Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 • hósdagur • 6. oktober 2005 • 79. árg. Grande Punto er navnið á nýggja Fiat Punto, sum verður sýndur fram í sep- tember og kemur hendan vegin fyrst í komandi ári. Bilurin verður gjørdur við bæði trimum og fimm hurðum og verður tann størsti í sínum klassa BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Smáir bilar hevur altíð verið tað, sum Fiat eru kendir fyri og Punto hevur í fleiri ár verið ein av mest seldu bilum í Evropa í sínum klassa. Eftir at hesin nýggi Grande Punto er komin á marknaðin fyrst í 2006, verður núverandi Fiat Punto tó verandi á markn- aðinum. Hann verður bílig- ari enn tann nýggi og skal eftir ætlan hjálpa til í kapp- ingini við bíligu koreansku bilarnar, sum taka alt meira av evropeiska marknaðin- um. Hóast tekniska sam- starvið millum Fiat og General Motors er hildið uppat, hevur hesin nógvar GM-komponentar, sum eisini verða at síggja í næsta Opel Corsa. Við sínum 403 cm er Grande Punto heilar 19 cm longri enn forgangarin og aksilfrástøðan er økt við 5 cm. Hetta ger at Grande Punto, ið verður gjørdur við bæði trimum og fimm hurðum, verður tann størsti bilurin í sínum klassa. Italski bildesignarin Giorgetto Guigiaro frá Ital Design hevur teknað bilin, sum frá byrjan kemur við tveimum bensin og trimum dieselmotorum. Prísir vita vit av góðum grundum einki um enn. KT-fyritøkan ISUUS Mobile í Havn hevur júst latið eina SMS- skipan til MC-Eyst- uroy, har tað ber til at senda boð til allar 58 motorsúkklueigararn ar um t.d. koyring, treff, fundir o.a. við einum SMS-boðum KT Vit kenna øll til at nýta tele- fonketur í sambandi við samskifti millum persónar í ymiskum felagsskapunum og áhugabólkum kring landið. Nú hevur áhugabólkurin MC-Eysturoy, við sínum 58 motorsúkklukoyrarum, fingið eina heilt nýggja SMS-skipan frá kt-fyri- tøkuni ISUUS Mobile at samskifta við. Um tey t.d. hava ætlanir um ein koyri- túr komandi leygardag, fáa øll í bólkinum boð um hetta við at senda eini SMS-boð. Elvi Joensen frá MC- Eysturoy sigur, at skipanin roynist sera væl. Honum nýtist einans at senda eitt SMS-boð, sum síðan fer til øll hini í áhugabólkinum. Fyrst byrjaðu vit við at ringja til hvønn annan, sum vanligt er við einari tele- fonketu. Tað vísti seg ofta, at tað steðgaði upp av ymiskum orsøkum, so vit valdu at savna pening saman og keyptu eina telefon, upp- rættaðu eina gruppu í "SMS telefonini", og skuldu vit kvittera fyri hvønn einstakan móttakara av boðunum. Hetta hevði so við sær, at tað tók eini 10 minuttir, bert at senda boðini út. Eisini var man noyddur at ganga runt við "SMS tele- fonini" uppi á sær. Nú klárar man seg við at nýta sína egnu telefon, og er ikki noyddur at hava tvær telefonir uppi á sær. Nú skal man bert skal senda boðini einaferð, og ikki sum fyrr 58 ferðir. Eisini hava vit gjørt tað soleiðis, at vit eru tríggir persónar, ið kunnu senda boð út, so um ein av okkum t.d. er uttanlands, so koyrir SMS-ketan eins væl víðari. Hetta er ein góð og sera løtt loysn, sigur Elvi Joensen frá MC-Eysturoy. Isuus Mobile er ein kt- fyritøka, sum hevur spesi- aliserað seg í samskiftis- loysnum hjá ymiskum fyritøkum bæði í Føroyum og uttanlands. Isuus-skip- aninar hava verið sýndar fram á stórum vinnumess- um uttanlands við góðum úrsliti. Í Føroyum hava fleri bilasølur hesar skipanir til at samskifta millum fyri- tøkuna og kundan, og Fiskamarknaðurin nýtir hesa skipan til at geva skip- um, sum hava avreitt, boð um hvat tey fingu fyri veiðuna. Eisini íslendaska avísin Morgunblaðið nýtir hesa SMS-skipanina til at samskifta við síni starvs- fólk, blaðútberarar og til at senda tey nýggjastu tíðind- ini. Vit kunnu gera skradd- araseymaðar kt-loysnir til ein og hvønn tørv, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri í ISUUS Mobile. MC-Eysturoy er ein áhugabólkur við 58 motorsúkklukoyrarum, sum nú kunnu samskifta ómakaleyst við at senda eini SMS-boð út til øll í áhugabólkinum. Myndin er tikin í Vágsbotni 12. mai í ár, í sambandi við at MC-Eysturoy fóru til Hetlands við Norrønu ISUUS Mobile Sp/f: SMS-skipan til MC-Eysturoy Fiat Grande Punto er navnið á nýggja Punto, sum kemur á marknaðin fyrst í komandi ári. Bilurin verður gjørdur við bæði trimum og fimm hurðum og verður tann størsti í sínum klassa Fiat Grande Punto í 2006