Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 191 - 7. oktober 2005 PRÁT UM SEYÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrsti ferð, hann var á fjalli, var hann seks ára gamal. Í dag er hann 53, og honum hevur ongantíð borist frá at fara á fjall. - Eg havi verið við hvørt einasta ár síðan - og hvørt einasta fjall. Pápi mín, Jóan Petur Johannesen, var seyðamaður. Hann doyði í 1969, men fyri ta tíð tók eg longu við sum seyðamaður. Maðurin, vit práta við um seyð og seyðahald, er Petur Skeel Skarðsá í Funningi, sum í dag er 53 ára gamalur. - Langt áðrenn pápi doyði, plagdi eg at geva fjallboð, tá ið farast skuldi á fjall í Botnarhelvtini, har tveir hagar vóru við somu eigarum, og áðrenn hann doyði, tók eg eisini við sum seyðamaður í báðum haga- pørtunum. Fyri 1976, tá ið útskifting fór fram, bóru hesir báðir hagar nøvnini Inni í Haga og Botnar. Eftir at skift varð av nýggjum, vórðu teir tóptir heimari partur Inni í Haga og uttari partur Inni í Haga, og soleiðis verða teir róptir enn í dag. Seyðurin er lívið - Eg havi lagt alt mítt lív í seyðin, og eg eri slett ikki troyttur av at fáast við seyð, seyðahald og seyðaroyndir, sum eg havi lagt nógva orku í. Samstarvið við eig- ararnar í heimara parti Inni í Haga er sera gott, og síðan vit fingu stóra seyðahúsið í 1981, hava umstøðurnar verið góðar. Seyðahúsið er 32 metrar langt og seks metrar breitt, og tað er heimari partur Inni í Haga, sum eigur hús- ið saman við Peturi Skeel og tveimum øðrum. - Vit útbygdu seyðahúsið í 1990 til tað, sum tað er í dag, sigur hann. Men Petur røktar ikki bara heimara part Inni í Haga hjá funningsmonn- um. Hann røktar eisini tveir aðrar hagapartar hjá sínum bygdarmonnum, nevniliga uttara part Inni í Haga og Fremru gongu í Líðini - Allir tríggir eru ognar- hagar, og samstarvið við eigararnar er gott, sigur hann. Glarfiti og tálgafiti Í mong, mong ár - ja, heilt síðan 1967, hevur Petur Skeel gjørt royndir við at fáa tann føroyska seyðin aftur í hagan. Og hvør er so tann før- oyski seyðurin? Her er hann avgjørdur og sigur, at tað er seyðurin, sum ber glarfiti - og ikki tálgafiti, sum brotnar undir knívinum, tá ið tú sker í fituna. - Eg havi brúkt eina veld- uga orku, bæði arbeiðsorku og fíggjarorku, til hesar royndir upp í gjøgnum árini, og tað er so eiðasørt, at nakar myndugleiki ella stovnur hevur víst nakran sum helst áhuga fyri at stuðla mær við hesum. Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Petur Skeel eina roynd at søkja ymiskar stovnar um avmarkaðan stuðul fyri at kunna gera uppaftur meira við hesar royndir, men tað var eingin, sum vildi spjaða eitt lítið sindur til. - Nei, eg fekk ikki so mikið sum eitt 5-oyra, sigur hann. Gamlar ættartalvur Royndirnar hjá Peturi Skeel snúgva seg um at fáa glarfiti í hagan, og hann heldur, at alt ov lítið verður gjørt við hetta kring um í landinum. Í gjøgnum fleiri ár hevur hann skrivað ættartalvur fyri seyðin, sum hann røktar, og tí kennir hann seyðin í hag- anum sum sínar egnu hund- ar, um man so kann siga. - Ættartalvurnar í heimara parti Inni í Haga, har hetta arbeiði hjá mær byrjaði, røkka heilt aftur til sekstiárini, og í dag hava vit so gott sum bara glarfiti í haganum, sigur hann. Í hinum báðum hagapørt- unum, sum Petur røktar, gongur eisini skjótt framá, og ein stórur partur av seyðinum ber glarfiti. Tey fyrstu nógvu árini gjørdi Petur Skeel sínar royndir heima við hús, men umstøðurnar gjørdust sum nevnt so nógv betur, tá ið teir fingu seyðahúsið. Royndirnar hjá Petur Við sínum drúgvu royndum heldur Petur seg hava fing- ið vissu fyri, at brundsseyð- ur, sum hevur glarfiti, brundar glarfiti. Tað merk- ir, at hevur brundurin glar- fiti, fáa lombini, sum undan koma, eisini glarfiti. Tí hevur tað so stóran týdning, hvør brundurin er. - Eg hevði ongantíð í lívinum torað at keypt ein brundseyð frá manni og slept honum í hagan. Tú veitst jú ongantíð, hvat kemur undan, og eingin vissa er fyri, at tú fært glar- fiti, fyrr enn tú sært kjøtið í kjallinum. Royndirnar hjá Peturi Skeel snúgva seg um, at hann velir brundsseyðin út longu um várið, og síðan hevur hann brundin og ærn- ar, sum skulu til brunds, inni í brundstíðini. Tað er besti seyðurin, sum verður valdur út til brunds. - Verða royndirnar gjørdar við fremmandum brunds- seyði, havi eg seyðin inn í trý ár, soleiðis at vissa er fingin fyri, at hann brundar glarfiti og ikki tálgafiti. Áðrenn Petur við vissu kann siga, um brundurin brundar glarfiti, noyðist hann fyrst til eigararnar, tá ið flett verður at skriva nið- ur, hvat er undan hvørjum seyði. - Síðan fari eg fyrst í desember í hjallin hjá teim- um at hyggja, hvussu kjøtið sær út. - Vísir tað seg, at kjøtið hevur glarfiti - og er vakurt grønt á liti, er hetta kjøtið, sum vit vilja hava. Hetta arbeiði hevur Petur Røktingarmaðurin, Petur Skeel Sk Hevur verið við til hvørja fjal Í mong, mong ár - ja, heilt síðan 1967, hevur hann gjørt royndir við at fáa tann føroyska seyðin aftur í hagan. Hann er avgjørdur um, hvat føroyskur seyður er. Tað er seyðurin, sum ber glarfiti - og ikki tálgafiti, sum brotnar undir knívinum, tá ið tú sker í fituna. - Tað er um- ráðandi at varðveita føroyska seyðaslagið, sigur hann - Eini 26-28 fólk starv- ast hjá P/F Højgaards Handilsvirki, og vit ætla, at hetta fram- haldandi skal vera eitt gott og stabilt arbeiðs- pláss, sigur Jónsvein Knudsen, stjóri í partafelagnum KN, sum nú eigur timb- urhandilin í Runavík EIGARASKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F Højgaards Handilsvirki við Fjøruvegin í Runavík, sum hevur sínar røtur heilt afturi í fimtiárunum, tá ið Hans Olivur og bróðurin, Ingvard Højgaard, vóru í vælmaktini, hevur skift eig- ara. Tað er partafelagið KN, sum hevur keypt felagið og teir, sum standa aftanfyri felagið, eru Rodmundur Ni- elsen, sum eisini er borgar- stjóri í Runavíkar kommunu og Jónsvein Knudsen, sum er skipaeigari og reiðari. Navnið KN stendur fyri Knudsen og Nielsen. Stjórin í Højgaards Handilsvirki seinastu árini, Hans Jacob Hansen, er væl- nøgdur við, at fólk í økin- um vilja føra fyritøkuna víðari, og nú virksemið er selt, ynskir hann at takka starvsfólkum og viðskifta- fólki fyri gott samstarv. Samstundis ynskir hann nýggju eigarunum góða eydnu framyvir. Jónsvein stjóri Rodmundur og Jónsvein eru samdir um, at Jónsvein verður stjóri í partafelagn- um og í Timburhandlinum. Í nevndini í felagnum verða annars konurnar hjá teim- um báðum, Ady Knudsen og Eyð Nielsen. - Keypið er framt, men enn eru ikki allir formalit- etir komnir upp á pláss, sig- ur Rodmundur Nielsen, sum væntar, at Eyð verður nevndarformaður í parta- felagnum KN. Ætlandi varð nevndar- fundur í felagnum í gjár, har tosast skuldi víðari um, hvussu tey eitt nú skulu skipa seg. Bæði seljari og keypari eru samdir um, at keyps- prísurin verður ikki almannakunngjørdur. Rodmundur Nielsen sig- ur, at hann og Jónsvein hava tosað við eigararnar av timburhandlinum soleið- is av og á síðan fyrst í hes- um árinum, og nú eru so øll viðskifti í sambandi við keypið komin upp á pláss. Eingin uppsøgn Jónsvein Knudsen sigur, at tey sum nýggir eigarar høvdu fund við starvsfólkið Rodmundur og Jónsvein keypt timburhandilin í Runavík