fríggjadagur 7. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 7. oktober 2005
7
Bileftirlit Føroya fingið
nýtt navn og búmerki
Mikudagin var mót-
tøka á Bileftirliti Før-
oya í samband við, at
stovnurin hevur fingið
nýtt navn, nýtt bú-
merki og nýggjan
samleika, sum tað
eitur
NÝTT ANDLIT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var stjórin á Bileftirliti
Føroya, Jákup Jacobsen,
sum beyð vælkomin við
móttøkuna og greiddi frá
arbeiðnum at skapa bil-
eftirlitinum ein nýggjan
samleika.
- Seinastu tvey árini hevur
øll organisatiónin á stovn-
inum arbeitt miðvíst við
virkisvirðum fyri stovnin,
har dentur hevur verið lagd-
ur á at styrkja felags eyð-
kenni og felags virðir, bæði
fakliga og menniskjansliga.
At hjálpa okkum við hesi
uppgávu, hava vit havt
fyritøkuna, Hugin, og sigast
má, at teir við hepnari hond
hava megnað at leitt okkum
gjøgnum tilgongdina - og
eisini fingið okkum á rætta
kós aftur, tá ið farið varð av
leið, segði stjórin.
Bileftirlit Føroya eitur nú
Akstovan, og nýggja og
snøgga búmerkið ímyndar
eitt hjól, sum melur.
Landsstýrismaðurin,
Bjarni
Djurholm,
sum
varðar av stovninum, hevur
góðkent nýggja navnið og
nýggja búmerkið.
Akstovan er nú heitið á
stovninum, og mikudagin
avdúkaði
landsstýris-
maðurin navnið saman við
nýggja búmerkinum, sum
lýsingarstovan,
Reproz,
hevur gjørt.
Við hesum er nýggi
"grafiski samleikin" hjá
stovninum, sum við tíðini
hevur fingið fleiri og fleiri
uppgávur, nú avdúkaður.
Fólk, sum vóru til steðar,
tá ið navnið og búmerkið
vórðu avdúkað, tóktust taka
væl ímóti nýggja "samleik-
anum".
Virðisorðini, sum Ak-
stovan hevur valt at brúka,
eru Trygd, Tænasta og
Trivnaður - ella tey trý T´ini,
sum orðini eisini verða rópt.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, segði eisini
nøkur orð við móttøkuna og
helt fyri, at nýggja navnið -
tá ið ein tíð er fráliðin - fer
at verða nýtt í dagligari talu,
líka so náttúrliga, sum ver-
andi navn verður nýtt í dag.
At enda við móttøkuna
greiddi Allan Dalsgarð,
sum starvast hjá Reproz,
frá, hvussu komið varð
fram til nýggja grafiska
samleikan, sum Akstovan -
ella fyrrverandi Bileftirlit
Føroya - nú hevur fingið.
Allan Dalsgarð, sum starvast hjá Reproz, greiðir frá, hvussu komið varð fram til nýggja grafiska samleikan
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað var landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum avdúkaði nýggja navnið og búmerkið
Mynd: Jens Kr. Vang