Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2000 Nr. 201 - 19. oktober 2000 Viðmerkingar: Áðrenn samráðingarupp- skotið varð lagt fyri utt- anlandsnevndina í Løg- tinginum, segði Løgmað- ur alment, at onki var at óttast fyri, tí farið varð ikki niður til Danmarkar at samráðast, fyrr enn ein stórur meiriluti tók undir við samráðingaruppskot- inum, og Varðaløgmaður segði seg taka undir við Løgmanni. Viðgerðin í Løgtingsins uttanlandsnevnd broytti tó onki við undirtøkuna fyri samráðingaruppskot- inum, tí andstøðan bleiv hildin uttanfyri. Um Løg- maður tá hevði staðið við sítt orð, varð samráðing- aruppskotið mýkt, inntil ein stórur meiriluti tók undir við tí, áðrenn farið varð til Danmarkar at samráðast um tað. Av tí at hesa samráð- ingar eru av vitalum týdn- ingi fyri framtíðina hjá Føroya fólki, er tað átalu- vert, at Løgmaður ikki torir at standa við sítt orð. Um Løgmaður er ”kon- fliktsky” ella bara ræðist ta demokratisku prosess- ina er ilt at siga, men framferð Løgmans í hes- um máli higartil er ikki sannførandi. Nyrup hevur alla tíðina sagt seg vilja taka undir við tí, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir. Niðurstøðan er tí púra greið: Hevði Løg- maður staðið við sítt orð, høvdu vit kunna havt reellar samráðingarnar millum Føroyar og Dan- mark umboðandi ein breiðan politiskan meiri- luta saman við einum stórum meiriluta av Før- oya fólki. Skal Løgmaður varðveita sítt trúvirði, sum umboð fyri alt Før- oya fólk, verður tað ikki gjørt við at trumfa eitt samráðingaruppskot ígjøgnum, sum bert fjóðri hvør føroyingur tekur undir við. Áhugavert kundi kanska verið at vita, hvat ST sigur um framferð Løgmans - nú vit kunnu ringja beinleið- is? Tjóðskapar- romantikkur og Don Juan Skotski professarin, Jam- es Mitchell, greiddi í Norðurlandahúsinum frá herfyri, at royndir vísa, at tjóðskaparkenslur uttan búskaparligan fyrimun føra ikki til loysing, tí tann búskaparligi fyri- munurin vigar tyngri hjá vanliga fólkinum enn tjóðskaparkenslan. Við øðrum orðum: Mann kann gott romantisera um og forelska seg í Don Tað er ikki Nyrup, men Løgmaður sum rennur undan givnum lyftum til Føroya fólk! Juan, men tú giftur teg ikki við honum! Lyftini frá okkara Varaløgmanni um frælsari, ríkari og livi- ligari Føroyar eftir eina møguliga loysing, eru í fyrstu syftu ikki ólík Don Juan lyftum, tí tey eru utt- an nakað ítøkuligt prógv, sjálvt ikki eina tentativa ”fullveldis fíggjarlóg”, kann hann vísa á! Ein loysing her og nú, er tí eitt ”prøv lykken kon- cept”, sum spælir hasard við Føroya fólki og tess vælferð, eins og komm- unistiski dreymurin í seksti árunum gjørdi tað. Ein stig fyri stig yvirtøka harafturímóti gevur bæði Føroya fólki og føroysku politikarunum tíð og møguleika fyri at meta um avleiðingarnar í prak- sis, so hvørt sum vit taka yvir fullu ábyrgdina av teimum respektivu økjun- um. Tá verður tað hópin greiðari hjá fólki at taka støðu, tí fylgirnar — góð- ar ella minni góðar — merkjast á egnum kroppi, og ikki sum nú við støði í teoretiseraðum loysingar lovsongi. Fleiri av okkara kendu búskaparfrøðingum og ís- lendska kanningin siga samanfallandi, at ein loysing førir við sær mun- andi lægri livifót í Føroy- um v.m. Sjálvt stjórin á Hagstovu Føroya segði í ”Dagur og Viku”, at neyðugt verður við stór- um sparingum um føroy- ingar velja fullveldið. Meiri ítøkiligt kundi verið spurt, um føroying- ar fara at góðtaka, at livi- fóturin lækkar við 15 — 20%, ella hvat fakfeløgini siga til tað? Facilitetir, sum vit í dag hava qua ríkisfelagsskapin , falla í stóran mun burtur við eini loysing, og harvið verða valmøguleikarnir hjá van- liga føroyinginum mun- andi skerdir. Okkara lítil- leika gevur okkum heilt einfalt ikki fíggjarlaga førleika at bjóða vanliga føroyinginum somu væl- ferð uttan fyri ríkisfelags- skapin sum innanfyri. Skulu vit trúgva oman fyri nevnda skotska pro- fessara, James Mitchell, so verður tað altso ikki tjóskaparkenslan, ið kem- ur at avgera hvørja leið Føroya fólk velir at ganga, men tann búskap- arligi fyrimunurin, sum Føroyar hava í ríkisfe- lagskapinum við Dan- mark. Heilsan Tórshavn 17/10-2000 Regin Eikhólm Tórshavn Býráðsvalið 200 Eg havi játtað at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til býráðsvalið. Hvørji mál fari eg so at arbeiða fyri, um ein skuldi verðið valdur? Nú eri eg búsitandi á Argjum, so eg fari í míni fyrstu grein at umrøða tey málsøkir, sum har eru. Skúlin Skúlin hevur nú í fleiri ár verið alt ov lítil, so hetta er eitt sjálvsagt øki at fáa loyst. Annað hvørt við einum nýggjum skúla, ella byggja upp í núverandi. Hetta hev- ur alstóran týdning, tá ið fólkatalið á Argjum økist í stórum. Barnagarðurin Hesin eins og skúlin hevur eisini bráskund, tí hesir stovnar hanga saman, við tað at ein kann siga, at teir ganga hond í hond. Børn fara fyrst í barnagarð síðan í skúla. Tað er eingin loysn, at fólk, sum byggja á Argj- um, skulu hava børn síni gangandi á stovnum í Havn. Tað besta er, at tey eru so nær heiminum sum gjørligt. Ringvegurin Ringvegurin skal gerast skjótast til ber, t.v.s., at tá ið Marknagilsvegurin er lið- ugur, verður farið undir ringvegin út á Argir. Útstykkingar uppi á Hamrinum Fleiri útstykkingar skulu gerast, so at ungdómurin á Argjum og onnur við, hava ein møguleika at seta búgv. Tey, sum longu eru búsett, mugu fáa betri sømdir. Um- hvørvið sær alt annað enn vakurt út, her má bøtast um. Bátahylurin Bátahylurin er heldur ikki nøkur vøkur sjón. Tann, sum gongur oman á støðna sær við tað sama, at arbeið- ið ikki er meira enn hálv- gjørt. Als ikki nakað prýði fyri Argjabygd. Nú Havnin verður so nógv fríðkað, eiga Argir ikki at vera nakar eftirbátur. Fótbóltsvøllurin Argir hava fingið ein góðan vøll, men karmarnir rundan um vøllin eru ikki av teim bestu. Her vantar nógv í enn. Ljósviðurskiftini eru ikki av teim bestu, eingi skýli finnast og viðurskiftini at seta bilarnar frá sær eru alt annað enn góð. Hesi við- urskifti mugu fáast í rætt- lag. Her eru fleiri økir nevnd, og onnur kundu verið nevnd afturat, men nokk á hesum sinni. Fleiri argjafólk eru upp- stillað í ymiskum flokkum, og øll vilja tey arbeiða fyri betri umstøðum í bygdini, men ynskja argjafólk størri framburð, mugu tey velja okkurt av hesum valevnum. Eitt gott boð um framburð á Argjum er eitt av valevn- um Tjóðveldisfloksins. Mín næsta valgrein fer at snúgva seg um Havnina. Hvørji málsøki eg har vil arbeiða fy ri. Arnbjørn Madsen, valevni Tjóðveldisfloksins Tú eigur at vera nóg góður at bera teg sjálvan – Leivur! Sitandi býráð – undir tjóðveldisleiðslu –Chevur megnað at fingið kommununa úr tí fíggjarliga óføri, hon kom sær út í upp gjøgnum áttatiárini Maðurin aftan fyri hesi megnar orð er ongin minni enn sitandi býráðsformaður í Havn Leivur Hansen og skrivar hann hetta í eini val- grein í Dimmu hósdagin 12. okt. 2000. Við øðrum orðum má fólkaflokkurin ella undirrit- aði, sum hesi árini sat við leiðsluni, hava ábyrgdina av, at kommunan kom í fíggjarliga trongstøðu, með- an hann, Leivur Hansen, sum hevur sitið hesi sein- astu fýra árini, eigur ábyrgdina av, at kommunan nú fíggjarliga hevur tað gott og trygt. Vanliga blandi eg meg ikki uppí, hvussu fólk meta um áttatiárini, og um hvør átti ábyrgdina av, at soleiðis gekk. Fólk eiga sín fulla rætt til at vera óð um av- leiðingarnar av hesum ár- um. Men tá ein persónur sum Leivur Hansen, sum hevur sitið sum býráðsfor- maður í fýra ár, og sum hev- ur eina innari vitan sum fá onnur, loyvir sær at taka so- leiðis til orða, sum hann ger í hesi grein, loyvi eg mær fyri fyrstu ferð síðani eg 1. januar 1993 fór frá, at taka til penning. Fyrst er at siga, at komm- unur sum heild hava nakrar bundnar uppgávur. Komm- unur eiga at loysa ávísar uppgávur fyri borgaran, s.s. bústaðir og grundstykkir, vegir, vatn, kloakkir, barna- ansing, skúlar, frítíðarvirk- semi, reinhald og rusk, vinnu- og havnarøkir v.m. Beinleiðis hevur komm- unan so at siga lítla og onga ávirkan á, hvussu búskap- argongdin í einum samfelag fer –Mmen skal til eina og hvørja tíð loysa tann tørv borgarin hevur í tí samtíð vit liva í. Hetta var orsøkin fyri, at vit í áttatiárunum brúktu umleið 100 mill. til útstykk- ingar, 100 mill. til vegir og kloakkir, 150 mill. til vatn, 130 til brennistøð, 200 mill. til vinniøkir og havnarbygg- ingar, 80 mill. til skúlar, 150 mill. til barnaansing (siti beint nú og lurti eftir út- varpskjaki, har Leivur sigur, at ongantíð í søgu býráðsins eru so stór framstig hend á barnaansingarøkinum sum nú. Hetta er heldur ikki rætt –Mongantíð í søgu býráðsins er so nógv hent á barnaans- ingarøkinum sum í tíðar- skeiðnum 1985-1990). Soleiðis kundi eg hildið fram, men gott er. Tað óhepna við øllum hesum var, at brádliga vóru tíðirnar búskaparliga broyttar so- leiðis til tað vera, at íløgu- karmarnir blivu alt ov stórir til tann tørv, sum borgarin í Havn tá hevði. Ongin loyna er, at komm- unan gjørdi milliarda íløgur hesi árini, og at eftir stóð ein skuld uppá umleið eina hálva milliard. Í sama tíðarskeiði fór Tórshavnar kommuna – or- sakað av búskaparkreppuni –Mfrá eini skattainntøku uppá umleið 160 mill. í 1988 niður á 130 mill. í 1992. At hetta mátti geva kommununi fíggjarligar trupulleikar, er kanska ikki hjá hvørjum borgara í Havn til at skilja, men ein býráðs- formaður, sum hevur sitið í fýra ár, skal skilja tað. Einfalt sagt: Tað sum VAR ringt fyri kommununa og okkum, sum tá sótu, ER heilt einfalt orsøkin fyri, at Tórshavnar kommuna og tit, sum í dag sita, hava tað gott. Allar íløgurnar, sum gjørdar vóru tá, koma í dag væl við. Ongin teirra var ikki røtt. Tórshavnar kommuna var 1992 væl skipað, væl útbyugd og klár til at taka ímóti einum bú- skaparligum vøkstri, tá hann fór at koma. Búskaparframgongd hev- ur verið hesi seinastu árini, og Tórshavnar kommuna er farin úr einari skattainntøku uppá 130 mill. upp í 380 mill. Hon hevur í sama tíð- arskeiði – mótvegis nógv- um øðrum kommunum – ikki haft fyri neyðini at gera nakrar nevniverdigar íløgur síðan 1992. Hetta er orsøkin til, at kommunan ídag er so væl fyri, sum hon er. Lat tað vera sligið fast við tíggju tumma seymi. Vit sum tá sótu, fingu mangan koyrilin fyri tær íløgur, vit gjørdu í Tórs- havnar Havn. Eg skal ikki endurgeva nakað ella navn- geva nakran í hesum sam- bandi. Bert siga, at tær íløg- ur, sum tá vóru gjørdar, ella allan heiðurin fyri, at Tórs- havnar Havn nú er so væl fyri. Hon forrentar seg sjálva umframt at klára at gera nýggjar íløgur – og hon er kappingarfør at taka ímóti vøkstrinum, ið bú- skapargongdin krevur. Vóru hesar íløgur ikki gjørdar, var Tórshavnar Havn – stoltleikin hjá havn- arfólki – ikki til ídag. So einfalt kann tað sigast. Lat meg so leggja aftrat, at Tórshavnar Havn hevur ongantíð í nýggjari tíð ligið havnaborgarum til byrðu. Hon hevur klára seg sjálv og afturgoldið sínar íløgur við teimum inntøkum, hon hevur fingið frá teimum, sum hava haft tænastu hennara fyri neyðini. Arbeiðslagnum hjá Leivi og býráðnum sum heild havi eg alt gott at bera, og er orsøkin fyri hesi grein míni tí bert at veita valkjak- inum nøkur fakta, sum flest allir býráðslimir og valevnir eiga at vita og hava í huga, tá valgreinar verða skrivað- ar. Áttatiárini vóru dýrur læripeningi fyri okkum øll, og tann venda búskapar- gongdin sær nú út til aftur at leggja trýst á býráðsval- evnini soleiðis, at lyftini, sum givin verða borgarun- um, yvirhála tað, sum fór fram í áttatiárunum. Fari at ynskja tykkum valevnum eitt gott og kveikjandi valstríð, men minna á, at vit liva enn av tí, sum fiskiskapurin gevur okkum. Við hesum veru- leika í huga eiga vit at mynda framtíðina. Innan hesar karmar ber eisini væl til at virka og fáa eitt skila- gott býarsamfelag. Vinarliga, Poul Michelsen fyrrverandi býráðsformaður í Havn AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Nor›oyggjar Lesið -tað loysir seg Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Mat- seðilin Hósdagin 19. okt.: Revelsbein Fríggjadagin 20. okt.: Nakkakotelettir Leygardagin 21. okt.: Lambasteik Mánadagin 23. okt.: Kjøtfrikadellir Týsdagin 24. okt.: Saltkjøt Mikudagin 25. okt.: Hamburgarygg Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Kaggin ALL THAT RAIN ALL THAT RAIN Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Fríggja-og leygarkvøldið spælir Sosialurin - 311820 5'ARI frí.-, leyg.- og sunnukvøld frá kl. 17.00 FÓTBÓLTSDYSTIR Mik. 18/10 kl. 19.00: Manchester United PSV Einhoven Ley. 21/10 kl. 11.30: Manchester United Leeds Ley. 21/10 kl. 19.25: Milan Juventus Sun. 22/10 kl. 16.00: Aston Villa FC Sunderland AFC Sun. 22/10 kl. 19.25: AC Perugia Parma AC Mán. 23/10 kl. 17.30: FC Midtjylland FC København Mán. 23/10 kl. 20.00: Southhampton FC Manchester City FC Týs. 24/10 kl. 19.00: Anderlect Manchester United Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Dansur verður leygarkvøldið 21. oktober "MARTIN" vendir plátum