Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2000 Nr. 201 - 19. oktober 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at felagið nú hev- ur gjørt avtalu við Petur Mohr um at venja besta mansliðið komandi kapp- ingarár. Petur er ikki nakar nýggjur maður í felag- num, men hevur í trimum umførum áður vant besta mansliðið, so fyri fleiri, ella teir flestu, av leik- arunum, verður talan so avgjørt ikki um nakra kollveltandi broyting. Við NSÍ heimasíðuna sigur Petur, at hann sjálv- andi hevur gjørt sær nak- rar tankar um, hvussu hann ætlar sær at fara í holt við uppgávuna, men at hann tó ætlar sær at tosa nærri við spælarar- nar, áðrenn hann fer at úttala seg nærri um hetta. Skal ganga skjótt Petur hevur, tá hann fyrr hevur vant NSÍ, arbeitt nógv saman við teimum venjarum, sum hava verið seinnu árini, og tí kann ikki roknast við, at nakrar kollveltandi broytingar verða gjørdar í spælistíl- inum hjá liðnum. Hetta merkir ivaleyst, at NSÍ eisini komandi árið fer at royna at spæla skjótan og ágangandi fót- bólt, har roynt verður at koma skjótt fram til av- slutningar, tá liðið hevur bóltin. Ein spælistílur, sum í øllum førum odda- liðini kunnu skriva undir uppá, er sera effektivur, tá lagið er hitt rætta. Hinvegin verður tað helst eisini uppgávan hjá Peturi at fáa liðið at spæla meira roknandi fótbólt, soleiðis at úrtøkan móti á pappírinum veikaru lið- unum eisini verður nóg góð. Júst hetta var fram um nakað annað tað, sum í fjør kostaði NSÍ møgu- leikan fyri at røkka eu- ropeiskum fótbólti. Umframt at hann hevur verið venjari hjá NSÍ, hevur Petur eisini vant onnur føroysk lið. Úrslit- aliga varð besta árið 1991, tá hann saman við KÍ vann FM-heitið. Hetta kappingarárið hevur hann verið venjari hjá ÍF, sum gjørdist nummar tvey í aðru deild. Skeggjar gjørdu gott hál Um vikuskiftið skipaði Fuglafjarðar Svimjifelag fyri svimjikapping fyri yngru svimjararnar JÁKUP MØRK Talan var um bólkarnar, 1, 2 og 3, sum kappaðust. Hetta eru børn í aldrinum 8 til 13 ár. Býti av heiðursmerkjum í kappingini í Fuglafirði, varð sum víst niðanfyri Felag gull silgur bronsa Skeggjar 11 9 2 Ægir 7 4 6 Tvøroyrar Svimjifelag 6 6 4 Vágs Svimjifelag 4 3 4 Flot 3 1 0 Fuglafjarðar Svimjifelag 0 0 3 Frá fyrireikarunum frætt- ist, at kappingin eydnaðist sera væl, og skulu vit í hes- um sambandi vegna felagið veita eina tøkk til foreldur, hjálparfólk og sjálvandi eis- ini svimjararnar. Seks svimjifeløg luttóku í kappingini, og vóru hesi: Skeggjar úr Gøtu, Flot av Toftum, Ægir úr Klaksvík, Vágs Svimjifelag, Tvøroyr- ar Svimjifelag og Fugla- fjarðar Svimjifelag. Havn- ar Svimjifelag luttók ikki. Tá alt varð lagt saman, var sjónligt, at tað vóru Skeggjar, sum høvdu gjørt besta hálið, og vunnu tey úr Gøtu ikki færri enn 11 kappingar. Býti av heiðurs- merkjum verður annars víst á hesi síðu. Seks av landsins svimjifeløgum vóru umboðað í svimjikappingini, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri um vikuskiftið Petur aftur til NSÍ Nú Trúgvi Mortensen hevur gjørt av gevast sum venjari, hevur NSÍ leita sær hjálp hjá einum gomlum kenningi TÍÐINDASKRIV Leygardagin 21. oktober verður fjórða og seinasta umfar av Daewoo Marathon Cup á Kambsdali. Tey trý undanfarnu umførini vóru 12. august í Klaksvík (5km), 19. august í Havn (21,1km) og 16. september á Toftum (10,5km). Og nú verða so teir seinastu knappliga 5,6 km, sum mangla í eitt heilt marathon, runnir á Kambsdali. Renn- ingin leygardagin byrjar kl. 12 og verður runnið runt á Kambsdali. Tilmelding, startur og mál verður við bygningin hjá Esmar Simonsen. Luttaka- rnir verða bidnir um at til- melda seg í góðari tíð áð- renn kappingin byrjar. Støðan áðrenn seinasta umfar er tann, at hjá kvinn- unum er Rigmor N. Joensen úr Bragdinum á odda. Hon hevur higartil brúkt 2 tímar 28 minutir og 5 sek. Nr. 2 er Brindis Weihe eisini úr Bragdinum, sum hevur brúkt 3 tímar 27 minuttir og 52 sek. Nr. 1 hjá monnunum er Guttorm Sørensen úr Treystinum, sum higartil hevur brúkt 2 tímar 10 min- uttir og 35 sek. Nr. 2 er Ce- cil Weihe úr Bragdinum, sum hevur brúkt 2 tímar 18 minuttir og 30 sek. Og nr. 3 er Sølvi R. Hansen úr Roys- ninum, sum hevur brúkt 2 tímar 20 minuttir og 11 sek. So tað kann ikki væntast nøkur stórvegis broyting í oddinum. Higartil eru tað 2 kvinnur og 10 menn í hava gjøgnumført øll umførini. Í samband við renningina leygardagin verður eisini skipað fyri renning fyri børn. Tey verða býtt í 3 ald- ursbólkar: undir skúlaaldur, 1.-3. flokk og 4.-6. flokk. Børn undir skúlaaldur byrja kl. 12.30, børn 1.-3. flokk kl. 12.45 og børn 4.-6.flokk kl. 13.00. Barnarenningin er fyri bæði gentur og dreingir, og verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum. Børnini verða eisini biðin um at tilmelda seg í góðari tíð áðrenn renningarnar byr- ja. Fyrireikarnir úr Treystinum, Roysninum og Bragdinum leggja dent á at renningin er fyri øll, og vóna teir at luttøkan verður eins stór sum hon plagar at verða. Rennikappingin leygardag- in er samstundis seinasta rennikapping í ár. Daewoo Marathon-Cup Vit eru føroyingar, serstøk tjóð, sigst. Og tað kann væl vera at vit eru serstøk. Eg veit so ikki um naka annað fólk sum í sovornan mun livir sítt lív við bindi fyri eyguni. Vit hava heimsmet í kristindómi (mest sunnu- dag) og í Føroyum er ongin rasisma (uttan tá ið nekarar og sovori kemur higar). Tjóðskaparkensla føroyinga hevur sjálvandi ikki sín líka í øllum heiminum (tó mest 12. mars og 25. apríl og tá ið landsliði vinnir). Arðar tíðir av árinum liggur tjóð- skaparandin og sutlar stríput flesk í kjøtgrýtunum hjá Margrethu II. Um sjálvs- vanvirðing ger nakran ser- stakan so eru vit av sonnum serstøk. Herfyri spældu Før- oyar og Danmark landsdyst á Tórsvølli, hetta mergjaða navn ið minnir okkum á víkingafortíð okkara, brøgd á villini havi og ránsferðrir á meginlandinum. Men hvat hendi? Í útvarpinum bórust tey tíðindi at einir 20 atlantsrisar sum altíð høvdu hildi við danska landslið- num hildu ikki at nøkur or- søk var til at broyta hetta. Ístaðin gjørdu hesir mergj- aðu menn kollektivt tjóð- skaparligt sjálmorð, grýttu alla sjálvsvirðing fyri borð og settust, ovetnir av aft- urhaldstálg, at veittrað við danabrók. Ein meiriluti av hesum mæta oyggjslag vil hava fullveldi. Men bara um danir halda fyri í eini fimtan ár ella so. Eg meini tað. Tjóðskapur við lagaligum gjaldstreytum. So sera ser- føroyskt. Vit syngja um fosturlandskærleika á græk- arismessu og á flagg- degnum, men skulu vit vága nakað fyri at seta orðini í verk? Ikki um tvøran fótin. Tað er nógv betri at onkur annar hevur ábyrgdina. So kann mann leggja seg afturá at grenja um armóð, neyð og rotinskap og peika eftir øllum hinum sum hava skyldina. Vit eru eitt veldugt fólk, men vit líta ikki okk- um sjálvum til at taka fult ræði í okkara egna landi. Og hetta væntandi sjálv- sálit og óttin fyri tí ókenda er ein hestur sum okkara stóru andstøðuflokkar hava duga væl at riði á. Jóa- nnanes Eidesgaard og Ed- mund Joensen hava trútta niður í fólk at um vit fáa fullveldi fer livifóturin nið- ur og tað verður armóð í Føroyum. Og tað verður ar- móð við lít. Hygg bara eftir teimum nýggjastu innflutn- ingstølunum. Tað er onki mark fyri hvussu nógvar pengar vit hava ráð til at senda japanska bil- og elek- tronikkídnaðinum og donskum møblaframleiðar- um, men fullveldi hava vit ikki ráð til. Tá kollsiglir alt. Hagtølini siga eisini at lønarvøksturin er størstur í tænastuvinnuni og í al- mannaverkinum. Ella v.ø.o. vit eru fleiri barberar sum ganga og klippa hvørjum ørðum. Eg havi ofta hoyrt sambandsmenn brúkt donsku almannaveitingina til Føroyar til at argumen- tera fyri ríkisfelagsskapin- um. ”Vís mær hvar vit kunnu skaffa eina milliard, so skal eg atkvøða fyri loys- ing”. Jú men, tað er onki problem. Handan milliardin vendir á keikantinum. Hon fer til meirnýtslu av frasi og stakkalastási og til fleiri barberar sum kunnu ganga og klippa hvørjum ørðum. Tað ringt at fáa eyga á nakra virðisskapandi av- leiðing av ríkisveitingini. Tey siga eisini at danir gjalda vælferðina og at hon dettir niðurfyri um ríkis- veitingin steðgar. Og tað má sigast at vælferðin og ríkis- stuðulin síggjast aftur í hækkandi innflutningstøl- unum. Hinvegin sæst ikki nógv til teirra í útflutnings- tølunum. Eitt anna sum ger okkum serstøk er tann serføroyska útgávan av skaðafrøði. Onki er so lívsjáttandi hjá okkum føroyingum sum tá ið tað gongur okkara landsmonn- um illa. Teir báðir sam- bandshøvdingarnir Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen hava so eisini verið í sjeynda himli síðan landsstýri kom í andróður niðri á Christiansborg. Og við øllum teirra ”eg segði tað altíð” og ”var tað ikki tað ið eg visti”, hevði tað verið ein vanlukka fyri Jóannes og Edmund um landsstýrið álikavæl fekk eitt gott úrslit. Tískil arbeiða teir av lívsins kreftum fyri at úrsliti skal gerast so vána- ligt sum møguligt. At lands- stýrið hevur fingið staðfest at vit varveita øll rættindi í Danmark nærum óbroytt royna teir at dylja sum mansmorð. Teir meyla upp í saman um mist rættindi, men fer mann at spyrja hvørji rættindi eru mist dettur tað korthúsið saman tí teir kunnu onki konkret vísa á. Ovfarakætið yvir at stjórnin heldur fast um 4 ára skiftistíðina fáa teir ikki krógva. Tað virksemi sum hesir báðir fremja, í ovfara- kæti ella panikk, minnir ikki sørt um tað virksemi ið fekk navn eftir einum norskum politikkara sum virkaði undir týsku hersetingini undir seinna heimsbardaga. At Edmund ger sum hann ger, er kanska ikki so ringt at skjilja. Maðurin hevur ongantíð krógva at hann stendur fyri svørtum aftur- haldi. Vit minnast at hann gekk við nývalinum í lummanum tá ið júst javn- aðarflokkurin fyri ikki so langari tíð síðani tosaði um at endurskoða ríkisfelags- skapin og ætlaði koma í tingið við einari sjálvstýris- lóg. Um ríkisfelagsskapurin bleiv so mikið sum umtal- aður í løgtinginum bleiv ný- val útskrivað. At hann so nú tosar um at endurnýggja ríkisfelagsskapin vísir bara at sjálvt tað svartasta aftur- haldið noyðist at boyggja seg fyri teimum politisku vindum sum blæsa um sess- urin skal varveitast. Ikki tí, seinastu veljarakanningar- nar geva ikki Edmundi stórvegis møguleika fyri at varveita sessin. Ikki uttan so at hann ger sum onkur javnaðartingmaður úr suðuroynni fyrr hevur gjørt og stillar upp í Havn. Tá slepst so væl undan lokal- politiskum lyftum tí politikkur í suðurstreymi er jú sum kunnugt pr defini- tión landspolitikkur. Øðrvísi er við Jóannesi. Einafer var tað eitt problem fyri javnaðarflokkin at hann ikki markeraði sína støðu viðv. Ríkisfelagsskapinum nóg væl. Tað hevur hann so gjørt nú og tað í ólukkumát. Í einari grein 17. september 1997 í tí sum fyrr var Sosialurin, nú Dimmurin, leggur Jóannes Eidesgaard danir, og harvið helst stjórn- ina hjá Nyrup, undir grova arrogansu og imperialismu. Hetta var í samband við tað nevndina sum skuldi kanna bankamálið og sum ikki vísti seg at vera so óvildug sum stjørnin annars hevði vissa føroyingar um. Nú er viðvent í holuni. Sama imperialistiska Nyrupstjórn er ikki petti imperilistisk longur. Hon fær, eftir tykki Jóannesar, ikki sagt ella gjørt naka skeivt. Hann hev- ur gjørt tað til sína lívs- missión at vera sterkasti stuðul hjá Nyrup í samráð- ingunum millum donsku stjórnina og Føroya Lands- stýrið. Eitt er at Jóannes er ósamdur við landsstýri um hvussu ríkisrættarligu við- urskiftini skulu skipast frameftir. Tað er hansara sjálvsagdi rættur og hann fær ríkiligan møguleika at verja síni sjónarmið tá ið tingið skal viðgera samráð- ingarúrslitið og upp undir fólkaatkvøðuna aftaná. Tað sum er púra burturvið, er at hann er farin beinleiðis uppí mótpartin og stuðlar aktivt donsku stjórnini í hennara stremban eftir at varveita yvirharradømi í Føroyum. At talan er um yvirharra- dømi er fleiri ferðir prógva. Seinast í samband við brævaskifti við ST og NATO. Í báðum førðum var Jóannes, saman við parta- manninum Edmundi, um at bresta av skaðafrøði. Teir søgdu í útvarpinum at Landsstýrið hevði gjørt sær og Føroyum fyri skomm- um. Nú er so komi fram at uttanríksráðharrin helst hevur sagt ósatt fyri løg- manni. Tí noyðast vit at spyrja hvør nú hevur gjørt sær fyri skommum, lands- stýrið ella skutilsveinarnir hjá Helveg. Eisini mugu vit spyrja um tað ikki er im- perialistiskt longur at danska stjørnin ber Føroya Landsstýri skeivar upplýs- ingar. Og um tað ikki er imperialistiskt tá uttan- ríkisráðharrin ikki hirðir at svara einum spurningi á fólkatingi frá Jóannesi Ejdesgaard. Og Jóannes gloypti háðanini uttan at blunka. Sjálvandi. Hann hevur nú tikið so dyggiliga støðu viðvíkjandi ríkisfe- lagsskapinum at har vendist ikki aftur. Ein kjaftfiskur til Helveg í hesum málinum er eisini ein kjaftfiskur til Jóannes. Hasin norski politikkarin kallaðist forrestin Quisling. Eitt er heilt vist. Uttan stuðul frá ”føroyska” javn- aðarflokkinum, bæði her heima og á fólkatingi, hevði tað verið munin truplari hjá Nyrup at staði so fast uppá 4 ára skiftistíðina. Sjálvur haldi eg at 4 ár er nokk, men tíverri eru ov fáir føroyingar sum trúgva uppá tað. Javnaðarflokkurin sigur seg hava eitt alternativ til fullveldi. Men meðan lands- stýri hevur eina lidna full- veldisætlan við nógvum og drúgvum fyrireikingum aft- anfyri seg, er javnaðaral- ternativi ein ”fornuftig” ”nýggj skipan” sum tíverri ikki er uppfunnin enn og sum tískil er ógjørlig at taka støðu til. Hetta forðar sjálv- andi ikki Jóannesi Ejdes- Eitt mergjað fólkaslag Lesarabræv gaard í at pástanda at javn- aðar”uppskotið” er betri enn fullveldisætlanin. Eg havi undrast á hvat liggur aftanfyri herðferðina hjá Jóannesi Ejdesgaard. Eg haldi meg minnast at hann var øgiliga fornermaður tá Marita Petersen gjørdist løgmaður á sinnið. Og hann var ikki minni fornermaður tá tjóðveldisflokkrin fór í samgongu við fólkaflokkin heldur enn javnaðarflokkin eftir seinasta val, hetta tí javnaðarflokkurin var ov ullintur í ríkisfelagsskaps- hann líka fornermaður enn, men ullintur er hann ikki longur. Hann er satt at siga um at vera meiri sam- bandskur enn sambands- flokkurin. Treytaleysi stuð- ulin til imperialistisku fram- ferð uttanríkisráðharrans viðvíkandi brævinum til n a t o a ð a l s k r i v a r a n , samanborið við støðuna í ’97, bendir á at onkurs- vegnað er Jóannes rikin í rætt av bróðurflokkinum í Danmark. Og innihaldið av hasari ”nýggju skipanini” er so enn mest luft. Eftir stendur tó at uttan stuðul frá veljarunum fæst hvørki fullveldi ella nøkur ”nýggj skipan”. Um vit Føroyingar nakrantíð av røttum skulu kunna kalla okkum serstøk tjóð, mugu vit trúgva uppá at tað ber til at liva í Føroyum uttan danska almannahjálp, ein hjálp sum tað fer at gerast alt truplari hjá donskum politikkarum at rættvísgera yvirfyri sínum veljarum soleiðis sum gongdin í livi- støðinum í Føroyum er í løtuni. Dánjal J. Hansen Norðoyri