hósdagur 6. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– men tað fara at
ganga millum 10 til
20 ár at loysa allan
basaltknútin til
fulnar
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Hetta sær sera spennandi
út. Eg haldi tað ber til at
siga, nú vit leysliga hava
hugt eftir seismikkinum,
sum varð skotin við Før-
oyar í summar, at hetta sær
lovandi út. Hetta sigur Sea-
mus Reilly, leiðari fyri
leitingini hjá Chevron á
Atlantsmótinum. Umboð
fyri feløgini, sum Chevron
arbeiðir saman við á Før-
oyaøkinum, Statoil, Dong
og OMV havt júst verið
saman á fundi í London,
har tey sóu og gjøgnum-
gingu nakað av seismikk-
inum, sum er skotin við
Føroyar í summar. Seamus
Reilly sigur tó, at enn er ov
tíðliga at gera nakrar neyv-
an niðurstøður, men við-
gongur samtíðis, at kvali-
teturin av data er sera góð-
ur.
– Vit síggja nú betur nið-
ur gjøgnum basaltið enn
áður, men til ber kortini
ikki at siga, at vit hava
rokkið málinum við hesum
kanningum aleina: nevni-
liga at loysa basaltknútin.
Endamálið við verandi
kanningum er fyrst og
fremst at síggja, hvussu
tjúkt basaltlagið ella løgini
eru. Trupulleikin er so tann,
at oftani liggja onnur løg
millum basaltfláir, og tað
eru hesi løgini, sum órógva
kanningarnar.
Chevron-
stjórin metir, at tað fara at
ganga millum 10 og 20 ár,
til basaltknúturin er loystur
til fulnar. Nú verður so
arbeitt miðvíst við at tulka
seismikkin, sum varð skot-
in á landgrunninum tætt
uppat markinum í summar.
Hetta arbeiðið verður liðugt
í mars næsta ár.
Nr. 190 • hósdagur • 6. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Seamus Reilly frá Chevron:
Seismikkurin á
landgrunninum
sær lovandi út
Seamus Reilly, oddamaður hjá Chevron: -Seismikkurin, sum skotin var við Føroyar í summar,
sær sera lovandi út
Mynd Jan Müller
Kortið vísir seismisku linjurnar, sum eru skotnar í
loyvinum hjá Chevron, Statoil, Dong og OMV í summar
(brúna økið) og sum síðani eisini ganga víðari inn á
loyvið hjá somu felagnum í bretskum øki (gulu teigarnir),
har Rosebankfundið varð gjørt
Kelda Chevron