fríggjadagur 7. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eg eri blivin fúti, verða tær
umsitingarligu avbjóðing-
arnar samsvarandi størri,
og tí rokni eg við, at har
verða nógvar spennandi
uppgávur. Ein tann størsta
avbjóðingin er ivaleyst at
fáa tann umsitingarliga
partin av løgregluni fram-
haldandi at virka væl, hóast
landalæran setur nakrar
forðingar á hesum øki, sig-
ur Karen Marie Olesen.
– Mín fremsta uppgáva
sum fúti verður tó at sita
við borðendan hjá løgregl-
uni her á landi, og tað er
nakað, ið eg skal venja meg
við, sigur hon.
Maðurin kemur seinni
Sum áðurnevnt er Karen
Marie Olesen gift, men enn
er hon einsamøll í stóra
húsunum
undir
Glaðs-
heyggi, sum er embætisbú-
staðurin hjá fútanum í Før-
oyum.
– Har er eitt sindur tóm-
ligt enn, tí maður mín flytur
neyvan til Føroyar fyrr enn
komandi summar. Hann er
lærari, og tað ber illa til hjá
honum at fara mitt í einum
skúlaári. Tí hava vit býtt
innbúgvið hjá okkum í eina
helvt, soleiðis at hann hev-
ur nakað eftir á Fredriks-
berg, og nakað er á veg til
mín í Føroyum, greiðir
Karen Marie Olesen frá.
Sjálvandi er tað eisini
umráðandi, at maðurin hjá
nýggja fútanum fær lærara-
starv í Føroyum, men tað
skuldi verið góð útlit fyri tí.
Seglbáturin settur í
eitt fjós
Eitt av størstu áhugamálum
hjá Karen Marie Olesen er
at sigla, og saman við
manninum eigur hon ein 27
fót stóran seglbát, sum tey
hava havt stóra gleði av.
– Tað er okkara allar-
fremsta áhugamál, men nú
vit skulu búleikast í Føroy-
um, er seglbáturin tikin upp
á turt, og hann stendur nú í
einum fjósi á Sælandi.
Gamaní eru Føroyar eitt
oyggjasamfelag, men veðr-
ið her á leiðini loyvir ikki
sigling við einum slíkum
báti, heldur Karen Marie
Olesen.
Hon sigur sigur seg tó
vóna, at tað fer at bera til
hjá teimum á annan hátt at
sleppa at sigla við seglum
her á landi, og tá ið vit
báðir myndamaðurin greiða
frá um sluppina Norðlýsið,
er tað sum um, at hon ress-
ast eitt sindur í stólinum
inni á skrivstovuni á Smyr-
ilsvegi.
-– Eg havi bitið merki í
hatta skipið, og tað hevði
verið framúr, um man slapp
ein túr við har av og á, tí tað
er ikki tað sama at sigla við
motori, sum at standa við
einum togenda umborð á
einum seglbáti, sigur nýggi
fútin.
Eitt annað av áhugamál-
unum hjá Karen Marie Ole-
sen er rógving, og tað er
nakað, sum bæði hon og
maðurin hava fingist við í
nógv ár í Danmark, og hon
væntar, at tað fer hon at
halda fram við her á landi.
Starvið sum fúti í Føroy-
um er sett eftir áramál, og
fyribils hevur Karen Marie
Olesen bundið seg til at
verða her á landi næstu
fimm árini, men soleiðis
sum hon longu nú tosar um
oyggjar okkara, er ikki
óhugsandi, at steðgurin
kanska verður longdur,
hvør veit.
Tobbi má bíða til mikudagin
Løgtingslimurin
Torbjørn Jacobsen má
bíða til komandi
mikudag, áðrenn
hann fær greiðu á, um
tað var í lagi, at fútin
tók koyrikortið hjá
honum, hóast
politiska órinið ikki
var tikið frá
løgtingsmanninum
RÆTTARMÁL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tobbi og sakførari hansara,
Bjørn á Heygum, hava
mótmælt, at koyrikortið hjá
løgtingsmanninum
varð
tikin frá honum, hóast hann
framvegis hevði politiskt
órin. Málið var fyri í rætt-
inum mikudagin, og avgerð
fellur komandi mikudag.
Snýr seg bert um
rættin at taka
koyrikortið
Bæði
varafútin,
Finn
Ougaard,
umboðandi
ákæruvaldið og Bjørn á
Heygum, sakførari hjá Tor-
bjørn Jacobsen vóru samdir
um, at rættarmálið bert
snúði seg um, hvørs fútin
hevði heimild til at taka
koyrikortið frá løgtings-
manninum.
Vegna Tobba segði Bjørn
á Heygum, at løgtingsmað-
urin ongar ætlanir hevði um
at snúgva sær undan eini
møguligari revsing, ella at
hann royndi at fáa eitt slag
av serviðgerð. Talan var
bert um at royna, um tað
politiska órinið verjir í ein-
um slíkum máli.
Í paragraf 24 í stýrisskip-
anarlógini stendur: Eingin
løgtingsmaður má uttan
samtykki løgtingsins verða
ákærdur ella fongslaður á
nakran hátt, uttan so at
hann verður tikin á búri.
Sambært ákærumyndug-
leikanum er talan í mál-
inum hjá Tobba ikki um, at
løgtingsmaðurin er revsaðr
á nakran hátt, tí hann er
hvørki ákærdur ella fongsl-
aður. Hinvegin er talan um
eina fyribils frátøku av
rættinum til at føra bil, men
tað er ikki nøkur revsing
sum so, og tí er politiska
órinið ikki galdandi í hes-
um føri, vildi ákærumynd-
ugleikin verða við.
Forðar fyri luttøku í
tingarbeiði
Bjørn á Heygum vísti hin-
vegin á, at løgtingslimurin
ikki var tikin á búri, sum
tað stendur orðað, og at
frátøkan av koyrikortinum
forðaði løgtingsmanninum
at taka fult lut í tí politiska
arbeiðinum.
Í hesum sambandi vísti
sakførarin hjá Tobba á, at
løgfrøðisbókmentir siga, at
ein slík avgerð ikki má
forða einum tinglimi í at
røkja sínar politisku upp-
gávur til fulnar.
– Við tí samferðslukervi
sum vit hava í Føroyum, er
eingin ivi um, at manglandi
koyrikortið er ein stór
forðing, tá ið Torbjørn
Jacobsen skal røkja sítt
politiska starv, tí at verða
tinglimur í dag hevur við
sær, at tú skalt verða tøkur
at kalla alt døgnið, segði
sakførarin.
Bjørn á Heygum helt eis-
ini, at tá ið man velur fyri-
bils at taka koyrikortið frá
Tobba, vísir, at fútin vænt-
ar, at løgtingslimurin missir
sítt politiska órin, hóast tað
ikki kann sigast við vissu,
og at hann síðani verður
dømdur treytaleysa frá-
døming av koyrikortinum.
Harvið handlaði fútin út
frá, at hann væntaði, at
Tobbi verður revsaður, og tí
eigur politiska órinið at
verða galdandi.
Báðir partar hava nú ført
fram síni sjónarmið í sakar-
málinum, og nú verður bert
bíðað eftir, at dómarin skal
koma við sínum úrskurði,
og hann verður almanna-
kunngjørdur
komandi
mikudag klokkan tíggju.
Torbjørn Jacobsen, løgtingslimur, á veg inn í rættin mikudagin, tá ið málið um heimildina hjá fútanum at taka koyrikortið frá
honum, hóast hann hevur politiskt órin, var fyri.
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eg havi fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum, og mær hevur altíð dámt væl her. Tí ivaðist eg heldur
ikki í at taka av tilboðnum um fútastarvið, tá ið eg fekk tað boðið, sigur nýggi fútin
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 191 - 7. oktober 2005
15