Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 191 - 7. oktober 2005 Tungmálmsjól í Keypmannahavn Hósmorgunin kl. 9.00 byrjaði sølan av atgongu- merkjum til eina konsert, sum kann fáa fólk við alsk til gamlan rokk og tungmálm at sleva. Talan er um einki minnið enn eina Tungmálms jóla- konsert 3. desember við Dio, Uriah Heep og Asia. Konsertin verður í KB- Høllini í Keypmanna- havn, og lítið er at ivast í, at fleiri føroysk andlit verða millum áskoðar- arnar. Atgongumerkini fáast á www.billetnet.dk. Dio, við fornøvnunum Ronnie James, hevur bæði sum einstaklingur og í legendarisku bólkun- um Black Sabbath og Rainbow vunnið nógv tungmálmshjørtu, men eisini teir báðir gomlu super rokkbólkar nir Uriah Heep og Asia boða frá góðum hørðum rokki. nud Skúlabørnini renna í dag Føroya Ítróttalærara- felag bjóðar aftur í ár skúlunum at vera við til ta árligu skúlarenning- ina SKÚLARENNING Fyrstu ferð skipað varð fyri Norðurlendskari skúlarenning var í 1983, og er hetta sostatt 22. árið at runnið verður. Flestu av hinum norð- urlondum hava umskipað dagin soleiðis, at pláss eisini er fyri øðrum ítróttavirksemi. Føroyar og Ísland hava tó hildið fast um renningina. Ítróttalærarafelagið hevur í ár gjørt av, at runnið verður nú í dag, fríggjadagin 7. oktober. Tað stendur tó skúlunum frítt fyri at renna annan dag enn tann ásetta. Sig- ast skal, at fleiri skúlar longu hava runnið. Vit vita ikki, hvussu nógvir kilometrar før- oysku skúlanæmingarnir leggja eftir seg henda dagin, men í fjør vóru fleiri enn 7000 renni- prógv send skúlunum. Siga vit, at miðalnæm- ingurin rennur um 7 km., runnu føroysku børnini uml. 40.000 km tilsam- ans. MBM hevur øll árini stuðlað tiltakinum. Nýtt prógv er prentað, og fáa flestu næmingar hetta til minnis um dagin, sigur Tórfinn Højgaard vegna Føroya Ítróttarlær- arafelag. Altjóðagerðin – avbjóðing ella møguleikar Yvirskipaða evnið á al- tjóða vinnu- og ment- anarstevnuni Faroexpo 2005 verður »Altjóða- gerðin – avbjóðing og møguleikar«. Stevnan verður í døgunum 25. - 27. oktober VINNULÍV Altjóða vinnu- og ment- anarstevnan Faroexpo 2005 verður hildin í Runavík í døgunum 25. til 27. oktober 2005. Yvirskipaða evnið á vinnustevnini er: »Al- tjóðagerðin - avbjóðingar og møguleikar«. Fokus verður á møguleikar og avbjóðingar hjá føroysk- um fyritøkum og stovn- um í altjóðagerðini og á komandi føroyskan ak- tivitet innan oljuvinnuna. Fyrrapartin tann 25. til 27. oktober er sonevnt partneriat (fyritøkur hitt- ast á skipaðum fundum) í ítrottarhøllini í Runavík fyri luttakarar. Seinna- partin 25. og 26. oktober, vera Almennir Fyrilestrar í Ráðstevnusalinum í Skálabotni, sum í hesum sambandi er leigaður frá Kelduni. Fyrilestrar 25. oktober: 13:30 - 14:30 Útflutningsfígging - Føroya Sparikassi 14:30 - 15:30 Debitortrygging og Faktoring - Tryggingarfelagið Føroyar 15:30 - 16:30 Uppkeyp sum ein háttur at koma uttanlands - Kaupting Fyrilestrar 26. oktober: 13:30 - 14:30 Managing for Global Growth - Dansk Industri 14:30 - 15:30 Oljuvinnan - avbjóðing og veitarakrøv - Statoil 15:30 - 16.30 Møguleikar við virðisbrævamarknaði Føroya - VMF Kaffisteðgur við undir- haldandi tónleiki verður eisini. Nágreinilig kunning um Faroexpo 2005 er at finna á heimasíðuni www.faroexpo.fo, sigur Símun Hammer á Virk- isráðgevingí Saltangará. Kristian Blak og Sharon Weiss eru tær næstu tríggjar vik- urnar í Bolivia, har tey skulu luttaka á einum seminari á Sóloynni, halda skeið í verðinstónleiki á konservatoriinum í La Paz, og annars kunna seg um tónleik og aðra mentan á staðnum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hósdagin fóru Kristian Blak og Sharon Weiss úr Føroyum til Bolivia. Sam- bandið við Bolivia er kom- ið í lag í felagsskapinum International Society of Contemporary Music. Før- oyar fóru upp í hendan fe- lagskap fyri einum góðum ári síðan. Kristian hevur umboðað Felagið Føroysk Tónaskøld á fundum í Sveits og í Kroatia. Á hes- um fundum eru nógv sam- bond skapt, og hetta hevur millum annað havt við sær, at Heðin Ziska Davidsen í løtuni er í Gottlandi og arbeiðir við tónleiki, og so at Kristian og Sharon eru boðin til Bolivia. Konsert á halgasta Inka staðnum Fyrstu dagarnir tey eru í Bolivia, vera tey á Sól- oynni. Oyggin liggur mitt í Titicaca vatninum, ið liggur 3,810 km yvir havsins yvirflatu í Andesfjøllunum, vatnið liggur á sjálvum markinum millum Peru á vestaru síðu og Bolivia á eystaru síðu. Vatnið er 8300 km2 stórt. Í fornari tíð var Sóloyggin, tann halgasti av Inka halgidómunum. Sharon og Kristian skulu hava eina framløgu á einum tónleikaseminari á Sól- oynni, og seinnið verður skipað fyri konsert í einum dali á oynni, har Kristian og Sharon m.a. skulu spæla. Nógv fólk úr nógvum lond- um luttaka á seminarinum, m.a. úr New Zealandi, Gottlandi, Fraklandi og Bali.Kristian sigur seg vóna, at møguleiki verður at spæla saman við nøkrum av hesum spennandi gest- um. Uppliva mentanina Vikuna eftir skal Kristian halda skeið í verðins tón- leiki á konservatoriuminum í La Paz. Hetta verður eitt slag av tónleikaverkstaði har dugnalig tónleikales- andi, ið til dagligt arbeiða við boliviskum fólkatón- leiki luttaka. Kristian sigur seg gleða seg til at sleppa at spæla saman við hesum fólkum. Vikuna eftir ætla Kristian og Sharon at kanna boliv- isku mentanina og tónleika- pallin, og møguliga arbeiða víðari saman við onkrum av teimum, sum tey hava hitt fyrstu vikurnar. Malena og Jens Meit- ilberg, sum arbeiða við trúboðaravirk- semi í Kenya, eru farin at savna saman brúðarkjólar, sum verða leigaðir út til tess at fíggja virksemi hjá kirkju og barna- heimi í Kenya og Rwanda HJÁLP Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hava vit í Føroyum møgu- leika at hjálpa fátøkum í Afrika? Ja, føroyingar hava altíð verið fúsir til at hjálpa øðrum, og nú er aftur eitt gott høvi til at hjálpa, og hesaferð er tað bert eittans plagg sum tørvur er á: Brúðarkjólar. – Vit høvdu verið sera fegin at fingið brúktar brúðarkjólar. Óiva liggja nógvir runt á loftum og í kjallarum og samla støv, siga Malena og Jens Meitil- berg úr Kenja. Tey siga, at í Rwanda, har tey vitjaðu í september, eru samkomurnar sera fátækar. Ikki er ráð at løna prestin- um, og hevur kona prestin fingið hugskotið at fara at leiga brúðarkjólar út fyri at kirkjan kann fáa onkra lítla inntøku og yvirliva. Eisini til raksturin á barnaheiminum, sum Malena og Jens Meitilberg arbeiða við í Kenya, er tørvur peningi fyri fram- haldandi at kunna hjálpa børnunum víðari. – Okkara ætlan er, at barnaheimið New Life House Ministry eisini fer at royna at leiga brúðarkjólar út, siga tey bæði úr Kenya. – Eigur onkur ein brúð- arkjóla? Og vilja tit hjálpa og gleða fátøk í Afrika, so kunnu tit geva hann sum tykkara hjálp, siga tey. Í november koma fólk út at vitja tey, og vónandi fáa tey onkran við tá, siga tey bæði. Um fólk eru áhugað í hesum, ber til at seta seg í samband við Conny Há- skor, Slættanesgøta 3 Tórshavn, tlf. 313446 ella arb. 317633/217633. Brúðarkjólar kunnu hjálpa í Kenya og Rwanda Familjan Meitilberg í Kenya: – Okkara ætlan er, at barnaheimið New Life House Ministry eisini fer at royna at leiga brúðarkjólar út, siga Malena og Jens Meitilberg Kristian og Sharon á Sóloynni Sharon og Kristian skulu hava eina framløgu á einum tónleikaseminari á Sóloynni, og seinnið verður skipað fyri konsert í einum dali á oynni, har Kristian og Sharon m.a. skulu spæla