp á okkara nærmarknað- um. Hvør skuldi trúð, at ein føroysk fyritøka kundi fara undir at selja dekk í Íslandi? Tað gjørdist ikki úr Føroy- um, men við at seta virk- semi á stovn í Íslandi, og virksemið heima er ikki vorðið verri fyri av tí. Í triðja lagi kann virk- semi, sum tað annars ikki er rúm fyri heima, verða sett á stovn uttanlands. Kappingin heima um rávøru, um dugnaliga arbeiðsmegi ella neyðuga tænastu kann gera tað meira lønsamt at víðka um virksemið hjá fyritøk- una uttanlands. Sum tað skilst kunnu vera nógvar góðar grundir til at víðka virksemi hjá føroyskum fyritøkum við at stovna vinnuligt virksemi í øðrum londum. Ein treyt er kortini fyri, at hetta kann eydnast, nevni- liga at virkið heima er løn- samt og tí ført fyri at taka við avbjóðingini um ný- skapan og alheimsgerð og tí eisini ført fyri at bjóða váðafúsum kapitali møgu- leika at fáa eins gott avkast sum í øðrum váða. Føroyska samfelagið hevur eina tíð verið í einum búskaparligum aldudali. Við hvørt hevur mótfall kenst fremri í huganum enn áræði og hugur at royna nýggjar leiðir. Vit á Menningarstovuni eru so heppin at hava rætti- liga gott samstarv við før- oyskt vinnulív og hava lagt til merkis eina jaliga gongd í nýskapan og íverksetan í samfelagnum. Tað hevði verið burturvið, um Menn- ingarstovan ikki stuðlaði hesi gongd og ikki fekk til vega kunning, ið lætti um vegin og gjørdi váðar minni. Vit eru eisini varug við, at hesar nýskapanir og íverksetanir hava eitt al- heimsgjørt rák í sær; og tað boðar frá góðum. Ólavur Rasmussen í Leirum, 3. oktober 2005 Mikudagin 14. september svaraði Jógvan á Lakjuni munnligum fyrispurningi á tingi um sjómanspresta- starvið í Hull. Á tingsins røðarapalli segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, at málið um sjómanspresta- starvið var meira fløkt enn onkur vildi gera tað til, tí at kirkjuráðið í Hull eisini gjørdi eina innstilling, tá ið setanin av sjómansprest- inum fór fram. Tað var heilt medvitandi, at undirritaði einki skrivaði um leiklutin hjá Hull í hes- um máli. Tað var, fyri at siga sum er, fyri at fáa onkran í felluna. Men eg hevði ikki roknað við, at landsstýris- maðurin í kirkjumálum fór at vera tann fyrsti at detta í hesa fellu. Sakin er tann, at kirkju- sókin í Hull hevur einki kirkjuráð við sjálvstøðugum innstillingarrætti. Sóknin í Hull hevur ein sokallaðan "hoyringarrætt", tá ið sjó- mansprestur skal setast, men hesin hoyringarrættur hevur ongan myndugleika samanborið við innstill- ingina, sum verður gjørd. Kirkjusóknin í Hull hevur eina nevnd, sum varðir av grunninum fyri sjómans- kirkjuna á staðnum. Tá ið Jógvan á Lakjuni, landsstýr- ismaður av tingins røðara- palli kallaði hesa nevnd eitt kirkjuráð er hetta heldur ikki í samsvar við sannleik- an. Talan er í hvussu so er ikki um eitt vanligt kirkju- ráð, tí at øll kirkjuráð í danska ríkinum hava inn- stillingarætt, tá ið presta- størv verða sett. Men hetta er, sum sagt, ikki galdandi í Hull. Eg veit, at landsstýris- maðurin í kirkjumálum ikki medvitandi segði ósatt, tá ið hann svaraði munnliga fyri- spurninginum. Onkur hevur ráðgivið honum í hesum máli. Men tað broytir ikki ta sannroynd, at landsstýris- maðurin gav politiska myndugleikanum og Føroya fólki eitt svar, sum í roynd og veru var ein lygn. Tá ið landsstýrismaðurin samstundis segði, at inn- stillingin í Hull gjørdi mál- ið fløktari enn onkur vildi vera við, kann eg ikki bara mær atkoma til ta niður- støðu, at mentamálaráðið hevur valt at yrkja um sannleikar, sum ikki eru til, í staðin fyri at geva skatt- gjaldaranum veruligt innlit í hvat veruliga fór fram tá ið sjómanspresturin varð settur. Hetta skilji eg væl, tí at málið er ógvuliga greitt, og tolir framvegis ikki dagsins ljós. At tað er neyðugt hjá onkrum at pella prógvar bert, at so er. Men eg festi framvegis mítt álit á, at landsstýris- maðurin í kirkjumálum sker ígjøgnum, so at nevnd- in, sum í síni tíð gjørdi álit- ið, aftur sleppur til verka. At pella seg burturúr úr hesi suppu ber rætt og slætt ikki til, men elvir bara til at málið júst endar sum ein óbetrandi fløkja. NB: Landsstýrismaðurin segði eisini, at verandi sjó- mansprestur í Hull var sett- ur í 4 ár. Hetta er heldur ikki sambæriligt við sann- leikan. Føroya landsstýri hevur, við verandi sáttmála, bundið seg til 3 ár, t.v.s. til 1. november 2005. At sjó- manspresturin hevur ein annan sáttmála við donsku sjómanskirkjuna er ikki okkara borð. Ikki pella Ber til at leggja stovn- ar út um landið, so leingi vit hava so smáar kommunur, at tær ikki hava førleika at umsita útløgd mál Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í kommunumálum Viknandi grundarlagið undir kommununum úti um landið krevur, at ferð má fáast á samanleggingar í størri øki, so førleikin til at umsita egin mál gerst veruleiki. Tað eru ov nógvir bæði lands- og kommunupolitik- arar sum eru nøgdir við gongdina, sum hon er hvørjari kommunu sær, hó- ast so gott sum eingin fram- gongd kemur til sjóndar. Ofta verður alt ov lætt gingið um, tá politikarar siga, at "vit leggja bara út til kommunurnar", hóast ein og hvør veit, sum kenn- ir støðuna og hugsar seg um, at hava hesar ikki ávísa nøktandi stødd, er eingin møguleiki at umsita. Krøv- ini til umsitingar økjast og økjast við ferð. Er støðan so góð Er tað nóg mikið at verða nøgdur við, at nøkur grund- øki verða útstykkja afturat í einum øki, og førleika- krevjandi arbeiðspláss, mentanar- og sosiala lívið ikki verður víðkað. Ella eitt virki, bert tí hetta skal geva nøkur arbeiðspláss, verður stovnsett, sum kanska ikki ber seg. Nú hoyra vit ofta komm- unupolitikarar siga, at "í okkara kommunu stendur væl til, hon er væl fyri". Ofta havi eg spurt, hvat hesir meina við. Er tað ein framtíðarkommuna, ella eitt framtíðarøki, sum stendur í stað ella gongur aftur í fólkatali men við einari tryggari bankabók. Annað enn góður vilji Ber til at leggja stovnar út um landið, so leingi vit hava so smáar kommunur, at tær ikki hava førleika til at umsita útløgd mál. Ella kundi ein hugsa sær, at tær stóru kommunurnar umsita teirra útløgdu mál, meðan landið ella tað landsal- menna umsitur málini fyri smærru kommunurnar. Alt letur seg gera, men henda skipan fer at gera tað nógv dýrari og meiri fløkt. - Tí verður tað heilt einfalt ikki gjørt, ikki tí viljin ikki er til staðar, men hetta er bæði ov kostnaðarmikið og hevur onga meining. Tað er tí neyðugt at leggja kommunurnar sam- an í hvørjum øki sær, fyri at fáa sterk umsitingarlig øki. Bæði lands- og komm- unupolitikarar eiga at síggja henda veruleika í eyguni og í felag skorða undir hesa samanleggingar- gongd. Fyrr hetta verður gjørt, tess skjótari koma vit á mál. Jú fyrr, tess skjótari kemst á mál