hósdagur 19. oktober 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 201 - 19. oktober 2000
Nr. 201 - 19. oktober 2000
unum til. Eisini tí vit yvir-
høvur hava ov fáar venjing-
artímar.
– Serliga er hetta galdandi
hjá yngru liðunum. Tey
sleppa kanska ikki at venja í
høll fyrr enn tey eru 16 ára
gomul, tí fram til tá verður
fimleikahøllin í skúlanum
nýtt. Tá so trupulleikar við
ferðing og annað stinga seg
upp, verður fráfallið aloftast
ov stórt, og hetta hevur eitt
lítið felag als ikki ráð til.
Tað vísir so eisini, at vit
skulu vera fegnir, um vit fáa
ein
fyrstudeildarleikara
burtur úr hvørjum árgangi,
og tað er altso ov lítið, um
vit skulu standa okkum í
kapping við bestu liðini.
– Tað vísur seg eisini, at
vit ofta hava havt góð úrslit
í yngru deildunum, men
burtur úr hesum koma alt ov
fáir leikarar ígjøgnum til
vaksnamannadeildirnar.
Nakað, sum ivaleyst verður
betrað, tá vit fáa okkara
egnu høll. Væntandi hallar-
umstøðurnar eru allarhelst
ein av høvuðsorsøkunum til,
at tað ikki er komið meira
burtur úr hjá KÍF seinnu
árini.
Samanhaldið
hevur verið gott
Gjøgnum hesi 20 árini, sum
hann hevur verið við í
fremstu røð, hevur Petur
Martin sjálvandi fingið eina
rúgvu av góðum minnum.
Spurdur, um tað er nakað,
sum kanska liggur serliga
frammaliga í huga, er hann
tó eitt sindur í iva.
– Eg veit ikki rættiliga,
hvat eg skal siga. Nakað av
tí mest positiva, sum hevur
sermerkt okkara lið, er góða
samanhaldið, sum altíð hev-
ur verið galdandi. Tað ger
tað eitt sindur hugaligari, tí
vit royna altíð at hava tað
stuttligt á vøllinum, heldur
enn at ganga og skelda
hvønn annan.
– Serlig minnir annars
veit eg ikki. Í 1986 gekk tað
øgiliga væl hjá okkum. Tá
gjørdust vit nr. 3, eins og vit
vóru í steypafinaluni. Ikki tí,
vit
hava
vunnið
fleiri
bronsumerki, og eisini okk-
urt silvurmerki, men tað
árið vóru vit við í toppinum
alt árið, og tá er tað sjálv-
andi hugaligt at spæla.
Ivaleyst er munur á hesum
minnum, og so støðuna,
sum KÍF hevði á stigatalv-
uni í fjør, og hesum ásannar
veteranurin eisini.
– Jú, árið í fjør var strígg-
ið. Munurin á liðunum var
alla tíðina stórur, men tað,
sum serliga hevði týdning
hjá okkum, var at vit høvdu
mist týðandi leikarar. Ser-
liga hugsi eg um Eddie, sum
so at siga hevur verið álitið
hjá okkum í fleiri ár, men
sum nærum ikki var við í
fjør. Hetta gjørdi, at vit ong-
ar skjúttar høvdu, men tað
verður so vónandi betri í ár.
Kann geva nógv
At støðan við skjúttum
verður betri, kemst eisini av,
at umframt at Eddie Joensen
nú aftur er tøkur, hevur fel-
agið eisini fingið útlendskan
venjara.
– Eg haldi okkum vera
hepnar, at vit hava fingið
fatur í júst Dura, og tað er
einki at ivast í, at leikandi
venjarin kann læra eina
rúgvu frá sær til leikararnar.
– Serliga eigur hetta at
koma yngru leikarunum til
góðar, og hann er jú eisini
venjari hjá unglingaliðnum.
Okkum eldri veit eg ikki,
um hann kann læra so nógv.
Jú, tað kann hann sjálvandi,
men hinvegin er tað heldur
torførari at broyta okkara
spælihátt. Nú havi eg t.d.
sjálvur spælt hondbólt í eini
30 ár alt í alt, og so er tað
heldur torført at broyta hug-
burð,
rennimynstur
og
annað.
Eigur at menna
leikararnar
Hóast Petur Martin í fleiri ár
taldist millum bestu leikarar
í landinum, so hevur hann
ongantíð kunna breggja sær
av, at vera landsliðsspælari.
Orsøkin til hetta er tó part-
víst av egnum ávum, tí boð
hava onkuntíð verið eftir
honum, men áhugin var tá
ikki nóg stórur.
– Tú kanst gott siga, at eg
ikki vildi ofra tað, sum
kravdist, til at eg skuldi
spæla á landsliðnum. Eg
fekk boð til venjingar með-
an Hanus Joensen var venj-
ari. Eg haldi tað var í ’86. Eg
hevði akkurát bygt, og helt
sum heild, at eg ikki hevði
nóg góða tíð til landsliðið.
Seinni fall alt við landsliðn-
um niðurfyri, og so gjørdist
tað ikki aktuelt aftur. Í dag
angri eg kanska eitt sindur,
at eg ikki tók av hesum
møguleika, men tað er so
einki við at gera.
Nú er arbeiðið við A-
landsliðnum so aftur um at
koma í fasta legu, og Petur
Martin er heldur ikki í iva
um, at hetta fer at menna
hondbóltin í heimligu kapp-
ingini.
– Sjálvur verið eg so ikki
aktuellur til landsliðið nú,
men tað átti at verið nakað,
sum eggjaði ungu leikarun-
um.
– Hevur tú avbjóðingar,
sum menn vilja verða ein
partur av, so er hetta sjálv-
andi mennandi hjá leikarun-
um. Tað ger, at teir leggja
meira fyri til venjingar, og
av tí sama verða einstøku
leikararnir og kappingin
sum heild eisini betri.
Spælur
nakað afturat
Nú eru skjótt stundir at gev-
ast við prátinum okkara
millum, sæst á klokkuni.
Sama er tó ikki galdandi fyri
hondbóltsleiðina hjá KÍF
veteraninum, tí tá vit spyrja,
hvussu leingi hann ætlar at
halda áfram, er einki ítøkju-
ligt svar í eygsjón.
– Eg havi ofta hugsað, at
nú havi eg verið við nóg
leingi, og at nú er tíð at
gevast, men hugurin kemur
tó altíð aftur.
– Um kroppurin heldur til
tað, so spæli eitt sindur aft-
urat, men akkurát hvussu
leingi dugi eg slettis ikki at
siga.
Hóast nakað av kaffi enn
er eftir í kannuni, so er hetta
prát okkara nú komið at
enda. Liðfelagin ígjøgnum
nógv ár, Jákup Dam, stend-
ur í durinum og bíðar, og
enn
eitt
venjingarkvøld
stendur fyri framman. Eitt
av teimum drúgvu skilst, tí
tá ferðingin inn á Skála og
aftur er íroknað, fer tímatal-
ið at nærkast fýra fyri hesa
venjingina. Soleiðis verður
eisini hendan veturin á
tamb, men so er eisini nokk.
Komandi vetur verður
vant í Ítróttahøllini í Kolla-
firði.
Liðskiparin hjá
KÍF, Petur Martin
Johansen, heldur
størstu einstøku
orsøkina til vænt-
andi úrslit felags-
ins vera, at eingin
ítróttahøll er tøk.
Tá hendan er lið-
ug, er hann ikki í
iva um, at felaið
fer at fáa meira
burtur úr ungu
leikarunum í
bygdini
Orð og myndir
Jákup Mørk
Hann hevur roynt eitt sindur
av hvørjum, Petur Martin
Johansen. Síðani hann sum
17 ára gamal fyri fyrstu ferð
slapp at royna seg á besta
mansliðnum hjá Kyndli,
hevur dystartalið verið stórt.
Eftir tvey ár í Havnini fór
hann aftur til barndómsfel-
agið, KÍF, og tað er eisini í
samband við KÍF, at fólk
flest bera kenslu við navn
hansara. Samanlagt er tað
blivið til 20 ár á hægsta
støði fyri hansara viðkom-
andi, og hóast tað neyvan
verða 20 ár afturat, so hevur
hann enn ongar ætlanir um
at steðga.
Gjøgnum ár og dag er tað
sjálvandi vorðið til eitt sind-
ur av hvørjum. Dystir og
felagsarbeiðið hava sjálv-
andi givið hópatals royndir,
og fyri at frætta eitt sindur
um alt hetta, høvdu vit nú
eitt kvøldið sett honum
stevnu heima í Kollafiriði.
Byrjaði í Kyndli
Sum nevnt, so byrjaði tíðin í
fremstu hondbóltsrøðini við
Kyndli, hóast tað er úr KÍF,
at fólk flest við navn hans-
ara. Hetta hevði tó sínar
náttúrligu orsøkir, og sjálv-
ur greiðir Petur Martin
nakað soleiðis frá.
– Orsøkin til, at eg kom at
spæla við Kyndli, var at
mamma mín arbeiddi í
Havn, og tí flutti eg til
Havnar, har eg so kom at
spæla við Kyndli. Sum 21
ára gamal var eg so aftur at
síggja í KÍF, tó at eg fyrsta
árið spældi við Kyndli,
meðan KÍF var í triðju deild.
– Árið eftir varð eg so
spælandi venjari,
meðan
KÍF var í aðru deild, og
eisini her eydnaðist okkum
at flyta upp, og síðani havi
eg so spælt í fyrstu deild. Tó
undantikið eitt ár, har vit
vóru í aðru deild og vendu.
Tilsamans er tað so blivið til
heilt nógvar dystir. Tað
hevði verið stuttligt at vita,
hvussu nógvar dystir og
hvussu nógv mál talan er
um, men tað havi so ikki
ánilsi fyri.
Spurdur um tað ikki var
trupult at spæla við Kyndli,
samstundis sum hann var
venjari hjá KÍF, svarar hann,
at tað heldur hann ikki.
– Tá var ikki gjørt so nógv
við venjingina. Eg haldi vit
vandu einar tvær ferðir um
vikuna, so tað var yvirkomi-
ligt fyrsta árið. Seinni varð
tó lagt meira fyri, og tá
hevði tað sjálvandi ikki
verið nakar møguleiki.
KÍF er væl fyri
Ofta hoyrast umboð fyri
ymsu feløgini tosa um,
hvussu tungt tað er at reka
eitt ítróttarfelag. Tey, sum
kanska rópa harðast, eru tey
stóru feløgini, men støðan
er allarhelst ikki betri í
smærru feløgunum.
– Nei, tað er strævið.
Ræðuliga strævið. Størsti
trupulleikin hjá okkum er so
avgjørt, at vit ikki hava
nakra høll her í bygdini. Tað
er eins, og vit einki hava at
standa saman um, tá so er.
Til hvønn dyst og hvørja
venjing skulu vit av bygdini,
og ikki minst hjá yngru
liðunum er hetta ein ring
støða. Seinastu tíðina hava
vit tíbetur ikki havt trupul-
leikar at fáa venjarar til hesi,
men
trupulleikarnir
eru
kortini stórir. Spælararnir
skulu flytast til og frá venj-
ing, og tað kann eisini verða
strævið hjá foreldrunum.
– Kanska eru tey noydd at
koyra til Vestmanna fleiri
ferðir um vikuna, og ikki
altíð er veðrið so gott, og tá
sita tey kanska bangin
heima, tí vegurin til Vest-
manna er iki av teimum
bestu um veturin. Tíbetur
kann eg tó siga, at vit hava
fingið góða hjálp í so máta,
og eg haldi meg kunna siga,
at foreldrini í nógv størri
mun hjálpa til, enn tey
gjørdu fyri fáum árum síð-
ani.
– Eisini er neyðugt við
góðum fíggjarligum stuðl-
um, og her hava vit eisini
verið sera heppin seinnu
árini,
har vit ikki hava
nakað serliga torført við at
fáa sponsorar. Eg haldi, at
tað í stóran mun veldst um,
hvørji fólk man hevur í
nevndini. Tað er neyðugt, at
hetta eru vaksin fólk, sum
eisini hava góðar kontaktir
við vinnulívið, og tað hevur
tað verið hjá okkum síðstu
árini.
– Sostatt er KÍF í dag ikki
eitt felag, sum er illa fyri.
Hetta merkir tó ikki, at vit
leikarar fáa nakra samsýn-
ing aftur fyri at spæla. Ein-
asta leikarin, sum fær pen-
ing, er leikandi venjarin,
Dura Tomic.
Høllin alstóran
týdning
Omanfyri
nevndi
Petur
Martin, hvussu tungt tað er,
tá felagið ikki hevur egna
høll. Sum kunnugt, so gong-
ur tó ikki alt ov long tíð,
áðrenn ein slík er í Kolla-
firði, og Petur Martin er ikki
í iva um týdningin, sum
hendan kemur at hava.
– Høllin kemur at hava
stóran týdning. Tað vísir
seg, at orsakað av trupul-
leikunum við at sleppa til og
frá venjing, so verður tað
ofta torført at halda spælar-
Profilur
Petur Martin Johansen
Føddur 28. oktober 1962
Kom sum 17 ára gamal á besta mansliðið hjá Kyndli,
har hann var við til at gerast føroyameistari
Bert 19 ára gamal gjørdist hann venjari hjá KÍF,
samstundis sum hann leikti við Kyndli.
Árið eftir var hann leikandi venjari
Flutti upp úr 3. deild við KÍF fyrsta árið sum venjari.
Árið eftir við til at spæla liðið upp í 1. deild
Royndi fyri fyrstu, og higartil einastu ferð,
at flyta niður í 1995, men var árið eftir við
til at spæla KÍF upp aftur í bestu mansdeildina
Spælt við KÍF, síðani hann í 1982
gjørdist venjari hjá felagnum
Býr í dag í Kollafirði, har hann eisini
hevur egna virkið sítt, Fa. Billutir.
Tað hevur ofta verið strævið
Petur Martin er ikki í iva um, at nýggi venjarin kann læra nógv frá sær til yngru leikararnar. Hin-
vegin er hann meira ivasamur um, hvussu lætt hann sjálvur hevur við at taka við læruni
At hann ikki sá sær stundir at vera á A-landsliðnum, kann Petur Martin í dag bert iðra seg um,
men sum hann sigur, so er einki at gera við tað
Eg havi
ofta hugsað,
at nú havi
eg verið við
nóg leingi,
og at nú er tíð
at gevast,
men hugurin
kemur tó
altíð aftur
Nakað av tí mest
positiva, sum
hevur sermerkt
okkara lið, er góða
samanhaldið,
sum altíð
hevur verið
galdandi
Hevur tú
avbjóðingar,
sum menn vilja
verða ein
partur av,
so er hetta
sjálvandi
mennandi
hjá leikarunum
Væntandi
hallarumstøðurnar
eru allarhelst
ein av
høvuðsorsøkunum
til, at tað ikki
er komið
meira
burtur úr
hjá KÍF
seinnu árini
Til hvønn dyst
og hvørja venjing
skulu vit av bygdini,
og ikki minst
hjá yngru liðunum
er hetta
ein ring støða