hósdagur 19. oktober 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 201 - 19. oktober 2000
Nr. 201 - 19. oktober 2000
EDVARD JOENSEN
Runavík: Sjálv er hon kro-
atisk, og maðurin er serbi.
So stórt er hatrið millum
fólkasløgini, at familjan vil
ikki kennast við Zeljku
meira, tí maður hennara var
í serbiska herinum, sum
bardist móti kroatunum.
Tað regnar illa, tá bilurin
spakuliga rullar inn á par-
keringsøkið
uttan
fyri
Runavíkar Sjómansheim.
Ellivu nýkomin flóttafólk úr
gamla Jugoslavia sita eina-
staðni har inni og bíða eftir,
at ein blaðmaður skal koma
at tosa við tey.
Tað er við ikki sørt av
spenningi, at farið verður
inn. Hvussu munnu tey fara
at taka tað, at pressan gong-
ur á tey, beinanveg, tey eru
komin hesa longu leiðina?
Munnu tey yvirhøvur fara
at vilja tosa?
Tað er bara ein máti at
fina út av tí. At fara at tosa
við tey.
Á fjórðu hædd, heilt uppi
undir takinum, ganga nøkur
børn á gongini. Ein kona er
í ferð við at gera kaffi í ein-
um lítlum køki, og á borðin-
um standa nakrir køkuform-
ar, sum síggja út til nýliga
at vera komnir úr ovninum.
Kvinnan býður kaffi, og
vit sessast við borðið. Við
okkum er Jákup Pauli Ol-
sen, sum líkasum hevur ver-
ið millummaður í hesum
málinum um eystursla-
vonsku flóttafólkini, sum
ikki fingu uppihaldsloyvi í
Danmark,
men
lógliga
kunnu vera í Føroyum.
Ein skúlagenta um átta-
tíggju ára aldur kemur og
setir seg við síðuna av mær.
Hon tosar væl danskt, og
skal vera tulkur, hjá mamm-
uni, sum fegin vil siga okk-
um søguna um, hví hon er
endað her undir vaðingini á
Runavíkar Sjómansheimi
eitt ilsligt kvøld í oktober.
Tað kemur ein vøkur
kvinna miðskeiðis í tríatiár-
unum og setir seg við síð-
una av gentuni við borðið.
Tað er mamma hennara,
Zeljka Koncar. Gentan sjálv
eitur Nemanja.
Zeljka sigur frá søgu síni,
sum er tann klassiska um,
hvussu illa tað gongur, tá
ymsir
fólkabólkar
ikki
passa saman.
Maður hennara, Milan,
sum er serbi, arbeiddi sum
skógararbeiðari í kroatiska
Vesturslavonia, har tey
búðu. Tað vóru eingir trup-
ulleikar hjá ymsu fólka-
sløgunum at liva saman í
Jugoslavia, meðan Tito og
kommunistarnir
ráddu,
greiðir Zeljka frá, á skift-
andi donskum og onkrum
slaviskum máli, sum Ne-
manja umsetir til danskt.
Hon steðgar á eina løtu.
Tykist líkasum at sita í djúp-
um tonkum, og eyguni
verða blonk.
-Men so fóru tær ymsu
tjóðskaparrørslurnar at gera
um seg, tá Tito var deyður.
Kroatar vildu hava eitt Stór-
kroatia, bosniar eitt Stór-
bosnia, og serbar vildu ráða
øllum.
Tað bar ikki til, og tað var
skjótt, at teir ikki kundu
síggja hvønn annan, uttan
at kríggj varð.
Maður Zeljku, Milan, er
serbi, og ein dag kom ein
offiserur og segði teimum,
at nú máttu tey út úr húsi-
num, tí her høvdu tey onki
at gera. Hetta var bara fyri
heimafólkið, fingu tey at
vita, og serbar vóru fremm-
andafólk í Kroatia.
Men Zeljka var jú kroati,
so tað mátti vera eitt mistak,
tá tey soleiðis vórðu rikin
frá húsi og heimi.
Tey klagaði til løgregl-
una. Men tað nyttaði einki,
Hon var ikki til at verja slík
fólk, og tey fingu stutt og
greitt at vita, at tryggast var
hjá teimum at stinga av.
Knappliga ein dag komu
kroatiskir
hermenn
og
noyddu allar serbar í Vestur-
slavonia at flýggja. Í eina
viku flýddu 300.000 fólk.
Tey flýddu til Eystur-
slavonia, greiðir Zeljka frá.
Har búðu tey so í sjey ár
sum flóttafólk. Einki ar-
beiði, eingir pengar, og eitt
fremmant hús at vera í.
Zeljka kom í eina sera
trupla støðu. Hon var kroati
og hevði familju kroatisku
meðni, meðan maðurin var
serbi og endaði í serbiska
herinum. Beiggi hennara
var í kroatiska herinum, og
hann fall.
Hatrið millum fólkasløg-
ini var so stórt, at familjan
vildi ikki kennast vil Zeljku,
tí hon valdi at fara við
Avskrivað av familjuni
34 ára gamla
Zeljka Koncar er
kroati, eigur tvey
smá børn og
hevur mann av
skeiva fólka-
slagnum. Tað vil
familjan ikki
góðtaka og hevur
avskrivað hana
sum deyða
manninum.
Hon greiðir frá, at hon
hevur
ikki
tosað
við
mammu sína í tíggju ár.
Hon veit, at mamman livir
enn og býr í Kroatia. Hin-
vegin hevu Zeljka havt
samband við yngra beiggja
sín um telefonina. Men
hann vildi ikki tosa við
hana. Tí fyri teimum var
hon deyð, fekk hon at vita.
Hon steðgar á aftur eina
løtu. Dótturin situr við síð-
una av, og sær út til ikki
rættiliga at vita, hvat hon
skal. Hon virkar annars sera
væl fyri og rættiliga skila-
góð, men tað er kortini ein
spurningur, hvussu nógv
hesi fólkini orka, nú bara
eitt samdøgur eftir, at tey
eru komin til Føroya.
Zeljka fer aftur at siga frá.
Tey vóru send av land-
inum, at kalla. Fingu eitt
slag av passi, sum tó bara
var galdandi út av landin-
um, samstundis sum tey
fingu at vita, at nú vóru tey
fræls fólk og kundu fara,
hvar tey vildu. Bara ikki
aftur til Vesturslavonia og
Kroatia. Tí har búðu nú
onnur í húsum teirra.
At tey valdu Danmark
komst av, sigur Zeljka, at
tey høvdu einaferð sæð ein
film um Danmark í jugo-
slaviskum sjónvarpi. Og har
sá so hugnaligt og friðaligt
út, at tey hildu frægast vera
at fara tann vegin.
Ferðin gekk væl, men tey
Zeljka saman við børnunum og eini átta ára gamlari svigarinnu
Mynd: Edvard Joensen
Zeljka tosar um praktisk
ting við Jákup Paula
Olsen og Olgu
Magnussen, sum verður
kontaktpersónur í
framtíðini.
Mynd: Edvard Joensen
vóru skjótt varug við, at tey
vóru ikki so fræls kortini,
sum tey høvdu fingið at
vita. Endaðu fyrst í eini
flóttafólkalegu, áðrenn tey
sluppu aðrastaðni at búgva.
Men bert fyri at gerast finn-
ur í einum longum talvi
millum stjórnina og nakrar
privatperónar, sum ikki skal
komast nærri inn á her.
Tað stutta av tí langa var,
at eftir at tey vóru víst úr
Danmark, eydnaðist at finna
eitt hol í donsku innflytara-
lógini, sum gjørdi, at tey
kundu sleppa til Føroya
heldur enn at verða send
aftur til eina vandafulla
flóttafólkatilveru á Balkan.
Og í Føroyum eru hesi
flóttafólkini væl móttikin.
Fyri trimum mánaðum síð-
an komu tey fyrstu, og tey
tykjast vera fallin væl til.
Tey arbeiða, ganga í skúla
og trívast annars væl.
Og tey ellivu, sum komu
mánadagin, hava verið mót-
tikin við opnum ørmum,
sigur Jákup Pauli Olsen,
sum er ein teirra, sum hevur
virkað fyri at fá tey til Før-
oya.
Hann sigur, at allastaðni
hava tey bara møtt vælvld,
tá greitt var, at fólkini fingu
uppihalds- og arbeiðsloyvi
í Føroyum. Maersk Air lat
ókeypis ferðaseðlar til øll.
Bakkafrost, Fiskavirking og
Fiskamarknaður
Føroya
lótu tey fáa arbeiði, og í
skúlanum fingu tey bestu
umstøður, møguligt var.
Jákup Pauli Olsen sigur,
at hesi seinnu flóttafólkini,
sum komin eru, longu hava
verið og melda seg til hjá
Runavíkar Kommunu, sam-
stundis sum tey eru runt og
hyggja at arbeiðsplássum
og annars fáa ymisk prak-
tisk ting upp á pláss hesar
fyrstu dagarnar.
JOHN JOHANNESSEN
Nú skal ferð koma á arbeið-
ið at umskipa viðurskiftini
millum land og kommunur,
soleiðis at partarnir fáa eitt
greitt uppgávubýti at halda
seg til.
Hetta hevur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, sett sær
fyri. Tí hevur hann gjørt av
at skipa hetta arbeiðið sum
eina verkætlan, og fer hann
tí í næstum at seta ein ar-
beiðsbólk at gera arbeiðið.
Arbeiðsbólkurin skal vera
undir leiðslu av Løgmans-
skrivstovuni, og skal hann
vera skipaður av umboði
fyri Løgmansskrivstovuna,
einum umboði fyri hvørt av
kommunufeløgunum
og
einum umboði fyri hvørt
aðalstýri.
Bólkurin verður skipaður
soleiðis, at Løgmansskriv-
stovan og umboðini fyri
kommunufeløgini
verða
kjarnan, meðan umboðini
fyri aðalstýrini eru við tá
staðfest og raðfest verður.
Arbeiða í tveimum
umførum
Ætlanin er, at verkætlanin
skal skipast í tveimum um-
Gera verkætlan um
ábyrgdarbýti
Løgmaður hevur gjørt av at seta ein bólk at arbeiða við eini verkætlan, ið skal
fáa greiðu á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur
JOHN JOHANNESSEN
Ætlaði ávegis samráðingar-
fundurin millum Høgna
Hoydal og Frank Jensen um
fullveldismálið er nú avtal-
aður. Fundurin verður í
Havn mánadagin komandi.
Á hesum fundinum er
ætlanin at danski løgmála-
ráðharrin og føroyski lands-
stýrismaðurin í lógarmálum
skulu fáa endaliga greiðu á,
hvussu Danmark og full-
veldið Føroyar kunnu koma
til eina endaliga politiska
støðutakan fyri heimarætt
og borgararættindi og at
enda tað umsitingarliga
samstarvið.
Ávegis samráðingarfund-
urin er nakað, sum Anfinn
Kallsberg og Poul Nyrup
Rasmussen avtalaðu, eftir at
tað var greitt, at tað ikki bar
til hjá donsku stjórini at
koma til Føroya at samráð-
ast á fjóðra sinni um før-
oyskt fullveldi, sum lands-
stýrið hevði ætlað.
førum.
Fyrsta umfarið er við
støði í kommunuálitinum at
staðfesta og raðfesta økini
innan hvørt einstakt aðal-
stýri, har uppgávu- og
ábyrgdarbýtið skal gerast
greiðari. Hetta fyrsta umfar-
Hittast mánadagin
Føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum og danski løgmálaráðharrin hittast
mánadagin til ein ávegis fund til fullveldissamráðingarnar 26. okotber
Uppskotið kom danski for-
sætisráðharrin við og løg-
maður tók undir við tí við
ávísum treytum. Treytirnar
frá løgmanni vóru, at ein
endalig politisk støðutakan
skuldi gerast á hesum fund-
inum.
Ætlanin var eisini, at
danski búskaparmálaráð-
harrin, Marianne Jelved,
skuldi samráðast við før-
oyska fíggjarmálaráðharran,
Karsten Hansen, um gjald-
oyrasamstarvið. Men eftir at
danir atkvøddu nei á fólka-
atkvøðuni um evruna, verð-
ur hesin fundurin mettur at
vera óneyðugur.
Mánadagin kemur Frank
Jensen til føroya at
samráðast við Høgna
Hoydal um fullveldismálið
ið skal bólkurin vera liðugur
við um hálvan november.
Í øðrum umfari skal ar-
beiðsbólkurin víðkast. Tá
skulu arbeiðsbólkar við
støði í raðfestingini frá
fyrsta umfari setast at ar-
beiða við teimum økjum,
sum eru raðfest fyrst.
Samansetingin av ar-
beiðsbólkinum í hesum um-
farinum er tann sama sum
áður. Men hann verður
kortini víðkaður, soleiðis at
áhugabólkar á teimum ymsu
økjunum eisini eru um-
boðaðir.
Tað er enn ikki gjørt av,
nær annað umfar av verk-
ætlanini skal verða liðugt.
Men tá fyrsta umfar av verk-
ætlanini er av, verður gjørd
ein samlað tíðarætlan fyri
annað umfar, ið byrjar
skjótast gjørligt aftan á hálv-
an november.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur gjørt av at seta ein
bólk at arbeiða við eini verkætlan, ið skal fáa greiðu á
uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur
KETLAR
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkøn fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum
MARIA POULSEN & CO
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Betri svøvn
Betri svøvn
BIOflex magnetviðgerð tí:
BIOflex magnetviðgerðin er avgjørt tann besta
magnetviðgerðin í verðini!
BIOflex hevur prógvað ávirkanina við dupultari
blindtest!
BIOflex hevur 100 ferðir størri ávirkan enn
líknandi vørur!
BIOflex er góðkent sum heilsuútgerð!
BIOflex hevur víst, at yvir 92 % verða pínufrí
og øll sova betri!
Vøran er testað á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp-
mannahavn.
¥
¥
¥
¥¥
Nærri upplýsingar ella faldari fæst hjá: Vello Føroyar
Boks 354 - FO-700 Klaksvík • Tlf: 217916 - Fax: 457916
Vello Skandinavia Sp/f hevur síðani 1989 selt fleiri enn 25.000 BIOflex viðgerðir í
Danmark og virkið hevur framhaldandi framgongd við viðgerðini. BIOflex er best
á marknaðinum innan magnetiska viðgerð.
Viðgerð, ið virkar ímóti:
¥Øllum slagi av pínu¥Vøddastívleika
¥Trupulleikum við svøvni¥Órógv í blóðrenslinum
¥Einastandandi fyri ryggjatrupulleikar
Magnetviðgerð er tað nýggjasta
innan pínuviðgerð - og júst BIO
flex undirdýnan, sum er vard við
einkarrætti í allari verðini, hevur
víst, at 92 % verða pínufrí.
Vello Føroyar veitir tær aftur-
sendingarrætt í 5 vikur, tá dýnan
hevur verið brúkt í minst 3 vikur.
Sosialurin - 311820
Ring 21 79 16
sosialinum
Lýsið í