hósdagur 6. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 190 - 6. oktober 2005
- Fíggjarmarknaðurin
heldur, at tíðin við
lágum oljuprísum er
farin, og tí keypir
hann olju inn undir
seg, sum verður lever-
að um eini 2, 3 ella 4
ár. Tað er í fyrsta lagi
stóri eftirspurning-
urin,sum trýstir prís-
irnar upp, men
ótryggleikin kring
um í heiminum eigur
eisini sín part av
orsøkini, sigur Teitur
Poulsen, búskapar-
frøðingur
OLJA OG PRÍSIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri skipaði Farec fyri
áhugaverdum seminari í
útvarpshøllini um oljuprís-
ir. Heitið á seminarinum
var, "Oljuprísirnir - enn ein
avbjóðing".
Hetta var ein fundur, sum
hevði stóran áhuga, tí olja
og oljuprísirnir nema okk-
um øll.
Fundurin
var
serliga
skipaður við atliti til fiski-
skipaflotan og annars sam-
felagið sum heild.
Við á seminarinum vóru
fólk, sum so ella so varða
av orku, brúka orku ella
hava áhuga fyri orku, og
millum hesi vóru eisini
umboð fyri eitt nú Føroya
Fiskimannafelag, Føroya
Reiðarafelag og umboð fyri
Føroya Skipara- og Naviga-
tørfelag.
Øll brúka vit orku kring
um í okkara húsarhaldum,
og tá ið vit fara í bilin,
bussin ella umborð á
strandfaraskipini.
Tað vóru búskaparfrøð-
ingarnir, Óli Samró, sum
stendur aftanfyri Farec,
Teitur Poulsen, sum starv-
ast hjá Faroe Petroleum og
Magni
Laksafoss,
sum
starvast við Fróðskapar-
setur Føroya, ið viðgjørdu
spurningin, hvussu olju-
prísirnir
kunnu
ávirka
fiskivinnuna og føroyska
búskapin komandi árini.
Vit hava áður lýst ein part
av tí, sum Óli Samró og
Magni Laksafoss høvdu at
bera fram.
Uppgávan hjá Teiti var at
meta um útlitini fyri olju-
prísunum í komandi tíðum,
og hann helt fyri, at sam-
felagið noyðist at laga seg
eftir einum høgum olju-
kostnaði í framtíðini.
Í síni viðgerð lýsti hann
eitt nú útboð, eftirspurning
og møguleikarnar at finna
nýggjar keldur.
Ymiskar meiningar
Teitur vísti á, at meiningar-
nar um, hvussu oljuprísirnir
verða í framtíðini, eru
rættiliga ymiskar - alt eftir,
hvør úttalar seg. Hann
segði, at teir daprastu spá-
dómarnir eru daprir, meðan
tey, sum ikki eru so svart-
skygd um gongdina, vænta,
at prísirnir verða at liva við.
- Daprastu spádómarnir
siga, at oljutunnan kann
fara at kosta einar 380 doll-
arar langt frammi í tíðini -
og aðrir siga 30-35 dollarar.
Skal eg geva eitt boð, vænti
eg, at prísurin fer at liggja
um einar 40-50 dollarar.
Tað er tó ógjørligt at meta
neyvt um hetta, tí gongdin
avhongur av so nógvum
ymiskum
viðurskiftum
kring um í heiminum.
Teitur segði, at prísvøkst-
urin í hesum umfari byrjaði
í 2003 - og tað mesta av tíð-
ini í ár hevur prísurin ligið
um 45 dollarar fyri tunn-
una.
Hann nevndi eisini olju-
sjokkini í 1973-74 og í
1979-80 og segði, at hóast
prísirnir nú eru rættiliga
høgir, seta teir ikki met.
- Prísirnir hava áður verið
hægri enn í dag, legði hann
aftrat.
Fíggjarmarknaðurin
Búskaparfrøðingurin
ásannaði, at tað er spekula-
tión, sum hevur skapt stóra
eftirspurningin á olju, og
hann ásannaði eisini, at ein
partur
av
orsøkini
er
ótryggleiki kring um í
heiminum.
-
Fíggjarmarknaðurin
heldur í løtuni, at tíðin við
lágum oljuprísum er farin,
og tí keypir hann olju inn
undir seg, sum verður
leverað um eini 2, 3 ella 4
ár. Tað er í fyrsta lagi stóri
eftirspurningurin,sum
trýstir prísirnar upp.
Hann segði, at eftirspurn-
ingurin, sum er í løtuni,
stendst ikki av, at nóg mikið
av olju ikki er á goymslu.
- Tað er nevniliga nógv
olja á goymslu, og tað er
eingin orsøk í løtuni at ótt-
ast, at oljan rennur undan.
Teitur vísti á, at tær stóru
oljukeldurnar vórðu funnar
í seksti-og sjeytiárunum,
men hóast nógv minni olja
eitt nú varð funnin í níti-
árunum, varð framleiðslan
næstan tvífalt so stór sum
oljan, ið varð funnin.
- Tað gongur verri og
verri at finna nýggjar olju-
keldur, men tøknin at fáa
oljuna til høldar, er nógv
betur, segði hann.
Saudi Arabia er heimsins
størsti oljuframleiðari, og
Teitur nevndi Ghwar-feltið,
Teitur Poulsen, Faroe Petroleum:
Spekulatión er orsøkin til stó
- Tað gongur verri og verri at
finna nýggjar oljukeldur,
men tøknin at fáa oljuna til
høldar, er nógv betur, segði
Teitur Poulsen,
búskaparfrøðingur
Mynd: Jens Kr. Vang