Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2000 Nr. 201 - 19. oktober 2000 gult cyan magenta svart Viðmerkingar: 1000 ár síðan Jesus kom til Føroyar Í sambandi við fagnaðarárið Føroyar kristnar í 1000 ár hevur Undirvísingar og Mentamálastýrið givið út eina fløgu og eina kirkjusøguliga plakat til tann føroyska fólkaskúlan Fyrr í ár vóru nakrir fólka- skúlalærarar námsferð í Ís- rael, og frá hesari ferð er gjørd ein myndarøð. Myndarøðin er nú skipað á fløgu saman við teksti og ljóði, ið sýnir eina ferð í Jesusar fótafetum. Enda- málið við fløguni er at kunna skúlanæmingar um tey støð, har kristindómurin hevur sín uppruna. Við ljósvørpu kann myndarøðin verða nýtt í fel- agsundirvísing, men kann eisini verða nýtt sum ein- staklingsundirvísing, har næmingurin sjálvur situr við telduna og leitar ígjøgn- um tilfarið. Kirkjusøguliga plakatin er gjørd við tí fyri eyga at geva næmingunum eina kenslu av tíðarfestingini av teimum ymisku søguligu stórhendingunum frá ár 0 til ár 2000. Á plakatini eru myndir við teksti og einari tíðarlinju. Ætlanin er, at allir fólka- skúlar í landinum fáa hvør sína fløgu ókeypis, og at hvør skúlaflokkur fær eina kirkjusøguliga plakat. Til- farið verður skúlunum í hendi, áðrenn evnisvikan »1000 ára hald« byrjar í dag. Tvær føroyskar reklamu- fyritøkur hava staðið fyri arbeiðnum í hesum sam- bandi –MRepro Z hevur gjørt fløguna, meðan Team 85 hevur gjørt plakatina. Føroyskir lærarar á ferð í Jesu fótafetum í Ísrael Býráðið Tekniska nevnd Byggi nevnd Heilsu nevnd Fíggjar nevnd Sosiala nevnd Menta- mála nevnd Havna nevnd Tekniska nevnd Fíggjar nevnd Trivnaðar nevnd Havna nevnd Býráðið Havast má í huga, at býráðið er fyri borgaran, og ikki umvent Tann, ið hevur eitthvørt við býráðið at gera, hevur ofta merkt, hvussu seint býráðs- arbeiðið gongur. Tað kunnu ganga vikur áðrenn svar fæst uppá fyrispurning, ið sendur er býráðnum. Bæði umsitingin og polittikarar- nir vita um hesa støðu, ið borgarin verður settur í. Roynt hevur verið at bøta um mannagongdina innan býráðsgátt. Tað nýggjasta, sum er gjørt fyri at bøta um støðuna, er at snarskiva er sett á stovn. Vónandi vil borgarin merkja ein effek- tivitet við snarskivuni, so at vanligir spurningar og lætt- ar umsøknir kunnu verða avgreiddar skjótt og væl av umsitingini. Men snarskivan er bert ætlað at avgreiða umsiting- arligar spurningar. Verri stendur til, um ein fyri- spurningur krevur politiska støðutakan. Har er manna- gongdin alt ov drúgv, og harvið fær borgarin eina ov vánaliga tænastu. Sum dømi kann nevnast, at eitt vanligt byggimál kann taka mánaðir at verða avgreitt, bara tí at tann polittiski bygnaðurin er stirvin og ótíðarhóskandi. Eins og vinnan má laga seg eftir kundunum, eigur kommun- an at laga seg eftir borg- arunum. Verandi polittiski bygn- aður, ið hevur sjey nevndir, sær soleiðis út: Sí talvu I. Sum bygnaðurin er í dag, kann eitt byggiloyvi, sum er á havnaøkinum, reika aftur og fram millum fimm nevndir, áðrenn býráðið er klárt til at avgreiða málið. Borgarin hevur krav at fáa góða og skjóta tænastu Talva I Talva II Hetta góða byggiloyvi skal fyrst í havnanevndina, síðan í teknisku nevnd og so í byggi-, Heilsu-, og fíggjar- nevndina fyri síðan at enda á býráðsborði. Tað løgna við omanfyri nevndu mannagongd er, at tað eru somu starvsfólk og somu polittikarar, ið manna nógvu av nevndunum. Fyri at stytta um politisku málsviðgerðina í býráðnum, vildi niðanfyri bygnaður hóska betur: Sí talvu II. Hesin einkli og lætti byg- naðurin vildi stytt omanfyri nevnda byggimál munandi, til gleði fyri bæði borgara, starvsfók og polittikaran. Allar arbeiðsgongdir inn- an býráðsgátt eiga at verða eftirhugdar, og har tað kann rationaliserast, eigur hetta sjálvsagt at verða gjørt. Vinnulívið noyðist at effek- tivisera og rationalisera, fyri at fáa sum mest úr hvørjari krónu. Sama eigur tað al- menna at gera, so borgarin ikki rindar óneyðuga nógv í skatti. Vinarliga Jan Christiansen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin Óhefta kanning av fjarhitanum! Síðstu tíðina er týðiliga komin til sjóndar ónøgdin hjá teimum mongu, sum eru knýtt at fjarhitaskip- anini, tí prísurin er ov høgur og prísgrundarlagið ov veikt. Tað ljóðar eisini heilt løgið, at tað skal bera til at senda fólki eina risa- stóra rokning, tí prísurin á einari heilt aðrari og fullkomuliga óviðkom- andi vøru er farin upp. Fjarhitanevndin hjá eig- arafeløgunum hevur skot- ið upp, at ein óheft kann- ing verður gjørd av fjar- hitanum — og ikki minst fjarhitaprísinum. Tað má eisini vera tað minsta, eitt alment felag sum Fjarhitafelagið kann taka undir við, tí ein óheft kanning av viðurskiftun- um er tað einasta, ið kann geva greiðu á, hvussu fjar- hitaviðurskiftini hanga saman og eiga at hanga saman. At oljuprísurin, sum jú í grundini einki hevur við fjarhitan at gera, skal verða nýttur sum prísút- rokningargrundarlag, ljóð- ar ið hvussu er ikki skila- gott. Og serliga ikki, tá úr- slitið av hesum er, at fjar- hitabrúkararnir í Tórs- havnar kommunu síðstu tríggjar mánaðirnar í ár og tríggjar teir fyrstu næsta ár skulu gjalda fleiri túsund krónur, tí ein óviðkomandi prísur er farin upp. Fyri at fáa loyst hetta gamla stríðsmál, eigur ein óheft kanning at verða sett í verk sum skjótast. Hetta eigur at verða gjørt, so partarnir ikki skulu hava fyri neyðini at standa so langt frá hvørj- um øðrum, samstundis sum allur ivi um prís og fjarhita sum heild verður ruddaður burtur. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Viðmerkingar: Verkætlan um greiðari viðurskifti millum land og kommunur Løgmaður hevur avgjørt, at tað framhaldandi ar- beiðið við at umskipa viðurskiftini millum land og kommunur verður skipað sum ein verkætlan. Endamálið við verk- ætlanini er eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og komm- unur. Verkætlanin verður framd í tveimum umfør- um. Fyrsta umfar Fyrsta umfar er við støði í kommunuálitinum at staðfesta og raðfesta økini innan hvørt einstakt aðal- stýri, har uppgávu- og ábyrgdarbýtið skal gerast greiðari. Til hetta endamál verð- ur settur ein arbeiðsbólk- ur undir leiðslu av Løg- mansskrivstovuni. Limir í arbeiðsbólkinum eru umframt Løgmannsskriv- stovuna, eitt umboð fyri hvørt av kommunufeløg- unum og eitt umboð fyri avvarðandi aðalstýri. Bólkurin verður skipaður soleiðis, at Løgmanns- skrivstovan og umboðini fyri kommunufeløgini verða kjarnan meðan um- boðini fyri aðalstýrini eru við, tá staðfest og raðfest verður innan økið hjá teirra aðalstýri. Annað umfar Annað umfar er við støði í raðfestingini, ið er stað- fest, í fyrsta umfari at seta arbeiðsbólkar at arbeiða við teimum økjum, ið eru raðfest fyrst. Samanset- ingin av arbeiðsbólkun- um er tann sama, tó so- leiðis at arbeiðsbólkarnir verða víðkaðir soleiðis, at áhugabólkar á teimum ymsu økjunum eisini eru umboðaðir. Tíðarætlan Fyrsta umfar skal vera liðugt hálvan november. Við støði í úrslitinum av fyrsta umfari verður gjørd ein samlað tíðarætlan fyri annað umfar, ið byrjar skjótast gjørligt aftan á hálvan november. Tinganes 17. oktober 2000 Løgmansskrivstovan Tíðindaskriv Tryggleika framum ruðuleika Sitandi býráð - undir tjóð- veldisleiðslu - hevur megn- að at fingið kommununa úr tí fíggjarliga óføri, hon kom sær útí upp gjøgnum áttati- árini. Eftir drúgt og strævið upptak, ber nú av røttum til at siga, at skútan umsíðir aftur er fingin upp á rætt- kjøl. Uppskriftin hevur verið ein varligur fíggjarpoli- tikkur, har serligur dentur hevur verið lagdur á at fáa niðurgoldið skuldina sum skjótast. Uttan at neyðugt hevur verið at hækka skattapro- sentið. Og hvussu væl hevur so hildnast? Jú, við árslok í ár er skuldin komin niður í eina helvt av tí, hon var fyri fýra árum síðani. Frá 1. januar 1997 til 31. desember 2000 er brutto- skuldin hjá Tórshavnar kommunu (og Tórshavnar havn) skerd við 319 milj. kr. - úr 643 niður í 324 milj. kr.! Úrslitið av hesum er, at skuldin fyri fyrstu ferð í mong, mong ár er minni enn eina álíkning (t.e. ein ársinntøka í skatti). Í sama tíðarskeiði eru skattaintøkurnar hjá komm- ununi øktar úr 258 milj. kr. til 336 milj. kr. Avrátt er við lánsveitar- arnar, hvussu restin av skuldini skal fáast út av verðini. Sambært hesum verður Tórshavnar kommuna at kalla skuldarleys um níggju ár (og Tórshavnar havn um 15 ár). Restskuldin hjá kommun- uni sjálvari verður um árs- skiftið 234 milj. kr. brutto og hjá Tórshavnar havn 90 milj. kr. Sambært uppskot- inum til fíggjarætlan fyri næsta ár, ið verður lagt fram í næstum, skal komm- unan rinda góðar 50 milj. kr. tilsamans í lánsgjøldum næsta ár. Hetta svarar til 13 prosent av fíggjarætlanini. Ætlanin er, at kommunan í framtíðini í mest møgu- ligan mun sjálv skal fíggja neyðugt gjaldføri til íløgur. Raksturin skal hinvegin sjálvandi altíð fíggjast av skattainntøkunum. Umráðandi er, at sami skynsami fíggjarpolitikkur, ið hevur sermerkt hetta val- skeiðið, heldur fram næstu árini - og her hevur tað stór- an týdning, hvør ið er róð- ursmaður. Vandi er í hvørjari væl- ferð, og tí ræður um - fyrst og fremst hjá veljarunum - at forða fyri, at politikarar sleppa framat, ið ikki hava rætta hugburðin á hesum øki. Fáa hesir makt, sum teir hava akt, ja, so er sanniliga orsøk til at stúra fyri, at ólag skjótt kemur í aftur. Og at neyðugt veruliga er at vera á varðhaldi, fáa vit sjón fyri søgn um í hesum døgum bæði í bløðum og á heimasíðum. Hygg bara, hvussu tey ymsu valevnini blaka um seg í allar ættir við gyltum lyftum, sum tey siga seg vilja seta í verk her og nú - uttan at greiða nærri frá, hvussu alt hetta skal fíggj- ast. Við slíkum politikarum á odda er fryktandi fyri, at ikki slepst undan nógv hægri skattaprosenti. Til ber nevniliga ikki longur (smbrt.nýggju kommunulógini) at hava størri skuld enn eina álíkn- ing, uttan loyvi frá lands- stýrinum - og harvið seta kommununa undir umsit- ing. Tað kann eg illa ímynda mær, at veljarin er áhugaður í. Hann velur sjálvandi - eins og undirritaði - trygg- leika framum ruðuleika. Umsett til vanligt havn- armál merkir hetta, at vit eiga at halda fram við at útbyggja og menna komm- ununa og kommunalu til- boðini eftir nøkulunda sama skilagóða leisti, ið hevur verið lykilin til fram- burðin seinastu fýra árini. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri Í Havn er ein heilur hópur av ymiskum áhugafeløgum fyri ung, sum hvørt í sínum lagi gera eitt stórt arbeiði. Hesi feløg eru í flestu førum borin uppi av sjálvbodnari og óløntari arbeiðsmegi, og í ávísum førum við einum minni fíggjarligum ískoyri frá býráðnum. Hetta er alt mikið gott og heldur vón- andi fram, eisini við einum ávísum stuðli úr kommunu- kassanum. Men tað er kortini ikki nóg mikið. Býráðið eigur at seta sær fyri at reka ein mið- vísan ungdómspolitikk, har íløgur verða settar av á langtíðar fíggjarætlanini. Tiltakið við Margarin- fabrikkini í miðbýnum í Havn varð sett í verk fyri nøkrum árum síðani. Bý- ráðið leggur hús til og rind- ar ávísar fastar útreiðslur umframt løn til starvsfólk. Tiltøkini í húsinum verða fyriskipaði av starvsfólk- unum, og ikki minst saman við ungdóminum sjálvum. Tað er altavgerandi, at tey ungu fáa holla vegleiðing í teimum tiltøkum, sum fara fram í einum tílíkum ung- dómshúsi, uttan at talan er um stýring. Endamálið má vera, at tey ungu fáa møgu- leikar at menna seg, soleiðis at tey sjálvi kunnu standa fyri tiltøkum av ymiskum slag. Tað tykist, at hendan roynd er komin fyri at vera, og tí eigur býráðið fram- haldandi at veita sín stuðul. Eitt tiltak, sum minnir um tað við Margarinfabrikkini, var ungdómshúsið Skansa- stova. Til tíðir var sera stórt virksemi í Skansastovu, og til aðrar lítið og einki til tað datt niðurfyri. Høvuðsor- søkin til, at virksemi var so ymiskt, og til endans datt niðurfyri, hevur uttan iva verið, at alt arbeiði var treytað av sjálvbodnari ar- beiðsmegi. Og tað er júst hetta, sum er aðalmunurin við Skansastovu og Marga- rinfabrikkini er. Eisini umstøður í útjaðaranum Tað er ikki nógmikið, at ungdómurin hevur ítrivs- møguleikar í miðbýnum, og Miðvísur ungdómspolitikkur tí eiga umstøður eisini at skapast í útjaðaranum — í teimum ymisku íbúðarøkj- unum. Tað hevur við sær størri trivnað og møguleikar í heimliga umhvørvinum og tekur harafturat eisini óttan hjá mongum foreldrum burtur av tí at børn og hálv- vaksin mugu leita sær oman í býin, tí umstøður eru ikki í heimliga umhvørvinum. Trivnaðarmøguleikar hjá ungum sum eldri eiga at vera ein heilt natúrligur partur í einhvørjari útstykk- ing. Bæði teimum verandi og teimum sum nú eru á tekniborðinum. At komandi ítróttarhøllin verður løgd í Hoyvík er tí eitt gott stig á hesi leið. Tórfinn Smith, býráðslimur og valevni Sandv’karhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Hjá okkum fáast vognar og útgerð til allar flutningsuppgávur! Sosialurin - 311820 ¥ ViÝfestisvognar sum lasta fr‡ 325 kg. upp til 2.600 kg. –nógv model!' ¥ Eykalutir til viÝfestisvognar ¥ Sekkjavognar, hydr. lyftiborÝ ÐarbeiÝsbord ¥ Vognar til gassfl¿skur, oljutunnur, kassar, trappir –óteljandi møguleikar! ¥ Gafflar til heisan av plattum, v¿ru o.a. ¥ Tip - Ruskkonteinarir til trukkar ¥ Spennireimar og lyftistroppar ¥ Sleipikr—kar til ¿ll bilmerki!