Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2000 Nr. 201 - 19. oktober 2000 Viðmerkingar: Framskygdar íløgur Fyribyrging er framskygd íløga, men samansett øki at raðfesta. Nøkur siga fyri- byrgingina hava spælt fallit. Tað er ikki rætt, men tað kann gerast betur. Ein fyri- byrgdur trupulleiki sæst sjálvandi ikki. Tað kann verða ringt at fáa játtan »til einki«. Trúvirðið spolerast eisini av lítið virksomum tiltøkum. Alt er sjálvandi ikki svart/hvítt, men kann- ingar uttan uppfylging og problemloysing nytta lítið. Primær fyribyrging er at nýta orku til ikki komnar hendingar, sum endamálið er at útseta ella sum helst als ikki skulu koma. Sekundær fyribyrging snýr seg um trupulleikar, sum verða hildnir niðri í álvar- semi og fyri at teir ikki skulu koma aftur. Tað eru góðar grundir til at skjóta upp eina fram- skygda økisterapi. Eina verkætlan, sum eftirhondini verður ment við nógvum streingjum. Londini uttan um okkum hava fyri langari tíð síðani byrjað líknandi veitingar til sínar borgarar. Í londum, sum vit saman- bera okkum við, er økis- terapi eitt ábyrgdarøki hjá kommununum. Býtið av eldraøkinum millum land og kommunur er í løtuni á dagsskrá hjá okkum. Vónandi vilja lut- takararnir í bólkinum, sum viðgera málið, taka hetta brævið í álvara. Økisterapi eigur at fevna um allar aldrar og samfelagsliga víða. Smábørn, skúlabørn, vinnulívið umframt sjálv- andi eisini tarnað og tarnaðarhótt í øllum aldri. Vónandi fær Tórshavnar Kommuna sítt eldraøkið at umsita og at neyðugu peng- arnir sjálvandi fylgja við. Men framskylgdu íløgurnar mugu ikki steðga har. Jónas Johnsson, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum Kollafjørður hevur tørv á útstykkingum til sethús Ein kommuna hevur ymisk- ar uppgávur. Ein av teim- um, sum eg her vil taka fram, er tann at virka fyri at ungfólk hava møguleikar at seta búgv. Vanliga hevur kommunan her verið við tá økir blivu útstykkjað. Kommunan hevur gjørt økið búgvið og síðan selt stykkir, sum skulu byggjast á innan rímuliga tíð. Í Kollafirði eru nakrar kommunalt fyriskipaðar út- stykkingar. Hesar eru nú stórt sæð fult bygdar. Tí verður neyðugt at fáa nýggj øki til sethús. Hetta verður so ein uppgáva hjá komandi býráð at vera við í. Eitt, sum eisini nokk má takast við, er, er at íbúðar- mynstrið broytist – eisini í Kollafirði. Ein komandi út- stykking kundi havt møg- leika fyri sambygdum hús- um – tvey ella fleiri. Eisini húsum, sum eru egnað til eldri at kunna yvirtaka í staðin fyri tey kanska í so stóru, tey sita við í dag og sum fella teimum so tung at halda. Hesin møguleiki eigur eisini at vera við í komandi ætlanum. Terje Davidsen, valevni á sambands- listanum til Tórshavnar býráð Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Tórshavnar Jazz Fólka & Blues Festivalur hevur ein sera stóran týdning fyri Havnina. Umframt tað stóra tónleikarliga innihaldið hevur stevnan nógv at siga fyri vinnulívið og ferða- mannavinnuna í Tórshavn. Í hesi skjótt nógvu árini vit eru ríkaði við hesari stevnu koma nógv nøvn fram fyri ein : Cornelius Wreswick, Sven Bertil Taube, Kim Larsen, Bjørn Afzelius, Jazz, yes Hanne Boel, og øll hini næstan 2000 listarfólkini sum hagartil hava verið við á hesum stevnum og sum hava havt eina stóra kveikj- andi ávirkan á okkara før- oysku tónleikarar og gospelsangarar. Tað er tí sera ørkyml- andi at hoyra at Norður- landahúsið hevur í umbúna at broyta Jazz stevnuna. Hetta kann Havnin og Bý- ráðið ikki lata sær lynda ! Komandi Býráð eigur aktivt at stuðla framhaldi av hesari stevnu sum ídag er ein partur av okkara ment- unarlívi og handilslívi og sum skal og eigur at halda fram og mennast í mong ár afturat. Johan Mortensen Valevni til Býráðsvalið fyri Tjóðveldisflokkin Vælkomin Kollafjørður Nú Kollafjørður og Havnin fara í kommunufelagsskap verða nógvar uppgávur, sum vit skulu loysa í felag. Fólkaflokkurin hevur altíð verið fúsur til at lagt lunnar undir føroyskt vinnu- og mentanarlív. Fyrsti formaður floksins var Jóannes Patursson – eitt menniskja, sum skaraði framúr alt lívsskeið sítt og hvørs navn stendur skrivað í Føroya søgu fyri allar tíðir. Fólkaflokkurin vil vera við til at skapa eitt gott samstarv í høvuðsstaðarøk- inum. Ein triðingur av Før- oya fólki býr her og um- ráðandi er at vit skapa øll- um eitt so gott inntøku- grundarlag sum yvirhøvur gjørligt. Hetta hevur týdn- ing fyri allar Føroyar. Fólkaflokkurin vil stuðla øllum, sum vilja skapa nakað her í høvuðsstaðar- økinum. Vit vilja stuðla teimum, sum vilja skapa ar- beiðspláss, skapa inntøkur fyri Føroyar, økja um okk- ara kunningartøkni, skapa vinnu innan handverk og mangt, mangt annað. Fyrsta fortreyt fyri at tosa um barnarøkt, eldrarøkt og aðrar sosialar trygdir er at vit hava eitt gott inntøku- grundarlag í høvuðsstaðar- økinum. Hesum vilja vit virka fyri. Vinarligast Bjarti Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum Vilja hava fleiri urguspælarara Frá Felagnum fyri kirkjuráðslimir Í kirkju okkara kunnu vit gleðast um arbeiðið, sum allir kirkjutænarar gera í trúfesti, ár út og ár inn. Fyri at henda tænasta ikki skal vera alt ov bindandi fyri tann einstaka, verður mangastaðni roynt at finna fleiri at røkja hana. Men at spæla urgu krevur førleika, sum ikki er líka vanligur millum manna, sum neyðugi før- leikin at vera klokkari ella deknur. Tí hevur ofta verið serliga torført at finna urguleikara. Eisini á hesum øki er nú vón fyri stavn. Summastaðni hava kvøldskúlar í nøkur ár havt undirvísing í urgu- spæli, eitt nú í Havn og á Tvøroyri, men í samstarvi við kvøldskúlarnar kring landið hevur tað í ár verið møguligt at skipa skeið í urguspæli at kalla um alt landið: Norðuroyggjar: Jóhanna Johannesen, Klaksvík Eysturoy: Heðin Kambs- dal, Fuglafirði Streymoy: Oddvør Jo- hannesen, Tórshavn Vágar: Martin Pollard, Sandavági Sandoy: Wilhelmina Lar- sen, Dali Suðuroy: Jens Mortan Mortensen, Hvalba Nú er tað vón okkara, at bæði verandi urguleikar- ar, sum meta seg at hava tørv ella nyttu av tí, nýta høvið at gerast enn betur, og onnur áhugað fyri urguspæli og kirkjutón- leiki somuleiðis halda seg framat. Hjá mongum – ikki minst skúlaungdómi ella lærlingum, sum ynskja at taka lut – kunnu ferðaút- reiðslur í sambandi við undirvísing ella luttøku- gjald kennast sum týð- andi eykaútreiðsla. Í slík- um føri hava kirkjuráðini høvi at hjálpa næming- um, sum taka lut við kirkjuspæli fyri eyga. Eystankórið byrjar venjingar sínar aftur nú hóskvøldið Í kvøld, 19. okt. kl. 20 byrjar Eystankórið aftur venjingar sínar í Glyvra Skúla undir leiðslu av Símun Nónklett. Um- framt føroyskar og út- lendskar sangir fer kórið undir venjingar av verk- inum Blest pair of Sirens av C. Hubert H. Parry og Milton, sum ætlanin er at framføra í Fríðrikskirkj- uni í febr. ella mars næsta ár. Í tí sambandinum hev- ur kórið tørv á royndum sangarum, bæði altum, sopranum, tenorum og bassum. Síðsta vikuskifti í okt. er ætlanin at hava konsert saman við Ljómi og Vest- manna Sangkóri í Vágs kirkju. Eisini verða gjørd- ar fyrireikingar til eina noregsferð í juni at vitja kórið Oster Blandakor, sum var og vitjaði Eyst- ankórið í summar. Nýggir sangarar, sum hava hug at vera við í kórinum, eru vælkomnir. Møtið upp nú hóskvøldið í Glyvra Skúla. Boðað verður við hesum frá, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sett Susonnu Høgh Ole- sen av Tvøroyri í starv sum deildarleiðari fyri al- manna- og heilsuútbúgv- ingarnar frá 1. januar 2001 at rokna. M Susanne Høgh Olesen er 42 ára gomul. Í 1980 tók hon prógv sum sjúkrahjálpari á Frede- riksborg Amts sjúkra- hjálparaskúla, og í 1994 tók hon prógv sum sjúkrasystir á Frederiks- borg Sjúkrasystraskúla. Umframt hetta hevur hon tikið ymisk skeið innan sjúkrarøktarøkið. Susanne Høgh Olesen hevur starvast sum sjúkrahjálpari í 16 ár, og sum sjúkrasystir tey síðstu trý árini, harav tað síðsta árið hevur verið á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Hon hevur verið við í ymsikum verk- ætlanararbeiði innan sjúkrarøktarøkið, og hev- ur verið virkin innan ym- iskt felagsarbeiði á skúla- økinum, so sum sitið í skúlastýrinum. Susanne Høgh Olesen hevur har- afturat undirvíst sjúkra- hjálparum og sjúkrahjálp- aranæmingum í 11 ár. Tíðindaskriv frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum JAN MÜLLER – Umráðini heilsa, trygd og umhvørvi hanga tætt sam- an, við tað at hendingar og tiltøk innan fyri eitt av hes- um umráðum í stóran mun kunnu ávirka eitt av hinum. Tí er tað týdningarmikið at hyggja at HTU undir einum við mest møguligum felags ráðum og meginreglum fyri stýring sigur Pauli Einars- son, sum er ein av teimum føroyingum, sum hevur ver- ið uppi í oljuvinnuni í rættu- liga mong ár. Og eitt av málunum, sum hann hevur víst serstakan ans er nettupp spurningurin um heilsu, trygd og umhvørvi og her ikki minst spurningurin um eina føroyska tilbúgving, sum fevnir um allar tættir í samfelagnum og harímill- um eisini eina komandi oljuvinnu. Pauli Einarsson tók sær av teimum báðum norðmonnunum frá Alliance Technology, sum herfyri hildu skeið í Føroyum. Pauli Einarsson var leingi í starvi hjá fyrst Saga og síðani Norsk Hydro. Nú Saga varð yvirtikið av Hydro, sum seinni fekk tungu boðini um, at tað einki leitiloyvi hevði fingið í Føroym, varð avgjørt at lata aftur skrivstovuna í Før- oyum, og Pauli gjørdist ar- beiðsleysur. Men ein av fremstu upp- gávum hansara í starvinum hjá norsku oljufeløgunum var nettupp at kunna seg við mál, sum hava við heilsu, trygd og umhvørvi at gera og sjálvandi tí eisini til- búgvingina. Pauli Einarsson vísir á, at áðrenn eitt virksemi, sum kann elva til skaða á per- sónar, umhvørvi ella ar- beiðstól, kann byrja, skulu ætlanir fyri neyðugari til- búgving vera gjørdar. Ætl- aninar skulu umfata gongd- ina í fylgjandi stigum: ávar- ing, niðurberjing, bjarging, burturflyting og normaliser- ing. – Hvør hevur ábyrgd av trygdini spyr hann! – Jú, tað hava vit øll, tí trygd er tað ein kann kalla linju- ábyrgd. Hetta merkir, at ein leiðari, ið hevur ábyrgdina Tilbúgvingin má raðfestast hægri av onkrum virksemi, sum krevur tilbúgving, skal syrgja fyri, at ein tilbúgving verður sett á stovn og hildin viðlíka í samsvari við gald- andi krøv. Taka tað sum eina sjálvfylgju – Nógv verður tosað um heilsu, trygd og umhvørvi, men hvat merkir tað í sam- bandi við dagligdagin hjá hvørjum einstøkum á ar- beiðsmarknaðinum ella heima við hús spyr Pauli og vísir á, at dagliga tonkja vit ikki so nógv um, at trygdin skal vera í lagi, tí tað verður roknað sum ein sjálvfylgja, at hesin parturin man vera í lagi. Tað, sum er mest umráðandi, tá tosað verður um trygd, er, at ein fyribyrgir at nakað kann seta heilsu, trygd ella um- hvørvi í vanda. Nógv fyri- byrgjandi tiltøk stava frá einari ella aðrari hending, sum hevur elvt til skaða, og út frá hesum er orðingin av tiltøkum skrivað. Pauli Einarsson sigur, at vit hava altíð havt brúk fyri einum HTU politikki, men nú oljuvinan stendur fyri durum, kann hon verða tann, sum setur veruliga ferð á arbeiðið. Fyri at ein fyritøka skal vera góðkend sum veitari av vørum og tænastum til oljuvinnuna, verður hon noydd at lúka nøkur krøv. Herímillum er krav um, at fyritøkan skal hava ætlanir fyri vernd av JAN MÜLLER Nú oljuleitingin á land- grunninum nærkast verður meira og meira tosað um tilbúgvingina í Føroyum. Umframt at tað hevur skund at fáa eina veruliga tilbúgv- ing fyri alt landið, so hevur tað kanska eyka skund at fáa tann partin av tilbúgv- ingini, sum hevur atlit til komandi oljuleiting, uppá pláss. Í farnu viku vóru umboð fyri norska felagið Alliance Technology á vitjan og skipaðu fyri yms- um skeiðum í Havn. Tað var Pauli Einarsson, fyrrverandi stjóri hjá Saga Føroyar, sum hevði tikið stig til at fáa norðmenninar henda vegin. Norska fyritøkan kann bjóða vága- og tilbúgving- aranalysur og hevur sum virkisøki sítt serstakliga umhvørvi og arbeiðsum- hvørvi. Hon bjóðar projekt- ráðgeving innan hesar tætt- ir, sum serstakliga hava við tilbúgvingarpartin av eini oljuvinnu at gera. – Endamálið við hesi vitj- an er at kunna føroyingar um hesar tænastur í sam- bandi við boring við Før- oyar sigur Kjell Thorbjørn- sen, umhvørvisráðgevi í fel- agnum. Hann vísir á, at teirra fólk hava drúgvar royndir frá arbeiði við ope- ratørfeløg, myndugleikar og veitarar til oljuvinnuna. Kjell Thorbjørnsen sigur, at tað í Føroyum finst før- leiki og ekspertisa á nógv- um økjum. Tá tað kemur til tilbúgvingina er spurning- urin meira um at saman- koyra teir ymisku partarnar. Á skeiðunum í Havn samanbóru teir báðir norð- menninir Føroyar við Bar- entshavið og plássini í Norðurnoregi. Í báðum før- um verður leitað eftir olju, og er her talan um havum- hvørvi, ið er sera viðkvamt og um fólk, sum liva av tí havið gevur. Tvs. at olju- virksemi í báðum hesum økjum fer at fáa stóra ávirkan á bæði umhvørvi og fólk. Kjell Thorbjørnsen sigur, at tað er sera umráðandi, at føroyingar duga at síggja samanhangin millum virk- semi til havs og á landi, og at man brúkar tær ressursir, sum eru á staðnum. Teirra íkast kann vera at leggja viðurskifti til rættis og hjálpa myndugleikunum at seta teir røttu spurningarnar til operatørarnar longu áðr- enn virksemi tekur seg upp. – Tað er ikki neyðugt at uppfinna hjólið av nýggj- um. Vit hava royndir og vit- an, sum føroyskir myndug- leikar kunnu fáa nyttu av, nú spakin verður settur í. Ein av teimum týdningar- mestu spurningunum at seta oljuoperatørunum er, hvørj- ar skipanir teir hava sett í verk fyri at ganga føroysku krøvunum á møti – her við atliti til heilsu, umhvørvi og trygd. Hann vísir á, at tað er eisini ein stór avbjóðing fyri føroyskar myndugleik- ar at seta í verk intern krøv til operatørarnar. Altjóða ídnaður Hvussu heldur Kjell Thor- bjørnsen, at føroyingar eru fyrireikaðir til eina olju- vinnu? – Hetta er ein nýggjur ídnaður, og tí vil tað vera rætt at seta teir røttu spurn- ingarnar á fleiri økjum. Tal- an er um ein altjóða ídnað, sum bæði hevur fyrimunir og vansar, har lond hava ymsar lógir og ymisk sjón- armið. Fyri Føroyar er hetta nakað heilt nýtt, og eg haldi, at okkara vitan, kann verða virðismikil fyri føroyskar myndugleikar. Richard Heyerdahl starv- ast eisini hjá Alliance Tech- nology. Hann hevur arbeitt kring alla verðina í sam- bandi við oljuvirksemi. Hann heldur tað hevur al- stóran týdning, at føroying- ar gera sær greitt, hvør hev- ur ábyrgd av hvørjum. Hvør m.a. skal hava ábyrgdina av at fylgja upp virksemi eitt nú innan tilbúgving bæði á landi og til havs, við atliti til umhvørvi og heilsu. Tað er eisini týðandi at seta í verk skipanir fyri innanhýs- is eftirliti bæði fyri feløg í Føroyum og at spyrja eftir innanhýsis eftirliti hjá fel- øgunum, sum ætla at seta seg niður her. Richard Heyerdahl heldur tað er umráðandi, at føroy- ingar umframt at læra av royndum og mistøkum hjá øðrum eisini laga skipanir til føroyska samfelagið. -Tit eiga at taka hædd fyri teim- um virðum, sum eru her. Tað eru fiskastovnarnar, náttúran og onnur virði, sum sermerkja føroyska samfelagið. – Samskiftið millum myndugleikar og oljufeløg er eitt sera týðandi lið í allari gongdini. At bora eftir olju kann hava við sær „utslipp“, møguleiki er fyri vanlukk- um bæði á menniskju og umhvørvi og tekniska út- gerð. Tað setir krøv til sam- felagið at vera væl fyri- reikað. Ein slík fyrireiking byggir á, at tú hevur verið gjøgnum allar vandar og vandastøður og hevur fyri- reikað føroyska samfelagið til at handfara hetta. Hand- faringin snýr seg um forstá- ilsi, støðutakan og tekniskar møguleikar og fólk til at gjøgnumføra nakað. Hann vísir á, at tað at seta røttu spurningnar er so eitt. Men at evaluera, tvs. at koma aftur til myndugleik- arnar og gjøgnumføra eina Vilja hjálpa Føroyum at seta teir røttu spurningarnar -Tað er ikki neyð- ugt at uppfinna hjólið av nýggj- um. Vit hava royndir og vitan, sum føroyskir myndugleikar kunnu fáa nyttu av, nú spakin verður settur í siga umboð fyri norska oljuráð- gevarafyritøku, sum júst hava vitjað heilsu, trygd og umhvørvi. Pauli Einarsson sigur víð- ari, at samanbera vit fiski- vinnu við oljuvinnu, so er oljuvinnan tann ídnaður, sum kann gera stórst skaða á menniskju og umhvørvi, um nakað stórt óhapp hend- ir í sambandi við boring ella framleiðslu. Tí eru krøvini, sum myndugleikarnir seta til oljuvinnuna nógv strang- ari enn til aðrar vinnur. Men ein veitari av vørum og tæn- astum til oljuvinnuna er at rokna sum ein partur av ein- ari og somu vinnu. Tað er tí umráðandi, at føroysk virkir venja seg við, at hesi krøv vera sett teimum, og tí fáa orðað sínar egnu HTU- mannagongdir. Frá skeiðinum um tilbúgving í Havn í farnu viku. Ein av ráðgevunum hjá Alli- ance Technoly greiðir frá um tilbúgving ætlan, sum kann byggja upp eina framtíðar trygga og góða handfaring av hesum operatiónum, er eisini av- gerandi fyri úrslitið. –MSjálvsagt skulu krøv setast til operatørarnar, men hesir vísa ikki aftur slíkum krøvum, tí tað við tíðini er vorðið av alstórum týdningi í altjóða kappingingi at vera eitt felag, sum ongar van- lukkur hevur og uttan dálk- ing sigur Kjell Thorbjørn- sen, sum heldur størsta trup- ulleikan hjá føroyingum í dag vera manglandi saman- koyring av ymsum pørtum av samfelagnum og at ábyrgdin ikki liggur nóg greið. Føroyingar eiga at hyggja meira eftir hesum við ábyrgd, planlegging, at seta ting í verk og upplær- ing. Hetta við hugburði og støðutakan hevur nógv at siga. – Ein valukka t.d. kann kosta milliardir. So ein kann síggja, hvussu nógv kann sparast við at fyrireika seg væl og leggja dent á heilsu, trygd og umhvørvi sigur hann og endurtekur, at tað er týdningarmikið, at før- oyskir myndugleikar seta síni krøv til hvønn einstakan operatør. Men har vita vit eisini, at operatørarnir sjálv- ir royna at hava hesi viður- skifti í lagi og royna at taka hædd fyri heilsu, trygd og umhvørvi, fyri at teirra egnu fólk og onnur virði verða væl røkt. Tað ræður um í felag at byggja nakað upp, sum er sermerkt fyri Før- oyar, nakað, sum tekur hædd fyri júst hesum sam- felagnum.