Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 2005 31 Mercedes-Benz tun- ararnir Brabus hava gjørt heimsins skjót- asta sedan higartil. Talan er um ein Mer- cedes E við V12 motori og 640 hk. Undir eini royndar- koyring í Italiu kom bilurin upp á yvir 350 km/t BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyritøkurnar sum tuna bilar kappast alla tíðina um hvør kann gera tann kvikasta bilin, og tann sum kann koyra við mest ferð. Brabus er ein týsk fyri- tøka, sum tunar Mercedes- Benz bilar. Bilarnir eita Brabus, men hava ikki tað eyðkendu Mercedes-stjørn- una á motorhjálminum. Hesin Brabus E V12 Biturbo er heimsins kvik- asti sedan. Á eini royndar- breyt í Italiu , kom ferðin upp á 350,2 km/t. Motor- urin er ein 6,3 litur við tveimum turboløðarum og aðrari útgerð, soleiðis at hann hevur 640 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund, 11,7 sekund frá 0-200 km/t og 30,6 sekund frá 0-300 km/t. Mercedes-Benz nýta annars ikki V12 motorar til E-klassan. Í úti við 50 ár merkti navnið Porsche tað sama sum sportsvognur. Men fyri nøkrum fáum árum síðan kom Porsche jeep- urin Cayenne, og nú verður arbeitt við at hava ein sedan við 4 hurðum kláran til 2009 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ein Porsche sedan við 4 hurðum kemur eftir ætl- an á marknaðin í 2009. Talan verður um Porsche Panamera, sum í fyrstu syftu kemur við V8 motori (farmman) og verður drivin av bakhjól- unum. Seinni koma út- gávur við V6 og V10 motori. Allir Porsche uttan jeepurin Cayenne, hava gjøgnum tíðirnar havt motorin aftan ella í miðjuni, men hesin hevur eins og Cayenne motorin framman. Talan verður um eina satsing hjá Porsche, men sum myndirnar sýna, sær bilurin gott út, og einki er at ivast í, at talan er um ein Porsche. Tekniskt verður bilurin ógvuliga líkur Porsche Cayenne. Panamera kemur á marknaðin í 2009, og roknað verður við, at bil- urin fer at kosta umleið 2,5 mill. krónur í Dan- mark. Porsche Panamera sedan við 4 hurðum Í 2009 er ætlanin at Porsche Panamera sedan við 4 hurðum skal koma á marknaðin Brabus E V12 Biturbo: Heimsins kvikasti sedan Í samband við at fyrsta húsvogna- og húsbilafelag í Føroy- um verður stovnað, verður fundur í MBM -húsinum leygardag- in 8. oktober. Fyri- reikararnir siga, at øll, ið eru áhugaði í at taka lut, eru meira enn vælkomin á fund- in HÚSVOGNAR Fyri umleið einum mánaði síðani kundu fólk lesa í bløðunum, at ætlanin var at stovna eitt felag fyri allar húsvagna- og húsbilaeig- arar í Føroyum. Ivan Skor- heim, ið sjálvur hevur hús- vogn, hevur í longri tíð havt ætlanir um at tikið stig til at stovna eitt felag, og setti tí eina lýsing í bløðini fyri at síggja, um áhugi var fyri tí. Tað vísti seg skjótt, at áhugin var størri enn vænt- að. Fleiri ið ringdu søgdu, at tey ofta høvdu hugsað um tað sama, men at manglandi intiativ gjørdi, at hetta ikki bleiv til veru- leika. Ivan sigur, at hann var ovfarin av øllum teimum e- mailum og telefon uppring- ingum, ið hann fekk frá fólki í vóru áhugað. Nú, ein mánað seinni, verður stovnandi fundurin fyri allar húsvogna- og húsbilaeigarar í Føroyum. MBM hevur lagt hús til, meðan Breyðmolin í Fugla- firði kemur við køkum og øðrum ábiti. Fyrireikararnir siga, at øll, ið eru áhugað at taka lut, eru meira enn vælkom- in til MBM í Hoyvík. Fund- urin verður leygardagin 8. oktobur kl. 15.00 og Ivan Skorheim sigur, at stuttligt hevði tað verið, um fólk tóku vognar sínar við til tiltakið. Um so er, at vognar verða tiknir við, skulu teir møta kl. 14.30. Fyrsta húsvogna- og húsbilafelag í Føroyum Leygardagin 8. oktober verður fyrsta húsvogna- og húsbilafelag í Føroyum stovnað Hesin Brabus E V12 koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sek. og koyrdi 350,2 km/t á eini royndarbreyt í Italia