Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 190 - 6. oktober 2005 Nýtt ullvirki: Frá livandi seyði til liðugt plagg Herfyri keypti ein áhugabólkur spinna- ríið" hjá Monu" í Klaksvík. Ætlanin er, at taka táttin upp eftir Monu, sálu, við at granska og menna føroyska ull og ikki minst geva ungum og øðrum høvi at fáa innlit í føroyskt ull- og tógvvirki ULLVIRKING Anna V. Ellingsgaard Klaksvík: Eftir at spinnarí- ið hjá Monu Olsen í Klaks- vík hevur staðið tómt, síð- ani Mona fór fyri út við tveimum árum síðani, hev- ur ein áhugabólkur sett sær fyri, at taka táttin upp eftir Monu. Herfyri stovnaði bólkurin smápartafelagið Ullvirking, sum nú hevur keypt bygningin í Víkun- um. Í fyrstu atløgu kemur virksemið hjá bólkinum at taka støði í konseptinum hjá Monu, sum var at fram- leiða so dygdargott tógv, sum til bar, úr reinari før- oyskari ull. Sum frá líður, er eisini ætlanin at víðka um virksemið á spinnarí- num við skeiðum, ráðgev- ing, hugnaløtum og handli. Varðveita vitan Áhugabólkurin byrjaði longu at arbeiða við hug- skotinum fyri fýra árum síðani, og fyrstu tíðina var Mona sjálv við í ætlanini. Tað lá Monu serliga nær at hjarta, at skapa áhuga mill- um tey ungu fyri handfar- ing av ull og tí, hon kann brúkast til. Tí hevur áhuga- bólkurin, sum eitt tað fyrsta, sett sær fyri at taka upp samstarv við teir mongu ymsu handverks- skúlarnar í Klaksvík, so sum Tekniska Skúla, Før- oya Hondarbeiðsskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, Kvøldskúlan o. a. Við hjálp frá serkønum fólki, er so eisini ætlanin, at skipa fyri skeiðum av ymsum slagi. - At duga at handfara ull er als ikki nøkur sjálvfylgja longur. Eg trúgvi, at tað eru mong, sum als ikki vita, hvat tey skulu stilla upp við eitt seyðaskinn, sjálvt um tey kundu hugsað sær at virka tað til tógv. Tí er meiningin eisini, at fólk skulu kunna kom inn her at fáa ráð og vegleiðing, sigur Maria Klein, limur í áhuga- bólkinum og leggu afturat, at tað skal so lítið til, so er øll hendan vitanin farin fyri skeytið. Maria sjálv tók ofta eina hond við í arbeiðinum, tá Mona enn var virkin á spinnarínum, og fegnast nú um hendan møguleikan, at arbeiðið kann halda fram. Hon vísir á, at handfaring av ull er ein heil servísund í sær sjálvum, har góðskan á endaliga tógvinum er treyt- að av hvørjum einasta liði í gongdini, líka frá trivnaðin- um hjá tí livandi seyðinum. Ullaprát Nýggja virksemið á spinna- rínum fer eisini at virka sum ein menningarætlan, har granskað verður í ullini bæði fyri at betra dygdina og vita, hvørjir møguleikar liggja í framleiðsluni. - Tankin er, at fáa ullina so góða, at tað ikki er neyð- ugt at blanda annað uppí. Tað krevur vitan um ull og ikki minst evni til at velja tað góðu ullina. Tað kynstr- ið dugdi Mona sum fáur, sigur Olga Biskopstø, limur í áhugabólkinum. Afturat sær í bólkinum hava tey millum onnur ein bónda við hollari vitan um seyðaskinn og ull, umframt at onnur fakfólk eru til reiðar at traðka til. Ein annar liður í ætlanini er at geva almenninginum høvi at støkka inn á gólvið at fylgja gongdini líka frá at ullin verður nappað, til tað lidna noða liggur í handl- inum. Eisini skulu fólk hava møguleika at lata inn ull, sum so verður spunnin fyri fastan spinniprís. Tógvið verður spunnið og vundið á gomlu maskinun- um hjá Monu. Hesar standa enn, sum tær stóðu, og eru í sera góðum standi. Ætlanin er at spinna øll sløg av tógvi á gomlu maskinun- um, bæði dúnnappað, sam- fingið og skipstroyggju- tógv. Gongst sum ætlað, fer Ullvirking í gongd við virksemið tíðliga í vár. Tá er eisini ætlanin at hava ein lítlan handlil við tógvi, sum er spunnið á virkinum. Áhugabólkurin vónar eisini at taka upp samstarv við føroyskar sniðgevar at evna pløgg úr ullini og tógvin- um, har lidnu pløggini so verða sýnd fram í handlin- um. - Ein hugnaligan krók ætla vit eisini at hava onku- staðni, har fólk kunnu seta seg við einum kaffimunni og fáa sær eitt ullaprát. Hugskotini eru so nógv, so vit vóna, at vit við hesum kunnu gera okkara til at endurskapa áhugan fyri føroyskari ull, sigur Olga. Tær fáa sær eitt ullaprát, meðan Maria (t.h) leggur Olgu lag á at nappa. Sum frá líður er ætlanin, at eldri fólk kunnu koma inn á gólvið á spinnarínum at nappa og vónandi leggja teimum ungu lag á Ætlanin er at spinna tógvið á gomlu maskinunum hjá Monu, sum standa sum tær stóðu, og eru í sera góðum standi Maria kagar í ein av mongu sekkjunum við fíntnappaðari ull, sum Mona hevur nappað. Aftanfyri síggjast vindimaskinurnar