fríggjadagur 7. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 191 - 7. oktober 2005
Herfyri byrjaði nýggi
fútin, Karen Marie
Olesen, í starvinum.
Hon sigur, at tá ið
hon fekk tilboðið um
at gerast fúti í
Føroyum, ivaðist hon
ikki í at taka av
FÚTIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Millum føroyingar er tað
ikki nøkur loyna, at fráfarni
fútin ikki var serliga sjón-
ligur, og tað var sjáldan, at
hann var at síggja og hoyra
í miðlunum. Nýggi fútin
sigur seg hinvegin verða
opna av náttúru, og tí
kunnu vit vænta okkum ein
meiri opnan fúta næstu
fimm árini.
Verið víða
Karen Marie Olesen er
uppvaksin á landinum í
Jútlandi, men flutti sum 18
ára gomul til Århus, har
hon las løgfrøði.
Eftir lokna útbúgving
fekk hon starv hjá løgregl-
uni í Esbjerg, og har starv-
aðist hon í fýra ár sum løg-
reglufulltrúi. Seinni kom
Karen Marie Olesen at
starvast hjá ríkisløgregluni
í Keypmannahavn.
Nýggi fútin í Føroyum
hevur eisini starvast hjá
løgregluni í Svendborg, í
Nakskov og hesi seinnu
árini hevur hon verið vara-
fúti á Frederiksberg.
– Eg havi verið víða um,
men eg havi allatíðina, síð-
ani eg flutti úr Esbjerg, havt
fastan bústað á Frederiks-
berg, og maðurin hjá mær
hevur eisini allatíðina búð
har, sigur Karen Marie
Olesen.
Vitjað fleiri ferðir í
Føroyum
Nú Karen Marie Olesen er
komin til landið at røkja
nýggja starvið hjá sær, er
talan ikki um fyrstu vitjan-
ina hjá henni í Føroyum.
– Eg havi vitjað í Føroy-
um fleiri ferðir, tí eg ein av
mínum vinum frá lestrar-
tíðini hevur arbeitt í Føroy-
um í fleiri ár, og hana havi
eg vitjað mangan. Somu-
leiðis havi eg arbeitt í Før-
oyum í eitt stutt tíðarskeið
frá januar til august í 1997.
Tað var í sambandi við
skipamálini, greiðir Karen
Marie Olesen frá.
Fútin sigur, at henni hev-
ur altíð dámt væl í Føroy-
um, og bæði hon og maður
hennara eru náttúrufólk
burturav, og teimum dámar
væl at ganga túrar úti í nátt-
úruni.
– Eg havi áður, tá ið eg
havi vitjað í Føroyum, verið
túrar við gongufelagnum í
Havn, og tað fari eg ivaleyst
eisini at gera, nú eg eri flutt
hagar. Men maður mín og
eg havi eisini gingið túrar í
føroysku náttúruni einsa-
møll, sigur Karen Marie
Olesen.
Góðar umstøður
Hesar fyrstu dagarnar, eftir
at hon er byrjað í nýggja
starvinum, hevur Karen
Marie Olesen, verið á vitj-
an hjá løgregluni kring
landið. Enn er hon ikki
komin allan vegin runt,
men hon sigur, at eftir
hennara tykki eru umstøð-
urnar hjá føroysku løg-regl-
uni góðar.
– Sum so líkjast politi-
støðirnar her á landi teim-
um flestu donsku, og tað
sama er galdandi við arrest-
ini í Jónas Broncksgøtu í
Havn, sigur Karen Marie
Olesen.
Nýggi fútin heldur tó
ikki, at hon enn dugir at
siga so nógv um føroysku
løgregluna, tí at hon hevur
verið her so stutt, at hon
ikki enn er komin inn í
tingini, sum hon málber
seg. Karen Marie Olesen
leggur tó afturat, at tað
tykist tó fyri henni, sum um
føroyska løgreglan er ógvu-
liga væl skipað.
Kynið ongan týdning
Spurd, um tað er nakar
munur á at hava ein kvinnu-
ligan ella ein mannligan
fúta, sigur Karen Marie
Olesen, at tað heldur hon
ikki.
– Í mínari verð er tað
soleiðis, at øll eru ymisk,
bæði mannfólk og konu-
fólk. Øll mannfólk eru
ymisk, og øll konufólk eru
ymisk. Tí vil tað altíð verða
munur á fólki, men eg
trúgvi ikki, at kynið hevur
nakran týdning í hesum
starvinum, sigur hon.
At talan er um ein dana
heldur enn ein føroying,
dugir Karen Marie Olesen
heldur ikki at síggja hava
nakran týdning.
Hinvegin er tað ivaleyst
ein ávísur munur á at verða
fúti í Føroyum enn í Dan-
mark, tí sum tey flestu
óivað vita, so eru Føroya
tað friðarligasta politiøki í
ríkinum.
Opin fúti
Mogens Nepper Christen-
sen, fráfarni fútin, var mill-
um manna ikki kendur sum
ein fúti, ið tú hoyrdi ella sá
nógv til. Hann var sjáldan
frammi í miðlunum og var
ógvuliga lítið sjónligur.
Men nýggi fútin tykist ikki
verða eins afturhaldandi
sum
undangongumaður
hennara.
– Av náttúru eri eg eitt
ógvuliga opið menniskja,
haldi eg sjálv, og tað fer
vónandi at seta sín dám á
mítt yrki her í Føroyum.
Tað er eisini umráðandi at
duga at tosa við fólk í ein-
um slíkum starvi, og tað
meti eg sjálv, at eg dugi,
sigur Karen Marie Olesen.
Størri umsitingarligar
avbjóðingar
Tað er nærliggjandi at
hugsa, at Karen Marie
Olesen, sum hevur starvast
á Frederiksberg seinnu
árini, fer at sakna eitt
sindur av spenningi, nú hon
er komin til friðarligu Før-
oyar, tí á gamla arbeiðs-
plássinum vóru ivaleyst
nógv spennandi og umfat-
andi sakarmál. Men nýggi
fútin sigur, at nú verða tað
bara meiri spennandi á
onkrum øðrum økjum.
– Her í Føroyum eru
kanska ikki so nógv stór
sakarmál, men hinvegin nú
Ein meira opin fúti
– Av náttúru eri eg eitt ógvuliga opið menniskja, haldi eg sjálv, og tað fer vónandi at seta sín dám á mítt yrki her í Føroyum, sigur Karen Marie Olesen, sum væntandi verður ein meira opin fúti
enn undangongumaður hennara.
Mynd: Jens Kr. Vang