Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 190 - 6. oktober 2005 Frida Jacobsen, Leir- vík, andaðist á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, 100 ára gom- ul. Kistan fer av Røkt- arheiminum í Runavík hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Fridu, kunnu lata Leir- víkar kirkju eina pen- ingagávu, konto í Pen- ingastovnunum. Ragnhild Poulsen, ættað av Eiði, andaðist 4. oktober í Næstved, 64 ára gomul. Andlát og jarðarferðir NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kári Árting í býráðið Jógvan Arge, býráðslimur í Havn, hevur boðað frá, at honum berst frá at røkja starv sítt sum býráðsliur í meira enn samfullar 14 dagar. Næstur á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Tórshavnar Býráð er Kári Árting, og tekur hann tí sæti í býráðnum í Havn næstu tvær vikurnar. Býráðsfundur var hós- kvøldið 6. oktober kl 18. Leygardagin 24. sep- tember 2005 varð FM í Settlers í Bridgehús- inum í Havn. 21 lut- takarar vóru til kapp- ingina, og tvey komu víðari til heimsmeist- araskapinum í Sett- lers, sum verður í Essen í Týsklandi 14.- 16. oktober SPÆL Settlers er eitt spæl, ið nógv hava tikið til sín her í Før- oyum - bæði ung og gomul. So nógv at leygardagin 24. september 2005 varð tikið stig til eitt føroyameistara- skap í Settlers. Nummar 1 og 2 í kapp- ingini vinnu luttøku í heimsmeistaraskapinum í Settlers, sum verður í Essen í Týsklandi 14.-16. oktober 2005. Vinnari varð Reimund Langgaard í Leirvík, og nr. 2 varð Súsanna Joensen í Havn. Tey komu víðari til heimsmeistaraskapin í Ess- en. Spælt varð við altjóða reglum, og vórðu tær víðk- aðu útgávurnar av Settlers ikki nýttar. 21 luttakarar í aldrinum 18-35 ár vóru til kappingina. Atlantic Air- ways og Thomas Dam á Hálsi vóru høvuðsstuðlar av tiltakinum. Ikki færri enn 31 lond luttaka til hetta HM, eitt nú Japan, Taiwan, USA og Ísland. FM í Settlers: Súsanna og Reimund til heims- meistaraskapin í Essen Finalistarnir f.v.: Reimund Langgaard, sum bleiv nr. 1, Hildigerð Højgaard, Janus Kannuberg og Súsanna Joensen, sum bleiv nr. 2 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, omma, langomma og vermamma Jóna Eivilda Andreasen doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til sambýlið. Familjunnar vegna Hans Jacob og børnini Tað kom sum ein skelkur gjøgnum føroyska samfe- lagið, tá tíðindini bórust tann 6. oktober í 1992, at Sjóvinnubankin var farin av knóranum - og kortini varð bjargaður. Júst hesin dagurin, 6. oktober, var ímyndin av kreppuni, sum síðani rættu- liga fekk hvørkratak um føroyska samfelagið. Longu aftur í januar í 1993 var aftur galið _ og tá við báðum bankunum, Sjó- vinnubankanum og Føroya Banka sum seinni hetta várið vórðu lagdir saman í ein banka, har Fíggingar- grunnurin av 1992 átti allan partapeningin. Sosialurin hevði sum vera man hesi tíðindi sum høvuðssøgu og einastu søgu á forsíðuni hendan dagin. Blaðið skrivaði: »Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað ígjár frættist, at kreppu- loysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubankanum og Før- oya Banka« Helgi Fossádal, sum var stóri í Fossbankanum segði við blaðið, at hann harmað- ist tað, sum hent var, men at hann bert kundi vóna, at fólk nú aftur fingu álit á føroyska peningamarknað- inum, sum hann helt vera rættiliga tiltrongt. Atli Dam, løgmaður, segði við Sosialin, at talan var um eitt val millum pest og kolera. Løgmaður og Jógvan Sundstein, vóru nærmast á nátt róptir til Danmarkar at viðgera støð- una, sum bankarnir vóru komnir í. – Einhvør kann ímynda sær, hvørja avleiðingar tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, um annar av bankunum stongdi, segði Atli Dam í samband við ta avtalu, sum gjørd var mill- um danskar myndugleikar og landsstýri um at forða fyri, at Sjóvinnubankin stongdi. 13 ár síðani 6. oktober Forsíðan á Sosialinum 7. oktober 1992 Dagurin 6. oktober. Broderus. Ókent halgimenni.