hósdagur 19. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 201 - 19. oktober 2000
Nr. 201 - 19. oktober 2000
– Tað er ongin or-
søk til at finnast at
grindadrápi útfrá
einum siðsemilig-
um sjónarmiði,
sigur formaðurin í
danska djórasið-
semiráðnum
Áki Bertholdsen
– Grindadráp í Føroyum
kann ikki samanberast við
tað, sum fer fram á einum
donskum sláturvirki.
– Men í Føroyum er nógv
gjørt fyri at bøta um grinda-
drápi.
Tað eru danskir djóraser-
frøðingar samdir um.
Spurningurin um grinda-
dráp hevur aftur verið til
umrøðu í Danmark.
Men hesuferð hevur um-
røðan verið á hægsta stigi - í
sjálvum Fólkatinginum.
Málið tók seg upp herfyri,
tá
ið
fólkatingslimurin,
Aase D. Madsen úr Dansk
Folkeparti, vildi hava Frank
Jensen, lógmálaráðharra, at
svara nøkrum spurningum
um grindadráp.
Fólkatingslimurin
vildi
hava at vita, um tað bar til
hjá lógmálaráðharranum at
vátta, at føroyingar hava
bøtt um grindadrápið tey
seinastu árini.
Hon vildi eisini hava at
vita, um drápshátturin nú
kundi samanberast við mát-
an, sum stór djór vórðu drip-
in uppá á donskum slát-
urvirkjum.
Og at enda spyr hon um
eisini djóralæknar, gransk-
arar og djórasiðseminevnd-
in góðtaka grindadráp, so-
leiðis sum tað nú fer fram.
Í einum rættiliga drúgv-
um svari hevur lógmálaráð-
harrin biðið Føroya Lands-
stýrið um eina frágreiðing.
Men harumframt hevur
hann eisini biðið danska
Djóraverndarfelagið,
danska Djóralæknafelagið
og
djórafrøðingin,
Karl
Kinze á danska Djórasavn-
inum siga sína meining um
grindadráp
At enda bað hann Christ-
inu Lockyer frá fiskirann-
sóknarstovuni,
siga sína
meining um grindadráp.
Men hvørki hon, ella Djóra-
læknafelagið hava svarað.
Drápið nógv batnað
Allir teir tríggir serfrøðing-
arnir, sum hava svarað, eru á
einum máli um, at grinda-
dráp kann ikki samannerast
við støðuna á einum donsk-
um sláturvirki.
Teir halda, at grindadráp
eigur heldur at samanberast
við veiði.
Danska
Djórasiðsemi-
nevndin hevur ikki viðgjørt
grindadráp.
Men formaðurin í felag-
num, Peter Sandøe, gransk-
ingarprofessari, vísir á, at
tey seinastu árini er nógv
gjørt fyri at bøta um grinda-
drápið. Bæði skulu hvalvág-
ir góðkennast og tær verða
hildnar viðlíka. Samtundis
er hvalváknið bannað og ein
nýggjur grindakrókur er
mentur
Annars heldur hann, at
grindadráp skal samanber-
ast við veiði og tað kann
ikki samanberast við tað,
sum fer fram á einum slát-
urvirki.
– Slátridjór verða ald og
kunnu flytast á sláturvirki
og verða dripin undir skip-
aðum umstøðum.
– Hinvegin verða hvalir-
nir fangaðir livandi og síð-
ani dripnir.
– Men tað merkir eisini, at
trupulleikin við lamskotn-
um djórum ikki kann sam-
anberast við vanliga veiði.
Hann vísir eisini á, at
grindahvalur er ikki eitt hótt
djóraslag.
Hann sigur eisini, at verð-
ur rætt atborið, tykist dráps-
hátturin at vera rættiliga eff-
ektivur.
Í hesum sambandi vísir
Frank Jensen, lógmálaráð-
harri, á, at nýggjar kanning-
ar hava víst, at heilin á hvali
fær blóð ígjøgnum æðrar,
sum liggja tætt rundanum
mønuna og ikki ígjøgnum
pulsæðrar í hálsinum.
– Tí er mønustingurin als
ikki ein so ómenniskjans-
ligur drápsháttur, sum nógv
hava hildið, tí samstundis
verða blóðæðrarnar til heil-
an skornar av, og hvalurin
missir tí vitið við tað sama
og følir tí heldur ikki pínu.
Formaðurin í djórasið-
seminevndini sigur,
at í
grundregluni kann grinda-
dráp samanberast við at
slakta eftir tí serliga jødiska
og muslimska mátanum.
– Men tveir høvuðsmunur
eru kortini mótvegis átrún-
aðarligum slakti, tí har verð-
ur dýrið dripið í eini handa-
vending við einum einasta
skurði.
– Men tá ið hvalur skal
skerast á háls, kann tað
verða neyðugt at skera
longri og at skera fleiri ferð-
ir, áðrenn lívið fæst av hon-
um.
Samanumtikið
heldur
hann, at enn meiri kann ger-
ast fyri at bøta um grinda-
drápið, eitt nú við at læra
fólk at skera á háls.
– Men tað kann eisini bøt-
ast nógv um mátan, sum
danir brúka djór uppá.
– Útfrá einum djórasið-
semiligari áskoðan,
haldi
eg, at gongdin í Føroyum er
sera positiv, har grindamenn
sjálvir royna at bøta um
drápsháttin og at gera hann
tíðarhóskandi.
– Eg haldi ikki, at tað er
nakar serligur munur á
grindadrápi og øðrum, góð-
takiligum brúki av djórum.
– Og útfrá einum djóra-
siðsemiligum
sjónarmiði,
haldi eg ikki, at tað er nøkur
orsøk til at finnast at grinda-
drápi, sigur Peter Sandøe.
Eisini
djórafrøðingurin,
Karl Kinze vísir á, at dráps-
hátturin er nógv batnaður og
at ávísur reiðskapur er bann-
aður, ella munandi avmark-
aður.
Hann heldur ikki,
at
grindadráp er ein djóra-
frøðiligur spurningur, men
at tað er ein spurningur um
áskoðan.
Danska djóraverndarfel-
agið sigur, at í grundregluni
eru tey ikki ímóti, at villini
súgdjór verða gagnnýtt.
– Men tað skal gerast for-
svarliga.
Og felagið heldur ikki, at
grindadráp er forsvarligt, tí
hvalurin verður strongdur,
hvalvákn og krókur verða
brúkt og at hvalur ikki skal
drepast frá báti.
Men danski lógmálaráð-
harrin vísir júst á, at hval-
váknið er bannað og at tað
bara er í heilt serligum føri,
at tað er loyvt at drepa hval
frá báti.
Hann vísir eisini á, at al-
tjóða hvalaveiðifelagsskap-
urin,
IWC,
viðurkendi í
1995
tær
ábøtur,
sum
grindadrápið hevur verið
fyri.
Danskur djóraserfrøðingur
gevur grønt ljós fyri grindadrápi
Tað er ongin orsøk til at
finnast at grindadrápi, sigur
hin kanska fremsti, danski
serfrøðingurin í djórasið-
semi. Hann sigur, at verður
rætt atborið, tykist dráps-
hátturin at vera rættiliga
effektivur
EDVARD JOENSEN
Stóra ferðavinnukanning-
in,
sum
Bornholms
Forskningscenter hevur
gjørt í Føroyum, varð
løgd fram á tíðindafundi
beint eftir, at blaðið fór
til prentingar mikudagin.
Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráð Føroya, sigur í
viðmerking til Sosialin, at
kanningin vísir, at før-
oyska ferðavinnan er í
spakuligari, men støðug-
ari menning. Hann metir
avgjørt frundarlag vera
fyri teimum útbygging-
inum, vit í løtuni síggja
innan ferðavinnuna. Eitt
nú nýggja Norrønu og eitt
flogfar aftrat til Atlants-
flog.
Eisini eru onnur feløg,
sum hava rutur hendan-
veg, til dømis Maersk Air,
sum koma við nýggjum
og víðkaðum ferðatilboð-
um til føroyingar.
Tað eru tey bæði Char-
lotte R. Rassing og And-
ers Sørensen frá Born-
holms Forskningscenter,
sum hava gjørt kanning-
ina.
Kanningin vardi eitt ár.
Frá 15. maj 1999 til 14.
mai 2000. Kanningin
Ferðavinnu-
kanningin
framløgd
Kanningin, sum Bornholms
Forskningscenter hevur gjørt av
føroysku ferðavinnuni, varð fram-
løgd mikudagin
vísti, at 38.500 fólk ferð-
aðust til Føroya hetta árið.
Tað eru øll íroknað. Van-
ligir turista, vinnuferð-
andi, fólk, sum komu at
vitja skyldfólk, og hvat nú
kann vera.
Grundarlagið
undir
kanningini eru spurningar
sum settir eru 1.556 tu-
ristum og 2.184 fastbúgv-
andi føroyingum.
Fremmandafólkini
hava svarað uppá, hví tey
valdu Føroyar sum ferða-
mál. Hvørji tey eru.
Aldur, útbúgving, sosiala
støðu og mangt annað.
Hvussu tey hava ferðast
hendanveg,
hvar
og
hvussu tey búðu, hvørjum
tey hugdu at í Føroyum
og eina rúgvu aftrat.
Føroyingarnir í kann-
ingini hava sagt frá,
hvussu teirra ferðamynst-
ur er. Um tey ferðast í
Føroyum, fara uttanlands
og so framvegis.
Heri Niclasen sigur
annars, at Ferðaráð Før-
oya tann 27. oktober fer
at kalla føroysku ferða-
vinnuna saman til ein so-
nevndan ferðavinnudag,
har úrslitið av kanningin
verður meira nágreiniliga
viðgjørt.
Sigla ikki við Brimli
Maskinmeistarafelagið hevur nú boðað frá, at tað
noktar limum sínum at sigla við nýggja vaktar- og
bjargingarskipinum BRIMLI so leingi, sum sáttmála-
viðurskiftini ikki eru komin í rættlag.
Hetta forboð forðar tó ikki limum felagsins at gera
arbeiði umborð, meðan skipið liggur við bryggju.
Standa nógv sterkari
tá ið vit skulu
verja grindadráp
ÁKI BERTHOLDSEN
Umrøðan,
sum
danska
Fólkatingið herfyri gav
grindadrápi hevur sera stór-
an týdning fyri føroyingar.
Tað heldur Justines Ol-
sen, djóralækani.
Í nógv ár hevur hann ver-
ið undangongumaður í ar-
beiðnum at bøta um dráps-
háttin.
Og hann heldur, at tá ið
vit skulu verja grindadrápið,
styrkir tað munandi um
støðu úteftir, at so mætir og
viðurkendir menn sum Pet-
er Sandøe halda, at tað er
ongin orsøk til at finnast at
grindadrápi útfrá einum sið-
semiligum sjónarmiði.
Tað var í kjalarvørrinum
á vitjanini hjá tiltikna um-
hvørvisverndarmanninum.
Paul Watson í Føroyum í
summar, at danski fólka-
tingslimurin, Aase D. Mad-
sen úr Dansk Folkeparti,
reisti málið á fólkatingið,
sum vit hava greitt frá á síðu
5.
–Hetta var so ein óvænt-
aður eykavinningur, sum vit
fingu burturúr vitjanini hjá
Paul Watson. Og hetta var
eitt av teimum fáu úrslit-
unum, sum vit kunnu takka
honum fyri, heldur Justines
Olsen.
At so Dansk Folkeparti
tekur málið upp, er eitt úrslit
av eini grein, sum Trygvi
Johansen á føroysku við-
skiftastovuni skrivaði í Jyll-
andsposten í juli í summar,
har hann vardi rætt okkara
at drepa grind.
Stóran týdning
Hann vísir á, at m.a. Peter
Sandøe er ein viðurkendur
serfrøðingur á økinum.
– Og eg haldi, at tað hev-
ur stóran týdning fyri okk-
um, at ein maður sum hann
ikki heldur, at tað er nøkur
orsøk til at finnast grinda-
drápið útfrá einum siðsemi-
ligum sjónarmiði.
Hann vísir eisini á, at
danska djóraverndarfelagið
hevur nøkur fyrivarni fyri
grindadrápið og kann ikki
taka undir við tí av tí at ávís
krøv ikki vera uppfylt.
– Eitt nú vilja teir ikki
góðtaka hvalváknið og
krókin, og at hvalur verður
dripin frá báti.
– Men hvalváknið er
bannað og tað er bara í heilt
serligum førum, at hvalur
verður dripin frá báti og at
tað er loyvt at brúka krók.
–So at siga tað einasta,
sum danska djóraverndar-
–Umrøðan av grindadrápinum í Fólkatinginum er eitt óvæntað úrslit av
vitjanini hjá Paul Watson í Føroyum, heldur Justines Olsen, djóralækni, sum
hevur gjørt nógv fyri at bøta um grindadrápið
felagipð hevur eftir at finn-
ast at, er, at hvalurin verður
strongdur, tá ið hann verður
rikin í drápið.
–Men í veruleikanum er
tað ongin, sum veit nakað
sum helst um hetta, sigur
Justines Olsen.
Hann sigur, at av tí, sum
donsku serfrøðingarnir siga,
framgongur, at tað er onki
alternativ til drápsháttin,
sum vit nú brúka.
–Teir vísa eisini aftur, at
grindadráp kann samanber-
ast við tað, sum fer fram á
einum sáturvirki.
– Tað er annars vanligt at
samanbera avlíving av hvali
við avlíving av einum dýri
á einum sláturhúsi.
– Men nú eru so hesir
donsku
serfrøðingarnir
samdir við okkum um, at
tað ber ikki til.
Tí heldur hann samanum-
tikið, at umrøðan í danska
Fólkatinginum hevur styrkt
okkara støðu úteftir.
–Men støðan hjá donsku
Viðgerðin á Fólkatingi kemur sera væl við hjá føroyingum, sigur Justines Olsen, djóralækni
serfrøðingunum til grinda-
dráp hevur eisini gjørt tað
nógv lættari at samskifta við
útheimin um grindadráp - í
hvussu so er við danir.
Og ikki minst tað heldur
hann hevur stóran týdning,
tí tað er mest í donskum
bløðum, at grindadráp verð-
ur viðgjørt.