fríggjadagur 7. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 191 - 7. oktober 2005
Rudolph Giuliani
gjørdist kendur aftan
á atsóknina at New
York fyri fýra árum
síðani. Tá var hann
borgarstjóri í býnum,
men nú hevur hann
ætlanir um at flyta til
Washington
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í september í 2001 bleiv
Rudolph Giuliani umrødd-
ur sum borgarstjórin í
USA. Síðani hevur lítið
verið at frætta frá honum.
Ta mesta av tíðini hevur
hann ferðast landið runt og
hildið fyrilestrar, men nú
umhugsar hann at fara aftur
upp í politikk.
– Eg haldi, at eg byrji
aftur. Eg havi nakrar polit-
iskar
hugsjónir,
segði
Giuliani á fundi við nakrar
vinnulívsmenn fyrr í vik-
uni.
Aftan á atsóknina at
World Trade Center var
Giuliani ein tann best um-
tókti politikarin í USA, og
hann gjørdi eisini sítt til, at
George W. Bush varð aftur-
valdur í fjør. Bush kann
ikki stilla upp á valinum í
2008, og tað er væl hugs-
andi, at Guiliani fer at
royna at gerast valevni hjá
republikanarunum
tá,
skrivar AP.
Meiningakanningar
í
amerikonskum fjølmiðlum
hava víst, at gamli borgar-
stjórin í New York er fram-
vegis ein av teimum best
umtóktu
republikonsku
poilitikarunum.
Óttast oljuyvirgang
Vandin fyri yvirgangi ímóti oljutbúnaði veksur, so
hvørt sum tey stóru oljufeløgini økja virksemið kring
heimin.
Tey bæði stóru norsku oljufeløgini, Statoil og
Norsk Hydro, hava tey seinastu árini gjørt íløgur í
oljuvinnu í fleiri londum, sum ikki verða mett at vera
serliga trygg. Herfyri fór Statoil undir oljuvirksemi í
Algeria, og leiðslan í felagnum váttar fyri Dagsavi-
sen, at felagið hevur brúkt nógvar pengar til at tryggja
síni arbeiðsfólk har, tí Algeria má roknast sum eitt
land, har ávísur vandi er fyri yvirgangi.
Altjóða oljufeløgini hava ávarað um vandan fyri
yvirgangi. Trygdarstjórin hjá Shell, Ian McCredie,
sigur, at vandin fyri yvirgangi er ein veksandi trupul-
leiki hjá oljufeløgunum.
– Tað er ongantíð hugaligt at noyðast at hava vápn
við sær til arbeiðis, sigur hann við Financial Times.
Stríð um lík
Í Russlandi hevur ein av ráðgevunum hjá Vladimir
Putin, forseta skotið upp, at líkið av gamla leiðaran-
um Lenin verður jarðað, men tað eru minni enn so
allir russar, sum eru so fegnir um uppskotið.
Í áttati ár hevur tað balsameraða líkið av Lenin lig-
ið til framsýningar í Moskva, og á hvørjum ári koma
fólk í túsundatali at hyggja at tí. Nógvir eldri russarar
meta hann framvegis sum ta stóru hetjuna, sum loysti
russar úr leinkjunum hjá gamla zarveldinum, meðan
nógv av teimum yngru meta hann sum brotsmann og
drápsmann, skrivar AP.
Georgij Poltavsjenko, forsetaráðgevi, heldur, at tíð-
in er komin til at jarða Lenin. Hann sigur, at russiska
søgan er merkt av stríði, og at tað er skeivt, at ein
upphavsmonnunum til stríðið skal liggja sum ein
miðdepil í sjálvum høvuðsstaðnum. Fleiri politikarar
taka undir við ráðgevanum, men kommunistaleiðarin,
Gennadij Sjuganov, heldur, at slíkt tos er ein roynd at
fáa russar at gloyma sína søgu.
Russiskir serfrøðingar siga, at málið um líkið av
Lenin verður kanska loyst av sær sjálvum um stutta
tíð. Líkið er heilt einfalt so illa farið, at tað er um at
fara í upploysn, siga teir.
Lá fýra dagar í bilvraki
Nýsælendski lastbilførarin Frank Huia helt seg hoyra
eina kúgv drynja, tá hann nú ein dagin noyddist at
steðga bili sínum, tí trupulleikar vóru við motorinum.
Hann fór tí yvir um vegin, og har sá hann, at tað var
ein kvinna, sum rópti eftir hjálp. Kvinnan lá í einum
bili, sum var farin útav fýra dagar frammanundan.
Tvey onnur fólk, bilførarin og ein kvinna, sum sat
aftanfyri, vóru deyð.
– Tað er ófatiligt, at hon var á lívi, men eg eri vísur
í, at hon hevði ikki klárað eina nátt afturat, so tað var
sera heppið fyri hana, at lastbilførarin fekk trupul-
leikar við motorinum júst har, sigur tyrluskiparin,
sum flutti kvinnuna á sjúkrahús.
Læknarnir á sjúkrahúsinum siga, at kvinnan var illa
fyri, tá hon kom hagar. Hon var ógvuliga køld, hevði
fleiri brunasár, og harafturat hevði hon okkurt bein-
brot. Men hon kom kortini skjóitt fyri seg, siga
læknarnir.
Fáa ikki fólk
Tað gongur so illa hjá donskum fyritøkum at fáa fólk,
at í løtuni eru umleið 100.000 arbeiðspláss, sum eru
ósett. Tað vísir ein kanning hjá Danske Bank.
Kanningin vísir, at tað er serliga fyritøkur innan
tænastuvinnuna, sum søkja eftir fólki. Sagt verður, at
tænastufyritøkurnar hava verið varnar við at seta
fleiri fólk í arbeiði, men at soleiðis er ikki longur.
Tann stóri eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hev-
ur gjørt, at summar vinnugreinar fáa ikki tey fólk,
teimum tørvar. Tí hevur stjórnin gjørt av at tátta
reglurnar, soleiðis at fleiri av teimum, sum fáa
arbeiðsloysisstuðul, skulu fara til arbeiðis. Claus
Hjort Frederiksen, ráðharri, sigur við Børsen, at tað
er ikki rætt, at fyritøkur ikki fáa tey fólk, tær hava
brúk fyri.
Nú 25 ár eru liðin,
síðani Solidaritet
varð stovnað, ásannar
gamla frælsishetjan
Lech Walesa, at tað
hevur ikki gingið,
sum hann hevði ætlað
PÓLAND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyri fimm árum síðani fór
Lech Walesa burtur úr
polskum politikki. Hann
hevði verið forseti frá 1990
til 1995 og royndi seg aftur
á valinum í 2000. Men
úrslitið var bara 0,9 prosent
av atkvøðunum, so hann
valdi at taka seg burtur úr
politikki.
Nú fer hann eisini burtur
úr fakfelagnum Solidaritet,
sum hann var við til at
stovna í 1980.
– Eg fari úr fakfelagnum,
men sleppi ikki samhalds-
festinum, tí nú ætli eg mær
at virka fyri einum sam-
haldsfesti, sum røkkur út
um mørkini hjá felagnum,
sigur hann við Aftenposten
og leggur afturat, at hann
nú fer at virka fyri størri
samhaldsfesti í Evropa.
Ikki sum ætlað
25 ár eru liðin, síðani
Walesa og hansara felagar á
skipasmiðjuni í Gdansk
stovnaðu Solidaritet. Felag-
ið var ólógligt, men fjúrtan
dagar seinni slakaði polska
stjórnin og gav felagnum
loyvi at virka.
Síðani er nógv hent.
Jarntjaldið fór frá í 1989,
og árið eftir varð Walesa
valdur til polskan forseta.
Men gongdin eystanfyri
hevur ikki verið júst, so-
leiðis sum tann gamli fak-
felagsleiðarin hevði ætlað.
– Eg hevði aðrar ætlanir
við Pólandi, men fall
kommunismunnar var ein
ov stórur biti fyri Evropa
og heimin, sigur Walesa.
Sjálvur skjeyt hann upp, at
londini eystanfyri skuldu
fáa eina Marshallhjálp fyri
at fáa sum mest burtur úr
tilfeinginum.
– Kommunisman kann
og hevur eisini fingið
skyldina fyri mangt og
hvat, men fólk høvdu góða
útbúgving og kundu tí
komið við einum muna-
góðum ískoyti til vinnuveg-
ir og íløgur. Men gongdin
gjørdist ein onnur, sigur
Walesa, men skundar sær at
leggja afturat:
– Men vegurin er tann
rætti, sjálvt um vit snara í
so ofta.
Borgarstjórin vil sleppa
í Hvítu Húsini
UTTAN ÚR HEIMI
Rudolph Giuliani. Nú umhugsar hann at stilla upp til forsetavalið í 2008.
Walesa fer úr Solidaritet