Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 7. oktober 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Kistan við Onnu Sten- berg fer frá kapellinum á Suðuroyar Sjúkrshúsi fríggjadagin klokkan 18 til Sandvíkar kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13:30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Onnu kunnu lata Suður- oyar Ellis- og Røktar- heimi eina peninga- gávu. Frida Jacobsen, Leir- vík, andaðist á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, 100 ára gom- ul. Kistan fer av Røktar- heiminum í Runavík hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Fridu, kunnu lata Leir- víkar kirkju eina pen- ingagávu, konto í Pen- ingastovnunum. Ragnhild Poulsen, ættað av Eiði, andaðist 4. oktober í Næstved, 64 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Í Ják. 5.16 stendur: Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment. Hetta skriftstað fær meg altíð at hugsa um Jákup Magnussen. Tí um tað var nakað sum eyðkendi Jákup Magnussen, so var tað bøn. Hann bað dagliga og regluliga. Hann hevði ein langan lista við nøvnun av menniskjun, sum hann í trúfesti dagliga legði fram fyri tann livandi Gud, við trúgv og áliti á, at Hann lønir teimum sum søkja Hann. Hvønn týdning hetta hevur havt fyri okkara land, hansara avvarð- andi og okkum øll sum vóru borin fram av hansara bønun, kann neyv- an metast um. Í Gudstænustini sum var send í útvarpinun sunnudagin, hevði Jógvan Fríðrikson eina góða talu um týdningin av bøn og forbøn. Hann greiddi frá eini eldri konu, sum hevði sagt honum frá, at hon altíð bað fyri honum og øllum sum bóru orðið fram. Hetta hevði givið honum styrki. Tí sum hann segði: Bøn og forbøn er flutningur av orku. Hann segði, at nú var henda konan deyð. Hetta fær meg at hugsa um, at teir síðstu mánaðirnar havi eg hoyrt nógv andlát av eldri fólkum, sum hava verið sum varðar á leiðini. So nú stendur tað upp til okkum, um vit geva tað víðari, sum vit hava fingið, til komandi ættarlið. Eftir at eg fyri stuttum var í einari danskari kirkju, gekk tað veruliga upp fyri mær, hvussu signaði vit hava verið við at hava havt prestar sum Jákup Magnussen, sum hevði ein greiðan boðskap um okkara glataðu støðu uttan Jesus Kristus. Eitt annað sum eisini lá honum á hjarta, sum vit kanska verða mint ov lítið á í dag, var at halda hvílu- dagin heilagan og hvørja signing tað bar við sær, bæði fyri landið og fólkið. Eg takki Gudi fyri Jákup Magnussen og tann týdning, hann hevur havt fyri mítt lív. Sólfríð Minningarorð um Jákup Magnussen prest Jarðarferð Kistan við Annu Stenberg fer frá kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin 7. oktober kl. 18.00 til Sandvíkar kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13.30. Sungið verður úr Sálmabókini. Familjunnar vegna Børnini Tey,ið vilja minnast Annu,kunnu lata eina peningagávu til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim. Í dag, fríggjadagin 7. ok- tober, verður Julian Jakob- sen í Klaksvík 75 ár. Føð- ingardagin heldur hann í hugnaliga heiminum, sum Asta og hann eiga á Gerð- areiði. Julian er klaksvíkingur. Mamman var Dagmar, sum var ættað uttan av Oyri, dóttur Samuel Michael Matras, festara í Uppistovu, og Carolinu, sum var úr Niðristovu í Gerðum. Pápin var Hans Jacob Jacobsen, sum var ættaður úr Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldr- ini hjá honum vóru Else- beth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipa- nesi. Dagmar og Hans Jacob búðu fyrst úti á Oyri, og síðani fluttu tey heim undir Heygar at búgva, har tey vóru næstu grannar hjá Elduvíks Jógvani ella Heinesen, sum tey í grannalagnum plagdu at nevna henda merkismann- in. Dagmar gekk í fiski, og Hans Jacob var sjómaður. Hann sigldi nógv við trol- arum, og tey seinnu árini var hann ofta við norð- monnum. Tey fingu fimm børn: Elsebeth Maria fødd 1928, Anna Malena fødd 1929, Julian føddur í 1930, Sofus føddur í 1935 og Karl føddur í 1936. Mia doyði í 1962, Karl doyði í 1996, og Sofus doyði stutt fyri jól í 2003. Julian og Annelena búgva bæði í Klaksvík. Julian hevur verið ar- beiðsmaður og fiskimaður. Hann hevur róð nógv út, og inntil fyri stuttum var hann fastur egnari á Stongunum. Hóast hann nú hevur lagt dagliga arbeiðið frá sær, so tykist tað vera torført hjá hesum raska manninum at binda frið. Hann putlast altið við okkurt. Hegnið til handverk hevur verið gott. Julian arbeiddi í nógv ár hjá Josephsen, og tað er merk- isvert, at hann hevur smíð- að húsini hjá øllum børnun- um. Julian giftist í 1952 við Astu, fødd Klein og ættað úr Funningi. Tey bygdu á Gerðareiði, og tað er ikki smávegis, sum Julian stútt og støðugt hevur snikkað og snákað í og kring húsini í Kráargøtu. 20. desember í 2002 hátíðarhildu tey í hungaligum gullbrúdleypi, at tey høvdu livað hálva øld saman sum hjún. Asta hev- ur verið Juliani góð kona og børnunum góð mamma. Umframt at vera sálin í heiminum var hon upp móti tredivu árum á Kósavirk- inum. Asta og Julian eiga seks børn, sum øll búgva í Klaksvík. Sigga, fødd í 1953, er gift Mikkjali Petersen úr Víkunum. Dagmar, fødd í 1954, er gift Tommy Jacobsen úr Vatnsoyrum, Adolf, føddur 1956, er giftur Sólfríð Niclasen av Selheyggi, Hansy, fødd í 1959, er gift Sjúrði Sjúrðarberg av Bumshamri, Mia, fødd í 1963, er gift Jóhan Samuel- sen av Selheyggi, og Ann, fødd í 1965, er gift Hans Fróða Hansen úr Havnini. Abbabørnini eru fimtan og langabbabørnini eru trý. Familjan vitjar ofta í Kráar- gøtu, har tað í kvøld verður 75 ára føðingardagshald. J Julian Jakobsen 75 ár