Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 7. oktober 2005 5 Norðurlandahúsið smekkar kassan aftur og noktar at brúka eina stóra millióna upphædd til Lista- stevnu Føroya fram- eftir. Stjórin Niels Halm heldur, at Norð- urlandahúsið hevur brúkt ov stóran part av sínum pengum til Listastevnuna, og hann vil hava onnur upp í tiltakið, so at Norðurlandahúsið ikki einsamalt stendur við endan. Avleiðingin av hesum kann verða, at Listastevnan ikki verður hildin aftur LISTASTEVNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Norðurlandahúsið vil ikki longur einsamalt hava fíggj- arligu ábyrgdina av Lista- stevnu Føroya, og stýrið fyri Norðurlandahúsið hevur boðað stýrinum fyri Lista- stevnuni frá hesum. Tí verður Listastevnan ikki hildin aftur á sama hátt, sum hon hevur verið hildin síðani 2001, og ógv- usligasta avleiðingin av av- gerðini hjá Norðurlanda- húsinum kann verða, at Listastevnan als ikki verður hildin aftur. – Listastevnan hevur kostað ov nógvar pengar, og Norðurlandahúsið hevur brúkt ov stóran part av sín- um pengum til hetta ein- staka tiltak, sum fer fram í einum stuttum tíðarskeiði um summarið, tá ið annars eina rúgva av øðrum tiltøk- um eru í landinum, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum. – Stýrið fyri Norður- landahúsið hevur tí gjørt av, at vit vilja ikki brúka eina stóra millióna upphædd upp á Listastevnuna fram- eftir. Vit vilja gjarna verða við at skipa fyri eini lista- stevnu, men vit vilja ikki verða einasmøll um at hava fíggjarliga ábyrgd av tiltak- inum, sigur hann. Onnur mugu koma uppí Norðurlandahúsið hevur í ár brúkt 1,1 milliónir krónur til Listastevnu Føroya – í fjør var upphæddin 1,9 milliónir – og tað er hendan upp- hædd, sum Norðurlanda- húsið vil hava at ráða yvir til onnur tiltøk, sum kunnu verða hildin alt árið runt. – Vit hava okkara tiltøk innandura, og tí er tað neyv- an optimalt, at vit brúka so nógva orku og pengar mitt á summarinum, tá ið fólk annars hava nógv at fara til uttandura. Heldur eiga vit at brúka Norðurlandahúsið meira til tiltøk í tí myrku tíðini, sigur Nielsn Halm. Stjórin í Norðurlanda- húsinum vil ikki gera nakra endaliga niðurstøðu um framtíðina hjá Listastevn- uni, hóast hon kann tykjast ivasom, um Norðurlanda- húsið bakkar nøkur fet út úr stevnuni. – Tað er eingin endalig avgerð tikin um Listastevn- una. Nú fer stýrið fyri Listastevnuna at viðgera støðuna, og vit fara at royna at finna eina nýggja skipan, har Norðurlandahúsið verður ein av viðspælarun- um, sigur hann. Men verður tað gjørligt at fáa onnur inn at gjalda kostnaðin fyri Lista- stevnuna? – Hetta eru nógvir pengar hjá einum nýggjum aktøri at taka á seg, og møguliga kann ein heilt nýggj skipan gerast fyri Listastevnuna. Norðurlandahúsið hevur so gjørt greitt, at húsið vil ikki einsamalt hava fíggjarliga ábyrgd av Listastevnuni. Vit smekka ikki við hurðini, tí vit vilja framvegis verða við, men tað skal verða saman við øðrum, sum eisini vilja taka ábyrgd. Norðurlandahúsið bakkar Tað var meðan Helga Hjør- var var stjóri í Norðurlanda- húsinum, at Listastevnan gjørdist veruleiki. Nógv hevur verið gjørt burtur úr stevnuni, og kend listarfólk hava vitjað á Listastevnuni. Endamálið við Listastevn- uni var at geva føroyingum eitt mentanarligt tilboð, sum fólk annars ikki kundu fáa í Føroyum. Síðani Niels Halm gjørd- ist stjóri í Norðurlanda- húsinum hevur hann lagt upp til, at Listastevnan skuldi endurskoðast. Hann hevur sett spurnartekin við, um Listastevnan liggur røttu tíðina á árinum, og um Norðurlandahúsið skal brúkast so stóra upphædd til stevnuna á hvørjum ári. Tiltakið skuldi eftirmet- ast, nú stevnan hevið verið hildin í fimm ár, og úrslitið av hesum er, at Norður- landahúsið vil hava ein nýggan leiklut í Lista- stevnuni. Spurningurin er so, um Listastevnan kann yvirliva uttan sterka Norðurlanda- húsið sum fíggjarliga og mentanarliga drívmegi í tiltakinum, men tað skal næsta tíðin vísa. – Stýrið fyri Listastevn- una hevur ikki vilja gjørt nakra fráboðan um støðuna, tí hon er so óviss í løtuni. Vit standa mitt í eini prosess, og enn vita vit ikki, hvussu tað verður við Listastevnuni næsta ár og í komandi árum, sigur Niels Halm. Mentamálaráðið upp í leikin Kartni Ravnsfjall er umboð hjá einum øðrum týðandi viðspælara í Listastevnuni, nevniliga Tórshavnar kommunu, og gongur alt sum vanligt, skal hann verða formaður fyri næstu Listastevnu. Hann staðfestir, at tað er ein álvarsom støða, sum Listastevnan er komin í, nú Norðurlandahúsið ikki longur vil standa við fíggjarligari ábyrgd. – Vit vóna, at Lista- stevnan kann halda fram, tí hon hevur týdning fyri før- oyskt mentarlív. Listastevn- an bjóðar eitt mentanligt tilboð, sum ikki fæst aðra- staðni, og eisini føroyskt mentanarlív fær nógv burt- urúr. Eitt hugskot kundi kanska verið at hildið hana annaðhvørt ár, sigur Kartni Ravnsfjall. – Men nú standa vit í eini bíðistøðu, eftir at Norður- landahúsið er komið við sínari fráboðan. Vit ætla nú fáa ein fund í lag við Mentamálaráðið um støð- una. Mentamálaráðið kundi stuðla Listastevnuni við meira pengum, og vit mugu eisini spyrja okkum sjálvi, um vit vilja hava eitt slíkt tilboð ella ikki her í Før- oyum, sigur hann. Listastevnan stríðist fyri lívinum Listastevna Føroya hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2001. Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna skiftast um at hava formannin fyri stýrið,og annars er føroysk list í breiðari merking við í umboðsráðn- um fyri Listastevnuna Listastevnustýrið Niels Halm, formaður Kartni Ravnsfjall, næstformaður Jenny Petersen Carl Jóhan Jensen Umboðsráð LISA, Felagið Føroysk Tónaskøld, Felagið føroysk Myndlistafólk, Leikarafelag Føroya, Leikpallur Føroya, Føroya Blaðmannafelag, Rithøvundafelag Føroya,Arkitektafelag Føroya,Kórsamband Føroya, Føroya Tónleikarafelag, Føroyskir Yrkisfotografar, Dansifelagið Sláið Ring, Listasavn Føroya, Føroya Symfoniorkestur, Føroya Fornminnissavn, Føroya Landsbókasavn,Fróðskaparsetur Føroya,Stýrið fyri Norðurlandahúsið, Tórshavnar Býráð og Menta- málaráðið FAKTA Norðurlandahúsið stílaði høgt við Listastevnuni, men nú stevnan hevur verið hildin í fimm ár, vil Norðurlandahúsið sleppa undan eini krevjandi fíggjarligari ábyrgd fyri Listastevnuni, sum seinastu tvey árini hevur kostað húsinum umleið tríggjar milliónir krónur. Avleiðingin kann í ringasta føri verða, at Listastevnan ikki verður hildin aftur