Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 • hósdagur • 6. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast hann hevur verið partur av før- oyska fótbóltsferða- lagnum einar hálvt- hundrað ferðir, so er spenningurin har framvegis, heldur Jens Martin Knudsen. Ikki minst, nú talan er um eina somikið forkunnuga ferð ÍSRAELS-FERÐ Jákup Mørk Tel-Aviv, Ísrael: Síðani fyrstu smáu fetini á altjóða pallinum, hevur Jens Mart- in Knudsen verið fastur fúsur í føroyska landsliðs- hópinum. Til samans man hetta hava givið einar hálvt hundrað uttanlandsferðir við liðnum, men av øllum hesum mundi ferðin til Ísrael hava verið tann longsta. - Tað er nokk einki at ivast í. Sjálvandi hava onk- rar ferðir til Kypros verið á leið eins drúgvar við mill- umlendingum og øðrum, men í kilometrum er hetta helst tann longsta. Og er tað framvegis so, at tú kortini gleðir teg at upp- liva nýggj lond og síggja nýggj støð kring alt Europa. - Skal eg siga akkurát sum er, so hevur stemning- urin hesa ferð verið heilt serligur. Líka síðani luta- kastið til undankappingina hevur tosið um ferðina til Ísrael tikið seg upp, so- leiðis av og á. Eg haldi ikki, at nakar av monnunum fyrr hevur verið í Ísrael, og tað er eisini eitt land, sum tey flestu kenna okkurt tilknýti til upp á onkran máta. - So vit eru allir spentir, haldi eg. Hetta er í øllum førum fyrstu ferð í nógv ár, at menn hava spurt eftir sight-seeing túri. Tað var kanska meira spennandi tey fyrstu árini. - Ja. Tá var alt jú so nýtt, og tú upplivdi nógv stuttlig støð, men tað hevur ikki verið so nógv brúkt í sein- astuni. Gott við eyka degi Eitt er, at møðin var stór, tá spælararnir loksins komu til Tel-Aviv. Annað er, at sama møðin sum skjótast skal fáa úr kroppinum, tí longu leygarkvøldið er stóra uppgávan á skránni. Sjálvur heldur Jens Mart- in, at tað serliga er til fyrstu venjingina, at hetta merkist. - Tað er tungt at koma ígongd, men eftir fyrstu venjingina. Men so haldi eg, at allir hava funnið sína rútmu aftur, soleiðis at fokuseringin av álvara verður vend móti dystinum. Tað haldi eg ikki plagar at vera nakar trupulleiki. Men tað er kanska ein fyrimunur, at tit fóru avstað týs- heldur enn mikumorg- un, soleiðis sum tit vanliga gera? - Tað er so einki at ivast í. Tað gevur betri tíð til alt á ferðini, og tað merkir nokk eisini, at vit koma at hava nakrar harðari venjingar, enn vit vanliga hava. So tað er í fínasta slag, at tað er lagt soleiðis til rættis hesa- ferð, helt Jens Martin at enda, áðrenn hann saman við restini av ferðalagnum steir inn í bussin, sum skuldi føra spælararnar seinasta pettið til heitu hotel-sengurnar. Tveir tímar seinni enn ætlað, kundi før- oyska fótbóltslands- liðið tørna inn á hotelli sínum í Tel- Aviv FERÐING Jákup Mørk Tel-Aviv, Ísrael: Sum um tað ikki var nóg mikið við teimum ætlaðu 18, so noyddist landsliðið at taka til takkar við, at enn tveir tímar vórðu løgdir oman á ferðingina, áðrenn troyttu spælararnir kundu tørna inn á Hotel Sheraton í Tel-Aviv. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at flogfarið, sum skuldi taka spælararnar úr Kastrup til Zürich, varð nakað seinkað. Tey flestu í ferðalagnum mundu bera ótta fyri, at talan skuldi verða um eina yvirnátting í Sveis, tá tað umvegis hátal- ararnar ljóðaði, at ferða- fólk, sum skuldu víðari til Tel-Aviv, skuldu seta seg í samband við móttøkuna beinanvegin, sum lent varð. Men so galið gjørdist tað tó ikki. Alt fyri eitt fekk ferðalagið boð um, at tey skuldu skunda sær yvir í Airbussin, sum skuldi føra ferðalagið víðari, og nakað seinni kom so eisini við- førisvognurin við øllum kuffertunum, soleiðis at einki restaði í, tá flogfarið loksins fór á flog. Og so var bara aftur at bíða. Ferðalagið, sum nú var fullmannað, var nú av álvara um at møðast, men nakrir tímar vóru kortini eftir. Ikki fyrr enn um fimm-tíðina lokala tíð, t.e. kl. 3 í Føroyum, kom buss- urin við spælarunum til hotellið, og einki er at ivast í, at teir hvør sum ein tørn- aðu beint í song. Mikumorgunin fingu teir so loyvi at sova leingi, men nakað fyri døgurða var út- purring á skránni. Mikudagin seinnapartin stóð so fyrsta venjingin á skránni, og her mugu spælararnir so fara at venja seg við tungu luftina í bý- num. Um dagin liggur hitin um tey 30 stigini, men hóast dysturin verður spældur á kvøldi, so er talan hóast alt framvegis um 24 stig, og við høga vætuinnihaldinum í luftini kann tað tí framvegis gerast meira enn heitt hjá okkara monnum til ta tíð. Ferðin gjørdist enn drúgvari Hava glett seg til Ísraels-ferðina Føroyski landsliðsvenjarin legðist sjálvandi afturat hópinum í Kastrup. Her sæst hann saman við Óla Holm, FSF-formanni, og Simuni Samuelsen Tað sigur helst nakað um spenningin til ferðina, at menn aftur eru farnir at spyrja eftir sight-seeing ferðum, heldur veteranurin í føroyska hópinum