hósdagur 19. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
STEFAN Í SKORINI
Mentanargrunnur Landsins
er komin ístaðin fyri Ment-
unargrunn Føroya Løgtings,
sum nú er avtikin. Lands-
stýrismaðurin í undirvísing-
ar- og mentamálum hevur
tilnevnt nýstovnaða grunn-
inum fimm nýggjar nevnd-
arlimir Teir føstu limirnir
eru Rói Paturson, sum er
formaður, næstformaður er
Hanus undir Leitinum,
meðan Urd Johannesen,
Kirsten Brix og Eyðun
Johannessen eru vanligir
limir.
Eftir gomlu kunngerðini
vórðu tríggir limir valdir av
Løgtinginum, ein av Lands-
stýrinum og ein varð valdur
av Listafólkasambandi Før-
oya, men nú verða allir
valdir av landsstýrismann-
inum.
Varalimirnir í nýggju
nevndini eru Marianna
Debes Dahl, Brandur Øss-
urson, Elin Súsanna Jacob-
sen, Marjun Berg og Birgir
Kruse.
Býta út í næstu viku
Fundurin týsdagin var bara
ein óformligur fundur, har
nevndin umframt varalim-
irnir vórðu savnað. Eingin
stór avgerð varð tikin á hes-
um fundi, men nøkur smá-
ting skuldu fáast uppá pláss,
áðrenn farast kann til verka
av álvara.
Tey arbeiða undir eini
nýggjari kunngerð, sum
varð kunngjørd 21. septem-
ber í ár og varð sett í gildi
dagin eftir. Nevndin er eis-
ini nýggj og skal leggja seg
til rættis fyrst.
Til fundin í næstu viku
eru 26 umsóknir komnar
nevndini í hendi, og tá verð-
ur avgjørt, hvørjar umsóknir
verða gingnar á møti, og
hvørjar verða lagdar til viks.
Paulivar Andreasen, sum
hevur verið skrivari í
nevndini í fleiri ár, sigur, at
vanligt er, at eini 10-15%
av umsóknunum fáa avslag,
meðan øll restin fær pening
játtaðan.
Eftir nýggju kunngerðini
skal ein tíðarfreist fyri um-
sóknir setast. Henda tíðar-
freist er ikki lýst enn, men
hetta verður tikið upp á
næsta fundinum týsdagin.
Fyrr varð arbeitt soleiðis,
at nevndin hevði seks fundir
um árið, og tá varð støða
tikin til tær umsóknir, sum
vórðu komnar inn síðan
seinasta fund. Paulivar
Andreasen sigur, at í fjør
komu 240 umsóknir inn, og
tað eru 40 til hvønn fundin.
Játtanin í ár hevur verið
2,5 milliónir krónur, og hon
hevur verið spakuliga vaks-
andi
seinastu
árini.
Í
kreppuárunum varð skorin
Nýggi Mentanargrunnurin
farin til verka
Nývalda nevndin í Mentanargrunni Landsins hevði sín fyrsta fund týsdagin. Hetta var ein óformligur fundur, men fyrsti
fundurin eftir nýggju kunngerðina
STEFAN Í SKORINI
Arbeiðsfólk frá Pihl & Søn
hava seinastu mánaðirnar
arbeitt við at breiðka molan
í Havn. Hetta arbeiðið er nú
liðugt, og seinastu maskin-
urnar eru rullaðar av staðn-
um, og arbeiðsfólkið hevur
pakkað saman.
Enn er asfalt ikki lagt á
nýggja økið av molanum,
men tað var heldur ikki við
í tilboðnum. Avtala er gjørd
ein hálv millión av.
Peningur verður játtaður
Mentanargrunni Landsins á
fíggjarløgtingslógini.
Nevndin umsitur sjálvstøð-
ugt játtanina og aðrar inn-
tøkur, og ger sjálv av,
hvussu nógvar starvslønir
verða latnar um árið.
Hann heldur ikki, at ar-
beiðsgongdin má broytast
nógv, nú nýggj kunngerð er
sett í gildi. Paulivar hevur
avgreiðsluna um hendi, og
hon verður nakað tann sama
sum áður, men tó eru nakrar
broytingar.
Molin verður handaður
Pihl & Søn er lið-
ugt við arbeiðið at
breiðka molan, og
í dag verður ar-
beiðið
handað
umboðum frá bý-
ráðnum og Tórs-
havnar Havn, sum
hava goldið hvør
sín helming av
kostnaðinum
við Landsverkfrøðingin um
at asfaltera økið.
Tað, sum enn liggur á
láni, er, at umboð frá bý-
ráðnum og Tórshavnar
Havn skulu kanna arbeiðið
nærri og tryggja sær, at alt
er væl úr hondum greitt.
Hetta verður væntandi eing-
Skulu menna
mentanarlívið
Nevndin kann játta lista-
fólkum starvsløn upp til trý
ár. Eisini kunnu tvær starvs-
lønir verða latnar, sum eru
galdandi í eitt ár. Til ber
eisini hjá nevndini at lata
starvslønir niður í ein mán-
að. Ein starvsløn svarar til
eina læraraløn í fólkaskúl-
anum á lønarstigi 21, stig
1.
Eftir gomlu kunngerðini
kundi nevndin ikki lata
starvsløn í meira enn tveir
mánaðir, men um serligar
umstøður talaður fyri tí,
kundi starvslønin verða
galdandi í fýra mánaðir.
Eftir nýggju kunngerðini
hevur nevndin sostatt fingið
víðari ræsur at lata listafólki
stuðul.
Paragraf 4 í nýggju kunn-
gerðini sigur, at »endamálið
við starvslønunum er at
geva listafólkum og øðrum,
ið takast við mentanarligt
virksemi arbeiðsnáðir í eitt
ávíst tíðarskeið at starvast
burturav við listarligum ella
øðrum mentanarligum ar-
beiði«.
Umframt starvslønir kann
grunnurin
eisini
stuðla
bóka- og fløguútgávum,
men hægst 30% av útgávu-
kostnaðinum.
Nevndin kann lata íverk-
setanarstuðul, sum serliga er
ætlaður ungum listafólkum,
og stuðul til ymiskar verk-
ætlanir.
Allar umsóknirnar skulu
lúka ávísar treytir, ið settar
verða, og tey, sum fáa stuð-
ul, skulu lata nevndini rokn-
skap og fráfreiðing, tá til-
takið er av.
Fyrsti fundurin hjá nýggju nevndini í Mentanargrunni Landsins var týsdagin uppi í
Mentamálastýrinum, har allir limirnir vórðu komnir til fundar Mynd: Jens Kr. Vang
in trupulleiki, og arbeiðið
verður óivað góðkent.
Tað er Tórfinn Smidt,
sum er formaður í Havnar-
nevndini hjá býráðnum,
sum á samkomu í morgin
alment skal taka ímóti ar-
beiðnum.
Enn er ikki heilt greitt,
hvør kostnaðurin verður, tí
arbeiðið við tølunum er ikki
heilt liðugt enn. Kostnaður-
in fer at liggja um 40 milli-
ónir krónur, men tað tað
neyva talið er ikki klárt
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 201 - 19. oktober 2000
JB-BILAR
Tel. 315017 - 215017
Brúktbilasølan
JB-BILAR
JB-BILAR
Hoyvíksvegur 66 - Postsmoga 253 - FO-110 Tórshavn
Tel. 217566 & 217567 - Fax 318722 - E-mail: jb-bilar@post.olivant.fo
Innfluttir bilar verða handaðir nýsýnaðir við 3. mðr. garanti!
Myndir og upplýsingar annars kunnu fáast við posti ella e-mail
Audi - BMW - Ford - Mercedes - Opel - Volkswagen
3,0 6-cyl. 147 hk, árg. 1992, 152.000 km, svartmetallic.
Bilurin er innfluttur brúktur úr Týsklandi og er í sera
góðum standi
Mercedes 300 turbodiesel
2,5i 6-cyl. 170 hk, árg. 89/90, 185.000 km, grámetallic.
Bilurin er innfluttur brúktur úr Týsklandi og er í sera
góðum standi
BMW 325i
1,6 4-cyl. 80 hk, árg. 1991, 137.000 km, blámetallic.
Bilurin er til sølu fyri kunda
MVW Passat turbodiesel
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Hálsar lands-
stýrið um?
Í dag er ein vika til næsta samráðingarumfar
millum landsstýrið og stjórnina um fullveldisætl-
anina hjá landsstýrinum. Men nú er líkt til, at
flokkanir landsstýrinum draga ikki somu línu. Tað
vísa greinirnar í Dimmalætting og í Sosialinum
og sendingin Føroyar í dag í Útvarpinum týs-
kvøldið.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN heldur í øllum førum
alment fast um fullveldisætlanina. Tað sama ger
løgmaður, og tað má hann í øllum førum gera, til
landsstýrið alment boðar frá, at landsstýrið broytir
samráðingarætlan. Hinvegin tykist vera greitt, at
tað er gingið upp fyri Fólkaflokkinum, at tað ber
ikki til at røkka upprunaligu fullveldisætlanini. Ser-
liga tá stjórnin tvíheldur um eina 4 ára langa
skiftistíð. Tað er neyvan av tilvild, at tveir lands-
stýrismenn hjá Fólkaflokkinum hava sagt alment,
at fullveldisætlanin má koppast á, hóast enda-
máið er tað sama - at skipa Føroyar sum full-
veldisríki.
Í grundini merkir henda áskoðanin, at landsstýrið
hálsar um, og fer eftir eini loysn, sum minnir um
uppskot Javnaðarfloksins og er ein „stig fyri stig-
ætlan“. Sambært keldum hjá Sosialinum skal
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismál-
um, hava ásannað, at neyðugt er helst at broyta
samráðingarætlan. Hann dugur óivað at skilja,
at semja verður ikki um fullveldisætlanina í lands-
stýrinum, og harafturat fer føroyski veljarin heldur
ikki at taka undir við henni. Ta hava í øllum førum
fleiri meiningarkanningar víst.
SO er spurningurin, hvat „tann harða kjarnan“ í
Tjóðveldisflokkinum sigur. Vil hon hava alt ella
einki - tað merkir: fer hon góðtaka, at vit koma
eitt stórt stig á sjálvstýrisleið? Ella heldur hon
fast um fullveldisætlanina sum tann einasta
møguleikan?
TRÍGGJAR samráðingar hava verið og føroyska
samráðingarnevndin kann ikki koma einaferð
afturat sum av torvheiðum. Nú skuldi eisini borið
til at komið longur framá, tí tann stóri spurn-
ingurum um skiftistíðina - sjálvur trupulleikin - er
tikin úr samráðingunum.
Løgmaður roynir sjálvandi at halda fast um sam-
gonguna, tí um Tjóðveldisflokkurin fer burtur úr
við tí grundgeving, at hann fær ikki nóg mikið av
sínum politikki í einum samráðingarúrslitið, so
verður fullveldismálið ella tjóðskaparspurningurin
framhaldandi eitt sokallað rumbulsmál. Tí roynir
løgmaður at halda fast um Tjóðveldisflokkin.
Hinvegin veit bæði løgmaður - og Tjóðveldis-
flokkurin - at løgmaður hevur ein annan meiriluta
í Løgtinginum fyri eini hóvligari loysn, sum Javn-
aðarflokkurin, meirilutin í Fólkaflokkinum, Sjálv-
stýrisflokkurin og Miðflokkurin kunu taka undir
við. Løgmaður fer sjálvandi sum longst at halda
seg til verandi ætlan, men spurningurin er, um
hann ikki eisini vil vera hann, sum flutti Føroyar
longur fram móti veruligum sjálvstýri, og tí saðlar
um, um verandi tilgongd dregur út. Men løgmaður
má gera sær greitt, at tíðin styttist.
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Viðmerkingar:
Sangskúli Føroya
At íslendingar eru eitt
syngjandi fólk, vita øll, sum
hava havt samband við
grannatjóð
okkara
fyri
vestan. Ikki minst hugtiknir
hava føroyingar verið av
teim manskórum, sum hava
vitjað hendavegin, og nøvn
sum Stefan Islandi, Guð-
mundur Jónsson og so
mong onnur hava verið
sanghugaðum fólki her
kunnug.
Men tað er í seinni árum,
at sanglívið, fyrst og fremst
í Reykjavík, men so við og
við eisini úti um alt Ísland,
rættiliga hevur tikið dik á
seg. Orsøkin til hesa menn-
ing var stovnanin av Sang-
skúlanum í Reykjavík og
um sama mundið fyri fjórð-
ingsøld síðan av Óperu Ís-
lands. Eyðsæð er, at slík
megnarstig hvíla á fleiri
herðum; men tað er ikki at
taka nakað frá nøkrum at
nevna tvey nøvn burturúr:
Ólöf Kolbrún Harðar-
Vit vistu, at føroyskt flagg
og mál, tíbetur, hava gott
pláss innast í hjartanum á
Jóannesi Eidesgaard. Men
Jóannes, bæði flaggið og
málið vilja sleppa út at
dóttir og Garðar Cortes.
Ikki bert hava tey bæði
skarað framúr sum sangar-
ar á altjóða stigi, men hava
eisini lagt lív og sál í hetta
at menna og skapa gróðrar-
líkindi fyri framkomnum
sanglívi í heimlandinum.
Nú er tað so heppið, at hesi
bæði listafólkini hava fingið
tokka til Føroya land og
fólk og eru sinnað við støði
í teirra royndum og førleika
at leggja orku í at hjálpa
okkum at fáa í lag før-
oyskan sangskúla eftir ís-
lendskum mynstri og í
fyrsta umfari sum deild av
teirra virksemi í Reykjavík.
hvønn týdning og hvønn
íblástur eitt slíkt stig kann
fáa fyri tey sangevni og tann
sanghug, sum búgva í okk-
ara fólki, er lætt at ímynda
sær. Ólöf og Garðar hava
havt tvey sangskeið saman
frammanundan, og skeiðið
nú 8.–15. november er fyrst
og fremst ætlað næmingum,
sum eru sinnaðir at taka við
einum veruligum sang-
skúlatilboð eftir nýggjár,
sum við 4-5 lærarum og
undirvísing í sangi, hoyri-
læru og tónleikakunning er
ætlað at hava í trimum
skeiðumførum fram móti
summarfrí næsta ár.
Skeiðtilboðið hesaferð er
einatímar ella tvey og tvey
saman um tíman, og verður
tá mælt til 3 ferðir hálvan
tíma yvir vikuna. Eisini
kunnu upp til 5 næmingar
vera saman um tímar í radd-
arvenjing, eitt tilboð mest
til tey ungu í 14-18 ára aldri.
Leygardagin og sunnu-
dagin seinnapartar 11. og
12. november verður kór-
sangur, har álagt verður øll-
um sangnæmingunum at
verða við.
Kostnaður: 250 kr. um
tíman at býta eftir luttakara-
tali og harafturat 100 kr. fyri
kórsangin báðar dagarnar.
Undirvísingarstøð:
Tórshavnar Musikkskúli á
Frúutrøð fyrrapartar og
barakkirnar
niðan
fyri
gamla Realskúlan seinna-
partar og kvøld. Kórsangur-
in verður í Kommunuskúla-
høllini.
Undirvísingartíðir:
10.00-13.00, 14.30-18.00,
og um kvøldini eftir kl.
20.00 verður sangundirvís-
ing ella samsangur eftir
tørvi.
Tað eru enn pláss til
nýggjar næmingar. Meldið
tykkum hjá Petru Iversen í
Kvívík og tá helst gjøgnum
teldupost
–
adressa:
petra@post.olivant.fo – í
seinasta lagi mánadagin
30. oktober.
Skeiðsgjaldið sambært tí
tímatali, sum avtala verður
gjørd við Petru um, verður
innan skeiðið at flyta á
konto í Føroya Sparikassa
nr. 9181M130M292M4.
Ólavur Hátún
og
Petra Iversen
blaktra frítt, blaktra frítt,
blaktra frítt og ljóða frítt,
ljóða frítt, ljóða frítt. Tað eru
144 ár síðan kongligi
einahandilin varð avtikin, er
tað ikki upp á tíðina, at vit
Misupplýsing
koma út við okkara inni-
spunna tógvi? Út at blaktra
og ljóða so tað rungar í?
Jóannes, tú segði at tað
stendur í Heimastýrislógini,
at vit eru ein tjóð. Men tú
segði ikki alt (og John
Sigurð læt teg sleppa), tí tú
gretti ikki, at tann danski
teksturin,
sum
okkara
danska stjórn gongur eftir,
IKKI SAMSVARAR við
tann føroyska,: hann sigur
ikki, at vit eru „en nation“
ella „et folk,“ men „et folke-
samfund“ - eitt orð sum er
uppfunnið til Heimastýris-
lógina, tí teir ráðandi í Dan-
mark sum enn hava evsta
vald í Føroyum, ikki vilja
viðurkenna okkum sum
annað enn eitt serligt slag
av norðurdanskarum - tað
er jú argumentið fyri at teir
eiga at hava buktina og báð-
ar endarnar. Tey ungu vita
ikki av sær sjálvum av hes-
um, teimum tørvar upplýs-
ing. Men í samrøðuni mill-
um Jóannes Eidesgaard og
SVF týskvøldið fingu tey
misupplýsing um, hvat
Heimastýrislógin sigur um
føroyskan tjóðskap. Er tað
ikki ábyrgdarleyst, SVF og
Eidesgaard, at breiða van-
kunnleika út? Vit gomlu,
sum kenna tekstin, fingu ein
trega í sálina og undraðu
okkum enn eina ferð.
Turið Sigurðardóttir